leygardagur 4. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 2 - 4. januar 2003
Nr. 2 - 4. januar 2003
5
Bill Justinussen fer nú
at seta fólk at hava
eftirlit við játtanini til
serviðgerð uttanlands
SERVIÐGERÐ
UTTANLANDS
Áki Bertholdsen
Nú skal betri tamarhald
fáast á á peningin, sum vit
brúka til at viðgerða sjúk-
lingar uttanlands.
Bill Justinussen, lands-
stýrismaður í heilsumálum,
fer nú at seta fólk, sum
burturav skal hava eftirlit
við játtanini, sum verður
sett á fíggjarlógina til ser-
viðgerð uttanlands.
Men endamálið er ikki at
skerja møguleikarnar hjá
føroyingum at leita sær
heilsuhjálp uttanlands.
Tvørturímóti
væntar
hann, at tænastan fer at vera
betri, samstundis sum hon
fer at vera bíligari fyri
landið.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað verður í næstu
framtíð, at eitt fólk skal set-
ast at fáa betri tamarhald á
útreiðslunum, sum vit hava
til serviðgerðir uttanlands.
Antin talan verður um at
søkja eftir fólki, ella um
talan verður um at finna eitt
fólk í umsitingini at taka
sær av hesum arbeiðnum,
er ikki endaliga greitt enn,
men farast skal undir
arbeiðið sum skjótast.
Bill Justinussen sigur, at
endamálið við hesum er at
fáa betri tamarhad á allari
gongdini frá tí at ein sjúk-
lingur verður sendur til
serviðgerð uttanlands, til
hann er heima aftur í Før-
oyum.
Sostatt skal fylgjast við
gongdini og viðgerðini hjá
hvørjum einstøkum sjúk-
lingi fyri at tryggja, at sum
mest kemur burturúr.
Alt ov vánaligt eftirlit
Ætlanin hjá landsstýris-
manninum er ein avleiðing
av, at játtanin til serviðgerð
uttanlands er vaksin so
ómetaliga nógv seinastu
fáu árini og í fjør kemur
hon væntandi upp á einar
80 milliónir, ta ið alt verður
gjørt upp.
Í ár eru 70 milliónir settar
av til serviðgerð uttanlands.
Men
søgurnar
um,
hvussu
hesin
peningur
verður brúktur, ella mis-
brúktur, eru mangar. Eitt nú
er tað tað ikki óvanligt at
frætta, at heilsuverkið í
Føroyum fær rokning frá
Ríkissjúkrahúsinum
fyri
sjúklingar, sum í veru-
leikanum liggja á Hotel
Tórshavn. Tað eru eisini
søgur um fólk, har Ríkis-
sjúkrahúsið ger kanningar
umaftur, sum longu eru
gjørdar í Føroyum og søgur
um fólk ið liggja óneyðuga
leingi á sjúkrahúsinum til
onga nyttu og bíða eftir
viðgerð fyri túsundtals
krónur um dagin ístaðin
fyri at tey vóru heima, ella
á Hotel Tórshavn. Tað eru
eisini dømi um fólk, sum
fáa viðgerðir ið eru nógv
dýrari enn tær áttu at verið.
– Tað eu nógvir leysir
endar at fáa skil á og hig-
artil hevur alt ov lítið
eftirlit verið við, hvussu
hesin
peningur
verður
brúktur,
sigur
Bill
Justinussen.
– Í løtuni er tað so, at tá
ið ein yvirlækni í Føroyum
sendir ein sjúkling av land-
inum, er hann fullkomiliga
leysur av honum og fær als
ikki fylgt við gongdini. Teir
hava onga føling við,
hvussu
játtanin
verður
brúkt og í prinsippinum
kunnu útlendsku sjúkra-
húsini skriva tær rokningar,
tey vilja. Tí verður neyðugt,
at eisini læknarnir í Før-
oyum fáa fylgt við, hvussu
útreiðslurnar til serviðgerð
uttanlands verða brúktar.
– Tað er eisini ein trupul-
leiki at tað er so ójavnt,
hvussu vit fáa rokningar
fyri serviðgerðina uttan-
lands. Tað kunnu verða
mánaðir, har lítlar og ongar
rokningar eru, men so
kemur ein rúgva ísenn og
hetta ger tað trupult at
umsita.
