Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 1 - 3. januar 2003 Nr. 1 - 3. januar 2003 13 Mikil var ljómurin og sangurin til jóla. Børn og vaksin tóku sam- anum og lættu ljóðið av - av øllum huga og allari sál. Sunnudagin fyri jól lótu Skák- stjørnurnar seg í kon- sertskrúð á himna- hválvinum. Hetta var sum ein umbroyting, ið fór fram ovast uppi, sum veitti íblástur til mangt eitt kór- og sanghjartað víða um HUGLEIÐING Frits Johannesen Sunnudagin fyri jól var ein sera góð konsert í kirkjuni í Fuglafirði. Tað var Fugla- fjarðar hornorkestur undir leiðslu av Kenneth Mcleod, ið spældi. Her var ikki ein- ans hornorkestur, men eisini ein blásisekstett, ið førdi seg tignarliga fram. Tað sama kann sigast um orgulspælið, solosangin, kvartetsangin og Kingo- sangin. Hvørt betri enn annað. Sigast kann um hornorkestrini í Føroyum, at hetta eru virknastu bólk- ar í tónleikinum her á landi. Tey spæla til hátiðarhald, stevnur, fagnaða o.s. fr. hetta gera tey uttan nakran háva, og tómligt hevði tað verið, um hesin táttur í tónleikalívinum varð skerd- ur. Mær hóvaði sera væl ljómin í orkestrinum, liv- andi reint, fraseringarnar lógu tættar, inniligar og ljómurin í hornunum var góður. Vevnaðurin millum bólkarnar í orkestrinum, var ikki sum á berajólið, men sótu væl um sátt og bygdu hvønn annan upp í ljómandi brasstónum. Gott var at síggja tveir Es-bassar og ein B-bass í orkestrin- um. Eg vil ikki siga at hetta fjalir fjøld av syndum, men ger at ljóðið, og tónleikurin verður væl betri hagreidd- ur. Hann verður bygdur á eitt gott grundstøði, og tá verður samanspælið bólk- anna millum dyggari. Sig- ast kann, at onkuntíð hevur orkestrið verið størri, men hvør tann einasti ein, sum sat og spældi, gjørdi sítt til at fatanin av tónleikinum kom upp í ta hædd, har hon eigur sítt sati. Hetta var leiðarinum og orkestrinum til mikla tign og miklan sóma. Sekstettin ramsaði ikki løgini av sær, men var í síni tilvitan rættstød og streyk avstað í blíðum byri í sonn- um jolahýri. Ljóðførini tal- aðu sína millum hjartaliga, eymliga og musikalskt. Her var eingin, sum stjórnaði. Nei, nú var tað tónamálið, sum kom undan væðingini og kvað sína vísu, sum legði løgini undir fótin. Hetta var hugvekjandi, musiskt og musikalskt. Kingosangurin var kveikjandi í hesum andans húsi henda dag. Niels og Petur Jacob reinsaðu sínar sálir í hesum gomlu løgum, og runnu tankarnir til Oyndarfjarðar frá barna- árum mínum undir bitunum í Oyndarfjarðar kirkju upp undir jol, tí sungið varð okkurt sum Skúla Jákup og Hans M. Eidesgaard úr Oyndarfirði høvdu sungið inn a band. Meg minnist væl skúla Jákup, sum sang Gamla nóta. Hann var eisini deknur í Oyndar- fjarðar kirkju og var sjald- samt at sita undir lestrinum t. d. jólakvøld, tá ið Elsa í Húsi, Fía við Stein og Dunga Oluffa sótu í sínum stólum við sínum miðaldar- liga hugburi, meðan Skúla Jákup las. Her var skald- skapur, og ikki varnaðist tú tá, at Skúla Jákup skuldi røkka til Fuglafjarðar sunnudagin fyri jól ár 2002, við Nielsi og Petur Jacob, sum drógu tráð í eygað við Kingoløgum henda dag. Ja, eg má siga , at væl var frà- gingið, góðar vóru versir- ingarnar, og teimum líkt goymdu teir eftir, næstan sum Skúla Jákup og Hans Marius Eidesgaard høvdu gjørt, og betri kundi tað ikki verið. Møguleikarnir við eini konsert eru nógvir. Heðin leikti á urgu. Sigast kann um Fuglafjarðar kirkju, at kirkjurúmið er vælegnað til kórsang og instrumentalan tónleik, og urgan kódnar ikki í hesum trivaliga rúmi, men tey minstu ljóðini røkka upp undir tróðrið og niðuraftur spelkin og kvom. Heðin spældi orgulsolo úr Water Music av G. Fr. Händel. Lætt, ljóst sum lygnir og íðukálvar á ánni Themsen undir Tower Bridge. Tú sást alt hetta fyri tær, sum eina viðkvama im- pressionistiska