Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 2 - 4. januar 2003 Nr. 2 - 4. januar 2003 3 Sámal Mikal, bóndi á Viðareiði, er farin Tað var ein stór mannfjøld, sum nýggjársdag fylgdi Sámal Mikal, bónda í Heimistovu á Heyg- um á Viðareiði, til hansara seinasta hvíldarstað ANDLÁT Rúna Sivertsen Tá Sámal Mikal sunnu- morgunin gjørdi seg til reiðar at fara á møti í Saron, har hann hevði sína trúføstu gongd, var hann brádliga tikin úr hesum heimi - heim til tann Harra, hann hevði sett sítt álit á. Hann slapp burtur, júst sum hann sjálvur hevði ynskt og biðið eftir, uttan sjúkralegu og við fullum førleika, til hann nú fór, 78 ára gamal. Sámuel Michael Matras Absalonsen var sonur Malenu og Niels Jacob. Men, sum tann tjóðskapar- maður, Sámal Mikal var, vildi hann, at navn sítt skuldi stavast á føroyskum. Hann giftist Kristinu Juste- sen, sum var úr teimum norðrastu húsunum í Før- oyum, uppi við Garð á Viðareiði. Stina og Sámal Mikal fingu tríggjar synir og tvær døtur. Í 1956 festi hann garðin í Heimistovu á Heygum eftir pápa sín, og hevur hann rikið garðin síðani; seinnu árini tó saman við soninum, Niels, sum festi í 1980. Hann var av sterkastu og arbeiðssamastu monnum. Sum 17 ára gamal gjørdist hann sjúkur av giktfepuri. Læknin segði honum, at fekk hann sær ikki eitthvørt lætt arbeiði, fór hann neyv- an at gerast stórt eldri enn 30 ár. Men Sámal Mikal segði, at hann vildi fyrr doyggja ungur, enn at liva sitandi. Sterk var hin hond Í 1942 vóru viðingar farnir við 2 bátum úr Eiðsvík á fjall í Viðvík. Tá teir komu aftur var so nógv brim, at ikki slapst at við bátunum. Fyrri báturin, ið kom, var 5-mannafar. Teir vóru bidnir at rógva inn í mølina og í somu løtu, báturin bar við land, var ein manngarð- ur um hann, og bar hann niðanfrá við øllum, sum í honum var. Seinni báturin var 8- mannafar, og millum mennirnar við honum var Sáma Mikal. Hjá teimum stóð heilt illa til, tí veðrið var øtlað hesa løtuna, og báturin drakk sjógv í bæði borð. Men somu sterku hendur, sum høvdu lyft fyrra bátin niðanfrá, stóðu aftur hesa ferð til reiðar og tóku um stokkarnar á bátinum, so útsúðurin ikki fekk hann við sær aftur í havið. Menn og seyðir vórðu bjargaðir, men báturin varð ikki afturgjørdur. Henda hending stendur at lesa í bókini um Viðareiðis bygd hjá Símuni Hansen, Tey byggja land, og var Sámal Mikal tann seinasti, sum livdi eftir av teimum, ið við vóru. Hann var tá 18 ára gamalur. Henda dagin mundu mangar takkarbønir stíga upp til Guds, sum helt sína sterku hond yvir hesum monnum, sum øll bygdin tigandi og óttafull sá berjast móti náttúrunar kreftum. Trúfastur maður Sámal Mikal var ein líti- látin og serstakliga dám- ligur maður. Hann elskaði síni børn og barnabørn fram um alt á jørð. Hann var vinsælur og ein barnavinur burturav. Har Sámal Mikal var, vóru eisini børnini, ongantíð kveistraði hann tey burtur, hvørki síni egnu ella annara. Hann var álitismaður, og tvey skeið sat hann í bygdaráðnum, eitt skifti sum formaður. Hansara trúfesti í sam- komuni verður tungt at lyfta eftir hann, og fer hansara stillføra rødd at verða nógv saknað av teim- um, sum savnast í Saron. Ærað verði minnið um Sámal Mikal Matras Absa- lonsen. Sámal Mikal saman við børnum, verdóttir og abbabørnum. Myndin er tikin í