Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 18 Nr. 1 - 3. januar 2003 UTTAN ÚR HEIMI Norska ferjureiðaríið Color Line skal byggja heimsins størstu ferðamanna- ferju. FERÐAMANNASIGLING Árni Joensen Nýggja ferjan skal sigla millum Oslo og Kiel í Týsklandi. Hon verður 74.000 tons stór ella tvær ferðir so stór sum "Kron- prins Harald", sum nú siglir á rutuni. Nýggja ferjan fer at taka 2.770 ferðafólk, og bilrøðin á dakkinum kann vera 3,3 kilometrar long. Ferjan skal byggjast í Finnlandi og verður eftir ætlanini latin reiðarínum í desember í 2004. Byggi- kostnaðurin er 2,3 milliard- ir krónur. Tað er skipa- smiðjan MasaYards, sum skal byggja ferjuna. Norska stórfyritøkan Kværner eig- ur hesa finsku skipasmiðj- una. Byggja heimsins størstu ferðamannaferju Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Edward Heath, um- hugsaði í 1972 at flyta markið millum Norð- urírland og Írland og at noyða eina hálva millión fólk at flyta. NORÐURÍRLAND Árni Joensen 1972 var sera ófriðarligt í Norðurírlandi. Næstan 500 fólk doyðu í samanbrestum millum protestantarnar og katolikkarnar, og nú vísa skjøl, sum hava verið loyni- lig, at táverandi bretski for- sætisráðharrin, Edward Heath, umhugsaði at fremja tiltøk, sum skuldu fáa enda á ófriðinum. Eftir uppskotinum skuldu myndugleikarnir flyta eina hálva millión. Katolikkar í hópatali skuldu flytast longur suður, og síðani skuldi markið millum Norðurírland og Írland flyt- ast, so teir norðurírsku kat- olikkarnir komu at búgva í Írlandi. Tey loyniligu skjølini eru dagfest tann 23. juli í 1972, og har sæst, at Edward Heath umrøddi uppskotið saman við fimm av sínum fremstu ráðharrum í stjórnini. Uppskotið varð kortini av ongum, tí stjórn- in var bangin fyri, at altjóða samfelagið fór at fordøma tað, varð tað sett í verk. Tey loyniligu skjølini av- dúka eisini, at stjórnin hjá Edward Heath hevði loyni- ligt samband við tann tá 23 ára gamla Sinn Fein-leiðar- an Gerry Adams. Eftir skjølunum at døma var bretska stjórnin av teirri upp fatan, at Gerry Adams var sinnaður til at virka fyri friði í Norðurírlandi. Í skjølunum sæst eisini, at Heath bað fleiri lond í bretska samveldinum hjálpa sær, tá Idi Amin gjørdi av at koyra 57.000 ugandiskar asiatar úr Uganda og at senda teir til Bretlands. Stjórnin hjá Heath bað fleiri lond taka ímóti teimum, men bert Kanada og Mal- awi svaraðu játtandi. Sam- stundis umhugsaði stjórnin at senda fólkini til Gibrelar og Falklandsoyggjarnar, stendur í skjølunum. Heath ætlaði at "reinsa" Norðurírland Reyði boðin í Ermasundi Fyri aðru ferð rendi eitt skip á norska farmaskipið "Tricol- or", sum sakk í Erma- sundi fyri fjúrtan døgum síðani. SJÓFERÐSLA Árni Joensen "Tricolor", sum sakk í Ermasundi fyri tveimum vikum síðani, liggur á so grunnum vatni, at tað er vorðið ein vandi fyri onnur skip, sum sigla hendan- vegin. Herfyri sigldi farmaskip- ið "Nocola" úr teimum nið- urlendsku Antillunum á vrakið, og nýggjárskvøld var aftur galið. Hesaferð var tað tangaskipið "Vicky", sum sigldi á "Tricolor". Tað 243 metrar langa og 43.000 tons stóra tangaskipið, sum er bygt í 1981 og skrásett í Turkalandi, flotnaði aftur av flóðini, men noyddist kort- ini at leita sær í havn at kanna skaðan. Fronsku myndugleikarnir vita ikki, hví tangaskipið sigldi á tað norska vrakið. Ein sleipibátur hevði ávar- að skiparan á tangaskipin- um og biðið hann broyta kósina, men kortini sigldi skipið vrakið. Bretsku