mynd. Skvatl, sjóð, aldudrag í orglinum.. otrúligt, men so- leiðis er tað bara. Væl spælt. Jógvan Dahl, Lív, Kenn- eth og Andrea sungu kvar- tetsang. Ja sera yndisligt og Andrea sang eina ariu av Giovanni Bononcini. Fer hon at halda á fram við sanginum, fer røddin at mennast og búnast, og kanska fáa vit fleiri slíkar solosangir fra henni í framtíðini. Hon hevur eina dygga rødd, sum eg kenni frá hennara barndómi oig tannáringa tíð. Konsertin rakk langt, og eingin ódámur var at hoyra nakrastaðni, og takk fái Fuglafjarðar hornorkestur fyri hesa sera hugfarsligu konsert. Fyri mær stóð sólin still henda dag. I Siloa var eisini ein konsert, ella rættari ein sangløta, sum rann av anda- ligum sangi og fylgisspæli á klaveri, orgli, floytu og rytmubólki. Hetta gjørdi sangløtuna fjøltáttaða. Ja, dagurin tók ongan enda í hesum tónleikanótakasti. Nógv var at heimta, og nógv gott var lagt afturat tí musikalska førninginum, sum tú bar í tónleikahuga tínum. Sangur og tónleikur ber brá av kveikjandi andum, sum reika kring og lýða okkum í oyruni um sælar dreymar í nótum, tónum, rytmu og ljómi. Hetta hevur eyðkent okkum sum fólk, har sangurin, kórsangurin hevur givið okkum nógvar sælar løtur. Soleiðis eigur tað at vera. Eyðun og Jógvan á Lakj- uni eru eingir ársungar, tá ið tað um sang og tónleik ræður, og hava vit havt óteljandi fródligar sang - og tónleikaløtur saman bæði her á landi og uttanlands, og eru hesar gleðisstundir gott at hava í skjáttuni, meðan fjakkað verður á Guðs grønu jørð. Kórið í Siloa er eitt gott kór, sum hevur sett dám á bygdarlív okkara við anda- ligum sangi í eini 15 ár. Sangløtan sunnudagin fyri jól lat ikki neistan frá tí musikalska degnum rúmsast í svøvnloysi í huga tínum, men rakk samljóðið, samskapið og drívmegin í tónum og orðum í ein málbúna av góðum kór- sangi. Ótrúligt, so fá vit eru, at vit kunnu í einari bygd hava tvær so fjøl- táttaðar konsertir ein dag. Tað sum var felags fyri báðar konsertirnar var, at tær høvdu jólatónleik úr Noregi, Bretlandi og úr okkara egna jørðildi á skránni. Mær hevur altið dámt sera væl kórsang, tí her eru tað orð, tónleikur og fjøld av fólki, ið medvirka. Chopin brúkti klaverið, at tulka tað, ið hann helt um tónleikin. Kensluliga kunnu vit vera eins hug- tikin av klavertónleikinum og kórtónleikinum. Lagt kann verða afturat , um vit við orðum skuldu sagt tað, sum Chopin ætlaði við sínum tónleiki, hevði hetta tikið drúgva tíð. Men øðrvísi er kórsanginum, hann verður settur a búgvið borð: Gerið so væl og fáið tykkum! Orð og lag borið fram av mannarøddum her og nú! Her er tað samfingin ond millum orð og lag, sum tulka løtuna, og passar lagið væl til orðini, nærkast tú frummegini til allan tónleik. Tú við tíni sál, kroppi, orðum og løgum (tónleikinum) tulkar inn- asta farið í likami tínum. Nú kann vera, at onkur annar vildi sagt hetta á ein annan hátt, men hetta eru míni orð um henda partin av tónleikinum, og eg meini tað. Tað at skapa úr heimligum jørðildi t. d. Hirðarnir við orðum av Ismar Joensen og lagið av Eyðuni, sum var á skránni, tað kemur at standa sál tíni næst. Hetta er andi Grundt- víks at tøða og taða, har tú sjálvur ert og virkar. Sangløtan livnaði við orðunum hja Jacob Sande: I hvørjari vrá nú lýsa við týðing av Líggjas av Váli, og var hetta ein góð byrjan. Kórsangur, trio, sangbólk- urin Saft og solosangurin dró løtuna av stað í fylling- um í aldudragi av vanligum fólki, sum elska at syngja. Herluf, sáli, segði altíð: Vit syngja, tí okkum dámar at syngja! Tað er eitt gott navnabretti at hava. Hanna úr Leirvik hugtók meg við sínum solosangi. Hon sang við kroppinum, eygunum, varrunum….. og sálini í lagnum: Go, tell it on the Mountain og somuleiðis Elisabeth av Toftum: Jesus, oh what a Wonderful