Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Randi Jacobsen Jan Miiller Tórfinn Smith Utgevari: Telefon P/f Sosialurin 11820 Fyritaksstjóri: Telefax: Krisjan Dahí 147 20 Ljósmyndari: Bústaður: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/t Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 r = Ær - Hol í sjógvin MONG eru bilsin og uppaft- ur fleiri fegin um ta vend, sum undirgrundarmálið hevur tikið. Summir søgdu, at tað bar ikki til at yvirtaka undirgrundina sum sermál aðrir søgdu, at loysing var einasta loysn. Báðir partar fóru skeivir. SAMRÁÐINGARURSLITIÐ hjá Atla og hansara sendi- nevnd prógvar nakað ann- að. Utgangsstødid mátti sjálvandi vera ríkisrættar- liga stødan, sum hon er. Mett út frá hesum er tað einki minni enn eitt bragd, ið okkara samráðingarfólk hava útinnt. Tað er nú sligið fast, at målsøkid undir- grund kann gerast til ser- mál og hetta er høvuds- spurningurin í fyrstu syftu. Hetta er tann principielli og politiski spurningurin — eft- ir eru sjálvsagt mangir og torførir lógfroðiligir og praktiskir spurningar at loysa. UM vit líta aftureftir, so kann verða spurt, hvussu tað ber til, at hesin spurn- ingur hevur verið so tungur at greiða og hvørji viður- skifti hava gjørt, at hol nú er komið í sjógvin. Danir hava sjálvsagt = havt ríkisins áhugamál at rekja. lkki hava teir altíð verið líka diplomatiskir í hesum starvi og mangan hava vit undrast á, hvussu lítið teir hava tykst at skilja av teimum mest neyðturvuligu for- treytunum fyri einum fe- lagsskapi, har allir partar hava sama virði. Ráevnis- skipan Grønlands, sum tænir Danmark til lítlan heiður, hevur ligið sum ein kleppur um beinini á donsk- um eins og føroyskum sam- ráðingarfólkum. FØROYINGAR góvu tol og hildu á væl vitandi at tíðin oddagrein arbeiddi við okkum. Okkara landsstýrið og serstakliga løgmaður nýttu tíðina til at útvega tey neyðturviligu argumentini og eitt tilfar, sum varð torført at skúgva til viks. Serfrødinganevnd løgmanns eigur í hesum sambandi stóra tøkk uppi- borna. MEN samráðingarúrslitið er eisini eitt úrslit av tíðarinnar gongd. Einki stendur í stað — alt broytist — eisini viður- skiftini millum Føroyar og Danmark. Vit menna okk- ara sjálvstýri fyri hvønn dag. ið gongur. Tað er heilt í tråd við ta heimastyrislåg, sum hóast allar atfinningar og allar pástandir bæði í Danmark og her í Føroyum, eisini kundi nýtast í undir- grundarmálinum. Men heimastýrislógin kann ikki nýtast í allar ævir. Hon trongist í hvørjum og tann dagur er ikki so langt burt- uri, tá vit fara at broyta hana og gera annan vina-og frælsissáttmála við Dan- mark. Tá sum nú verður tað Javnaðarflokkurin, ið gong- ur á odda í okkara sjálv- styris- og sjálvbjargnis- stremban, id sjålvsagt fyrr ella seinni kemur at enda vid, at Føroyar gerast suve- renur sosialistiskur statur. Javnadarflokkurin ynskir ikki at steðga ella forða ein- ari náttúrligari gongd og einari sjálvsagdari menning av okkara politiska sjálvs- avgerðarrætti. Men vit loypa ikki fram av og vit føra ikki ævintýrpolitikk — vit ynskja at stýra gongdini, so fólk alla tíðina vita, hvat slag av samfelag, tey fáa, um Javnaðarflokkurin situr við ábyrgdini. HESIN er tann avgerandi munurin á Javnaðarflokkin- um og hinum sjálvstýris- flokkunum. Ferð aftaná ferð hoyra SJÓN VarÐI 1rp1 og lesa í bleðunun 3 sker fyriseting worðið á verð nytt, ta ið eitt ella innað Vatnsoyrum verður um talað Hetta hevur erið so nógv brúkt, at sjálvt fólk sum búgva í Vatnsoyrum eru farin at brúka ta skeivu fyrisetingina Í Vágum hevur tað altíð verður sagt í Vatnsoyrum og úr Vatnsoyrum, líka ið 0 ugva har ava yrðið í skovtt aftra 1vninun t.d Martin Vatnsoyrum Dánjal Vatnsoyrum, William Vatn John soyrum, Vatnsoyrum 0.s.fr Í staðanavnalistanum sum Stednavneudvalget 