leygardagur 4. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 2 - 4. januar 2003
Nr. 2 - 4. januar 2003
7
Gjáar Kommuna fer í
næstum at leggja
sjónvarps- og inter-
netkaðal til hvørt hús
í bygdini. Møguleiki
verður at fáa 22 sjón-
varpsræsur umframt
SvF og internet
FJARSKIFTI
Edvard Joensen
Gjáar Kommuna hevur
bílagt útgerð til felags
parabolskipan til øll húsar-
hald í bygdini. Væntandi
verður farið undir arbeiðið
at leggja kaðal heilt skjótt,
sigur borgarstjórin.
Sogfus
Johannesen,
borgarstjóri í Gjáar Komm-
unu, sigur, at samtykt er í
bagdarráðnum við Gjógv at
leggja kaðal frá eini felags
parabolantennu til øll hús
við Gjógv.
Kaðalin
gevur
fólki
møguleika fyri at síggja 22
sjónvarpsræsur
umframt
Sjónvarp Føroya. Sjón-
varpsgjaldið fyri SvF er
fastlagt, meðan allar hinar
22
sjónvarpsræsurnar
kunnu fáast fyri 90,- krónur
um mánaðan, sigur Sofus
Johannesen.
Tað er upp til fólk sjálv,
um tey seta stikkið í, sigur
hann. Kommunan ger í-
løguna í útgerðina, og so er
lætt at fylgja við, hvør
bindur í. Kravt verður so
inn hareftir, sigur borgar-
stjórin.
Aðrir fyrimunir við hesi
skipanin fram um fleiri
aðrar parabolskipanir, sigur
Sofus Johannesen vera, at
tað ber til at síggja fleiri
ymsar ræsur í sama húsi
samstundis. Tað velst bara
um talið á sjónvarpstólum,
sum inni eru. Hvørt tólið
kann taka sína rás, og ikki
sum við vanligum parabol-
mótakarum, har bara ein
rás verður tikin inn í senn.
Umframt verður so eisini
møguleiki fyri at fáa in-
ternetsamband, sigur Sofus
Johannesen.
Tá slepst undan tí mang-
an svikaliga uppringda
sambandinum, sum í dag
er.
Ikki er óvanligt í dag, at
tá ein hevur fingið inter-
netsamband um telefonina,
verður ein blakaður út aftur
eftir stuttari tíð. Hetta
endurtekur seg javnan og er
bæði irriterandi og ikki
heilt kostnaðarleyst heldur,
sigur
borgarstjórin
við
Gjógv. Tað kostar nevniliga
40 oyru, hvørja ferð ringt
verður upp.
Tað verður ikki tað stóra
arbeiðið av at leggja kaðal-
in, sigur Sofus Johannesen,
tí tá SEV í 1989 gróv allar
kaðalar í bygdini niður,
vórðu samstundis løgd rør
at draga júst slíkar kaðalar
ígjøgnum.
Einaferð í vár verður
væntandi fólkaat-
kvøða í kommunun-
um í Norðureysturoy
og Norðurstreymoy
fram við Sundalag-
num um kommunu-
samanlegging
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Bygdarráðini í øllum
kommununum í Norður-
eysturoy, uttan Eiðis
Kommunu, og komm-
unum í Norðurstreymoy
fram við Sundalagnum
hava gjørt av at skriva út
fólkaatkvøðu um komm-
unusamanlegging. At-
kvøðan verður væntandi
einaferð næsta vár.
Arbeitt hevur verið
fram í móti at gera eina
stóra kommunu í Norð-
ureysturoy og Norður-
streymoy, sigur Sofus
Johannesen, borgarstjóri
í Gjáar Kommunu. Allar
kommunurnar í økinum,
uttan Eiðis Kommuna,
eru við í ætlanini.
Reglur eru gjørdar
fyri umboðan í einum
komandi kommunustýri,
eins og gjørt er av, at
fólkaatkvøða skal skriv
ast út um ætlanina. Eis-
ini hava kommunurnar
bundið seg til at fylgja
úrslitinum av fólkaat-
kvøðuni, sigur Sofus Jo-
hannesen.
Saksunar Kommuna
hevur longu gjørt av at
leggja saman við Hval-
víkar Kommunu, sum er
við í ætlanini um stóru
samanleggingina, og á
tann hátt koma saksun-
ingar eisini við, um ætl-
anin verður veruleiki,
sigur Sofus Johannesen.