myndugleikarnir siga, at okkurt má gerast við tað sokna norska farmaskipið. Hvørt sam- døgur sigla millum 400 og 500 skip hendanvegin, og teir báðir tilburðirnir vísa, at vrakið er ein trupulleiki, siga bretsku myndugleikar- nir. "Tricolor" liggur á botni í franska partinum av Ermasundi, og tað eru tí teir fronsku myndugleikar- nir, sum skulu gera av, hvat skal gerast við vrakið. Norska skipið hevði 2.682 bilar umborð, tá tá stoytti saman við eitt annað skip og sakk. Tað sokna norska farmaskipið "Tricolor" er vorðið ein vandi fyri skipaferðsluna í Ermasundi. Lula tikin í eið Danskir muslimar skuldsettir Fólk út í rúmdina Funnu høvdið Fólk í túsundatali tustu til høvuðsstaðin Brasilia nýggjársdag, tá Luiz Ina- cio Lula da Silva varð tik- in í eið sum brasilskur for- seti. Tann 57 ára gamli fyrr- verandi jarnsmiðurin og fakfelagsformaðurin hevði skipað fyri einari sannari fólkaveitslu í sam- bandi við hátíðarhaldið, og hildi verður, at umleið 150.000 fólk vóru komin saman á grasfløtuni uttan fyri tinghúsið at síggja Lula verða tiknan í eið. Lula vann forsetavalið í Brasil tann 27 oktober við 61 prosentum av atkvøð- unum. Síðani er tað eydn- ast honum at fáa vinnulív- ið og bankaheimin at taka undir við tí ætlaða polit- ikkinum, og bæði í Brasil og aðrastaðni verður nú bíðað eftir, hvussu for- setaskeiðið fer at vignast. Tað er greitt, at nógv er at tríva í í einum landi, har umleið 53 milliónir fólk liva undir fátækramarkin- um. 170 milliónir fólk búgva í Brasil. Ekstrablaðið avdúkaði á nýggjárinum, at danska løgreglan í loyndum hevur skeldsett tríggjar muslim- ar í Danmark fyri at hava latið yvirgangsfelagsskap- um í Miðeystri pengar. Sambært blaðnum hava myndugleikarnir lagt hald á fleiri milliónir krónur. Sambært blaðnum eru teir tríggir skuldsettu lim- ir í felagsskapinum Al Aqsa, og teir hava savnað pengar, sum vórðu ætlaðir til at síggja yvirgangsat- gerðir í Ísrael. Menninir eru skuldsettir eftir teirri sokallaðu yvirgangslógini og kunnu fáa upp í tíggju ára fongsul, verða teir dømdir sekir. Danska løgreglan hevur ikki viljað gjørt stórvegis viðmerkingar til tíðindini í Eklstrablaðnum. Sakfør- arin Laue Trabert, sum er verji hjá einum av teim- um skuldsettu, undrast eisini á, at blaðið hevur fingið fatur á tíðindunum, tí øll, sum hava við hetta málið at gera, hava tagn- arskyldu, sigur hann. Um jóltíðir skutu kinesar- ar eitt ómannað rúmdarfar út í rúmdina, men nú siga kinesisku myndugleikar- nir, at teir hava eisini ætl- anir um at senda eitt mannað far út í rúmdina. Altjóða serfrøðingar hava birið merki í, at kin- esarar hava verið sera vorknir á rúmdarøkinum í seinastuni. Ikki færri enn fýra ómannað før hava teir skotið út seinastu mánaðarnar, og tað hevur verið tulkað sum fyrireik- ing til eina mannaða kin- esiska rúmdarferð. Í gjár frættist úr Beij- ing, at eitt mannað rúmd- arfar verður skotið út í rúmdina í næstum, og al- tjóða serfrøðingar vænta, at tann fyrsta mannaða kinesiska rúmdarferðin verður veruleiki innan seks mánaðir. Seinastu dagarnar hevur svenska løgreglan leitað eftir tí ella teimum, sum myrdu tann 22 ára gamla Marcus Noren. Tann 22 ára gamli maðurin hvarv seinasta leygarmorgun, og mána- dagin funnu tvey børn høvdið á honum úti á ísin- um í einari á tætt við Halmstad. Nýggjársaftan fann løgreglan so aðrar likamspartar, sum vóru pakkaðir í plastikkposar. Svenska løgreglan sigur, at Marcus Noren bar orð fyri at vera ein friðarligur