60. er e1smi gav ut tann skeiva fyrisetingin á brukt Um tað er haðani at skeivleikin er komin, veit skulu fáa hann aftur sum skjótast enjast við a gi Vatnsoyrum og ur Vat yyrum Fisini kann eg visa i bókmentum, sum Vága fólk hava latið úr hondum verða røttu fyrisit og úr brúkt um Vatnsoyrar, har hettar tey ingarorðini í kemur fyr! Jógvan Ravnsfjall Klaksvík Javnaðarflokkurin kann ikki samstarva við Fólkaflokkin Í málgagni hins feroyska fólkafloksins (radikalt sjálvstýri), vísir ein »iagt- tager«, á donskum, sína vanvirðing fyri javnaðar- fólki. Hesin »Eygleidarin« hevur eftir áralangar »mangfoldige erfaringer« funnið útav, at javnaðar- fólk hava »en lav etisk standard<. Eisini sigur hann javnaðarfólk vera sjálvrættvís og einoygd. Tað er ein vánaligur fuglur sum drýtur í egið reiður, verður sagt. Men tað man koma mongum dátt við, at ein »iagttager« kann siga slíkt mesn um Javnaðarflokkin, uttan at siga nakað um tann fjand- ansskap sum málgagn fólkafloksins letur floyma yvir okkum. Tann »iagt- tager« man vera fantast- iska einoygdur Illsinnid fólkafloks- manna stavar frá, at Javn- aðarflokkurin var tann fyrsti sum tók ta mann- ligu steðu, at kunngera at hann ikki vildi samarbeiða við fólkaflokkin, so leingi hesin flokkur var undir leiðslu av einum ódámlig um, bondskum og ónd- sinnaðum persóni. Danski »eygleidarin« á Dagblaðn- um roynir at leggja upp til, at Javnaðarflokkurin eigur at broyta steðu. Hetta kann sjálvsagt ikki koma upp á tal. Tí síðan seinsta legtingsvai hevur fólkaflokkurin lagt kósina nógv longur til hegru og vísir nú beinleiðis sín stuðul til fasista- og ras- istastyri ymsastadni í heiminum. Fólkaflokkurin er settur uttan fyri alla politiska ávirkan. Og hann sleppur at sita uttanfyri enn long- ur, verður kósin ikki broytt. Javnaðarflokkurin verð- ur ivaleyst tann flokkur, sum kemur at fera fer- oyska samfelagið inn í ár 2000. Hetta fer hann at gera í samstarvi við aðrar flokkar sjálvandi. Men at fólkaflokkurin ikki verður ein teirra, mugu fólka- floksfólk smyrja seg við Flokkurin liggur sum hann sjálvur hevur reitt ! vælnøgdur eygleiðari Omøguligt hjá vágafólki at velja Fólkaflokkin Seinastu tíðina hevur nógv tjak staðist av einum floppuppskoti hjá Tórshavnar Býráð um nýggjan flogvell á Glyv- ursnesi. Fólkaflokkurin leggur stóran dent á at fáa hetta mál framt. Í vár frættist, at borg- arstjórin i Havn ikki ætlaði at stilla upp til log- tingsvalið. Men aftaná at fólk hava fingið eyguni upp fyri, hvussu ivasom flogvallakanningin hjá bý- ráðnum er, hevur fólka- flokkurin avgjert at stilla borgarstjóran upp til leg- tingsvalið. Kemur fólka- flokkurin í samgongu eftir valið, við Pól Michelsen sum legmanni, er einki at ivast í, at nýggjur flog- vellur verður bygdur á Glyvursnesi. Fólkafloksmaðurin i Vágum roynir at rópa upp um, at tað ikki bara er fólkaflokkurin, men eisini Javnaðarflokkurin, sum tekur undir við flogvelli á Glyvursnesi. Hetta er tað reina tvætl. Svend Aage er i teirri tvistødu, at hvør einasta atkvøda fyri hon- um persønliga i Vågum, er ein atkvøda fyri nyggjum flogvølli å Glyvursnesi. At hann og partamaðurin i Havn so kappast um at seta uppskot um forbod av ymsum slag, ger ikki støduna betri. Ein at- kvøda fyri Svend Aaga, er ein atkveða fyri Fólka- flokkinum, sum vil niður- leggja flogvøllin í Vágum. So kann Svend Aage siga hvat hann vil. H aldið Haraftur ímóti vil ein atkveða fyri Frank David- sen verða ein atkveða fyri at varðveita flogvellin í Vágum — og ein atkvøda fyri einum flokki, sum ar- beiðis fyri fjøldini — og ikki einstøkum handils- monnum í Havn. Javn- adarflokkurin er tann flokkur, sum hevur sitið longst við landsins leiðslu, og hevur prógvað hvat hann dugur til. Veljið Javnaðarflokkin. Gott javnaðarval ! javnaðarfólk