Bill Justinussen sigur, at
uppgávan hjá fólkinum,
sum verður sett at umsita
málið, verður eisini at fáa
betri skil á rokningsgongd-
ini, so at tær koma meiri
javnt yvir alt árið og at
samráðast
við
donsku
sjúkrahúsini um nýggjar
avtalur.
Ringt at rokna út
Er tað trúligt, at tað verður
brúk fyri 10 milliónum
minni í ár til serviðgerð
uttanlands, enn tað var brúk
fyri í fjør?
– Tað er ógvuliga trupult
at siga, hvat verður brúk
fyri av pengum, tí tað er
ómøguligt at siga, hvussu
sjúk fól verða í ár. Tað kann
ganga upp og niður og tað
er sumt sum bendir á, at á
summum økjum var 2002
eitt undantak. Nógv fleiri
hjartasjúklingar
vórðu
sendir niður, enn væntað og
í 10-15 førum var neyðugt
at leiga flogfar niður við
sjúklingum og tað kostar
einar
100.000
krónur
hvørja ferð.
– So tað er ilt at meta um,
hvat brúk verður fyri. Men
tað er týdningarmikið at
leggja dent á, at ætlanin er
ikki at skerja møguleikar-
nar hja fólki, sum hava
brúk fyri viðgerð uttan-
lands. Tvørturímóti vænti
eg, at tænastan fer at verða
betri, tí ein uppgáva hjá
fólkinum, sum skal hava
eftirlit við serviðgerð uttan-
lands, skal eisini vera at
hava eftirlit við, at fólk fáa
tað viðgerð, sum tey skulu
hava og sum vit gjalda fyri,
sigur Bill Justinussen.
Bíligari og betri viðgerð av sjúklingum
uttanlands
– Endamálið er ikki at skerja
møguleikarnar hjá føroyingum
at fáa viðgerð á sjúkrahúsum
uttanlands. Tvørturímóti er
væntandi, at tænastan fer at
vera betri, samstundis sum hon
fer at vera bíligari, sigur Bill
Justinussen
bróta ferðslulógina og vón-
aðu, at ein sinnalagsbroyt-
ing fór at geva okkum eina
trygga ferðslu. Hetta ljóðar
vakurt, men er tað, sum
politikarar siga, tá teir
annaðhvørt halda, at ongin
trupulleiki er, ella ikki hava
hug at gera nakað við hann.
Í hesum føri tykjast fleiri
føroyskir politikarar at
halda júst tað, at her er
ongin trupulleiki. Tú lesur
nógv ymiskt í bløðum ella
fær úr út- og sjónvarpi mis-
vísandi søgur, sum kunnu
fáa fólk at ivast í, um nakr-
ar
veðurlagsbroytingar
verða. Men politikarar, sum
hava ábyrgd av landsins
framtíð, kunnu ikki grunda
sínar metingar á tílíkt sleyg.
Hevur tú illgruna um, at tú
er sjúkur, so fert tú ikki
bara út á gøtuna og spyr
onkran tilvildarligan. Tú
fert til læknan; til tann ser-
køna. Tað sama mást tú
gera í hesum førinum. Tú
mást spyrja tey serkønu, og
tey eru stórt sæð samd. Tað
vóru tey kanska ikki fyri 10
árum síðan; men í dag eru
næstan allir serfrøðingar
samdir um, at útlátið av
veðurlagsgassum
longu
hevur broytt veðurlagið á
jørðini sum heild og fer at
fáa ógvisligar og veksandi
avleiðingar tey komandi
100 árini. Tann, sum hevur
hug at kunna seg um hetta,
kann fara inn á:http://ipcc-
ddc.cru.uea.ac.uk/
So, um føroyskir politik-
arar velja, ikki at taka undir
við Kyoto sáttmálanum, so
velja teir samstundis at
eyðmerkja føroyingar til at
vera eitt av heimsins mest
dálkandi
fólkasløgum.
