Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 4. januar 2003 19 Finnland-Føroya 28-20 (12-10): Mistu í tíggju minuttir Ein svørt løta mið- skeiðis í seinna hálv- leiki misprýddi før- oyska avrikið í Finn- landi, men hóast alt mundi føroyska ferðalagið vera so hampuliga væl nøgt um úrtøkuna HONDBÓLTUR Jákup Mørk Føroyska landsliðið varr fyri greiðum tapi í fyrsta EM-undankappingardystin- um á hesum sinni. Dysturin varð leiktur í Finnlandi, og sum tað framgongur omanfyri, so gjørdist talan um ein átta mál stóran sigur til finnlendingar. Vóru væl við Tá vit eftir dystin fingu orðið á føroyska hjálpar- venjaran, Hjalmar Klein Olsen, mátti hann sjálvandi ásanna, at Føroyar høvdu tapt fyri einum betri liði, men tað skerst ikki burtur, at hann iðraði seg um, at tapið gjørdist so óneyðuga stórt. – Allan fyrra hálvleik standa vit okkum sera væl, og vit hava alla tíðina sam- band við teir. Tað sama er galdandi í seinna hálvleiki, men í einar tíggju minuttir missa vit takið, soleiðis at teir veruliga fáa skrykt seg leysar. Og øtlini fyri dystin boða eisini frá, at nakað er um hetta. Tá góðir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálv- leiki, var støðan 17-15 til heimaliðið, men næstu løt- una skræddu teir seg leysar, soleiðis at munurin øktist upp í 24-17, og so var lítið at gera hjá okkara monn- um. Breiddin restaði Í Útvarpinum hóskvøldið segði Lars Nedergaard, at enn er breiddin í føroyska hópinum nakað lítil, og at tað partvíst var hetta, sum kostaði stóra munin, og Hjalmar er heldur ikki heilt ósamdur í hesum. – Tað var í øllum førum soleiðis, at vit hesa løtuna fremja hópin av óneyðug- um mistøkum, og hetta kann vera tekin um møði, ella at teir leikarar, sum koma inn, ikki koma nóg væl inn í dystin. – Tað er tó ikki so, at eg skal seta fingurin á nakran leikara, tí eg haldi avgjørt, at talan var um eitt sera gott liðavrik. Serstakliga í fyrra hálvleiki stóðu vit okkum framúr í verjupartinum, har flata verjan fekk fatur á nógvum. Í álopspartinum kundu vit kanska ynskt okkum nøkur fleiri tempo- skift, men hinvegin spældu vit sera umhugsi við long- um álopum, so tað kunnu vit ikki veruliga finnast at. Spurdur, um tað er nakar einstakur leikari, sum hann hevur hug at rósa, er Hjalmar nakað ivasamur, men nevnir so kortini aftur- venda Trónd Joensen. – Sjálvandi telir tað upp- eftir, at hann skjýtur seks mál, men eisini í verjupart- inum royndist hann sera væl, og tað er so avgjørt nakað, sum fegnast um, men sum sagt, so eg talan fyrst og fremst var um eitt liðavrik. – Tað einasta, sum kanska var eitt sindur keðiligt, var, at vit ikki í nóg stóran mun dugdu at gera okkum dælt av yvirtalsstøðunum, sum íkomu. Sjálvir fingu vit fleiri útvísingar, tí finnlendingunum dámdi væl at spæla tætt inn at verjuni, og her vórðu vit oftast revsaðir. Hinvegin fingu teir eisini fleiri útvís- ingar, og tað megnaðu vit ikki at revsa tilsvarandi hart, heldru hjálparvenjarin. Kann gerast spennandi So sum skilst, so var tað helst við nakað blandaðum kenslum, at landsliðshópur- in sessaðist í flogfarinum aftur fríggjamorgunin. Longu sunnudagin er landsdystur aftur á skránni, tá Føroyar eiga heimavøll móti Finnlandi. Og hóast greiða tapið, so tykjast vónirnar ikki heilt ongar undan teirri uppgerðini. – Nú veit eg sjálvandi ikki, um teir hava fleiri aðrar streingir at spæla uppá, ella um teir kanska kunnu seta ferðina longur upp, enn teir gjørdu í dag. – Men spæla finnlend- ingarnir á sama hátt, sum teir gjørdu í dag, samstund- is sum