Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 2 - 4. januar 2003 Nr. 2 - 4. januar 2003 11 So er spurningurin, hvussu hetta árið fer at vignast hjá okkum, sum búleikast her á oyggjunum? Fremsta fyri- treytin er: - Hvussu nógv fiska okkara fiski- og útróðrar- menn, og hvussu nógv fáa teir fyri fiskin, teir avreiða? Onnur fyritreytin er: - Hvussu er politiska stýringin? Í tí aktuellu støðuni, nú vit skerja heildarveiting og skulu byggja upp ein sjálvstøðugan búskap, er stóri spurning- urin: - Megna vit at virðisøkja fiskatilfeingið? Men henda spurning leggur landsstýrið sektin á. Hóast vit hava sett okkum fyri at byggja upp ein sjálvber- andi búskap, útfluttu vit nógvan ráfisk ífjør. So nógvan, at yrkisfeløg tala at gongdini at flyta "arbeiðið" av landinum. Men í hesum samanhangi hoyrist ikki eitt pipp frá politikkarunum. Sjálvt reglur og kunngerðir á hesum øki verða ikki hildnar! Samstundis sum vit flyta eina tilvirking av landinum, skipar landsstýrissamgongan soleiðis fyri, at føroyska barnafamiljan fær øktar byrðar. Nú dýrkar mjólkin, og í næstum skulu vit gjalda 500 krónur meira fyri eitt alsamt vánaligari sjónvarp. Harafturat mistu havnarfólk ta bíligu Rás Tórshavn. Um stutta tíð skulu ferðaseðlarnir hjá Strandferðsluni hækka eini 15 prosent.Tað rakar fyrst og fremst útjaðaran. Og tað ger sama landsstýri, sum gjørdiálit um útjaðara og útoyggjar, men sum ikki megnar at játta pening til eina útoyggjaskrivstovu. So við hægri prísum og ongari ráð- legging, fáa vit neyvan útoyggjamenning. Heldur verður tað útoyggjaavtofting. Í útjaðara verður neyvan nakar trivnaður av landsstýrisins ávum, men landsstýrið hevur heldur ikki megnað at skapa trivnað á øðrum samfelagøkjum. Hóast vit hava ymiskar politiskar hugsanir um almenna húsarhaldið, so eru næstan øll samd um, at vit skulu raðfesta heilsuverkið høgt. So høgt, at øll kenna seg trygg. Hesa áskoðan hava tey 17 í landsstýrissamgonguni tó ikki, tí á heilsuøkinum skal aftur sparast. Tað merkir, at heilsu- verkið, sum ongatíð av álvara hevur ment seg eftir krepp- una, skal aftur at leita eftir sparingum í staðin fyri at hugsa um sjúkrarøkt og ein framtíðar fyribyrgjandi heilsu- politikk. So heldur ikki á hesum øki megnar landsstýrið at skapa trivnað og virkisgleði. Spell og harmiligt, men neyðugt er at taka hesi viðurskifti fram á gáttini til eitt nýtt ár. Vit mugu tí ásanna, at útlitini fyri vanliga føroyingin eru alt annað enn góð. Harafturat koma ávaringar um, at vit eiga at tálma fiskiskapin eftir fleiri fiskasløgum, samstundis sum oljuprísurin er á veg uppeftir. Nógv var reypað um ein stóran skattalætta, tá samgongan varð skipað, men ikki megnaði landsstýrið at skapa møgu- leikar fyri honum í fíggjarlógini. Ein stórur skattalætti hevði komið væl við, nú fleiri brúkaragjøld hækka, men skal hann gerast veruleiki, skulu nýggjar sparingar finn- ast. Og tí er næstan líka vítt sum sítt. Tiverri. Hóast minni bjartskygd útlit, letur føroyingurin seg ikki kúga. Hann er treystur og spennir fastari í. Tí mugu vit vóna, at árið hóast forðingar fer at vignast væl. DAGSINS MEINING Sosialurin Í fagrasta veðri fóru vit inn um gáttina til 2003 VIÐMERKINGAR Vegna Sinnisbata Svenning av Lofti. formaður Ár um ár