Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 2 - 4. januar 2003 Nr. 2 - 4. januar 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Ov fáir menn eru lærarar Norski kenslumálaráðharrin, Kristin Clement, hevur sett sær fyri at fáa fleiri norskar menn at fáa sær læraraútbúgving. Hon vísir á, at í løtuni eru tað næstan bara kvinn- ur, arbeiða í barnagørðum og í barnaskúlanum. Í barnagørðunum eru millum 80 og 90 prosent av starvsfólkunum kvinnur, og í barnaskúlanum er parturin millum 70 og 80 prosent. Ráðharrin sigur, at tað er ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, at teir flestu lærararnir í barna- skúlanum eru kvinnur. Trupulleikin er, at tær hava ov fáar menn sum starvsfelagar, sigur hon. Hon heldur tí, at hevur ein skúli ein mann og eina kvinnu at velja ímillum, tá eitt starv skal setast, eigur skúlin at seta mannin í starv, um hann annars hevur sama førleika sum hin umsøkjarin. Kvinnur illa viðfarnar Ein læknafrágreiðing, sum varð almannakunngjørd nú um dagarnar, sigur, at minst helmingurin av kvinnunum í Turkalandi verða illa viðfarnar í heim- inum. Í frágreiðingini, sum læknafelagið í høvuðs- staðnum Ankara hevur skrivað, stendur, at minst 58 prosent av kvinnunum verða bukaðar við hús. Men læknafelagið leggur afturat, at talið kann vera uppaftur størri, tí tað er ikki siður í Turkalandi, at kvinnur gera vart við seg, eru tær fyri harðskapi í heiminum. Læknafelagið í Ankara sigur, at harðskapurin umfatar bæði sálarligan ágang, buking og neyðtøku, og felagið heitir á myndugleikarnar og onnur um at geva landsins kvinnum størri rættindi. Sharon í trupulleikum Í Ísrael vísa meiningakanningar, at Likudflokkurin hjá Ariel Sharon fær ikki so stóra undirtøku, sum hann hevur havt, og tí bendir alt á, at úrslitið av valinum tann 28. januar verður ikki so greitt sum higartil hildið. Tað er serliga ein korrupsjónsgøla, sum hevur kostað Likud dýrt, men stjórnin hevur eisini fingið trupulleikar, eftir at valnevndin noktaði tveimum arabisk-ísraelskum politikarum at stilla upp til valið. Avgerðin hevur vakt ans í USA, og talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum hevur sagt tað vera umráðandi, at allir partar sleppa at stilla upp til valið. Valnevndin vil vera við, at teir báðir politikararnir hava stuðlað víðgongdum palestinskum bólkum, og at teir tí ikki kunnu stilla upp. 260 deyð í kulda Tað hevur verið ógvuliga kalt har norðuri í India og Bangladesh seinastu fjúrtan dagarnar. Myndug- leikarnir í Bangladesh siga, at har eru umleið 200 fólk deyð í tí nógva kuldanum, og í India verður sagt, at har hevur kuldin kravt umleið 60 mannalív. Samanborið við viðurskiftini á okkara leiðum ber kortini ikki til at tosa um ógvusligan kulda. Har norðuri í India hava tey mált niður í 10 kuldastig, men trupulleikin er, at fólk har eru ikki von við so kalt veður. Tí hava fólk heldur ikki klæðir til kuldaveður, og hitaviðurskiftini í húsunum er heldur ikki ætlað til áhaldandi frostveður. Indisku veðurfólkini siga, at lítil og eingin broyting verður í veðrinum har norðuri í landinum ta fyrstu vikuna. Irakski varaforsætis- ráðharrin og fyrrver- andi oljumálaráð- harrin er ikki í iva um veruligu ætlanina hjá amerikansku stjórn- ini. USA vil hava fat- ur á iraksku oljuni, sigur hann IRAK-KREPPAN Árni Joensen Tariq Aziz, varaforsætis- ráðharri og einaferð olju- málaráðharri í Irak, segði í gjár, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevur eitt- ans endamál við ætlanini um at leypa á Irak, og tað er at fáa ræðið á landsins olju- keldum. Aziz vísti á, at ameri- kanarar halda fram við at fyrireika seg til at leypa á, sjálvt um irakar til fulnar halda tað, sum ST-trygd- arráðið hevur álagt teimum. Sambært Tariq Aziz ætla amerikanarar at leypa á, sama hvat úrslit vápna- eftirlitsmenninir hjá ST koma til. - Amerikanska stjórnin hevur ikki sagt, at hon ætlar sær at bíða eftir frágreið- ingini