vit fáa lyft okkara spæl tey seinastu prosent- ini, so ivist eg ikki í, at vit fáa ein spennandi dyst. Ikki minst um vit eisini fáa áskoðarnar við okkum, so- leiðis at vit veruliga kenna fyrimunin av heima- vøllinum. – Eg skal ikki siga, at vit áttu at vunnið dystin í dag, men eini 3-4 mál á muni hevði verið meira hóskandi, tí vit spældu veruliga upp til teir størsta partin av dystinum, sigur Hjalmar Klein Olsen at enda. Sum nevnt, so verður seinni dysturin móti Finn- landi leiktur sunnudagin, og verður hetta í høllini í Hálsi í Havn kl. 16.00. Til tann dystin vóna landsliðs- venjararnir, at John Zach- ariasen verður tøkur. Hann mátti sita eftir hesa ferð við einum eymum lærkrika. Føroysku málskjúttarnir hósdagin vóru annars hesir: Tróndur Joensen 6, Heini Joensen 6, Áki Olsen 2, Bárður Brimvík 2, Sveinur Justinussen 1, Mortan Han- sen 1, Martin Hummeland 1, Hans Áki Dal-Christian- sen 1. Føroyska manslandsliðið tapti greitt í fyrra dystinum móti Finnlandi, men avrikið var í stórum pørtum av dystinum sera gott, og føroysku venjararnirtykjast hava grundaða vón um eitt gott úrslit, tá Finnland kemur á vitjan sunnudagin Dystir um vikuskiftið Hondbóltur kvinnur 04.05 16.00 VÍF-VB 05.05 14.30 Tjaldur-Kyndil 05.05 14.30 StIF-Stjørnan Menn 05.05 16.00 Føroyar-Finnland Flogbóltur kvinnur & menn Mjølnir kapping Tað er longu greitt, at TB-kvinnurnar og menninir hjá SÍ skulu spæla í steypafinal- uni, og um vikuskift- ið skulu mótstøðulið teirra finnast FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hetta hendir í Klaksvík, har Mjølnir-kappingin er á skránni um vikuskiftið. Fyrru finalistarnir vórðu funnir heilt tíðliga á kapp- ingarárinum, tá Fleyr hevði sína kapping, og so er spurningurin, hvørji mót- støðuliðini verða. Hjá monnunum tykist tað í øllum førum soleiðis, at ÍF er eitt upplagt boð til finalusessin. Teir hava vunnið allar landskapping- ardystirnar, og tað er bert Fram, sum hevur megnað at tikið sett frá oddaliðnum. Hinvegin er her talan um steypakapping, og tí er ikki óhugsandi, at eisini fugl- firðingarnir fara at fáa tað torført. Tað man í øllum førum vera púrasta víst, at hini liðini í deildini síggja hetta sum einasta møgu- leikan at knógva teimum, og tí skulu fuglfirðingarnir veruliga vera upp á sítt besta, um teir skulu tryggja sær ein revanchu-dyst móti SÍ, sum jú vann steypafin- aluna í fjør. Hjá kvinnunum tykist ÍF eisini vera eitt gott boð til ein finalusess, nú tær eru á odda í landskappingini. Heilt so einaráðandi sum menninir hava tær tó ikki verið, og fyrst og fremst verða tað helst Mjølnir og TB, sum fara at geva teim- um kapping, umframt at Dráttur kanska eisini kann gera onkran vørr. Hvussu er og ikki, so verður alt hetta svarað í KÍ- høllini um vikuskiftið. Finalistarnir skulu finnast 19 Nr. 2 • leygardagur • 4. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Seinastu dystirnir hjá kvinnunum undan endaspælinum verða um vikuskiftið, og tó at oddasessurin er avgreiddur, so er stórur spenningur um øll úrslitini KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast menninir í løtuni halda frí í landskappingini, nú landsdystir eru á skránni, so merkir hetta ikki, at hondbóltsáhugaðir føroyingar mugu vera dystir fyriuttan um viku- skiftið. Í bestu kvinnudeildini verður nevnliga framvegis spælt við fullari ferð, og nú eru tað seinastu dystirnir í grundspælinum, sum standa á skránni. Her hevur VB longu tryggjað sær, at tað verða tær, sum eru fremstar, tá farið verður undir enda- spælið, men fyri