Men, tað er heldur ikki vist,
at vit sleppa so bíliga. So
hvørt, sum vit nærkast
2008, og onnur lond seta
tiltøk í verk, mugu vit
rokna við øktum trýsti frá
øðrum londum so sum
handilsforðingar, avgjøld
ella á annan hátt. Hví skulu
tey finna seg í, at vit halda
fram við at dálka, meðan
næstan øll onnur royna at
minka um dálkingina. Eg
rokni ikki við, at vit sleppa
at verða verandi uttan fyri,
og tá er spurningurin bara
um at fáa tíð til at gera tey
neyðugu tiltøkini.
Um vit leggja eina ætlan
nú, so hava vit næstan 10 ár
til at seta hana í verk; men
fyri hvørt ár sum gongur
uttan tiltøk, fer okkara útlát
at veksa, og meiri má so
skerast, tá vit endiliga fara í
gongd. Samstundis verður
tíðin at gera nakað styttri.
Tað allarminsta, tú kundi
kravt av okkara politikar-
um, var, at teir beinanveg
settu tiltøk í verk fyri at
steðga vøkstrinum í útláti.
Kunnu vit minka um
útlátið ?
Eftir stendur so spurningur-
in, um og hvussu, vit kunnu
minka um okkara útlát av
veðurlagsgassi. Hetta er
ikki nakar einfaldur spurn-
ingur og fer at krevja nógv
arbeiði, tí neyðugt verður at
umskipa orkunýtsluna inn-
an fleiri ymisk samfelags-
øki. Tað størsta útlátið kem-
ur frá fiskiskipum (32%),
og tað verður ivaleyst neyð-
ugt at minka útlátið frá
teimum, um nøkur vón skal
vera um at halda Kyoto sátt-
málan. Hetta skuldi eisini
kunna latið seg gjørt.
Sambært fiskifrøðingunum
kunnu vit upp á langt sikt
fiska líka nógv, sum vit gera
í dag, men við væl minni
flota og minni roynd (færri
fiskidøgum). Minni floti og
minni roynd skuldu givið
samsvarandi minni útlát.
Haraftrat brúka teir ymsu
veiðuhættirnir (trol, lína,
gørn o.s.fr.) ymiska mongd
av olju fyri hvørt tonsið av
fiski, teir fáa. Tí kann
broyting i býtinum millum
veiðihættir
eisini
geva
minni útlát við somu veiðu.
Minking av fiskiflotanum
ella broytt býti millum teir
ymsu veiðuhættirnar fer at
krevja almenna stýring, og
hetta eru neyvan tiltøk, sum
allir politiskir flokkar fara
at fegnast um, og tey kunnu
heldur ikki fremjast frá
einum degi til annan. Men,
vit noyðast at ásanna, at
orkunýtslan hjá skipunum
og teirra útlát mugu takast
við í einum komandi fiski-
vinnupolitikki. Somuleiðis
mugu vit fáa ein meiri
skipaðan orkupolitikk á
landi, so at útlátini frá hús-
arhaldum, elframleiðslu og
øðrum
virksemi
kunnu
tálmast. Eisini tað fer at
krevja eitt stórt og miðvíst
arbeiði. Her kann tó vera
vert at endurtaka, at upp á
langt sikt fara tílíkar broyt-
ingar á sjógvi og á landi
óivað at løna seg fíggjarliga
fyri samfelagið sum heild,
so hvørt sum oljuprísurin
veksur.
Eitt annað øki, sum kann
koma at bera stór útlát við
sær, er oljuvinnan. Vísir tað
seg, at grundarlag er fyri at
útvinna olju ella gass á
føroyskum leiðum, so fer
útlátið ivaleyst at økjast
nógv. Hetta hevur verið ført
fram sum ein grund móti at
taka undir við Kyoto sátt-
málanum; men hesin sátt-
málin gevur eisini ríkum
londum
møguleikan
at
keypa "útlátskvotur" frá
øðrum londum. Verður
oljuvinna í Føroyum, so
fara vit at fáa so nógv burt-
urúr fíggjarliga, at vit væl
skuldu havt ráð at keypa
tílíkar kvotur. Hetta er
kanska ikki tann mest dám-
ligi mátin at minka um
dálking; men hann er so í
øllum førum frægari enn
bara at látast sum einki.
