Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-08-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 1988síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Keypmannahavn. Tá eg spældi í Las Veg- as, komu nógvir feroying- ar í vikuskiftinum, tí eg spældi teir føroysku sang- irnar — eitt nú »Sildavals- ins, »Rasmus« og »Eitt sunnukvøld í Plantaguni«. Hesin tónleikur var væl umtéktur millum føroy- ingar, og teir kendu meg frá tíðini við Simma — Var Las Vegas fyri studentar, so var Adlon, har er eisini spældi, fyri hálvadelig og ógvuliga múgvandi fólk, sigur Brandur og brosar skemt- andi Har hitti tú skemtilig fólk eitt nú Poul Bundgaard. Hann var so forlibtur í einum ógvuliga smartum bro- kadejakka, sum eg -ar- beiddi« í. Skemtið okkara millum var, hvussu nógv eg vildi selja jakkan fyri, tí Poul Bundgaard vildi sleppa at keypa hann. Adlon var staðið har handilsfólk, sjónleikarar 0.0. komu at fáa sær døg- urða, eftir at tey høvdu verið í sjónleikarhúsi og aðrastaðni = á kveldi. Seinni var so dansitónleik- ur. eisini BOOKING FELAG Tá Brandur hevði verið or- kesturleiðari í nekur ár, helt hann tað verða áhugavert at royna okk- urt nýtt Í hesum arbeiði hevði hann gjert sær nakrar royndir um tónleikabólkar og hvussu teir sóknast eftir arbeiði. Hann stovnaði egna booking-felag, sum kundi bjóða eini 10 tónleikabólk- ar fram á marknaðinum innan undirhald. Hesir tónleikabólkar spældu í ellum Noråur- londum HANDILSMAÐUR Í 1965 flutti Brandur og Unna Øssursson til Før- oya við bernum teirra. Dreingirnir vóru nú kom- nir í skúlaaldur, og for- eldrini skuldu gera av, hvar tey skuldu seta búgv. — Eg hevði altíð stóran áhuga fyri at sleppa til Feroyar at búgva. Grund- arlag var ikki fyri tón- leikavirkseminum burtur- av, og tí stovnaði eg heil- selu, sum eg hevði í 17 ár. — Tað var eins og eg hevði fingist nóg mikið við tónleik, og eg spældi ikki ein tóna í eini átta ár. — So legið tað ljóðar, so saknaði eg tað heldur ikki. Bráddliga ein dagin kom Ludvig Breckmann til mín, og spurdi, um eg ikki kundi koma at hjálpa teimum í Havnar Hornor- kestur. — Teir høvdu í umbúna at savna ymisk fólk, sum skuldu spæla til vælgerð- arendamál, til frama fyri hornorkestrið. — Jú, vit vóru eini 17 tónleikarar, sum spældu í Big Band orkestrinum, men tá vælgerðartiltakið bert var ta einu ferðina, hildu vit fram at spæla. Tónleikurin tók seg fram í sjeytiárunum, og Big Band var vælumtókt. Teir spældu til sterri veitslur og vælgerðar- endamál, í eini seks ár. Síðan kom Jazzfelagið og seinni aftur Feroya Jazztónleikarafelag TÓNLEIKURIN MENN- IST Í hesum sambandi gjørdist eg umboð fyri Feroyar í Norðjazz, sum er felag fyri Norðurlond Eg ferðaðist kring um í Norðurlondum, har festi- val altíð var í samband við ársfundirnar — Tá eg hevði sitið í konserthelum hotell um, fimleikarhøllum og tjøldum, kom eg í tankar um, at vit í Feroyum kundu bjóða nógv betur karm um slíkt tónleikatil- tak, enn hini londini. Vit hevdu tá fingið Norðurlandahúsið, hotell og ferðamannaskip, so har var bara at fara í holt við arbeiðið. Slíkt tiltak er lagt til rættis á sama hátt alla- staðni, og tað »stjelur« bert einar seks vikur av tíðini, tá fyrireikingin skal gerast. EINSAMALLUR FYRI SEINASTU FERÐ Í ár havi eg einsamallur skipað fyri hesum í fimm ár, og hóast tað hevur ver- ið áhugavert, so verður hetta seinasta ferðin eg geri slíkt av mínum ein- tingum. Festival tiltakið er so- leiðis skipað, at tað ikki skal geva yvirskot. Vit fáa fígging og stuðul frá Landsstýri, Norðurlanda- húsinum og Býráðnum, men gevur tiltakið yvir- skot, so minkar stuðulin við somu upphædd. Arbeiðið við tilrætta- leggingini er ókeypis. Upp á fyrispurning um Brand- ur er hugsjónarmaður, tá tað snýr seg um tónleik, sigur hann: — Fólk verða so væl- hýrd og væl fyri, tá tey hoyra rytmiskan tónleik. Eg haldi, at vit eisin skulu bjóða feroyingum slíkar upplivingar, sum tað er at hoyar góðan tónleik. COCA COLA MENTANIN Prátað verður síðani um ymisk onnur fyribrigdi innan tónleik, eitt nú diskotónleik, sum oftast er so harðrendur, at fólk blíva aggressiv. Kanska er tað júst tónleikurin, sum ger ungdómin so harðrendan? — Tá talan er um disko- tónleik, so er