Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2003 15 Varpið í leygardagsblaðnum SKRÁIR Eirikur Lindenskov Útvarps- og sjónvarpsblað- ið hjá Sosialinum, Varpið, verður hesa vikuna at fáa í leygardagsblaðnum. Av tí at skotbráið at fáa allar skáirnar í hús er held- ur knapt, bar ikki til at gera blaðið klárt fyri nýggjárs- halguna. Men leygardags- blaðið er at fáa fríggjadagin seinnapart, og blaðið verður borið so at siga øll- um haldarum blaðsins fríggjakvøldið við útber- ingini hjá Prentmiðstøðini. Men fyri at eingin skal verða við sviðusoð, eru allar skráirnar fyri fríggja- dagin eisini prentaðar í fríggjadags Sosialinum – hesum blaðnum, tygum nú sita við í hondini., sum verður á gøtuni seinna- partin í dag. Forsíðuna á Varpinum hesaferð myndar gitna songkvinnan, Britney Spears, sum leygardagin verður at síggja í live- konsert úr Las Vegas. Britney Spears hevur rættu- liga havt eydnuna við sær, tí tað eru ikki mangar 19 ára gamlar kvinnur – ella gentur – ið hava megnað at selt næstan 40 milliónir fløgur og sum hava verið á ótalligum konsertferðum kring heimin allan. Í Las Vegas duga tey væl at gera burturúr, og eingin ivi er um, at talan verður um tað heilt stjóra showið – henda ársins fyrsta kon- sertin hjá Britney Spears. VARPIÐ fyri komandi vikuna verður at fáa saman við leygardagsblaðnum Ársins fyrsti føroyingur FØÐING Ingrid Bjarnastein Klokkan 03.16 nýggjárs- morgun kom sá fyrsti før- oyingur í nýggjár árinum dagsins ljós fyri allar- fyrstu ferð. Og tað varð ein vælskaptur drongur. Stoltu foreldrini eru Mary og Palli Marsten úr Klaksvík. Fyrsta barnið í árinum vigaði annars 3650 gr og var 53 senti- metrar. Fyrsti føroyingurin í ár hevur eisini eina systir og ein beiggja. Sagt verður úr Klaksvík, at stóri- beiggin var ógvuliga glaður fyri beiggjan. Hann hevði væntað, at tað var ein genta, og gjørdist tí sjálvandi ovur- fegin tá hann frætti, at hann hevði fingið ein lítlabeiggja, tí tað var tað, sum hann ynskti sær mest. Foreldrum og systkjum verður ynskt hjartaliga tillukku við nýggja fam- iljuliminum. 15 14 Nr. 1 - 3. januar 2003 NÝTT ÁR Ingrid Bjarnastein Nýggja árið er nú byrjað, og føroyingar hava tikið friðarliga ímóti ár 2003. Frá politistøðunum kring land- ið verður sagt, at friðarligt hevur verið. Í Havn vóru nógv fólk í býnum, onkur vil enntá vera við, at tað var sum á ólavsøku. Politiið sigur tó, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt eftir umstøðun- um. Nógv er at vera úti til, men fólk hava sum heild skikka sær væl. Eini fimm hava sovið ársins fyrstu nátt í brummuni. Politiið hevur annars ikki havt stórvegis trupulleikar av rakettum og øðrum, sum viðhvørt undanfarin ár. Henda myndin varð annars tikin nýggjársaftan á midnátt á Hamrinum á Argjum. Friðarligt nýggjárshald Mynd: Finnur Justinussen Politiið viðgerð í løt- uni eitt mál, sum snýr seg um eina 87 ára gamla konu. Onkur hevur gjørt seg inn á konuna, sum er djúpt dement og óhjálpin. Politiið viðgerð málið, sum eitt neyðtøkumál NEYÐTØKUMÁL Ingrid Bjarnastein Politiið fekk mánadagin 30. des. fráboðan um, at onkur hevði gjørt seg inn á eina 87 ára gamla kvinnu. Kvinnan, sum er djúpt dement, er óhjálpin, býr einsamøll, men avvarð- andi búgva nærhendis. Onkur hevði sunnudag- in verið inni hjá konuni, og gjørt seg inn á hana. Politiið vil ikki siga, at talan er um neyðtøku, men klæðini á konuni vórðu knappað upp, tá komið var fram á hana. Politiið veit ikki, hvør tað er, sum hevur framt ógerðina, men sagt verð- ur, at hetta málið verður tikið ógvuliga álvarsamt. – Í løtuni er onki, sum bendir á, at talan er um eina neyðtøku. Men við- komandi er óhjálpin og fær ikki gjørt nakað. Vit vita ikki nágreiniliga, hvat er hent, men hetta verður alt kannað, sigur politiið. Kvinnan hevur verið til neyðugu kanningarnar, og arbeitt verður í størsta álvara víðari við málinum. Gjørt seg inn á 87 ára gamla konu Nógvir rús- drekkakoyrarar Politiið í Runavík hevur upp á eina viku tikið fýra rúsdrekka- koyrarar PARAGRAFF 13 Ingrid Bjarnastein Sjálvt um nýggjárið hevur verið friðarligt í Eystur- oynni, so hevur politiið í Runavík tikið heili fýra rúsdrekkakoyrarar. Hetta er ógvuliga nógv, verður sagt av politistøðini í Runavík. Ein harðskapssak verður í løtuni viðgjørd á Skála- fjørðinum. Talan er um tveir vinmenn, sum fóru til hendurs, og annar teirra varð sparkaður í høvdið. Politiið í Runavík sigur, at sparkaði maðurin breyt kinnbeinið í tveimum støð- um, og var lagdur inn á Landssjúkrahúsið. 30. og 31. desember og 1. januar hevur politiið í Klaksvík annars gjørt paragraff 13 kanningar í býnum. Tilsamans vóru átta bøtur skrivaðar. Tær vórðu skrivaðar millum annað fyri tokuljós, lyktafeilir, vantandi koyrikort, trygdarbeltið og annað. Annars letur politiið í Klaksvík væl at nýggjárs- haldinum har norðuri. Politiið varð einaferð boð- sent at koma norður um Klaksvíkina eftir einum fullum manni, sum var óður í høvdinum, og var til stóran ampa. Við eldi og rakettum hevur politiið í Klaksvík ikki havt nakrar trupulleikar. Eldur í bilhúsi ELDSBRUNI Ingrid Bjarnastein Nýggjársmorgun fekk pol- itiið í Havn fráboðan um ein eldsbruna í einum bil- húsum úti í Svanga. Eld- urin er helst kyknaður av eini sigarett ella einum kertuljósi, verður upplýst av politistøðini í Havn. Skjótt gekk at sløkkja og hvørki fólkaskaði ella stórur skaði annars stóðst burturúr eldsbrunanum. Eldur í sethúsum Eldsbruni Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið kom eldur í eini sethús á Strondum. Politiið í Runavík sigur, at eldurin er helst kyknaður av livandi ljósum, sum brunnu niður í eina træ- plátu. Fólkini í húsunum vóru til jólahald á skúlan- um, so ongin fólkaskaði stóðst úr hendingini. Eldurin breyt ikki ígjøgnum, so tíbetur brunnu húsini ikki í grund, men roykskaðin var kortini stórur. Sløkkiliðini á Skála og Strondum vóru skjót á staðnum, og tað gekk væl at sløkkja. C M Y K 14 Viðskiftafólki okkara kring alt landið ynskja vit eitt gott nýggjár Sp/F á Giljanesi