tað er so langt ífrá allur spenningur fokin. Eitt skifti sá annars út til, at VB var einasta liðið við nóg góðum støðufesti til framhaldandi at toga stiga- gevandi avrik fram, men men seinnu vikurnar er stígur komin í hjá teimum. Samstundis hevur VÍF ment seg, soleiðis at tær so smátt aftur eru farnar at líkjast liðnum, sum hevur hølvað alla mótstøðu av tey bæði seinnu árini, og júst hesi bæði liðini hittast í Vestmanna um vikuskiftið. Her kann VÍF við einum sigri syrgja fyri, at munurin upp til oddin verður tann minst møguligi, tá farast skal undir endaspælið, og einki er at ivast í, at tað er hetta, sum farið verður eftir. Hartil skal eisini hav- ast í huga, at tað var júst VB, sum í seinasta dystin- um í fjør breyt tvey ára longu sigursrøðina hjá VÍF, og tað er uttan iva nakað, sum vestmannakvinnurnar vilja hevna. Hinvegin er tað ikki av tilvild, at VB er fremsta lið- ið á stigatalvuni. Liðið hev- ur fram um hini megnað at hildið støðið í avrikum sín- um, og við trimum framúr- skarandi útlendskum leik- arum á liðnum, skal VÍF veruliga spenna seg út, skulu tær minkað um mun- in til oddin, nú endaspæli stendur fyri framman. Spenningur um næstu sessirnar Eftir at teir báðir oddafisk- arnir hava avgreitt tann spurningin leygardagin, verða tveir aðrir dystir leiktir sunnudagin. Og eis- ini her hava dystirnir stóran týdning fyri, hvussu út- gangsstøðið verður hjá ymsu liðunum í endaspæl- inum. Á Skála spæla StÍF og Stjørnan, og tað verður vinnarin av hesi uppgerð- ini, sum sleppur at byrja á bronsuplássinum. Hjá Stjørnuni er enntá somikið stutt upp til oddin, at tær við einum sigri kunnu vinna seg upp á annað plássið í kappingini, og í minsta lagi byrja tær á sama stigatali sum VÍF – um tær altso vinna sín dyst. Hinvegin nýtist StÍF hel- dur ikki at hyggja so øgi- liga langt uppeftir, um tær vinna sín dyst. Tær hava í løtuni 11 stig, og sostatt møguleikan at koma ájavnt Stjørnuni á triðja plássin- um. Og tað er sjálvandi ein møguleiki, sum tær ynskja at taka av. Skulu nøkur verulig vón- brot finnast í kappingini higartil í ár, so skulu hesi helst finnast í Havnini. Neistin hevur øll hond- bóltsárini verið við til at seta sín dám á bestu kvinnukappingina, men seinnu árini hava tær tó ongan tíð verið mentar at vinna seg heilt fram í odd- in. Somikið illa fyri, sum tær hava verið í ár, hava tær tó neyvan verið, og nú eru útlit fyri, at tær byrja endaspælið sum næst aft- asta av teimum sjey lið-un- um. Hitt vónbrotið í ár, Kyndil, hevur møguleika at gerast leyst av Neistanum, fáa tær tvey stig við sær aftur úr Runavík, og tað er tað nógv, sum bendir á, at tær fara at gera. Ikki minst, tí einastu stigini, sum Tjal- dur hevur fingið higartil, komu í útidystinum ímóti Kyndli, og einki er ivast í, at hetta er ein blettur, sum Kyndil nú vil royna at vaska av sær aftur. Hinveg- in sýndi sigurin í Havn, at Tjaldur á einum góðum degi væl kann gera nakað við hini liðini, og so er spurningurin bara, hvussu dagurin hjá liðunum báðum fer at hilnast hesaferð. Grundspælið skal avgerast 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 11 9 - 0 - 2 278 225 53 18 2 VÍF 11 7 - 0 - 4 248 201 47 14 3 Stjørnan 11 6 - 1 - 4 238 239 -1 13 4 StÍF 11 5 - 1 - 5 261 271 -10 11 5 Kyndil 11 5 - 0 - 6 264 266 -2 10 6 Neistin 12 4 - 2 - 6 239 254 -15 10 7 Tjaldur 11 1 - 0 - 10 211 283 -72 2 VÍF skal á heimavølli royna at minka munin til VB niður í eitt stig. Vinnur VB hinvegin, eru tær í hvussu so er tvey og kanska trý stig undan næsta liðnum C M Y K 18