hetta annað slag av uppliving og onn- ur mentan, enn tann eg standi fyri. Talan er um sonevnda coca-cola og burgarament- anina har ungdómur verð- ur kroystur inn í bólkar Tey hava ikki stórar meguleikar at uppliva tónleikin sum einstakling ar, tí tilfarið er gjert so einkisigandi, at tey als ikki skulu hugsa! — Eg hugsi, at tað er ótryggleikin í, at tú ikki skal geva nakað, sum fær tey at ávirkast av hesum. Annars haldi eg ikki, at allur diskotónleikur er so vánaligur, og heldur ikki, at hesin er so týdn- ingarmikil, sum fólk vilja gera hann til. Kanska okk- urt munagott spyrst burt urúr diskotónleiki, tá hann fær fleiri ár á baki, enn vit higartil hava hoyrt hann MENTUNARKJALLARI Av tilvild kom Brandur Øssursson upp í undirvis- ingararbeiði, tá tónleika lærari í Kommunuskúla num í 1981 gavst mið- skeiðis í skúlaárinum - Eg var biðin um at vera avloysari, og eg tók av. — Tað er — av øllum sum eg havi upplivað, tað besta eg havi verið fyri í lívinum! — Eg havi altíð verið góður við bern, men eg visti ikki, at tað var so áhugavert at undirvísa teimum í tónleiki Framtíðin innan tónleik er eisini spennandi Brandur er hálvan dag í Kommunuskúlanum og hin partin í Musikkskúla- num Nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at gera eina rytmiska deild burt urav í Havn. Tað er í hús unum hjá Bentzen, Yviri við Strond, har kjallarin verður umbygdur í letuni Brandur Øssursson skal hava listarliga virksemið um hendur, og sigur hann, at reyði tráðurin í rytmis ku deildini skal vera, at tónleikarnir skulu sleppa at spæla tað, sum teimum lystir. Slíkt stað er ikki í Feroyum, og tí er hetta týdningarmikil útbygging innan tónlistaheimin her á landi Ætlanin er at feløg og tónleikabólkar skulu skipa fyri ymsum mentun artiltøkum, konsertum og kvøldsetum, sum serliga skal verða treytad av, hvat ymsu bólkarnir hava at bjóða, sigur Brandur Øssursson. Dagny Joensen Ferðsluráðgevin settur Landsstýrið hevur sett Hans Jacob Hermansen, lærara í starv sum ferðslu- ráðgevi. Hans Jacob Hermansen tók prógv í Ribe Stats- seminarium í 1971. Han var eitt skifti lærari við Hellig Kors Skole á Nerre- bro í Keypmannahavn, og var seinast á Eysturskúla- num í Havn, har hann varð settur í 1975. Nýggi ferðsluráðgevin, sum er einasti av sínum slag i Føroyum, skal hava tilknýti til Ráðið fyri Ferðslutrygd, og fær skrivstovu YÝviri við Strond í helum stovnsins. Grundgevingin fyri at ein lærari varð settur í hetta starv er týdningar- mesta arbeiðið og uppgáv- an hjá Ferðslutrygd, — nevniliga, at fáa smærri bern og skúlabern í talu, tá tað snýr seg um ferðslu og trygd. Hans Jacob Hermansen byrjar Yviri við Strond 1. september í ár. Dag. Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Sjúkrasystrar Á intensivu/coronardeild B8 eru størv leys til setan 1.10.1988 ella eftir avtalu Arbeiðstíð fulla tíð, ella niðursetta tíð í náttarvakt Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til deildarsjúkrasystir Ásu Poulsen, tif. 13540 lokal 118, ella fyri stødukvinnu Mariu å Dul, lokal 127 Fyristødu Landssjúkrahúsið, 100 Tórs Umsókn skal sendast til kvinnuna, havn 3/8 Suduroyar Ellis- og Røktarheim 800 Tvøroyri Søkir sjukrahjålpara, fulla tid, at byrja 1. september 1988, og sjukrasystir, 56 tim- ar, aðru hvørja viku, at byrja beinanveg- in. Umsóknir verða sendar Fyristødu- kvinnuni, Suðuroyar Ellis- og Rektar- heim, 800 Tvøroyri 3/8 Námsfulltrúi | Landsskúlafyrisitingini er eitt starv sum avloysari í 1 ár fyri námsfulltrúa leyst at søkja. Starvid fevnir i høvudsheitum um virkisøki innan sjómansútbúgvingarnar og aðra framhaldandi útbúgving. Umsøkjarar eiga at hava kunnleika til undirvísing innan ådurnevndu útbúgv- ingar og eiga at hava hægsta nautiska kunnleika. Starvið verður lønt samsvarandi 31. lønarrammu í tænastumannalógini og haraftrat 6.000 kr. árliga í viðbót. Tann, ið sett(ur) verður hevur skyldu til eftir ynski landsskúlastjórans at taka lut í ødrum arbeiði inn an Landsskúla- fyrisitingina. Umsóknir skulu vera Landsskúlafyri- sitingini, Falkavegi 6, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. au- gust 1988 kl. 16.00. Landsskúlafyrisitingin, 10. august 1988 Minnist haldaragjaldið — 11. august 1988