Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 2 - 4. januar 2003 Nr. 2 - 4. januar 2003 9 VETUR Vilmund Jacobsen Jólini vóru ikki hvít í ár og nýggjárið ei heldur. Men so skjótt, farið varð um árs- skiftið, hvítnaðu fjøll og dalar - og nú, vit nærkaðust vikuskiftinum, eru Føroyar kavaklæddar, og tað er kalt í veðrinum. Gott kavaveður, sum tey gomlu plagdu at taka til. Nýggjársaftan var av besta veðri og øll, sum høvdu hug at leita sær út um um midnáttarleitið ella fyrr um kvøldið saman við børnunum, kundu gera tað uttan at hugsa um tøtt klæði og tjúkkar troyggjur. Sýnið var gott hetta kvøldið, og tá ið leið út móti midnátt, gjørdist himmalin eitt fagurt lithav - næstan líka mikið, hvagar eyguni vendu. Hóast ávaringar um ikki at senda út neyðrakettir hetta kvøldið, tí tær fóru at detta ov skjótt niðuraftur í góða veðrinum og tískil kundu elva til skaða, vóru nógvar slíkar at síggja á himmalinum á midnátt. Jólini og nýggjárið, sum børnini gleða seg til, er farið aftur um, og gerand- isdagurin er komin aftur - í einum nýggjum ári. Børnini eru farin útaftur at spæla og kavin, sum onk- ur kanska saknaði á jólum, er nú komin. Á stuttari ferð í Hal- dórsvík hóskvøldið tóku vit hesa myndina av trimum børnum, sum væl ílatin hugnaðu sær uttandura hetta kalda januarkvøld. Genturnar eru og ferðast, nú áðrenn skúlin byrjar aftur mánadagin, og tá er stuttligt at hava vinfólk á staðnum, sum tíma at hugna sær úti millum hús- anna. Kalt og kavi, men ikki á jólum Í fleiri ár hevur virkið hjá Fiskavirking í Saltangará framleitt blokk í stórum nøgd- um, men seinni í ár fer virkið ætlandi eisini at framleiða portiónir til útflutn- ings FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað kemur ikki so illa við hjá øllum virkjum, at flotin liggur, og eingin fiskur kemur uppá land teir fyrstu dagarnar í hesum árinum. Flyta maskinur - Vit verða ikki klárir at taka ímóti fiski hesa vikuna - og neyvan í komandi viku heldur, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará, Jason Johannesen. Á virkinum hava tey nevniliga úr at gera, nú ein partur av bygninginum, sum er bygdur uppí suður- eftir, verður tikin í nýtslu. - Fyribils flyta vit nakrar av verandi maskinum suður í henda partin av bygning- inum, men seinni í heyst fáa vit so eisini tvær nýggj- ar flow-linjur ella rein- skerilinjur, sum skulu setast uppá virkinum. Eisini fáa vit ein bandfrystara, sum skal frysta portiónirnar, sum vit miðja eftir at fram- leiða seinni í hesum árin- um, um vit náa so langt í ár, sigur Jason Johannesen. Í fleiri ár hevur Fiska- virking í Saltangará burtur av virkað upsa til blokk, og hendan framleiðslan fer ætlandi at halda fram. - Men sum frá líður, fara vit eisini at leggja okkum eftir at virka portiónir til út- flutnings, sigur hann. Betri umstøður Nýggju flow-linjurnar, sum skulu setast uppá virkinum, eru kendar frá øðrum virkjum í Føroyum. Tær eru meira sjálvvirkandi enn gomlu linjurnar, sum eitt nú eru á virkinum í Sal- tangará. - Sum er, hava vit tríggjar av teimum gomlu reinskeri- linjunum, har pláss er fyri 41 fólkum. Við nýggju flow-linjurnar verður pláss fyri 40 fólkum, og fram- leiðslukapasiteturin verður nakað størri enn í dag, tá ið hesar eru komnar upp at standa, sigur Jason. Tá ið ein partur av maskinunum eru fluttar í nýggja bygningin, verða arbeiðsumstøðurnar á virk- inum nógv betri. - Á virkinum er nógv at gera í hesum døgum; gólv verða stoypt, rennur verða grivnar, og rør skulu leggj- ast, sigur Jason Johanne- sen, virkisleiðari á Fiska- virking í Saltangará. Framleiða portiónir í Saltangará Tey høvdu einki ímóti at lata seg avmynda, tá ið Sosialurin datt fram við í Haldórsvík hóskvøldið. Mynd: Vilmund Jacobsen Jason Johannesen hevur verið við í allari menningini av fiskivinnuni á landi. Mynd: Vilmund Jacobsen Eftir at hava virkað blokk í fleiri ár, fer Fiskavirking í Saltangará eisini at virka portiónir. Mynd: Vilmund Jacobsen Gátuført handrit eftir William undan kavi Eitt liðugt skaldsøgu- handrit eftir William Heinesen frá 1920- unum er funnið í gomlum bókarúgvum í Keypmannahavn. Talan er eitt óútgivið handrit, sum er um- gyrt við nógvum mystikki. Ætlanin er at geva handritið út, sigur eigarin av Fred- eriksberg Antikvariat, sum hevur funnið skaldsliga skattin BÓKASKATTUR Ingi Rasmussen Eitt liðugt redigerað hand- rit eftir William Heinesen, sum ongantíð er givið út, hevur ligið og savnað dust í Keypmannahavn síðan einaferð í 1920-unum. Um talan er um eitt hand- rit, ið seinni er komið út sum bók, ella um talan er um eina skaldsøgu, ið ong- antíð er útgivin, hevur ikki eydnast okkum at finna fram til enn. Søgan byrjar fyri tveimum árum síðan, tá antikvar- bókahandlari Jess Jessen keypti alt bóksavnið hjá navnframa Leif Nørballe. Nørballe var kendur fyri