Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 4. januar 2003 15 14 Nr. 2 - 4. januar 2003 MENNISKJALAGNA Ingrid Bjarnastein Fleiri av okkum hava helst ofta hugsað um, hvussu tað man vera at gerast blindur ella deyvur. Men at missa ein lim á kroppinum, sum tú ert vanur við at hava, man vera eitt av tí ringasta, ið henda kann. 7. november 2002 gjørd- ist ein lagnudagur fyri Dánjal Magnussen í Streymnesi. Eftir eitt óhapp við eini byrsu, noyddist Dánjal at amputera vinstra legg. – Vit høvdu verið og skotið harur uppi í Rossa- botnshaga, uppiyvir Hval- vík. Á veg oman gingu vit longur oman enn ætlað, tí vit væntaðu, at ein hara fór at sita longur niðri. Og tað gjørdi hon eisini. Hon plagdi at sita har, greiðir hesin fryntligi ungi maður- in frá. – Eg skeyt eini tvey-trý skot eftir henni, men so fór hon afturum okkurt. Eg skeyt so aftur, og tá fekk eg hana. Eg tímdi ikki at binda haruna aftur um ryggin sum vit plaga, tí vit vóru so nær við garðarnar, so eg helt henni bara í aðrari hondini og byrsuni í hinari. Komnir oman til bilin, har svágurin, Birgir Dam Jacobsen, bíðaði feðgunum báðum, standa teir og práta eina løtu, og Dánjal leggur alla útgerðina í bilin. – Eg gloymdi at tjekka byrsuna aftur. Vit plaga at avløða áðrenn vit koma oman, men tað varð so ikki gjørt hesuferð. Vit eru altíð ógvuliga varnir við vápn- unum, sigur Dánjal róliga. Ein skuldi ikki trúð øllum tí, sum hann hevur verið ígjøgnum. Óhappið Komnir aftur til Streymnes ber svágurin byrsuna inn í kjallaran. Júst sum hann leggur byrsuna niður er Dánjal á veg út. Og byrsan gongur av. Stutt er yvir til Dánjal – bert einir tríggir metrar, og skotið gongur beint ígjøgnum tjúkkan. – Skotið raktið bæði beinini. Og tá fjarstøðan er so stutt, virkaði skotið sum ein missilur ígjøgnum beinið, sigur Dánjal, meðan svágurin leggur afturat, at tað var eitt hol ígjøgnum leggin. – Eg merkti onki. Skotið strejfaði høgra bein og fór ígjøgnum vinstra tjúkka. Eg fekk ikki ilt, tí eg gekk út úr kjallaranum og yvir til bilin. Men eg bløddi ógvuliga illa. Birgir sigur, at teir vistu beinanvegin, at tað var heilt galið. Teir ringdu eftir sjúkrabilinum, og søgdu, at teir vóru á veg suður og koyrdu ímóti. Pápi Dánjal leggur afturat, at samband var við sjúkrabilin allan vegin suður til tunnils- munnan í Kollafirði, har bilarnir báðir hittust. – Pápi royndi at steðga bløðingini í bilinum, men tað bar als ikki til. Eg var uttan vit áðrenn vit komu úr bygdini. Í sjúkrabilinum fingu teir heldur ikki rætti- liga steðga bløðingini, og teir søgdu, at tá eg kom á sjúkrahúsið hevði eg mist 3,5 litrar av blóði. – Og um vit komu tveir minuttir seinni, hevði tað verið ov seint, leggur Birgir afturat. Á Landssjúkrahúsinum fingu læknarnir tett æðrina, men teir fingu ikki gjørt nógv annað. Tí varð Dánjal sendur niður við leiguflog- fari klokkan tvey um nátt- ina. – Tey vóru ógvuliga fitt og fyrikomandi á Lands- sjúkrahúsinum. Tey søgdu alla tíðina, hvat tað var, sum gekk fyri seg, og at tað ringasta, sum kundi henda var, at hann misti beinið, sigur pápin, Steingrímur. Dánjal sigur, at hann minnist tá hann vaknaði á Landssjúkrahúsinum, at tey søgdu við hann, at hann varð sendur niður. Pápin og Birgir fór beinleiðis niður við. Ríkissjúkrahúsið Flogskipari og øll manning kom við úr Havn at flúgva Dánjal niður. – Eg minnist, at eg var ógvuliga svangur og tystur. Men eg fekk onki at drekka. Bara ein ísterning at væta varrarnar við. Tá eg kom niður skuldi eg undir skurð beinanvegin, og tað gekk fínt. Tá eg vaknaði aftur, merkti