hevur felagið Sinnisbati mótmælt, at heilar psykiatriskar deildir verða stongdar. Fyrr var tað undantak, at psykiatriskar deildir vórðu stongdar, men nú er tað vorðið ein fastur táttur í at fáa fíggjarliga ka- balina at ganga upp, verður sagt. Enntá í bestu fíggjar- ligu tíðum. Hesum vil Sinnisbati mótmæla einaferð enn. Vit góðtaka ikki pástand- in um, at deildirnar verða stongdar tí at tey sálar- veiku, sum liggja á Deild 1 vilja sleppa heim. Heldur er tað øvugt: Tey mugu heim tí at deildin verður stongd. Vit vita um fólk, sum verða flutt á aðrar psyki- atriskar deildir frá deild 1 nú um jólini. Hóast ótald lyfti frá politikarum okk- ara, so verður psykiatriska økið framvegis niðurpriori- terað. Tvey álit eru komin á borðið hjá landsstýrinum, álitið um bústaðarviður- skiftini hjá psykisk sjúkum, 2001 og álitið um heildar- psykiatri 2002. Hesi bæði taka frma ovurhonds stóra bústaðar- tørv teirra sálasjúku. Men hesi álit hava onga politiska viðgerð fingið enn. Hóast stóra tørvin hevur tað almenna ikki, Sinnis- bati vitandi, útvega einum einasta sálarsjúklingi nakr- an hóskandi bústað í 2002. Ein bygginevnd, sett av landsstýrinum, legði fram fullfíggjað uppskot um bygging av heimi til 10 sjúklingar í Havn. Hetta var í juli 2002. Nevndin hevur einki hoyrt aftur frá upp- skotinum. Upplýst varð í tinginum herfyri, at lands- stýrismaðurin á økinum hevur havnað hesi byggi- ætlan, sum ein kvalifiserað bygginevnd hevði lagt úr hondum. Orsøkin var, at byggingin skuldi vera ov dýr. Men tað var ikki ov dýrt at umvæla ein heilan íbúð- arbygning á Eiragarði fyri fleiri milliónir til nýmótans skrivstovur hjá landsstýrin- um. Heldur ikki var tað ov dýrt at umvæla tinghúsið fyri fleiri 10-tals milliónir. Men at veita innistongdu sálarsjúku medborgarum okkara vanlig menniskjalig bústaðarkor er ov dýrt? Tá ið sálarsjúklingum ikki kunnu veitast menn- iskjalig bústaðar- og virkn- iskor í bestu fíggjartíðum landsins, verður trupult at gera tað í fíggjarkargari tíð- um. Nær kemur broyting í? Hvussu leingi skulu vit bíða? Øllum sum linna kvøl teirra sálarsjúku og hjálpa teimum á stovnum, sjúkra- deildum og í heimum og yvirhøvur, takka vit inni- liga og ynskja øllum eini gleðilig jól og signing Guds í nýggja árinum. Helgi Abrahamsen Útvarp Føroya hevði triðja jóladag eina samrøðu við Høgna Hoydal, landsstýris- mann um blokkstuðulin, og sum ikki einaferð kom Høgni við nøkrum høpis- leysum tølum, sum eiga at fáa eina viðmerking við á vegnum. Høgni Hoydal segði: "Nú er blokkurin 616 milliónir. Tað er ikki meira enn 5 - 6 prosent av tí føroyska saml- aða búskapinum. Vit fáa 616 milliónir heim til Før- oya um árið, vit gjalda niðuraftur 323 milliónir í rentum og avdráttum… ... Lat okkum so siga 616 min- us 323. Hvussu nógv er tá eftir? Tveyhundrað og nak- rar og hálvfjers milliónir. Yvirskotið er sambært tí, sum nú liggur á tingborði 240 mió. Tað vil siga, at tað reystar so øðiliga lítið í, at blokkstuðulin kann prógv- ast ikki at vera ein týdning- armikil partur av tí før- oyska rakstrinum." Tilvildarlig tøl við ongum samanhangi Tann 14. mai 2001 skrivaði Høgni Hoydal í Dimma- lætting at blokkstuðulin var bert 4% av samlaða bú- skapinum í Føroyum. Tí er tað løgi, at Høgni nú