Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 1 - 3. januar 2003 Nr. 1 - 3. januar 2003 17 Serliga Útnorður, Noreg, Ísland, Før- oyar og Grønland hava eina aðra søgu- fatan og eru nogv meiri national- romantisk øki enn t.d. Danmark og Svøríki, saman við vinnuni, náttúruni og seinu urbanisering- ini, eru vit á marknaðargylinum millum modernitet og eitt siðbundið samfelag í dag Nakrar visiónir fyri norður- lenskt samstarv í framtíðini í samband við at Norður- landaráðið fyllir fimti ár - Um viðurskifti millum størru londini og útnorður í einum altjóðagjørdum heimi, sæð í sosiologiskum høpi. Fyrilestur hildin í Norðurlandahúsinum 20. oktobur í Nørrónafelagnum. Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Næsti partur Søguligt, málsligt og antro- pologiskt eru í Norðan- londum sera eins, og søguligt er nógv at savnast um, men nútíðin og fram- tíðin tykjast bjóða stórar avbjóðingar. Framtíðarinn- ar Europa kemur at krevja nýhugsan av Norðurlensk- um samstarvi, hetta kemur at geva okkum fleiri møgu- leikar: • Skulu Norðanlond gerast ein platformur innan ES? • Ella skulu vit satsa uppá at arbeiða breiðari og meiri globalt? • Serliga útbúgving, ment- anar- og sosialpolitikur eru torfør øki at broyta hjá okkum. • Hvussu kunnu Norðan- lond við teim organum vit hava, Norðurlanda- ráðið (stovnað í 1952), Norðurlendska Minist- araráðið (1971) geva impulsir til eitt modernað Europa, ið er merkt av altjóðagerðing, inter- nationalisering og sam- stundis sum vit merkja negativu árini, har ein sokallað lokalisering kemur undan kavi? Hetta er spurningur um ein horisont. Í útgávuni frá 1993 frá Norðurlanda- húsinum skrivar Jahn Otto Johansen í greinin:"Vist er der håp for Færøyene" at longu Eyðun Anderasen helt fyri í doktararitgerð síni: "Folkelig offentlig- hed", at vit í Føroyum liva í einum lagnufelagsskapi, (Gunnar Hoydal sigur okkurt tílíkt) hetta at vit liva sama stað og eru bund- in at hvørjum øðrum. Har spenningurin millum tað nationala og tað tjóðskap- arliga, og til hina síðuna millum altjóða heimin er klárur. Hetta er eingin útjaðararomantikkur sigur Jahn Otto Johansen, ið er positivur serliga har før- oysk mentan kann mennast av norðurlenskari mentan. Tvey ár áðrenn er Jan Stiernsted inni á tí sama: "Kunnleikin til Føroyar í Norðanlondum er mangan merktur av romantiskari hugsan og svermarí – har man sær Føroyar sum eitt eksotiskt reservat fyri fólkadans og klichemerkt- ari fólksligheit … eitt slag av frílandsmuseeum í náttúrligari stødd". Har henda eksotisma er ein avbjóðing og managn troyttandi fyri okkum. Júst hetta kom Norðurlanda- húsið at arbeiða ímóti. At fáa Norðurlond til Føroya og Føroyar til Norðanlond varð góð stevna. At vit hava fisk, hval o.s.fv. vilja nógv gera hetta til nakað gott, mergjað, men tað er tað ikki bara, tí tá vit seta okkara tankar um frælsi í orð, hoyra vit mangan um, at frælsið er knýtt at hesum at kunna flyta seg. Vit hava fingið eina elitu, sum er mobil og global. Í hjartan- um á globaliseringini ligg- ur fræðið til meiri frælsi fyri nøkur, men hetta kostar at onnur fáa eina skerda kenslu av frælsi, tí tey enda við at vera bundin lokalt. Globalisering er eisini lokalisering Pólski sosiologurin Zyg- munt Baumann sigur um globaliseringina, at hon skapar eina »tíð og rúm samanrenning«, tí vit hava fingið eina altjóða elitu í handilsverðini, innan gransking og fjølmiðlar, t.d. har hesi fólk eru meist- arar innan hetta at skifta vitan og tí hava hesi