ungur maður, og eingin skilir, hví hann varð mynrdur. Talsmaður- in hjá løgregluni í Halm- stad viðgekk í gjár, at tey standa á berum í hesum óhugnaliga málinum. Skal metast eftir sátt- málatrætuni millum FCK og málverjan, Rune Pedersen, hevur Todi Jónsson lítlan møguleika at betra um fyrra sáttmála- uppskotið frá FCK SAMRÁÐINGAR Jákup Mørk 6. januar fer Todi Jónsson aftur til samráðingarborðið í FCK, har hann saman við ítróttarstjóra felagsins, Niels Christian Holmstrøm, skal finna út av, hvørt fót- bóltsframtíð hansara er í FCK ella ikki. Partarnir hava hitst eina ferð áður, men tað ferðina spurdist einki úrslit burturúr. Á heimasíðu sín- ari segði Todi eftir ta ferð- ina, at semja var á fleiri økjum, men ikki á tí fíggj- arliga, og tí kundi hann als ikki góðtaka tað, sum FCK spældi út við. Harður ítróttarstjóri Sum nevnt, so sessast part- arnir aftur fríggjadagin, og spurningurin er so, hvørt partarnir koma nærri hvørj- um øðrum hesaferð. Sjálv- ur sigur Todi, at um hann heldur fram í Danmark, so verður tað í FCK, men spurningurin er so, hvørt ríka høvuðsstaðarfelagið er áhugað í at strekkja seg longri, enn teir hava gjørt. Og skal metast eftir sein- astu samráðingunum, sum felagið hevur verið í, so sær tað kanska eitt sindur svart út hjá Toda. Í øllum førum hevur Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri, givið málverjanum Rune Pedersen av grovfílini, nú hesin hevur sett lønarkrøv síni munandi hægri enn tað, sum FCK er til reiðar at gjalda. Og Holmstrøm er so ikki blíðkaður av, at mál- verjin hevur greitt BT frá sínumn sjónarmiðum. – Vit hava givið eitt til- boð, og tá ein leikari sigur nei takk, verður hetta tikið aftur. Kemur mann so aftur seinni, tá aðrir møguleikar tykjast nyttuleysir, er tað klárt, at ein møguligur sátt- máli verður til eina lægri løn, sigur Holmstrøm við BT. Og víðari sigur hann, at hann avgjørt ikki heldur tað vera serliga smart av mál- verjanum, soleiðis at fara í fjølmiðlarnar við sjónar- miðjum sínum. – Soleiðis spælir klaverið ikki í FCK, og eg haldi, at Rune tekur eina stóra risiko við at handla soleiðis. Í FCK plaga vit vanliga ikki nýta okkum av hóttanum, men tað er klárt, at bæði leiðsla og venjari hyggja longur fram í tíðina enn hálvt ár. So um Rune ikki longur hevur hug at spæla her, so mugu vit aktivera nakrar av teimum ætlanum, sum annars hava verið liggjandi í skuffuni. Við hesum seinasta sipar ítróttarstjórin uttan iva til, at um málverjin ikki leingir sáttmálan, skal hann ikki rokna við einum plássi í hópinum hjá FCK, tá kapp- ingin verður uppafturtikin í vár, og so er spurningurin, um hetta samstundis er ein hóttan til aðrar, sum í løtuni eru í sáttmálasamráðingum. Nr. 1 • fríggjadagur • 3. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Holmstrøm er knallharður Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, er sjáldan bangin fyri at siga sína meining, og í seinastuni hevur Rune Pedersen fingið av grovfíluni, tí hann hevur hug at føra sáttmálasamráð- ingar í fjølmiðlunum Jólakappingin í HB- húsinum annan jóla- dag eydnaðist framúr væl, og eisini í Suður- oy varð spæl um jól- ini BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen 2. Jóladag var opin para- kapping í Bridgehúsinum í Havn. Hetta var tann so- nevnda Restorffs Jóla- bridge-kappingin, sum ætl- andi skal vera ein aftur- vendandi kapping á jólum. Ivasamt var framman- undan, hvussu nógv orkaðu at reisa seg upp