leygardagur 4. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 2 - 4. januar 2003
Nr. 2 - 4. januar 2003
17
Nósakapping á Tvøroyri
Í allan dag verður stór
fótbóltskapping fyri
børn í ítróttarhøllini í
Trongsivági. Liðini,
sum vinna, fáa steyp
frá Nósa
BARNAKAPPING
Áki Bertholdsen
Í allan verður ítróttarhøllin
í Trongisvági karmur um
eina stóra fóltbóltskapping
fyri børn.
Tilsamans hava 46 lið
meldað til kappingina og
tey koma úr øllum feløgun-
um í oynni, bæði úr
Sumba, Vági, Tvøroyri og
úr Hvalba.
Eitt lið norðaneftir hevði
boðað frá luttøku, men tey
settust aftur, tí veðurlík-
indini eru so vánalig.
Kappast verður í fleiri
aldursbólkum, heilt frá
teimum minstu, upp til
drongir.
Kappast verður í hesum
bólkum:
Minismápiltar,
smápiltar, piltar, smágent-
ur, smádrongir og drongir.
Sostatt verður ein ør-
grynna av dystum í høllini
leygardagin og tí verður
lagt til brots longu frá
morgunstundini. Kappingin
byrjar klokkan 9 í morgun
og heldur fram allan dagin
og væntandi er ikki, at hon
endar, fyrrenn klokkan 8 -
8.30 í kvøld.
Hvør dystur varar í fimm
minuttir og liðini, sum
vinna og verða nummar
tvey og trý, fáa heiðurs-
merki frá Nósa.
Samstundis fær tann, sum
avrikar okkurt serliga hegn-
isligt, tað kann vera eina
góða fintu, eitt gott mál,
ella okkurt annað snilt,
eisini okkurt frá Nósa.
Hetta er aðru ferð, at TB
skipar fyri innandura fót-
bóltskapping
fyri
tey
smæstu og líkt er til, at
hetta verður eitt afturvend-
andi tiltak um heysti.
Kappingin byrjar við
kappingini hjá smágentun-
um, sum byrja klokkan 9 og
tær eru lidnar kl. 9.50
Tá byrja minismápiltar-
nir, smápiltar byrja kl.
11.40, smádrongirnir kl.
14.30 og piltarnir kl. 16.30.
og smádrongirnir kl. 18.10.
Teir ymsu aldursbólkarnir
verða gjørdir lidnir so hvørt
og heiðurstekin verða hand-
að eftir hvørja kapping.
Og fyrireikararnir siga, at
tíðarætlanin fer at halda.
Clare úr sigling
næstu seks vikurnar
Norröna fer lutvíst at
røkja farmasiglingina
hjá Clare, meðan
skipið fer niður á
Frederikshavn Værft,
har eitt tannhjul, sum
er klovnað, skal
umvælast
FARMASIGLING
Eirikur Lindenskov
Clare var í dokk á Skála um
jólini, og har vóru teir var-
ugir við eitt tannhjul, ið er
klovnað, og sum skal um-
vælast á Frederikshavn
Værft. Tað er trupult at
sleppa at skaðanum, og
tryggingin
hjá
Clare
krevur, at Frederikshavn
Værft skal gera arbeiðið, tí
danska skipasmiðjan hevur
røttu
útgerðina
til
umvælingina.
Tí fer Norröna lutvíst at
røkja siglingina hjá Clare,
sum orsakað av skaðanum
verður úr sigling í einar
seks vikur afturat. Norröna
fer at sigla túrarnar hjá
Clare til Lerwick við bein-
leiðis sambandi til Aber-
deen. Siglt verður mána-
kvøld, og um tørvur er á at
fáa farm til Danmarkar á
hesum túrinum, heldur
Norröna leiðina fram til
Hanstholm og verður aftur í
Havn hósdag, so hon sam-
bært vanligu ferðaætlanina
kann fara úr Tórshavn til
Hanstholm hóskvøld.
Norröna er bundin av síni
vetrarferðaætlan, og hon
kann sostatt ikki yvirtaka
allar túrarnar hjá Clare. Tí
verður neyðugt at leggja
partar av rutuni hjá Clare
niður næstu seks vikurnar.
Talan er um fríggjadagstúr-
arnar til Danmarkar og um
allar túrar til Drelnes og
Klaksvíkar.
Smyril Line vildi fegið
funnið eitt annað skip til
siglingina hjá Clare, men
við stuttum skotbrái er tað
sera kostnaðarmikið at
leiga skip at røkja sigling-
ina hjá Clare í einans seks
vikur.
– Tá vit so hava í huga, at
lítið er til av laksi, og at
fiskiflotin liggur svína-
bundin orsakað av verkfall-
inum hjá Skipara- og Nav-
igatørfelagnum, er alt ov lít-
ið grundarlag hjá Smyril
Line at leiga eitt skip í seks
vikur, sigur Heðin Joensen,
sølu- og marknaðarleiðari á
farmadeildini hjá Smyril
Line.