eg fótin, og tí hildu vit, at eg fór ikki at missa beinið, sigur ungi streymnesmaðurin, meðan vit sita og práta í hugnaligu stovuni. Læknarnir høvdu latið sárið aftur, men tá ein plastikk-kirurgur sá beinið gjørdist hann eitt sindur skeptiskur. Dánjal fór ígjøgnum tríggjar skurðviðgerðir. – Tað vísti seg, at allir vøddarnir vóru deyðir longur og longur inn teir komu. Eg føldi fótin, men eg fekk ikki flutt hann. Læknarnir royndu ígjøgn- um tær tríggjar skurðvið- gerðirnar at vita um teir funnu nakrar livandi vøddar, men tað gjørdu teir so ikki. Dánjal kundi latið vera við at amputera beinið, men tað hevði ført við sær, at tað hevði bara verið bein við húð uttaná. Og tá er eisini lætt at fáa kolbrand í sárið. Sjálvur sigur hann, at tað var sum eitt sjokk, og tað gingu nakrir dagar áðrenn tað gekk upp fyri honum, at beinið var vekk – Eg lá so leingi, at eg var berur í nakkanum, júst sum smábørn. Men eg hevði nógvar vitjanir. Ongin á Ríkissjúkrahúsinum hevði so nógvar vitjanir sum eg, greiðir Dánjal frá, meðan Birgir leggur afturat, at tað er jú í neyðini, at tú hevur brúk fyri vinum. – Vit hava skotið saman í fleiri ár, og vit hava altíð verið varnir. Vit vóru bara óhepnir handan dagin, og tað kundi verið nógv verri, sigur Birgir, sum saman við Steingrími eisini er farin ígjøgnum nógvar ræðuligar tímar. Tankarnir Birgir og Steingrím siga, at tað kann ikki greiðast frá, hvussu ræðulig hendingin kendist. – Tað var sum alt frysti, sigur Birgir. – Eitt traumat- iskt upplivilsi, sum ikki kann forklárast. Pápin sigur, at tað hevði ótrúliga nógv at siga, at teir sluppu at fylgja við í gongdini. – Vit hoyrdu alla tíðina, hvat gekk fyri seg, og læknarnir søgdu alla tíðina við okkum, hvat tað ring- asta var, sum kundi henda. Eisini tankarnir um, hvat kundi hent, hevði skotið ikki farið av tá tað gjørdi, vóru ræðuligur, heldur Birgir. – Tað ganga so nógv børn og mala her, og um tey høvdu komið niður og tað hevði rakt onkran av teimum. Ræðuligt. Á tann hátt var tað heppið. Skotið kundi eisini farð hægri, og ja... Møguleikarnir eru nógvir og tankarnir hava ongan enda. – Tað var eisini ein hørð koyring tað kvøldið. Tá vit komu til Kollafirðar vildu tey ikki lova okkum fram- við, so vit noyddust upp á gongubreytina at koyra, greiðir pápin frá. Birgir leggur afturat, at tá slíkt hendir, veit ein ikki, hvat er rætt og skeivt. Og um øðrvísi var handlað, so kundi endin verið nógv verri enn hann varð. – Tað fyrsta Dánjal segði við meg tá hann raknaði við á Landssjúkrahúsinum var: »Eg gloymdi at taka tað úr!«, sigur Steingrím. Vikuskiftið Óhappið hendi ein fríggja- dag, og eftir at hava verið og skotið harur ein heilan dag, vóru teir allir tríggir útlúgvaðir og gorðhungr- aðir tá teir komu til húsa. Men ongin teirra fekk sovið ella mat fyrr enn mána- dagin aftaná óhappið. – Vit fingu ongan stuðul niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Ongin, sum var har, hevði fyrilit til okkum. Vit svóvu á eini skaðastovu, sum stóð tóm, sum vit funnu har niðri. Vit búðleikaðust har í tveir dagar, og er tað júst har, eg haldi, at har vantar eitt lið, sigur Birgir. Ongin matur varð givin Birgir og Steingrími á Rík- issjúkrahúsinum, so mána- dagin leigaðu teir ein bil og fóru til Hotel Tórshavn. Men har sluppu teir heldur ikki inn, tí tað var fult. – Tað endaði við, at vit fingu eitt kamar og við eini song og eini »weekend- song«. Men illa bar til at sova. Allir tríggir eru sannførd- ir um, at humørið hevur ómetaliga nógv at siga í einum slíkum føri. – Tá eg var har