at eiga heil bókafjøll, sum hann og hansara kundar í Gammel Kongegade kundu villast burtur í. Jess Jessen, sum eigur og rekur Frederiksberg Antik- variat, hevur funnið nógvar bókligar dýrgripir millum tilfarið. Fyri okkum føroy- ingar er tað serliga spenn- andi, at hann kom fram á eitt handrit eftir okkara kendasta skald, William Heinesen. Ætlar at geva út Nú ætlar Jess Jessen sam- bært Politiken at geva handritið út sum ljósprent- að eftirmynd. »Det er et færdigrediger- et romanmanuskript fra 1920-erne på 358 sider, som Otto Gelsted afviste på Munksgaards forlag. Hvis vi kan blive enige med Heinesens arvinger, ud- sender vi det som et manu- skript í faksimile,« sigur Jess Jessen við Politiken 30. desember. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á Jess Jessen fyri at fáa at vita, hvat handrit talan er um, og keldur innan føroyska bókaheimin kenna heldur onki til handritið. Gátuførið er stórt um handritið, tí sjálvt ikki son- ur Williams, Zacharias Heinesen, veit enn, hvør tittulin á ókendu skaldsøg- uni er. – Vit hava verið í sam- bandi við handan mannin, men hava ikki fingið at vita enn, hvat handrit talan er um. Sjálvandi ætla vit at lesa tað væl, áðrenn vit geva loyvi til, at tað verður givið út, sigur Zacharias Heinesen við Sosialin. Kritiskur vinur Otto Gelsted var bæði per- sónligi vinur og meistari Williams, og hann las nógv av tí, sum William Heine- sen skrivaði, áðrenn tað varð givið út. – Pápi skrivaði nógv til forlagið Munksgaard og fekk fólk at lesa tilfarið ígjøgnum, tí hann vildi ikki geva nakað vánaligt út. Serliga Gelsted var kritisk- ur, og tað var pápi øgiliga glaður fyri, sigur Zacharis Heinesen, sum er spentur at hoyra aftur frá danska antikvarbókahandlinum. Talan kann sjálvandi vera um eitt nú »Blæsende Gry«, sum seinni kom út sum fyrsta bókin hjá Willi- ami. Talan kann eisini vera um onkra aðra bók, sum seinni er komin út umskriv- að. Er tað ein bók, sum seinni er givin út, so er til- farið kortini áhugavert. Men er tað ein bók, sum ongantíð er útgivin áður, so er talan um onki minni enn eina skaldsliga sensatión. Tað frætta vit meira um seinni, tá vit hava grópað víðari í bókarúgvunum. Kanningin kostaði 300.000 krónur Hóast kanningin av embætisførsluni hjá Jørgin Niclasen hevur kostað skattgjaldar- anum dýrt, dregur tað út hjá almenningin- um at fáa at vita, um hon verður tikin fyri fult. Landsstýrismála- nevndin er liðug við málið, nú stendur tað til løgmann ella løg- tingið at seta punkt- um KANNING Ingi Rasmussen Skattgjaldarin hevur goldið 300.000 krónur fyri at løgtingið hevur kannað embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen landsstýrismanni við fiskivinnumálum. Men hóast kanningin er komin til ta niðurstøðu, at skeiv málsviðgerð og vant- andi metingar í Fiskimála- ráðnum førdu til millióna- tap hjá landskassanum, tá lánini hjá tveimum rækju- trolarum vórðu løgd um, so er framvegis óvist, hvørja lagnu kanningin fær fyri landsstýrismannin. Løgmaður, sum skal hava eftirlit við, at hansara lands- stýrismenn røkja sítt starv á fullgóðan hátt, vil fram- vegis ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Hóast løgtingið hevur sett fólk at gera eina rúgvus- mikla kanning, ið kostaði skattgjaldaranum fitt av peningi, so tykist hann ikki rættiliga at hava álit á kann- ingini, tí hansara umsiting er farin at kanna kanningina hjá kanningarstjóranum. Løgmaður sigur kortini so mikið, at ein slík kann- ing ikki kann fara aftur við borðinum. Nevndin er liðug Tað var Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsfor- maður, sum heitti á Turið Debes Hentze advokat um at standa fyri kanningini. Kanningarstjórin kom til tað úrslit, at Fiskimálaráðið í tveimum førum hevur verið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan, og tað hevur sett almennan pening í vanda. Talan er um 11 milliónir almennar krónur, sum fóru fyri skeyti, tá lánini til Høga- foss og Atlantic Viking vórðu løgd um. Jørgin Niclasen hevur ábyrgdina fyri, at málsvið- gerðin í hansara umsiting er røtt, men hann vil kortini ikki viðurkenna, at nakar feilur er gjørdur. Óli Breck- mann, formaður í tingbólk- inum hjá Fólkaflokkinum, hevur somuleiðis sátt iva um kanningina. Tað var annars landsstýr- ismálanevndin hjá løgting- inum, sum reisti málið, men nú kanningin er hand- að løgtinginum, er hennara leiklutur liðugur í málinum. Taka hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin sjálvur avleiðingar av mál- inum, stendur tað til løg- tingið at gera av, um eitt misálit skal reisast móti landsstýrismanninum. Verður eitt misálit samtykt við vanligum meiriluta, noyðist landsstýrismaðurin frá. Her millum hillar og bókafjøllini hjá Nørballe kom eitt ókent og gátuført skaldsøguhandrit eftir William Heinesen undan kavi C M Y K 9 8