trans- national størv við ovur- Útnorður og nationalisma Fronsk plakat frá 1911, í einum jugend kendum stíli Albert Edelfelt (1854-1905) Oljumálningur frá 1889 honds valdi, sum eingin tjóð hevur beinleiðis ávirk- an á. Hesi fólk eru ikki sum fyrr staðarbundin. Henda prosess skapar samstundis eina »lokaliserindi« effekt, ið bindir fólk á einum stað, tí tað sum merkir globali- sering fyri nøkur merkir lokal »binding« fyri onnur. Tað, sum kenst sum frælsi fyri nøkur, rakar onnur sum ein óvælkomin og syrgilig lagna, tá stórar heimsfyri- tøkur flyta, ella landsins egnu virki flyta har, sum lønin er lág. Soleiðis er rúmligur mobilitetur sera vælumtóktur í dag. Bau- mann heldur fyri: »Ein serlig orsøk til at stúra er alsamt samanbrot- ið av samskiftinum millum globalu og ekstraterri- toralu elituna og meiri »lokaliseraða« restbólkin«. Tann tøkni og teir persónar, sum vinna á tíð og rúmi nýta styttri tíð at eyðræna sosiala rúmið, sigur Baumann. Peningastreymar eru saman við vitan og tí tilfeingi, sum vællærd fólk eru, globalir í dag, meðan tey, sum ikki kunnu fylgja við, enda sum áskoðari til sítt egna lív. Globala elitan livir í einum púra ymiskum sosialum "rúmi", meðan onnur liva við ymiskum trupulleikum, sum ongan áhuga hevur fyri akademik- arar, altjóða politik, fjøl- miðlarnar og listina. Øll, sum tosa um ein sokallaðan »postmodernaðan« veru- leika, endurgeva bert eina einvegis sjálvsfatan hjá eini kastu, sum er sosialt blind fyri hesum, at tey flestu ikki liva í hesi verð, har hesir mentalu eksterri- torialu globetrottarar, sum eru púra uttan áhuga fyri minni eksotiskum pørtum av veruleikanum, sum er hesin »ikki uppdagaði« fólksligi parturin av tí modernaða samfelagnum. Nøkur vilja gera tað rurala, lokala og fjarskotna til ein fyrimun, men hetta er at skapa eina dygd, har hon kanska ikki er. Nógv royna at byrgja upp fyri hesi menning og eru kritikarar av globaliseringini. Norðurlenska Ministara- ráðið hevur í 2000 útgivið ein bókling kallaður: "Opin fyri heimsins vindum" titul- in eitur eftir yrking hjá Piet Hein. Har hann sær fyri sær Norðurlenska landslagið, sum er opið fyri heimsins vindum, har tað krevjast sterkar røtur og lívskraft fyri at vaksa. Henda bók er skrivað av úrvali av vís- monnum, av nordistum við ymiskum førleikum, úr Føroyum er Jóannes Dals- gaard við. Hesir siga, at vit í Norðanlondum eru opin fyri øktum samstarvi, at í okkara samleika er hin norðurlenska dimensiónin ein partur. Serliga viðgera hesi globalisering, tøkni- frøði, europeiska integra- tión, mentan, útbúgving, fólkaræði og vælferð o.s.fv. Her er globalisering økta informatiónsútboðið, tað at vit flyta okkum um landa- mørk, ið aftur ávirkar mentan og atferð um allan heimin. Vaksandi handil, hátøknifrøði, økt migra- tión, og her er globaliser- ingin eisini øktir møgu- leikar, men eisini hin vegin kann hetta leiða til órætt og mun á fólkum. Eisini at angloamerikanska árinið, ið globaliseringin av ment- an og granskning kann elva til domenetap, men ein al- tjóðagerðing elvir eisini hin vegin til øktan áhuga fyri egnum røtum og samleika. Her er nógv meiri og hyggja vit eftir tilfari frá Nordisk Ministerråd frá 2002: "Samarbejde Nord- isk Styrka", so er nógv gott at lesa um mentan, film, tónleik, leiklist, Nordisk Kulturfond (26 mill pr. år). 