hoygging seinasta summar. Mynd: Kristina M. Absalonsen. Kyoto sáttmálin og Føroyar Bogi Hansen Nakað her fyri kom ein frágreiðing um "Útleiðing av veðurlagsgassi í Føroy- um" (Lena Lastein, Heilsu- frøðiliga Starvsstovan, 2002-1). Frágreiðingin vísti m.a., at útlátið av veður- lagsgassi í Føroyum liggur ógvuliga høgt í mun til fólkatalið. Síðan havi eg spentur bíðað eftir, at frætta frá føroyskum politikarum, hvat vit nú skulu gera. Men, har var soltið. Onkur úr andstøðuni hevur lagt eftir samgonguni fyri at hava ført okkum í hesa støðu, og onkur hinumegin gevur Danmark skyldina; men ógvuliga lítið hevur verið at hoyrt um tann av- gerandi spurningin: Skulu Føroyar taka undir við Kyoto sáttmálanum, og hvussu kunnu vit lúka treytirnar í honum. Kyoto sáttnálin Kyoto sáttmálin (ella rættari: Kyoto protokollin undir veðurlags sáttmálan- um) ásetir, at tey lond, sum taka undir við honum, skulu minka um útlátið av veðurlagsgassi. Veðurlags- gass er koltvíilta og onnur evni, sum ávirka veðurlagið á jørðini og fara at elva til stórar broytingar tey kom- andi 100 árini. EU-londini hava sostatt bundið seg til at tryggja, at teirra útlát í 2008-2012 verður 8% minni enn í 1990. Í Føroy- um var útlátið í 2001 vaksið 11% upp um útlátið í 1990, og skuldu Føroyar fylgt EU londunum, skuldu vit sostatt minkað okkara útlát við 17% í mun til 2001. Tá Danmark tók undir við Kyoto sáttmálanum, varð fyrivarni tikið fyri Føroyum, og higartil hava føroyskir politikarar sagt, at ongin støða kundi takast, fyrr enn ein frágreiðing um verandi útlát var komin. Nú er hon komin, og nú kundu vit so havt væntað, at fingið eina støðutakan, men so tykist ikki at vera. Kanska er ætlanin at brúka strussa- strategiina og vóna, at trup- ulleikin hvørvur, um vit bara stinga høvdið niður í sandin og látast sum einki. Hesin trupulleikin fer tó ikki at hvørva. Tað verður alt meiri greitt, at veður- lagsbroytingarnar verða ógvuliga umfatandi, og at tær longu eru farnar í gongd. Tann einasti mátin at avmarka avleiðingarnar er at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Føroyar kunnu sjálvandi velja at siga, at vit muna so lítið, tí vit eru so fá; men frágreið- ingin vísir, at vit liggja millum tey lond í heimin- um, sum dálka mest á hes- um øki fyri hvønn íbúgva. Og, tað eg dugi at síggja, er hetta nógv tann álvarslig- asta dálkingarkeldan bæði fyri jørðina sum heild og fyri okkara leiðir. Um vit nokta at taka undir við Kyoto sáttmálanum, so átaka vit okkum samstund- is tann ivasama heiður at liggja millum heimsins mest dálkandi lond í mun til fólkatalið. Føroyskur umhvørvispolitikkur Hetta mátti verið ein heldur beiskur biti hjá teimum nógvu politikarum, sum nú í nógv ár hava roynt at pro- filera Føroyar sum um- hvørvisverju. Vit hava hild- ið millumtjóða umhvørvis- ráðstevnur, hava mótmælt útleiðingum av kjarnorku- burtur-kasti, og føroyskir politikarar hava nógvar ferðir í Norðurlandaráðnum og aðrastaðni strongt á at minka um dálking. Mun- urin var sjálvandi tann, at hesi mótmæli kostaðu ikki okkum nakað. Rokningin fyri at minka um dálkingina fór til onkran annan, og tá er lætt at vera umhvørvisverji. Soleiðis verður ikki við veðurlagsbroytingunum. Skulu vit t.d. innan 10 ár minka okkara útlát av veð- urlagsgassum við 