frá teimum trivaligu jólaborðunum, men tá kappingarleiðarin, Johannes Skaarup, skeyt startskotið av til kapping- ina, sótu 24 leikarar um tey 6 bridgeborðini, har fleiri vóru útisetar komnir heim at halda jól. Kappingin eydnaðist framúr væl, og eiga fyri- reikararnir stórt rós uppi- borið fyri tað. Leikt vóru 33 spøl, og tað var um reppið, at eitt av teimum nýggju og ungu pørunum, Eyðun Jakobsen og Jana Mikkelsen, fóru við sigrin- um. Eyðun hevur spælt bridge í nøkur ár, men Jana er eitt óskrivað blað, sum nú í fleiri kappingum hevur víst framúr góð evni til hetta spælið. Á sjálvari málstrikuni eydnaðist kort- ini teimum ungu veteranun- um Boga Simonsen og Arna Mikkelsen at taka seinasta stikkið. Tey trý fremstu pørini (miðal er 165): Bogi Simonsen – Arne Mikkelsen 210 Eyðun Jakobsen – Jana Mikkelsen 207 Gunnar Mouritsen – Høgni Vesturklett 195 Her er eitt spennandi spæl frá kappingini: S/- KJ10 Q32 K1084 J92 Q8763 A9 KJ92 A105 32 65 Q4 AK10876 542 876 AQJ97 53 Hvat hevði tú meldað sum Eystan? Bogi valdi 3ut, sum vanliga boðar frá haldi í litinum hjá mótpartinum. Men hann vónaði, at antin makkarin hevði eitt hald, ella at út- spælarin hevði "gaffil í litinum og tí ikki fór at spæla hann út. Og rætt var, Sunnan vildi ikki spæla út frá AQJxx í rútara og spældi í staðin hj8 út. Spælið endaði við, at Bogi fekk ikki minni enn 12 stikk og sjálvandi topp fyri spælið. Jólakapping í Suðuroy Millum jól og nýggjár var kapping fyri pør í Suðuroy. Øll Suðuroyggin var umboðað, og spæld vóru 33 spøl. Úrslitið varð hetta: 1 Jákup Hjaltalin - Dia Poulsen 153 2 Óli Holm - Páll Augustinussen 144 3 Johan í Smiðjuni - Andreas Djurhuus 134 4 Hans J. Joensen - Birgir Jacobsen 129 5 Áki Dimon - Knút Nygaard 128 6 Petur Gærdbo - Hjalmar Joensen 123 7 Einar Larsen - Ingi Petersen 119 8 Eyðun Svalbard - Andre Dalfoss 114 9 Petur og Jórun Winther 99 10 Niclas Ludvig - Sámal P. Johansen 84 11 Egill Steintórsson - Tove Poulsen 82 Steypakappingin 14 lið eru við í steypakapp- ingini í ár. Stór framgongd, má sigast, tí í fjør meldaðu einans 5 lið til, og kapping- in varð avlýst. Lutakast til steypakapp- ingina var í Bridgehúsinum eitt av seinastu spælikvøld- unum fyri jól, og úrslitið av tí spennandi dráttinum gjørdist hetta (tað fyrra liðið hevur heimadyst): 1. umfar (A) Jens Pauli G. Nolsøe – Carl Mikkelsen (B) Jórun Johannesen – Eyðun Anthoniussen (C) Finn Ougaard – Danny Transport (D) Eyðun Jakobsen – Marner Joensen (E) Ásla Weihe – Jóna Grunnveit (F) Jákup Hjaltalin – Per Kallsberg 1. umfar skal leikast innan 19. januar 2003. Drigið var eisini, hvussu leikast skal í 2. umfari, sum skal vera liðugt leikt innan 21. febru- ar 2003. 2. umfar (G) Vinnari F — Vinnari E (H) Vinnari A — Vinnari B (I) Reimund Langgaard — Junior Buss Taxa (J) Vinnari D — Vinnari C Semifinalur og finala verða leiktar 8. mars 2003, har Eysturoyar Bridgefelag er vertur. Semifinalurnar skulu leikast soleiðis: Semifinalur (K) Vinnari G — Vinnari H (L) Vinnari I — Vinnari J Í finaluni leika sjálvandi vinnari K móti vinnara L, og tað fyrra liðið er heima- lið. Vinnarin av steypakapp- ingini skal umboða Føroyar í Rottneros í Svøríki í apríl mánaða, har allir norður- lendsku steypavinnararnir hittast. Føroysku steypa- vinnararnir fáa 12.000 kr í stuðli frá FBS til ferðina. Bridgaðu um jólini S V N E Allan Dal- Arne Finnbjørn Bogi Christiansen Mikkelsen Olsen Simonsen 2ru pass 3ru 3ut! pass pass pass C M Y K 18