4 Norðurlensk hús – Åland, Fø, Grøn, Isl. Nordurlanda Ráðið gevur bæði eina stóra virðisløn, innan tón- leik og eina innan bók- mentir. Norðplus sendir fólk út at lesa, NorFA styrkir og stuðlar gransk- ing. Lokalisering og globalisering Men alt er ikki bert so alfagurt, Vísmannaráðið vísa á problemir, ið teir ikki kunnu loysa. Norðurlanda- ráðið hevur útgivið bók- ling: "Gør Norden synlig – En håndbog om at infor- mere" her í 2002, har teir innleiðandi siga: "at fjøl- miðlar síggja gjøgnum flosklar og boureauratiskt mál, áhugamál" tí er á- hugin ikki so stórur. Torført er at koma fram í Danmark t.d. við Norðurlenskum samstarvi. 24 milliónir fólk eru í Norðanlondum, allir borgarar gjalda einar 30 krónur hvør um árið gjøgnum skattin, men nógv, sum hendir, er bert fyri eina lítla fjøld. 75.000 fólk eru limir í Foreningen Norden, hesir nordistar eru við í netverkum av bókasøvnum, av skúlasamstarvi o.s.fv. Sjálvt um Informations- afdelingen roynir at berjast fyri at gera Norðurlond sjónlig, so vaksa nýggjar gjógvir fram: 1. Tey ungu duga illa at síggja meirvirði av norðurlenskum samar- beiði (Nordjob, Nord- plus o.s.fv.). Norður- lond skulu kappast við Paris, New York, Lond- on og metropolar um heimin. 2. Málsliga duga danir ikki at tosa við sviar og norðmenn, sviar ikki við danir. Íslendingar er um at lenda málsliga í einum anglosaksiskum ongamannalandi langt frá tí norðurlenska, hetta ger teir sterkari innan eina globaliser- ing, men fremir sam- stundis ikki eitt økt norðurlenskt samstarv. Okkara málpolitikkur hevur brá av hesum eisini. 3. Altjóðagerðingin frem- ur áhugamálini hjá sent- rum, vit fáa eina heims- miðsavnan, og enskt gerst vald, arbeiðs- og pengamál. Dugir man ikki enskt í dag, er man púra ferdigur, um man ikki skilir svenskt ger hetta nærum einki, tyk- ist moralurin at vera. 4. Fjølmiðlarnir í stóru londunum hava lítlan um ongan áhuga í Norðurlondum. Innan journalistik er kent, at konfliktir selja, saman við tí heilt lokala, og at gølur og "trends" skapa fjølmiðlarnar. Eitt gott hugskot kom Pál Weyhe við, at eitt nú, at Føroya Tele kemur at senda Norðurlenskar sjón- varpsrásir til allar før- oyingar. 5. Útnorður hevur lítlan áhuga, sum annað enn nakað fjarskotið og eksotiskt, um nakran, hetta hevur Hanus Kamban hevur skrivað um í Politiken. 6. Útnoður er í vanda fyri at koma afturum, har globaliseringin skapar eina lokalisering av teim fjarskotnu, ikki mobilu og av útjaðaran- um. Fara vit inná heimasíðuna, www.norden.org, so er hópin av upplýsing um aktiv organ innan norður- lenskt samstarv í dag. Út kemur blað: "Politik i Norden". Og tað koma bøkur, rapportir. Í bókini Nordisk Samarbejdsorgan 2002: eru kanska eini 150 Ráð, nevndir o.s.fv. Eitt stórt apparat. Men hvat er við at henda í dag? Hvat er henda glo- balisering og hvønn týdn- ing hevur hetta fyri útjað- arar sum Åland, Føroyar, Ísland og Grønland? Tí áðrenn eitt samstarv kann virka er neyðugt, at vit hava tulkað, hvat vit hava brúk fyri, hvat er veruleikin og herfrá, hvørji mál skulu vit hava framyvir. Hvat er hugmyndafrøðin undir Norðurlendskum sam- starvi? Bøkur: Coping Strategies in the North – Local Practices in the context of global re- structuring. 1998. Frantz Wendt: Cooperation in the Nordic Countries. 1981. Steffan Carlén: At ställa ut kultur – om kulturhistorisk utställningar under 100 år. 1990. Rapport fra kulturkonfe- ransen – Nordisk kultur – Nå eller aldri. Åbo Finland 27-29 nov. 1992. Zygmunt Baumann: Globalisering – De menneskelige konsekvens- er. 1999. Hin blindi Ossian. 1785 Triði og síðstu partur av fyrilestrinum hjá Kim Simonsen kemur í Vikuskifti 11. januar C M Y K 17 16