sigur, at blokkurin er millum 5 og 6 prosent av búskapinum, tí mær vitandi er blokkstuð- ulin minkaður meðan bú- skapurin er vaksin síðani 2001. Spurningurin er tí, um hetta eru veruligar útrokningar, sum hann vísir til, ella um talan ikki heldur er um ynskidreymar hjá einum sjálvstýrismálaráð- harra. Hvussu við skattinum ? Fyri at vísa á, hvussu lítið høpi er í roknistykkinum hjá Høgna Hoydal, kunnu vit gera eina líknandi út- rokning fyri skattainntøk- urnar hjá landskassanum. Í 2001 segði Høgni Hoy- dal, at blokkstuðulin var 4 % av føroyska búskapinum. Tá var blokkstuðulin 995 mió. krónur. Skattainntøkur landskassans hetta árið vóru 1.567 mió. krónur. Tað má so merkja, at um blokkstuðulin var 4 % av føroyska búskapinum, so hevur skatturin verið um- leið 6 % av búskapinum - og so kundu vit, eins og Høgni, gjørt ta niðurstøðu, at "tað reystaði so øðiliga lítið í, at føroyingar sluppu undan at gjalda skatt í 2001". Nei 6 % ljóða ikki av nógvum, men tey kunnu tó vera ógvuliga tung at gjalda. Talfusk Ein annar feilur, sum Høgni Hoydal ger í síni uppseting Yvirlýsing frá Sinnisbata: Jólagávan til tey sálarsjúku er aftur ein stongd deild Tøl við ongum skili í Framhald á síðu 11 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. VIÐMERKINGAR Hermann Oskarsson Ein sera áhugaverd sending var í Útvarpinum Nýggjársdag, sum Helgi Jacobsen skipaði fyri. Har kom mangt og hvat fram, sum er avgerandi fyri búskapin, og luttak- ararnir eiga rós uppi- borið fyri at seta fingurin á tey mest avgerandi mál- ini í tíðini. Meinhard Jacobsen segði nakað soleiðis í útvarps- sendingini: • Lønarkostnaðurin á før- oyskum flakavirkjum er 1,7 til 2 ferðir so stórur sum í Íslandi og Skott- landi. • Hetta er til bága fyri kappingarførið • Útflutningsvinnan má hava kappingarførar treytir Av tí at eg meini at Mein- hard hevur fatur á rætta endanum havi eg hug at skoyta nøkur orð uppí. Kjarnin í málinum er spurningurin um, hvussu í verðini tað ber til, at prís- urin á arbeiðstímum er soleiðis vorðin, at vit ikki fáa fólk at arbeiða á fiska- virkjunum? Er hetta eitt marknaðarbrek? Ella eru vit ikki so smart, sum tey eru í londunum kring okk- um? Ella er tað kanska so, at hetta er rætti prísurin, sum svarar til ta eftirspurn og tað framboð, sum eru frammi á marknaðinum? At marknaðurin virkar, sum hann skal? 30 miljónir arbeiðstímar Í Føroyum verða umleið 30 miljónir arbeiðstímar bodn- ir til fals um árið. Kanska eru teir fleiri ella kanska eru teir færri - akkurát rætta talið hevur ikki so stóran týdning í hesum sambandi. (Vit fara í hesum sambandi eisini at lata sum um, at tímatalið ikki vexur. Hetta er realistiskt at hugsa sær, av tí at frá 1.januar til 31.desembur í einum ári vexur talið av arbeiðs-tím- um ikki dramatiskt). Hvussu ber tað til, at hetta avmarkaða tímatal verður skift akkurát so sum tað verður millum vinnur- nar? Tað er ikki heilt til- vildarligt, soleiðis at skilja at eg vakni á morgni 1. januar eitt árið og sigi: "Í ár farið eg at arbeiða sum skúlalærari". Ella tann- lækni. Ella fiskimaður. Ella á skipasmiðjuni. Í tann mun, sum vit ikki eru bundin av einari longri varandi útbúgving, bústað ella øðrum serligum eyð- kennum, er tað lønarkapp- ingin og kappingin við