Child. Tey ungu firnast ikki à sini leið í tí tóma rúminum, har vit øll eru stødd. Tey skulu ein dag mynda samfelagið og sangin. Gev teimum góðan byr og vís teimum á ræsur, har gongt er. Tað gevur úrslit; vit fáa eitt gott samfelag .. ja, og góðan kórsang í framtíðini!! Bólkurin saft sang sera reint og musikalskt. Jógvan við skyldkonunum, Eydnu og Elsebeth sungu inniliga lagið : Kom til mammu - orð/ Marius Johannesen og lagið hevði hann gjørt sjálvur. Teksturin er jóla- tekstur, so hetta var gott at leggja afturat til jóla. Orð og lag passaðu væl saman. Hetta var so hesin dagur, har sólin stóð still og Skákstjørnurnar høvdu latið seg í jólaskrúð. Takk fàið Fuglafjarðar horn-or- kestur, kórið í Siloa og leið- arum tess fyri ein minni- ríkan dag! Gott nýggjár øll somul! Jólakonsertir í Fuglafirði Siloakórið Mynd: Rógvi Rasmussen Í maimánaðI verður tónleikaverkið Jesus og makedonarin framført av Sønder- jyllands Symfoni- orkester í Vejle. Bispurin í Haderslev var so hugtikin av verkinum, at hann avgjørdi at fáa taå til Danmarkar, eftir at hann hevði verið í Føroyum TÓNLEIKUR Theodor E. D. Olsen »Vit hava fingið eina blóm- andi tónlistamentan, har okkara ungu ganga á odda á eini rás, sum er slóðað fyri í Føroyum. Vit kunnu sam- stundis gleðast um, at før- oyingar eisini eru í fremstu røð, tá tað snýr seg um nútímans tónleik«. Hendan staðfestingin er eins og aðrar í blaðnum í dag tikin úr nýggjársrøðu løgmans. Tað er kortini ikki bara Føroya løgmaður, sum fegnast um føroyska tónlist. Tá skipað varð fyri tús- undárahaldinum fyri skjótt trimum árum síðani í sambandi við kristnanina av Føroyum, vitjaðu fleiri norðurlendskir bispar í Føroyum. Millum tey mongu tiltøkini teir vórðu bodnir at luttaka í, var m.o. symfoniorkesturútgávan av Jesus og makedonarin hjá Paula í Sandagerði og Sig- mund Poulsen. Ein av gestunum, bispurin í Had- erslev, Niels Henrik Arendt, varð so hugtikin av verkin- um, at hann avgjørdi at royna at fá Jeus og make- donaran til sítt stift, og hetta eydnaðist honum eftir at Pauli í Sandagerði hevðI hildið ein fyrilestur um sangverkið. 13. mai í ár verður hend- an ætlan so veruleiki, tí tá verður hetta føroyska verk- ið framført á donskum í Musikteatret í Vejle. Talan er sostatt um eitt professionelt tiltak, tí Sønderjyllands Symfoni- orkester hevur fingiðð upp- gávuna at framføra sang- verkið, og millum sangar- arnar er føroyski tenorurin Ernst Sondum Dalsgarð, sum syngur orðini hjá Jesusi. Hann var eisini við í symfoniorkesturútgávuni í Føroyum og er í løtuni ein av fremstu sangarum í Dan- mark. Pauli í Sandagerði er listaligur samskipari í til- takinum. Hann greiðir frá, at longu fyri hálvum øðrum ári síðani byrjaði fólk í Vejle at savna pening inn til tess at Jesus og makedon- arin kuni setast upp í bý- num. Ein slík verkætlan er nevniliga ikki bílig at fara í holt við, og tey megnaðu heldur ikki at savna allan tann neyðuga peningin inn. Vejle Amt kom tó seinni til hjálpar við teimum seinastu írestandi 150.000 krónun- um, og tá var farið undir fyrireikingarnar. Ein lærari, sum undir- vísir á sama skúla, har Pauli starvast, hevur týtt orðini hjá Sigmundi Poulsen til danskt saman við Paula og Sigmundi sjálvum. Pauli í Sandagerði er væl nøgdur við umsetingina, og sigur, at tað kennist væl, at Jesus og makedonarin nú aftur skal framførast á palli. Hóast tað ikki ber til at siga, at Jesus ohg make- donarin er eitt kent verk í altjóða tónleikahøpi, so hevur tað kortini víst seg at vera eitt seiglívað verk. Tað varð nevniliga framført fyrstu ferð í 1984 í sam- bandi við eitt hátíðarhald hjá Tórshavnar Býráði,. Tá var einki symfoniorkestur í Føroyum, og tá ljóðaðI verkið øðrvísi enn í dag, av tí at fleiri rokk- og jazz- tónleikarar spældu tónleik- in. Í