Í morgin verður Dimmalætting 125 ár
Í morgin, tann 5.
januar, eru liðin 125
ár síðani, at Dimma-
lætting alment kom
út á fyrsta sinni
BLAÐSØGA
Eirikur Lindenskov
Dagurin í morgin, tann 5.
januar, er ein rundur dagur í
føroyskari blaðsøgu. Tá eru
liðin 125 ár síðani at Føroya
elsta
núlivandi
ávís,
Dimmalætting, alment kom
út á fyrsta sinni. Tó so kom
eitt
royndarprent
av
Dimmalætting út 8. des-
ember í 1877 – men
Dimmalætting nr. 1 árg. 1
kom út 5. januar 1878.
Menninir
aftan
fyri
Dimmalætting
tá
vóru
danskir embætismennin í
Havn og aðrir borgarar.
Millum føroyingarnar, ið
við vóru, kunnu nevnast
Jens Olsen, keypmaður í
Havn og Enok Bærentsen,
eisini keypmaður.
Tað sigst eisini, at V. U.
Hammershaimb var við, tá
stovandi aðalfundur var.
Tað var eisini hann, sum
kom við uppskotinum um
hjánavnið, Dimmalætting.
Annars var høvuðsnavnið
Amtstidende for Færøerne.
Í royndarprentinum frá 8.
desember í 1977 skrivar V.
U. Hammershaimb:
»Færøerne eru ofte kaldet
Taagernes Land, og i en vis
Forstand kann dette vel
siges; Landet, Befolkningen
og dens institutioner have
været forholdsvis ukjendte
saavel for vore danske
Landsmænd som for den
Fremmede;
nogen
klar
Forestilling om det Liv, der
rører sig her, har man ikke
havt, kun gjennem Afstand-
ens Taage har man skimtet
det. Maatte da nærværende
Blad bidrage til at løfte
dette Taageslør, maatte det
som Morgendæmringen be-
bude den gryende Dag og
derved med rette hævde sit
symbolske Navn, "Dimma-
lætting".«
Amtstidende for Færøerne
hevur helst tykst føroying-
um ov tungd sum navn, og
skjótt varð blaðið nevnt
Dimmalætting, ella Dimma.
Blaðið hevði frá byrjan eitt
fjølbroytt úrval av tilfari,
eitt nú tíðindi úr Føroyum
og uttan úr heimi, viðmerk-
ingar, lesarabrøv, mentanar-
tilfar, undirhald og lýsingar.
Frá byrjan var blaðið ein
konservativ avís, sum í
donskum politikki stuðlaði
stjórnini, og sum ikki por-
entaði tilfar, ið kundi elva
til rumbul og møguligar
broytignar í valdsskipanini
í Føroyum.
Tungt var tá at geva út
bløð, og eftir umbøn frá
blaðnum gjørdist blaðið frá
1. oktober 1879 alment
kunngerðarblað - og fekk
harvið allar almennar lýs-
ingar og kunngerðir.
Fyrsti
blaðstjórin
á
Dimmalætting var Lütje
Lützen úr Havn. Løn hans-
ara var 300 krónur um árið
umframt seks prosent av
vinningsbýtinum.
Blaðstjórar á Dimmalætt-
ing hava veri seinastu 125
árini:
Lütje Lützen 1878-80
O. P. Effersøe 1880-82 og
1892-93
Louis Berg 1882-83
H. C. Petersen 1885-86
R. C. Effersøe 1886-89
Jacob Johansen 1889-94
Enok
Daniel
Petersen
1894-00
S. E. Müller 1901-02
Chr. Heilskov 1902-03
Oluf Skaalum 1903-18
Poul Niclasen 1918-36
Georg Lindenskov Samuel-
sen 1936-81
Benny Lindensov Samuel-
sen 1981-95
Beate Lindenskov Samuel-
sen 1995-01
Georg Lindenskov Petersen
2001-2002
Ingi Lindenskov Sameul-
sen 2003-
Vit á Sosialinum ynskja
Dimmalætting tillukku við
degnum!
(Kelda: Arnbjørn Ó. Dalsgarð
»Føroysk blaðsøga 1852-2002«)
Hóast royndarprentið av Dimmalætting kom hin 8. desember
í 1877, so kom fyrsta regluliga útgávan leygardagin hin 5.
januar í 1878. Blaðið kom út eina ferð um vikuna, og tað
kostaði 6 krónur um árið at halda blaðið. Á myndini sæst
forsíðan á fyrstu regluligu Dimmuni, sum er til skjals á
savninum á Sosialinum
C
M
Y
K
17
16