niðri sá eg nógva armóð, og fleiri høvdu tað nógv verri enn eg. Eg møtti millum annað eini konu, sum hevði mist eitt bein í einum eldsbruna. Hon spurdi meg um vit ikki skuldu fara at keypa skógv- ar saman, tí hon hevði mist høgra og eg vinstra, sigur Dánjal við einum smíli. Framtíðin Fimm vikur vardi sjúkra- legan niðri á Ríkissjúkra- húsinum. Dánjal var veikur tá hann kom upp í koyri- stólin at sita. 15 kilo vóru farin av, og allir vøddarnir í hinum beininum vóru burtur. – Eg orkaði onki, tí eg bara hevði ligið. Men nú gongur alt fínt. Tað tekur eitt sindur av tí at venja teg við, men tað eg venji sjálv- ur. Eg fái boygt knæði og tað er ógvuliga týdningar- mikið at flyta tað. Protes- urnar í dag eru eisini so góðar, at eg fái eina, har bæði fótliður og hælur kunnu flytast. Bandagistur- in segði við meg, at fyrst fái eg eitt bein at venja meg við, og seinni fái eg so eitt, sum er meira »sporty«. Dánjal arbeiðir annars í bankanum í Norðskála. Mánadagin ætlar hann sær aftur til arbeiðis, hóast hann er sjúkrameldaður til hálvan mars. – Hetta er bara fyri at koma útaftur og koma inn í eina dagliga rútmu. Eg havi bil sjálvur, so eg sleppi frá at vera avhengigur av øðrum fólki. Javnvágin er eisini nógv betri nú enn hon var í fyrstuni, sigur streym- nesmaðurin. – Onkuntíð gloymi eg allíkavæl, at beinið er vekk. Ein dagin tá eg kom heim, tímdi eg ikki at lata meg binda lissurnar upp, so eg skuldi sparka skógvarnar av. Men tað ber jú als ikki til. Eisini hevur Dánjal havt nógva fantompínu. Tað er pína í tí partinum, sum er burtur. – Stóratá skriðar og so prikar tað í legginum. Tað er ógvuliga hart. Feðgarnir og svágurin eru allir á einum máli um, at tað nyttar onki at vera beiskur. – Vit hava tosað aftur og fram um tingini, og tað er viljin sum drívur verkið, sigur Birgir. Spurdir um teir fara at skjóta harur aftur, hyggja teir allir upp á hvønn annan. – Man heldur í fyrstani, at hatta fari eg ongantíð at gera aftur. Men tað er als ikki ómøguligt, sigur Dánjal. Protesan fer eisini at gera tað møguligt hjá honum, at ganga í fjøllunum og eisini at ríða á hesti, sum hann fæst nógv við. – Eg haldi ikki, at tað er sjálv haruskjótingin sum var orsøkin til óhappið. Tað er ongin grund til at mála illamann á veggin, sigur Birgir, meðan Dánjal nikkar samtykkjandi. Pápin hevur tó heldur hug at siga, at hann ongantíð fer at skjóta aftur. – Ikki lurta eftir honum!, sigur Birgir og flennir. – Hatta hevur hann sagt nú í fleiri ár. Men tá haruhagar- nir skulu seljast, er Stein- grím fyrstur í telefonini og spyr um eg fari at keypa. – Men vit fingu ta bestu jólagávuna, sigur Stein- grím at enda. - – Vit fingu hann aftur. – Og eg vil fegin nýta høvið at takka øllum at Landssjúkrahúsinum fyri tað, tey gjørdu fyri meg, sigur Dánjal, beins sum vit fara útaftur í kavan í Streymnesi. Ikki mála illamann á veggin 31 ára gamli Dánjal Magnussen í Streymnesi misti 7. november í fjør beinið í einum óhappi við byrsu eftir haruskjóting. Um hálvan januar fer hann niður til Danmarkar at fáa eina protesu til beinið Mynd: Jens Kristian Vang 7. november gjørdist ein lagnudagur í lívinum hjá 31 ára gamla Dánjal Magnussen í Streymnesi. Henda dagin hevði hann verið og skotið harur saman við pápa sínum, Steingrími, og svágrinum, Birgir Dam Jacobsen. Heimafturkomnir hendir eitt óhapp og byrsan gongur av inni í kjallaranum og rakar Dánjal í beinið. Tað stendur um lív, og Dánjal noyðist sum ein fylgja av hesum at amputera partin undir vinstra knæið vekk eftir tríggjar skurðviðgerðir C M Y K 14