lokkandi arbeiðsum- støðum, sum er avgerandi fyri, hvørjum eg selji mínar arbeiðstímar. Lat okkum eisini gera myndina einfalda á tann hátt, at tað bara er lønin, sum er avgerandi fyri, hvar arbeiðstímarnir enda. Á tann hátt hava vit 30 mil- jónir arbeiðstímar, sum fara til ta framleiðslu, sum bjóð- ar besta gjaldið fyri tíman. Altso ein heilt vanligur marknaður, sum endar í einum úrslitið, har prísur og nøgd geva eitt passandi úrslit. Nú eru tvey evni at taka upp. Annað er, hví lønin verður boðin so høgt upp í Føroyum, at flakavirkini ikki orka at fylgja við. Hitt er, hví munur er á flaka- lønunum í Føroyum og Ís- landi. Lat okkum byrja við løn- ini her heima og spyrja sum Meinhard - hví fær flaka- vinnan ikki fólk fyri ein minni penga? Tað má vera tí at onkur annar hevur boðið meira fyri tann partin av tímunum, sum flaka- vinnan fegin vildi havt. Tí mátti Fiskavirking bjóða upp um. Og teir hava boðið upp á so nógvar arbeiðstímar, sum teir orkaðu. Restina av fiskinum - sum teir ikki fingu fólk til at skera - seldu teir ísaðan til keyp- arar í øðrum londum, har flakavinnan fær arbeiðs- tímarnar og aðrar fram- leiðslukostnaðir bíligari. Bernaise sós ella heimahjálp? Fólkini, sum eiga hesar 30 miljónirnar av arbeiðstím- um eru í einari løgnari støðu. Vit eiga tímarnar við ársbyrjan og skulu bjóða teir fram á marknaðinum til sølu fyri hægsta boð. Men um somu tíð eru vit eisini keyparar. Vit keypa nemliga tær vørur og tænastur, sum tímarnir verða brúktir til. Tað eru vit, sum á vøru- og tænastu marknaðinum bjóða upp á vørur og tænastur sum frikadellur, húsasmíð, teld- ur, øl, barnagarðspláss, undirsjóartunnil, bilaum- væling, frakkar og alt hetta, sum tímarnir verða brúktir til at framleiða - antin beinleiðis ella umvegis. Men sum vørukeyparar og tímaseljarar eru vit ikki før fyri at rokna roknistykki út 1. januar. Vit rokna hvørt stykki fyri seg. Eg selji arbeiðstíman, har eg fái mest fyri hann, og eg keypi síðani vørur og tænastur, har eg fái tær bíligast og allíkavæl fái sum frægast burturúr. Men eg havi ikki hóming av, hvørja ávirkan tað hevur á mítt vørukeyp, at eg selji arbeiðstíman dýrt. Eg havi heldur ikki ánilsi av, hvørja ávirkan mítt vørukeyp hevur á tímalønina. Úrslitið av hesum - at síggja til - óútrokniliga og kaotiska marknaðinum, er ein galdandi tímaløn, gald- andi prísir og ein rúgva av seldum vørum og tænast- um. Lat okkum taka eitt ein- stakt og heldur avbjóðandi dømi við trimum vørum og tænastum.. Tá eg sum einstakur keypari bæði vil hava fleiri matvørur og fleiri heima- hjálparatímar til mammu mína og betri bussamband við Eysturoynna, so hevur hetta bara eina pinkulítla ávirkan á marknaðin og tessvegna á lønina í ymsum størvum. Men eru tað nógv fleiri enn hesin eini keyp- arin, sum vil hava meira av hesum trimum, so merkist tað soleiðis á kappingini um arbeiðstímar, at lønir- nar verða bodnar upp móti hvørjum øðrum. Hvussu sambandið er millum heimahjálparatæn- astur og busskoyringina og so hesar 30 miljónir tím- arnar, er rættuliga einfalt at rokna út. Alt eftir hvussu stór eftirspurn er eftir antin heimahjálparum ella buss- førarum, fara fólk at koyra buss ella ansa eftir gomlum mammum. Hesi eru bæði tænastur, sum verða fram- leiddar