Niðurstøða
Samanumtikið er tað at taka
undir við Kyoto sáttmál-
anum ein stór avgerð, sum
fer at krevja stórar umskip-
anir av okkara samfelagi;
men vit hava neyvan nakað
annað val. Tá øll londini
rundan um okkum eru farin
í gongd við at minka um
síni útlát av veðurlagsgass-
um, hvørki kunnu ella
sleppa vit at liggja eftir sum
tey einastu, ið halda fram at
økja um útlátið. Tað eigur
eisini at bera til at fremja
tey neyðugu tiltøkini; men
tað verður eitt stórt arbeiði.
Tað mest umráðandi er, at
hetta arbeiðið byrjar skjótt,
so at tiltøkini ikki verða ov
ógvislig. Tí mugu føroyskir
politikarar úr samgongu og
andstøðu skjótt toga høvd-
ini upp úr sandinum og við-
gera
spurningin
meiri
sakliga.
Framhald av síðu 2
Sum heild sluppu
føroyingar rættiliga
væl undan eldi á
jólum og nýggjárun-
um, hóast ávarað varð
ímóti neyðrakettum,
sum kunnu brenna
hol á eina tekju.
Men hóast jólini eru
vandamiklasta tíðin á
árinum, tá talan er
um eld, so ber ikki til
at siga, um fleiri elds-
brunar eru um vetur-
in enn um summarið.
Tað er nevniliga altíð
týdningarmikið, at
eiga ta røttu út-
gerðina við hús at
fyribyrgja eldi
ELDUR
Theodor E. D. Olsen
Nýggjársaftan varð ávarað
ímóti neyðrakettum í tíð-
indasendingini í útvarpin-
um. Hetta hendi serliga av
tí, at eini hús brunnu í
grund árið fyri orsakað av
hesum fýrverkinum, sum
lógin annars sigur bert skal
brúkast í neyðstøðu.
Men hóast inniliga varð
heitt á fólk um at lata hesar
litføgru rakettir vera, so
prýddi hetta litfagra fýr-
verkið
aftur
hesaferð
nýggjárshiminin. Lukkutíð
hendi eingin skaði, og sum
heild sluppu tey føroysku
heimini hampiliga snikka-
leys frá jólunum og nýggj-
árinum. Emil Simonsen,
leiðari á bygningsskaða-
deildini hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar, sigur
seg bert hava hoyrt um
einstakar eldsbrunar á jól-
um, sum annars plaga at
vera ein nógv vandamiklari
tíð enn nýggjárið, tá talan
er um vanda fyri eldi. Tí
hóast nýtslan av neyðra-
kettum bara veksur ár
undan ári, so er tað ikki
vanligt at tær festa í eini
sethús, hóast tað er torført
at sløkkja eina neyðrakett,
um um hon longu hevur
rakt eina sethúsatekju. Hon
brennur nevniliga í eini 40
sekund, og letur seg ikki
órógva av vatni, men heldur
á at brenna seg ígjøgnum
taktilfarið.
Jólini vandamikil
Eingi hagtøl eru, sum
kunnu vísa okkum um,
føroyingar eru varnari ella
ósketnari enn fólk í lond-
unum rundan um okkum.
Men hóast jólini sum
nevnt er tíðin, tá vandin er
størstur fyri eldsbruna, so
er torført at siga, um teir
flestu eldsbrunarnir henda
um veturin ella um summ-
arið.
Tað er nevniliga ógvuliga
misjavnt, nær teir ymsu
eldsbrunarnir henda, og t.d.
næstseinastu jól vóru heilir
seks størri eldsbrunar kring
landið.
Hesaferð var tað tó bert
okkurt einstakt hoyggjhús,
sum fórst illa av eldi.
Hóast nýtslan av livandi
ljósum um jólini sjálvsagt
ger sítt til at gera hesa høg-
tíðina til eina vandamiklu
tíð í brunahagtølunum, so
upplýsir Emil Simonsen, at
grýtur við feitti eru nógv
tann størsta orsøkin til elds-
brunar í brunar í Føroyum.
Ein skal nevniliga bara vera
óansin eina lítla løtu til tess
at geva tí ovurupphitaðu
grýtuni frítt rásarum at
kóka yvir, og hetta kemur
sambært deildarleiðaranum
á Tryggingarfelagnum Før-
oyar rættiliga ofta fyri.