Fólkaatkvøða
um kommunu-
samanlegging
Borgarstjórin í Gjáar
Kommunu gongur inn
fyri eini samanlegging av
kommunum í Norður-
eysturoy og Norður-
streymoy eystantil til eina
stóra kommunu
Bíligt sjónvarp við Gjógv
Kommunurnar í sam-
starvinum um Felags-
skúlan á Oyrarbakka
hava gjørt nýggja
avtalu um skúlan
SKÚLASAMSTARV
Edvard Joensen
Nýggjur sáttmáli er gjørdur
millum kommunurnar, sum
samstarva um Felagsskúlan
á Oyrarbakka.
Sáttmálin
líkist
heilt
nógv tí, sum galdandi var,
til nýggja fólkaskúlalógin
kom í gildi. Bert eru onkrar
ávísar dagføringar gjørdar,
sigur Sofus Johannesen,
borgarstjóri í Gjáar Komm-
unu, sum er við í skúla-
samstarvinum um Felags-
skúlan á Oyrarbakka.
So tað fer ikki at ávirka
skúlan nakað sum helst, at
ein nýggjur sáttmáli nú er
gjørdur, sigur hann.
Seinnu tíðina hava næm-
ingar úr Funnings- og
Elduvíkar
Kommunum
gingið í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka, uttan at hesa
kommunur tó formliga
hava verið við í samstarvin-
um.
Tær báðar kommunurnar
hava fingið tilboð um at
koma upp í samstarvið,
sigur Sofus Johannesen.
Tað kostar teimum einki at
koma uppí, sigur hann, og
skúlin er niðurgoldin.
Enn er tó einki svar kom-
ið frá Funnings Kommunu,
men Elduvíkar Kommuna
hevur boðað frá, at hon ikki
ynskir at koma upp í sam-
starvið.
Hvussu
framtíðin
so
verður hjá næmingunum úr
teimum báðum kommun-
unum, fara tær kommunur-
nar, sum við eru í sam-
starvinum so at taka støðu
til, sigur borgarstjórin við
Gjógv.
Nýggj avtala um Felagsskúlan
Samlaða ferðafólka-
talið um flogvøllin í
Vágum lækkaði í fjør
við 0,7 prosentum í
mun til í fyrraárið
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar:
Hóast eitt lítið
sindur færri ferðafólk fóru
um flogvølliní fjør enn í
fyrraárið, varð ein vøkstur
á høvuðsrutunum, sum eru
Danmarkarruturnar, sigur
leiðslan á flogvøllinum í
tíðindaskrivi nú beint eftir
nýggjár.
Minkingin stendst av,
verður sagt í tíðindaskriv-
inum, at ferðslan á rutunum
til á frá Stórabretlandi er
minkað munandi. Hetta
kemur av, at eingin frá-
landavinna var undir Før-
oyum í fjør, verður sagt.
Minkingin á hesum rutun-
um var ikki minni enn 22,4
prosent.
Hinvegin er ein munandi
vøkstur
staðfestur
á
Noregsrutunum. Har hava
23,1 prosent fleiri feðrafólk
valt at ferðast til og úr Før-
oyum umvegis flogvøllin i
Vágum.
Á Danmarkarleiðunum,
har nógv flest fólk ferðast,
er eisini ein vøkstur í fjør í
mun til í fyrraárið. Tað
ferðaðust 2,7 prosent fleiri
fólk til og úr Danmark í
2002 í mun til 2001.
Tað verður eisini flogið
millum Vágar og Ísland, og
har er ferðingin støðug í
mun til undanfarin ár. Tað
ferðaðust umleið hálvt-
tíggjundatúsund fólk loft-
vegis millum Føroyar og
Ísland í fjør, og tað er á leið
sama tal sum í fyrraárið.
Tilsamans 156.895 fólk
ferðaðust í fjør um flog-
vøllin
í
Vágum
móti
158.056 í fyrraárið. Hesi
nýttu 5.280 komur og
fráferðir, sum eru umleið
10 prosent færri enn árið
fyri.
Aftur her er tað frá-
landavinnan, sum stendur
fyri minkingini. Tilsaman
8,4 porosent færri komur
og fráferðir vóru í samband
við hesa vinnu, meðan
rutuferðir,
charter-
og
taxaflúgvingin vaks við 3,3
prosentum, sigur leiðslan á
flogvøllinum í Vágum í
tíðindaskrivinum.
Gjáarfólk fáa felags parabolskipan, sum bíliga gevur teimum møguleika fyri at fáa 22
sjónvarpsræsur umframt Sjónvarp Føroya inn í stovuna
Nýggjur sáttmáli er gjørdur
um Felagsskúlan á
Oyrarbakka
Nøkur fá færri um flogvøllin
Vit vilja sjálvi skapa okkara ungdómsmentan
Arbeiðið við nýggju
Norrønu gongur væl,
og skipið verður latið
eigarunum 20.marts.