á klettunum og brúktar á sama stað. Men hvat so við matvør- unum? Tær verða í allar- mestan mun framleiddar í øðrum londum, so matvør- ur brúka vit ikki arbeiðs- tímar upp á at framleiða, well? Nei, men vit bera okkum nógv snildari at. Vit fram- leiða fisk - sum tað fyri okkum liggur betri fyri at gera enn at framleiða Ber- naise sós, fruktblikk, Cad- bury sjokolátu og aðrar matvørur. Fiskin selja vit og fáa tessvegna keypsrætt- indi uttanlands til alskyns matvørur og aðrar vørur, sum heimurin hevur at bjóða. Tað vil siga, at teir tím- arnir sum verða brúktir upp á útflutningsframleiðslu í veruleikanum umboða tann áhuga, vit hava í at keypa útlendskar vørur og tæn- astur. Vilja vit hava Bernaise sós, fruktblikk, Cadbury sjokolátu og aðrar út- lendskar vørur, so fæst hetta bara í tann mun, vit brúka burtur av teimum 30 miljónunum av arbeiðstím- um upp á útflutningsfram- leiðslu, soleiðis at vit fáa skift um við umheimin fisk fyri sós, frukt, sjokolátu, bilar og so framvegis. Tá flakavirkini bjóða upp á arbeiðstímar, fáa tey bara boðið so høgt, sum vit keyparar meta Bernaise sós í mun til busskoyring og heimahjálparatænastur. Ella sagt á ein eitt sindur akademiskan máta: tað er tann relativi prísurin, mett- ur í arbeiðstímum, millum heimamarknaðartænastur og altjóða marknaðarvørur, sum er avgerandi fyri, hvat verður framleitt í landinum. Tá Meinhard heldur at hann ikki fær nóg mikið av teimum 30 miljónum ar- beiðstímunum, so er tað tí at vit keyparar heldur vilja hava eitt sindur av buss- koyring og heimahjálp aft- rat heldur enn ein posa av Bernaise sós aftrat. Sannleikin er jú tann, at alt her í verðini vit ynskja okkum skal framleiðast av okkum sjálvum burtur av hesum 30 miljónunum av arbeiðstímum. Antin bein- leiðis sum heimahjálpar- arbeiði ella busskoyring. Ella umvegis sum flaka- virkisarbeiði fyri at fáa Bernaise sós til keyps. Kappingarførið - hvat er tað? At enda bað Meinhard um at fiskavirkini skulu sleppa at virka undir jøvnum kappingartreytum við virk- ini í øðrum londum. Hetta ljóðar ikki meira enn rímuligt. Men støðan er nú einaferð tann, at í øllum londum fellir hendan árliga kappingin um eitt avmark- að tímatal upp á pláss upp á so ymiskar mátar. Og kapp- ingartreytirnar á heims- marknaðinum verða av- gjørdar av úrslitinum. Tey kor, sum føroysk flakavirki hava at kappast undir eru tí ikki tey somu, sum flakavirkini hava í Íslandi, Skottlandi, í Balta- londunum ella í Kina. Kappingarførið er nett- upp ikki annað enn hetta, sum vit longu hava við- gjørt: tann prísurin, sum útflutningsvinnan má gjalda fyri arbeiðstíman í mun til tímalønina í heimamarknaðarvinnum. Og teir prísirnir verða avgjørdir av okkara egnu eftirspurn eftir heima- marknaðartænastum og útlendskum vørum. Mínari og tínari eftirspurn. Tað hevði tí verið ein løgin tilvild, um føroysk flakavirki fingu akkurát somu treytir at arbeiða undir sum flakavirkini í Íslandi. Ríkisveiting og flak eru tað sama Nú kundi søgan verið liðug - um alt var, sum tað átti at vera. Men alt er ikki sum tað eigur at vera í Føroyum. Og tí er neyðugt at siga nakað um hin seinna spurn- ingin - um hví flakavirkis- tímarnir eru dýrari her heima enn í Íslandi og Skottlandi. Vit hava nakað, sum onn- ur