17%, so krevur tað stórar umlegg- ingar. Upp á langt sikt kundi tað væl hent, at hetta lønti seg fíggjarliga, tí olja og onnur brennievni fara bara at dýrka, sum frá líður; men upp á stutt sikt, fara broytingarnar at merkjast nógv. Tað er ivaleyst hetta, sum fær politikarar at stinga høvdið niður í sandin. Eg hoyrdi eina samrøðu við ein politikara, tá frá- greiðingin júst var komin. Hann tyktist ikki hava ser- ligan hug til forboð, av- gjøld ella onnur tílík tiltøk. Skilti eg hann rætt, so helt hann, at vit kundu minka um dálkingina við eini sinnalagsbroyting. Hugsi tykkum, at vit innførdu hetta sum alment juridiskt prinsipp; at vit t.d. avtóku bøtur og revsing fyri at VIÐMERKINGAR Framhald á síðu 4 2. januar var fyrsti dagur hjá Kristian Davidsen í nýggja starvinum sum strandferðslustjóri STARV Heri á Rógvi Síðst í oktober mánað í fjør varð almannakunngjørt, at Kristian Davidsen var settur í starv sum stjóri á Strandfaraskipum Land- sins. Hann tekur við starv- inum eftir Reidar Nónfjall, sum óvæntað segði seg úr starvi. 2. januar var fyrsti ar- beiðsdagur hjá Kristiani í nýggja starvinum. Hann er kanska enn rímiliga ó- kendur millum manna, men eitt starv av hesum slagnum plagar at fáa umrøðu. Hetta er kortini nakað, sum Kristian roknar við. — Tú mást góðtaka tað rokaliga við starvinum. Vit skulu fyrst og fremst liva innanfyri fíggjarligu og politisku karmarnar, og tað verður so mín uppgáva at royna at fáa viðvind á leið- ini, segði Kristian David- sen, tá Sosialurin hevði prát við í sambandi við al- mannakunngerðingina av starvssetanini. Hann kemur úr Danmark, og hann og konan og son- urin fluttu til Føroya mið- skeiðis í desember mánað, og tey vera í framtíðini fastbúgvandi í Føroyum. Hann starvaðist hjá Ericsson, áðrenn hann legði leiðina til Føroya. Nú hann er komin, so er alt í alstóran mun, sum hann hevði rokn- að við á nýggja starvsstað- num. — Eg havi fingið eitt positivt inntryk av stovnin- um. Tað var einki sjokk at koma her, og alt er stórt sæð, sum eg hevði roknað við. Her verða sett nógv krøv, men her eru eisini góðir møguleikar, sigur Kristian Davidsen. Ein munur, hann skal venja seg við í mun til sítt gamla starv, er áhugin frá fjølmiðlunum. Hesin var eingin fyri hansara persóni í tí gamla starvinum, men nú er støðan ein onnur. Kristian Davidsen sær starvi sum stjóri fyri Strandferðsluna sum eina spennandi avbjóðing. — Eg meti hetta starvið sum eina ógvuliga stóra avbjóðing. Í veruleikanum liggur hetta starvið ikki so langt frá tí, eg havi gjørt hjá Ericsson, sigur Kristian Davidsen. Lyklaorðið hjá nýggja stjóranum er tænasta – Strandferðslan skal kunna veita fullgóðar tænastur á øllum økjum. Í desember var hann og kunnaði seg um umstøð- urnar á Strandferðsluni, og hann og Reidar Nónfjall nýttu tað mesta av einum degi til yvirføra vitan og kunnleika um Strandferðsl- una. 36 ár Annars er tað at siga um nýggja stjóran, at hann er 36 ára gamal, og hann er úr Havn og er sonur Hjalgrím og Hedvig Davidsen. Hann er giftur við Hildur, sum er ættað av Toftum. Saman eiga tey sjey ára gamla sonin Hjalgrím. Nýggi strandferðslustjór- in er útbúgving sivilverk- frøðingur í Keypmanna- havn. Hansara sergrein er innanfyri telesamskifti. Afturat verkfrøðingaút- búgvingini hevur Kristian