Hjá Smyril Line
merkja tey stóran
áhuga fyri skipinum,
bæði í Føroyum og
uttanlands
NÝBYGGING
Jón Brian Hvidtfeldt
20.marts verður dagurin, tá
nýggja Norrøna verður
latin Smyril Line av Flend-
erverft skipasmiðjuni í Lu-
beck í Týsklandi.
– Arbeiðið gongur væl,
og skipið verður liðugt til
tíðina. Tað sigur Jóannes á
Váli, annar av stjórunum í
Smyril Line. Hann greiðir
frá, at øll stórarbeiði, m.a.
við maskiuni og við tí
elektriska, eru komin undir
land, og eftir restar bara
innrættingin umborð, út-
luftningin, umframt onnur
smærri arbeiði. Umleið 10.
februar er ætlanin at fara
fyrsta tekniska royndartúrin
við skipinum, ið tá veruliga
skal standa sína roynd.
Prísurin heldur
Nú Norrøna er um at vera
liðug, kann Jóannes á Váli
staðfesta, at prísurin fyri
skipið fer at halda. Sátt-
málabundni prísurin fyri
nýggja, stásiliga skipið er
710 milliónir krónur.
Í summar kom Flender-
verft
skipasmiðjan,
ið
byggir Norrønu, í fíggjar-
ligar trupulleikar, fór seinni
í gjaldssteðg, og tað er hon
enn. Men tungi fíggjarligi
burðurin hjá skipasmiðjuni
hevur kortini ikki darvað
arbeiðinum
at
smíðja
nýggju Norrønu. Tó er
framtíðin hjá týsku skipa-
smiðjuni framvegis óviss.
100.000 ferðafólk
Eftir ætlan skal nýggja
Norrøna í sigling, beint
eftir at hon er latin eigarun-
um tann 20.marts. Tó er
enn ikki tikin endalig støða
til, hvørt skipið fyrst skal
ein framsýningartúr, áðr-
enn tað fer í regluliga sigl-
ing. Í ár eru páskirnar um
miðjan apríl, og tá vænta
tey hjá Smyril Line nógv
ferðafólk við nýggja skip-
inum.
Í juni kemur týska fót-
bóltslandsliðið til Føroya at
spæla, og hetta er ein góður
møguleiki hjá Smyril Line
at marknaðarføra nýggja
skipið í Týsklandi. Hjá
Smyril Line hava tey enn
einki yvirlit yvir, hvussu
nógvir fótbóltsáskoðarar
koma hendaveg til dystin
við Norrønu, men skipið
fer úr Hanstholm leygardag
og verður á Havnini mána-
dag, sum dysturin verður
spældur mikudag, og tískil
skuldi verið lagamanni hjá
týskum fótbóltsáskoðarum
at nýtt hesa farleið.
Síðsta summar førdi Nor-
røna
umleið
75.000
ferðafólk í Norðuratlants-
havi. Jóannes á Váli sigur,
at nú nýggja skipið verður
tikið í nýtslu, vænta tey
eina øking uppá 30 prosent
í ferðafólkatalinum.
– Málið er at nýggja
skipið helst skal flyta
100.000 ferðafólk í summ-
arsiglingini, sigur Jóannes
á Váli.
Stjórin í Smyril Line vil
ikki seta tal á, hvussu nógv
ferðafólk nýggja skipið
skal flyta, fyri at tað skal
mala runt fíggjarliga. Men
hann sigur tó so mikið, at
talið helst skal vera nakað
omanfyri tey 75.000 ferð-
andi, ið Norrøna flutti
síðsta summar.
Norrøna liðug til tíðina
Hvørt mikukvøld
hittast útvið 70 tann-
áringar í hølunum
hjá KFUM í Havn, at
syngja og hava tað
stuttligt saman.
Saman kalla tey seg
Sound of Glory , og Í
summar skulu tey
vera við á stórari
stevnu í Prag
TEN SING
Jón Brian Hvidtfeldt
Í summar skal kórið Sound
of Glory taka lut á stórari
stevnu fyri ung við tilknýti
til KFUM-K felagsskapir
úr øllum Evropa. Talan er
um eitt sonevnt Ten Sing
kór, har luttakararnir hittast
fyri at syngja, men har
dentur harumframt verður
lagdur á at hava tað stuttligt
og hugnaligt saman á
kristnum grundarlag.