lond ikki hava. Einar 630 miljónir krónur í ríkisveit- ing. Hvat hendir, tá Lands- stýrið fær 630 miljónir. Smekkar tær á borðið og sigur seg vilja brúka teir? Lat okkum hugsa okkum, at øll av nýggjum bjóða sum frægast upp á teir 30 miljónir arbeiðstímarnar. Anfinn Kallsberg dregur nú 630 miljónir krónur upp úr lummanum og bjóðar upp á tímar til heimahjálp, buss- koyring, undirsjóartunnil, fyrisiting, skúlaundirvís- ing, ginusøgur, MRCC støð og so framvegis. Tað er tá greitt, at 630 miljónir úr Danmark hava ta ávirkan, at tímarnir verða dýrari enn annars, og at teir verða býttir annaðleiðis enn frammanundan. Men tað eru framvegis bara 30 mil- jónir tímar til. Tað einasta 630 miljónir danskar krón- ur kunnu fremja er at bjóða tímaprísin upp og skifta tímarnar frá Meinhardi til Anfinn. Fekk Anfinn eina miljard aftrat, so broyttist relativi prísurin bara upp aftur meira og Anfinn fekk uppaftur fleiri av teim 30 miljónum tímunum at ráða yvir til tær tænasturnar, sum vit vilja hava frá hon- um. Tað er tí heilt greitt, at støðan hjá Meinhardi versnar munandi. Tí hvat hevur Meinhard at bjóða við aftur ímóti Anfinni? Onki annað enn okkara egna keypshug eftir Ber- naise sós og Mitsubishi bilum. Men henda keyps- hug hjálpur ríkisveitingin okkum at nøkta. Ríkisveit- ingin, sum ikki er annað enn keypsrættindi uttan- lands, ger, at okkum nýtist at framleiða fyri 630 mil- jónir minni í fiski, fyri at fáa handilin við umheimin at ganga upp. Vit kunnu spara hesar kreftirnar upp á flakaframleiðslu og heldur geva Anfinni tímarnar, so at vit fáa meira av heima- hjálp, fróðskaparsetri, fyri- siting og busskoyring. Alt veldst um umstøðurnar Upp á ein heldur einfaldan máta er hetta endin á søg- uni. Prísirnir á marknaðinum - tað verið seg tímalønin í ymsum vinnum, renta ella vøruprísir og tænastuprísir - verða alt eftir sum fram- boð og eftirspurn eru til. Tá talan er um tær 30 mil- jónirnar av arbeiðstímum, er tað framboðið av teimum og eftirspurnin eftir teim- um, sum er avgerandi. Hetta og so framleiðslu- tøknin í breiðastu merking, er tað, sum í botn og grund avgerð hvussu árið hylnast. Vit standa nú aftur við eina ársbyrjan. Verða tím- arnir ov dýrir hjá flakavinn- uni og alivinnuni at keypa, so er tað ikki tí nakað av- gerandi brek er í markn- aðarskipanini. So er tað tí, at tað eftir umstøðunum eigur at vera so. Umstøðurnar kunnu vit ikki broyta munandi í hes- um eina árinum. Hvussu tað fer at eydnast okkum at broyta umstøðurnar, fáa vit at síggja komandi árini. Útflutningsvinnan í nýggja árinum er, at tá hann sigur hvussu nógv vit gjalda til Dan- markar, telur hann bæði rentur og avdrøg við, men tá hann roknar avlop lands- kassans, roknar hann av- lopið áðrenn avdrøg. Og síðani samanber hann tølini og kemur til ta niðurstøðu, at munurin er sera lítil. Um vit skulu telja avdrøg við ella ikki, kunnu vit altíð kjakast um. Men tað ber ikki til at telja avdrøgini við sum útreiðslu, og síðani síggja burtur frá teimum, tá landskassaúrslitið verður talt saman. Til seinast er vert at nevna at 616 minus 323 er ikki "tveyhundrað og nøkur og hálvfjers", men 293, - so eisini har vann hann nakrar sannførandi milliónir. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10