eisini tikið HD í organisa- tión (skipanarfrøði). Seinastu sjey árini hevur hann starvast hjá Ericsson sum leiðari fyri eina deild, ið fæst við kundatænastu í Skandinavia og Baltisku londunum. Áðrenn hann byrjaði at starvast hjá Ericsson, ar- beiddi hann í Føroyum hjá Føroya Tele, og hann undirvísti eisini eitt skifti á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Àrni Arge er nú stjóri á Fiskasøluni og Rógvi Reinert er framleiðslu- og inn- keypsleiðari STARV Heri á Rógvi Árni Arge hevur verið virkandi stjóri á Føroya Fiskasølu síðani september mánaða. Á nevndarfundi 19. desember avgjørdi nevndin fyri Føroya Fiska- sølu, at hann skuldi setast í fast starv sum stjóri. Hann avloysir Hans Jo- hannes á Brúgv, sum nevndin segði úr starvi, tá hon ikki metti hann vera rætta mannin at føra fyri- tøkuna víðari. Rógvi Reinert er nýggjur í starvinum sum fram- leiðslu- og innkeypsstjóri. Báðir hava teir starvast hjá Føroya Fiskasølu síðani 1999. Fakta Árni Arge er 38 ára gamal og útbúgvin cand. merc frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Í tíð- indaskrivi verður upplýst, at hann eftir lokna útbúgv- ing í 1993 starvaðist í trý ár sum fíggjarstjóri hjá hand- ilsfelagnum Olaf Sørensen A/S í Keypmannahavn. Frá 1996 til 1999 starvaðist hann sum búskaparfrøðing- ur hjá amerikonsku fleir- tjóða fyritøkuni Kraft Foods International í Keyp- mannahavn. Í tíðindaskrivinum frá nevndarformanninum í Fiskasøluni verður langt afturat, at Kraft Foods er eitt av fremstu feløgunum í heiminum innan fram- leiðslu og marknaðarføring av matvørum. Árni Arge hevur áður verið fíggjarstjóri hjá Før- oya Fiskasølu. Hetta starv hevur hann røkt síðani 1999. Rógvi Reinert, sum nú kann kalla seg framleiðslu- og innkeypsstjóra á Føroya Fiskasølu, er 39 ára gamal og útbúgvin fiskivinnubú- skaparfrøðingur frá Uni- versitetinum í Tromsø. Eftir lokna útbúgving í 1992 varð Rógvi Reinert settur sum virkisleiðari hjá Føroya Fiskavirking í Vest- manna, har hann starvaðist til 1999, tá hann varð settur sum prosjektleiðari hjá Føroya Fiskasølu. Sámal Tróndur Finnsson Johansen er nýggjur lands- skjalavørður STARV Heri á Rógvi Hetta hevur landsstýris- maðurin í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, av- gjørt. Hann tók við starvin- um á nýggjárinum. Sámal Tróndur Finns- son Johansen er 37 ára gamal. Hann hevur út- búgving sum cand. scient. soc. frá RUC (Roskilde Uni- versitetscenter) við tveimum høvuðsgrein- um, ávikavist í søgu og landalæru. Bæði sum savnsvørð- ur og sum granskari hevur Sámal Tróndur Finnsson Johansen sera góðan kunnleika og royndir til arbeiði á Landsskjalasavninum. Av granskingarroynd- um kann nevnast, at Sámal Tróndur í tvey ár hevur arbeitt við eini PhD-verkætlan um Føroyar í kalda kríg- num. Landsskjalavørðurin er dagligur leiðari av Føroya Landsskjala- savni, sum er stovnur undir mentamálaráð- num, upplýsir Menta- málaráðið í einum skrivi. Nýggj leiðsla á Fiskasøluni Nýggjur lands- skjalavørður Komin á brúnna Kristian Davidsen er saman við familjuni fluttur til Føroya at búgva, og hann hevur eisini sett seg í nýggja stólin á Strandferðsluni. Mynd: Jens Kristian Vang Sámal Tróndur Finsson Johansen, landsskjala- vørður Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 3 2