– Eg vil ikki kalla okkum
fyri eitt gospelkór, tí okkara
skrá fevnir um fleiri sløg av
tónleiki. Men vit virka inn-
an kristnar rammur, og hava
t.d. eina lítla andakt aftur
við hvørjari venjing, greiðir
Meinhard Arge Jensen frá.
Sjálvur er hann kórleiðari
hjá Sound of Glory, og
Sosialurin hitti hann í
hølunum hjá KFUM, saman
við teimum trimum Duritu
Dahl Andreassen, Malan
Jensen og Beintu Harald-
sen, ið allar eru við í kór-
inum.
Hetta slagið av kóri er
væl kent, millum annað úr
Norra, og tað var eisini hað-
ani, at íblásturin kom til at
stovna føroyska kórið fyri
góðum trimum árum síðan,
greiða tey frá. Í dag hevur
Sound of Glory umleið 70
kórlimir í aldrinum 13-19
ár. Tey hava millum annað
sungið í kirkjum og sam-
komum í høvuðsstaðnum, í
Eysturoynni, í Klaksvík og í
Suðuroynni, og eisini hava
tey havt tvær konsertir í
Norra. Eisini plaga tey at
syngja til konfirmanta-
veitsluna í KFUM, og hetta
plagar somuleiðis at vera
eitt gott høvi at finna
nýggjar limir til kórið.
– Tað er eingin treyt at
fólk skulu duga at syngja so
ella so, men umráðandi er
heldur, at fólk tíma og dáma
at syngja, greiða tey frá.
Í summar ætla tey sær at
fara út um landoddarnar
við kórinum. Leiðin gongur
fyrst til Norra, og síðan til
kekkiska
høvuðsstaðin
Prag, har tey skulu taka lut
í stóra tiltakinum "YMCA
Europe 2003", ið fer fram
dagarnar
3.-9.august.
YMCA er enska styttingin
fyri KFUM. Hesar dagar
hittast umleið 8000 fólk, ið
hava sína gongd í KFUM
felagsskapum kring alt
Evropa, til eitt stórt tiltak,
har dentur verður lagdur á
konsertir, drama, kjakløtur,
bíbliutímar o.a. Áðrenn tey
fara til Prag skulu tey vitja
eitt Ten Sing kór á Stavang-
er-leiðini í Norra, og har
skal kórið eisini hava tvær
konsertir.
Men hóast konsertirnar
eru ein partur av virksemin-
um hjá ungdómskórinum,
so eru tær kortini ikki týdn-
ingarmiklasti parturin, eru
tey fýra samd um.
– Vit eru eitt ungdóms-
kór, men vit vilja eisini
royna at skapa okkum eina
felags ungdómsmentan, har
vit gera ymiskt saman, m.a.
hava ymisk tiltøk saman, og
vit leggja eisini stóran dent
á gott samanhald, greiða
tey frá.
60 fólk til Prag
Longu nú er greitt, at tey
vera umleið 60 í tali, tá
leiðin í summar gongur til
Prag. Í hesum sambandi
ætla tey sær at hava fleiri
tiltøk fyri at savna inn
pengar. Fyrsta tiltakið verð-
ur í dag, leygardagin, tá
kórlimirnir fara at at savna
fløskur í allari Havnini.
Seinnapartin leygardagin,
millum klokkan trý og
fimm, ætla tey sær at ganga
hús úr húsi í øllum høvuðs-
staðnum og spyrja fólk, um
tey hava tómar fløskur
standandi, ið tey vilja lata
kórinum.
– Vit hava onga hóming
av, hvussu nógv hetta fer at
geva, men hetta er so ein
roynd, sigur Meinhard Arge
Jensen, og greiðir frá
royndunum
hjá
einum
norskum kóri, ið tey kenna,
sum fekk umleið 15.000
krónur inn við einum líkn-
andi tiltaki.
– Høvdu vit klárað at
fingið tað sama, so hevði
ikki verið so galið, eru tey
fýra samd um.
Seinni í vetur og í vár
ætla tey sær at skipa fyri
fleiri øðrum tiltøkum fyri at
útvega pengar til ferðina.
– Arbeiðið við nýggju
Norrønu gongst sum ætlað,
og vit fáa skipið 20.marts,
sigur Jóannes á Váli, annar
av stjórunum í Smyril Line
Fýra av limunum í ung-
dómskórinum Sound of
Glory. Frá vinstru er tað
Durita Dahl Andreassen,
Malan Jensen, Meinhard
Arge Jensen og Beinta
Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6