Skaðarnir, sum kunnu
standast av slíkum ólukk-
um kunnu vera alt frá eini
oyðilagdari eymhettu til
eini sethús, sum eru brend í
grund.
Hvussu verjir ein seg?
Spurningurin er so, hvussu
fólk sum frægast kunnu
verja seg fyri, at vanlukkan
ikki gerst størri enn neyð-
ugt, tá slíkt hendir.
Til hetta sigur Emil Sim-
onsen, at t.d. roykteppir,
eldsløkkjarar og og ikki
minst roykvarnarar kunnu
vera ein loysn.
Tá eldur kemur í eina
grýtu, kann eitt roykteppi
vera ein tann hentasta fyri-
byrgingin, men kortini eru
tað fá húski, sum eiga slík
teppi. Týdningarmikið er
eisini at duga at brúka tey
rætt.
Eldsløkkjarar eru helst
eitt sindur vanligari enn
teppini, men vanligast í
føroyskum húskjum eru
roykvarnararnir, ið somu-
leiðis eru sera effektivir.
Ikki bara kunnu teir fyri-
byrgja materilellum skað-
um, men so sanniliga eisini
teimum persónligu, tí slíkir
roykvarnarar
hava
ofta
bjargað mannalívum.
Eldsbrunar eru nevniliga
ymiskir, og tað kemur fyri,
at fólk bara hava ein møgu-
leika, og tað er sleppa sær
út úr teimum brennandi
húsunum sum skjótast.
Sosialu myndugleikar-
nir kunnu koma upp í
Spurdur, hvør trygging er
tann frægasta, tá skaðin er
hendur,
svarar
deildar-
leiðarin Emil Simonsen, at
hann avgjørt viðmælir fólki
at fáa sær eina pakkatrygg-
ing heldur enn bert eina
skaðatrygging.
Viðhvørt kann tað nevni-
liga koma fyri, at meirút-
reiðslurnar standast av at
vera uttan fyri heimið eina
tíð. Hetta við pakkatrygg-
ing er eisini tann loysnin,
sum flestu sethúsaeigarar
velja sær.
Kemur tað kortini fyri, at
tú ert noyddur at vera
heimanífrá eina tíð, av tí at
húsini eru brend í grund, og
tryggingin bert rindar fyri
húsaskaðan, mást tú sjálvur
gjalda restina, og tá veldst
um, hvussu væl tú ert fyri
fíggjarliga.
Í evsta føri kann ein
verða noyddur at venda sær
til teir sosialu myndug-leik-
arnar at biðja um hjálp.
Hvussu ofta hetta kemur
fyri, dugir Emil Simonsen
tó ikki at siga.
Vandamiklar plátur
Sum nevnt er tað sera ymist
nær og hvar eldsbrunar
henda. Somuleiðis er tað
misjavnt hvussu tey før-
oysku eru fyri, tá talan er
um eld. Enn eru tað fleiri,
sum búgva í húsum, ið
vórðu bygd í seksti- og
sjeytiárunum, og sum eru
bygd við plátum, sum
senda eitrandi gass út, tá
tær verða brendar. Eisini
bresta tær, tá hitin gerst ov
nógvur, og eru tær tí sera
vandamiklar.
Tey nýggjaru húsini, sum
ikki hava hesar pláturnar,
men eru bjálvað øðrvísi,
eru tryggari. Tryggasta til-
farið til hús ser tó gips, sum
kortini ikki er nógv brúkt í
húsabygging í Føroyum, av
tí at tað er sera ópraktiskt til
onnur endamál, m.a. tyá
okkurt skal hangast upp.
Men sum heild kann sig-
ast, at betri er at vera fyri-
varin enn eftirsnarin, og tí
er gott eiga ein roykvarnara
ella aðra útgerð. Eisini
eftir, at jóladekoratiónirnar
eru tiknar av borðinum.
Sethúsini sluppu snikkaleys
á jólum og á nýggjárinum
Grýtur við feitti eru vanligasta orsøkin til eldsbrunar í Føroyum, og eru fólk ikki væl tryggjað ella væl fyri fyri fíggjarliga, kunnu
tey verða noydd at venda sær til sosialu myndugleikarnar at biðja um hjálp
C
M
Y
K
5
4