hjá eftirlitsmonn- unum. Hvat merkir tað so, at teir halda fram at fyri- reika seg til at leypa á? Tað merkir ikki, at teir óttast Irak ella tað, sum teir kalla eina hóttan frá landi okk- ara. Tað merkir, at teir hava eitt heilt annað endamál, og tað er at herseta Irak og at fáa ræðið á landsins olju- keldum. Eydnast hetta, fáa amerikanarar ræðið á allari oljuni í økinum, og so kann USA leggja trýst á øll lond, sum hava tørv á olju, segði Tariq Aziz. Nú hava tríggir demokratiskir politikarar boðað frá, at teir eru til reiðar at bjóða George W. Bush, forseta av á næsta amerikanska tjóðartingsvalinum USA Árni Joensen: Fyrst var tað ein, síðani tveir og nú trígir. Sum tann triði og fyribils seinasti í røðini hevur senatorurin John Edwards nú boðað frá, at hann fer at royna at gerast valevni hjá demo- kratunum á forsetavalinum í USA í 2004. Tann 49 ára gamli sak- førarin stillaði fyrstu ferð upp til senatið í 1998 og varð valdur, og eygleiðarar halda, at hann er eitt kær- komið høvi hjá teimum nógvu demokratisku veljar- unum, sum hava sóknast eftir einum nýggjum and- liti. Hinvegin viðganga summir eygleiðarar, at sakføraraútbúgvingin hjá John Edwards kann vera ein trupulleiki, tí nógvir amerikanarar hava lítið á lit á sakførarum. Frammanundan hava John Kerry, senatorur í Massachusetts og Howard Dean, guvernørur í Ver- mount boðað frá, at teir eru til reiðar at dystast um at gerast forsetaevni hjá demokratunum. Hildið verður, at fleiri fara at kunngera tað sama tær næstu vikurnar. Donsku kommunur- nar ávara nú um, at ov stór ferð er á gerandisdegnum hjá dønum. Tað gevur alt fleiri og fleiri sjúkra- dagar DANMARK Árni Joensen Danir hava fulla ferð á gerandisdegnum, sama um talan er um arbeiðið ella frítíðina, og sambært kommunufelagnum er úrslitið, at alt fleiri og fleiri líða av strongd og tískil noyðast at sita heima javnan. - Tann stóra ferðin ger fólk sjúk. Vit arbeiða nógv og skjótt, og tá hetta eisini er galdandi í frítíðini, er úrslitið fleiri sjúkradagar, sum standast av strongd ella sjúkum, sum standast av sálarligum trupulleikum, sigur formaðurin almanna- nevndini hjá danska komm- unufelagnum, Vagn Ry Nielsen. Hetta hevur fingið fleiri av teimum donsku komm- ununum at økja játtanina til sjúkradagpengar heili 10 prosent á fíggjarætlanini fyri 2003. Leiðandi yvirlæknin á strongdardeildini á sjúkra- húsinum í Hillerød, Bo Netterstrøm, sigur, at hann er ikki í iva um, at danir fara at hava fleiri sjúkra- dagar í framtíðini orsakað av strongd í gerandis- degnum. Onnur vísa samstundis á, at flestu danir trívast væl í arbeiðinum og taka gleði- liga fleiri og fleiri uppgávur á seg uttan at geva sær far um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa. Nógvir danir líða av strongd Vilja hava fatur á oljun Aftur ein til reiðar at bjóða Bush av John Edwards er til reiðar at stilla upp til næsta amerikanska forsetavalið, men fleiri eru, sum vilja taka dystin upp við sitandi forsetan Mynd: Reuters Fiskivinnuroyndir 2003 – Lýsing eftir umsóknum Hvat er fiskivinnuroyndir? Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum,sum stuðlar undir gransking og menning innan fiskivinnuna: Fiskimálaráðið hevur gjørt av, at verkætlanir innan fylgjandi økir hava fyrimun: • Fiskiskapur við ábyrgd . • Gagnnýtsla av øllum: Sjómatartrygd og nøgdsemi brúkarans • Virðisøking av upsatilfeinginum • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni • Heilsa,Trygd og Umhvørvi Hvør kann søkja? Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Umsóknir skulu verða Samskiparanum í Fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. januar 2003. (umsóknarfreistin longd eina viku).Sí adressu niðanfyri. Meira fæst at vita: Programm,umsóknarbløð,vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst frá Vinnu- húsinum.Tilfarið liggur eisini á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo ella Fiskimálaráðnum www.fisk.fo Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Ásmund Guðjónsson, samskipara við møguligum spurningum og øðrum. Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2003. Ásmundur Guðjónsson, samskipari tel: 311864 Vinnuhúsið fartel. 228001 Boks 1038 faks: 317278 RC Effersøesgøta 30 t-postur: asmundur@industry.fo 110 Tórshavn Fiskimálaráðið Skipaeftirlitið Leið 700 Túrurin kl. 12.15 Vág-Tvøroyri og kl. 13.10 Tvøroyri-Vág verður ikki koyrdur longur. Leið 702 Túrarnir kl. 05.10 og 06.10 úr Sandvík og kl. 05.20 og kl. 06.20 úr Hvalba verða 10 minuttir fyrr. Leið 703 Frá mánadegnum 6.januar verður ikki koyrt runt Froðba í samband við fráferðina hjá Smyrli á morgni. Upplýsingar um ferðaætlanina fáast á rutuupplýsingini tlf. 34 30 30. Víst verður eisini til heimasíðu okkara á www.ssl.fo Broytingar Leið 700, 702 og 703 Galdandi frá mánadegnum 6. januar Leitar tú eftir avbjóðingum ! Leiðari til Runavíkar Sjómansheim Av tí at leiðarin av egnum áðum fer úr starvi 1. mars 2003, søkja vit eftir einum nýggjum leiðara til Runavíkar Sjómansheim at byrja 1.mars. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: - Dagligu leiðsluna av Sjómansheiminum, herundir eisini tí fíggjarliga, við ábyrgd fyri stýrinum - Marknaðarføra Sjómansheimið innan- og uttanlands - Ábyrgd av at skipa verður fyri møtum og andaktum - Hava umsorgan fyri starvsfólki og gestum - Samstarva við stýrið fyri heimið, stovnar og fyritøkur Førleikakrøv: - Hava innlit í roknskap og fíggjarligt skil - Persónligur kristin og taka undir við grundarlagnum og endamálinum hjá Sjómansheiminum og Sjómansmissiónini - Álítandi, fyrikomandi, sjálvstøðugur, hava leiðara- og samstarvsevni - Kunna klára seg á enskum og øðrum norðurlenskum máli (ikki krav) Vit bjóða: - Eitt spennandi leiðarastarv við avbjóðingum í einum býi har menningin er stór - Eitt arbeiðspláss í kristnum umhvørvi - Løn og setanarviðurskifti eftir avtalu Umsókn: Umsókn, saman við avriti av møguligum prógvum og viðmælum, skulu vera stýrinum í hendi í seinasta lagi 14. januar 2003. Umsóknir skulu sendast til: Runavíkar Sjómansheim Heiðavegur 6, 600 Runavík (og viðmerkja umsókn) Fleiri upplýsingar fáast á tlf. 44 90 95 (um kvøldi) ella á 25 83 15 Runavíkar Sjómansheim er sjálveigandi stovnur knýttur at Hini føroysku Sjómansmissiónini. Heimið hevur 15 dupultkømur og 4 einkult kømur, matsalur, fundarhøli o.a. og liggur væl fyri í býnum. Sjómansheimið hevur vitjan av nógvum útlendingum og verður væl vitja av føroyingum. Hvørja viku eru andaktir á sjómansheiminum.Dentur verður lagdur á eitt kristiligt heim við góðari tænastu í rúsfríum umhvørvi. Runavíkar Sjómansheim Heiðavegur 6, Postsmoga 94 - FO 620 Runavík Tel: +298 44 74 20. Fax: +298 44 88 30 t-postur: hotell@post.olivant.fo Starvsfólk til nýggja pedagogiska verkætlan Trivnaðarmálaráðið er, í samstarvi við viðgerðar- stovnin Rókina, farin undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at geva 14-18 ára gomlum við skúla- og sosialum trupulleikum eitt pedagogiskt viðgerðar- tilboð. Í hesum sambandi verður søkt eftir 2 starvsfólk- um at arbeiða í miðal 40 tímar um vikuna. Størv- ini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri av- talu.Tá talan í fyrsta umfari er um eina verkætlan, verða størvini sett fyribils í eitt ár. Talan er um ein døgnstovn og eru arbeiðstíðirnar tí skiftandi - tvs. bæði dag, kvøld, nátt og viku- skifti. Vit vænta at viðkomandi,ið sett verða,eru før fyri at arbeiða í sera tøttum samstarvi við bæði tey ungu og starvsfelagar og eru opin fyri nýggjum pedagogiskum avbjóðingum. Tey,ið sett verða,skulu hava viðkomandi útbúgv- ing/royndir og verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 13. januar 2003. Meira fæst at vita við at venda sær til Súsan Johansen, fyristøðufólk á Rókini, á tlf. 318914. RÓKIN Garðsgøta 31 - 160 Argir Lýsið við brúktum bilum Lesið internet Sosialin ! C M Y K 13 12