dag er alt niðurskrivað og er talan nú um triðju útgávu, sum telur 450 síður av nótum. Jesus og makedonarin á donskum Í løgmansrøðuni segði Anfinn Kalls- berg m.a., at vit eiga at miðja eftir at bora tunlar til Sandoynna og Suðuroynna. Enn er tilfarið í grótinum undir Suðuroyarfirði ikki kannað, men í øllum førum er hol sett á kjakið um fleiri undirsjóvartunlar. Ein varilsig meting sigur tó, at tað hevðI tikið 10 ár at bora ein tunnil úr Sandoynni til Suðuroyar TUNLAR Theodor E. D. Olsen »Um fá ár verður eisini fast samband til Norðoyggjar. Tá hetta er rokkið, má langtíðarmál okkara vera at knýta bæði Sandoynna og Suðuroynna í undir-sjóvar- kervið. Tá verða Føroyar knýttar saman í eitt megin- øki«. Hesi vóru nøkur av fagurlátnu orðunum, sum løgmaður bar Føroya fólki gamlaárskvøld í sínari nýggjársrøðu, ið varð send í loftmiðlunum. Og hóast røður sum henda helst skulu vera myndaðar við føgrum orðum og djørvum visiónum, so má sigast, at hol er sett á kjakið um undirsjóvartunlar til bæði Sandoynna og Suðuroynna - sjálvandi treytað av norð- oyatunnilin fyrst verður veruleiki. Herfyri var samrøða við Heina Olsen, verkfrøðing, í Degi og viku, har eitt gam- alt arbeiði við útrokningum yvir undirsjóvartunlar til allar oyggjarnar í Føroyum var grivið fram aftur. Hesa ætlan gjørdi Heini Olsen, meðan Mikkjal Helmsdal sat sum lands- verkfrøðingur. Í fyrstu syftu ein er hetta ein ætlan, sum kann tykjast eitt sindur science fiction-kend, men sum av fleiri verður tikin alt meira í álvara. Heini Olsen leggur dent á, at sjálvandi er peningur fortreytin fyri slíkum ætlanum, men um jarðfrøðin undir Suður- oyarfirði er til at fáast við, so skuldi einki verið til hindurs fyri at borað ein tunnil til syðstu oynna í Føroyum, Suðuroynna. 10 ár at bora Teinurin úr Sandoynni til Suðuroyar er einar 25 kilometrar til longdar, og aðrastaðni í heiminum t.d. í Japan og Sveis eru tunlar, sum eru á leið líka langir sum ein møguligur Suður- oyartunnil. Hetta merkir, at hann hevði verið fimm ferðir longri enn tann nýggi Vágatunnilin. Tað tók umleið tvey ár at gera hann, og tí kundi ein bjartskygd meting víst, at vit skuldu falda hetta tíðarskeiðið við fimm og so fingið eina varisliga forsøgn upp á, hvussu langa tíð tíð tað kundi vart at bora til Suð- uroyar. Altso eini 10 ár. Sum nevnt er jarðfrøðin undir Suðuroyarfirði ikki kannað til tunnilsgerð enn, men vit vita, at grótið sunn- ast í Føroyum er munandi truplari at bora í enn tær sokallaðu miðfláirnar, sum eru í og milum tær norðaru oyggjarnar í Føroyum. Tí hevði tað jarðfrøðiliga í roynd og veru verið meira realistiskt at bora tunlar til tær smærru oyggjarnar, hóast tað neyvan fer at eiga innivist í tí politisku dags- skránni, sum nú eisini snýr seg um tunlar eftir at koyr- andi bleiv undir Vest- mannasundi, og sum á nýggjárinum altso varð nevnt av sjálvum løgmanni. Ikki ráð at lata vera Ein annar samfelagsvið- merkjari, sum hevur givið sítt íkast til kjakið um tunl- ar til Sandoynna og Suð- uroynna, er samfelags- frøðingurin Zakarias Wang. Í lesarabrøvum stutt fyri jól nevnir hann fyrimunir og vansar við føstum sam- bandi í oyggjalandinum Føroyar, og hansara ikki sørt djarva niðurstøða er, at vit skulu spyrja okkum sjálvi, um vit hava ráð at lata vera við at gera hear tunlarnar, tí longdini er strandferðslan alt ov kostnaðarmikil fyri sam- felagið. Gera vit hetta, verður koyrandi til Suður- oyar úr Sandoynni um trý ár, metti Zakarias Wang. Sostatt er hol nú rættiliga sett á orðaskiftið um hol undir Skopunar- og Suður- oyarfirði, og og nýggjárin- um setti løgmaðurin úr norðoyggjum sína hugsan um málið. Samansjóða við undirsjóvartunlum Tað kemur at taka uml. 10 ár at bora ein tunnil til Suðuroyar Pauli í Sandagerði C M Y K 13 12