týsdagur 7. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 3 - 7. januar 2003
Nr. 3 - 7. januar 2003
3
Framsýningin hjá
Mariusi Olsen í
Snarskivuni
Ymisk viðurskiftir hava tey
seinastu tjúgu árini havt við
sær, at vit borgarar eru
farnir at loypa virkir, stovn-
ar og skrivstovur um, sum
fyrr hava tænt okkum trú-
liga. Sum dømi um hetta
rák kann ein loyva sær at
spyrja, hvussu leingi aftrat
vit fara at brúka ein stovn
sum posthúsið. Okkara
samskifti við vinfólk og
myndugleikar fer fram á
talgildan hátt, og glaðað
verður beinleiðis frá teldu
til teldu. Skuldu vit havt
brúk fyri samskifti av tí
gamla slagnum, hava mong
okkara frímerkir, bræv-
bjálvar
og
pakkar
á
goymslu - umframt løntar
tænarar, sum kunnu gera
okkara sneisaørindir fyri
okkum.
So óbøtilig - og á mangan
hátt hent - henda gongd er,
hevur hon onkra óhepna
avleiðing. Sjón gekk fyri
søgn, um ein fyri jól hevði
ørindir á tí gamla posthús-
inum í Havn ella á býar-
skrivstovuni, sum heldur til
í sama høli. Innkomin
varnaðist ein, at hesir báðir
annars heldur turrisligu og
embætiskendu
stovnar
brádligu hildu til í leskilig-
um listarligum umhvørvi.
Tann skundmikli bræv- ella
pakkaberin steðgaði á og
gloymdi seg burtur framm-
an fyri tí framsýning, sum
her hekk uppi.
Tað er listamaðurin Mari-
us Olsen, sum í desember
mánaði hevur sýnt fram í
Snarskivuni. Tey evnir,
hann hevur valt at nærkast
við síni grafisku list, eru øll
á onkran hátt tengd at
natúrini - stemningar, lýsi,
morgun, kvøld, kavi, tara-
flúrur, ælabogi.
Yvir listini hjá Mariusi
Olsen er ein - í orðsins
bestu merking - skroypi-
ligur farri. Annaðhvørt
talan er um steinprent, træ-
prent, linoprent ella mezzo-
tinta, er yvir Mariusar
striku ein varhugi av fín-
leika, ein blúgv nærkan.
Evnisliga
eru
hansara
myndir úrslit av eini eyg-
leiðing, sum sprettur úr
frástøðu og einsemi. Eingin
varmi er í hesum prentum,
eingin
felagskensla.
Í
summum teirra hómast eitt
andlit ella bara umgerðin
av einum andliti, sum kem-
ur til sjóndar í einum bleik-
um glugga ella aftan fyri
eina gardinu. Kanska eru
hesi bæði, tann tematiska
frástøðan og tann leitandi
strikan, partar av fyri-
treytini fyri, at listarmað-
urin viðhvørt megnar at
fanga løtunnar hvørvnu
leiftran, og í onkrum føri
hennara titrandi, epifaniska
vakurleika.
Kanska kann verða sagt
um Mariusar grafisku list,
at tann teigur, hann hevur
funnið sær at dyrka, er
smalur, men at hann sam-
stundis hevur ment henda
geira, so at hansara ávøkst-
ur hevur ein meira persón-
ligan dám enn hjá teimum
flestu. Innan fyri sítt serliga
øki hevur hann vunnið ein
ávísan meistaraskap. Tey
mongu, bæði vanligir borg-
arar og umboð fyri fjøl-
miðlar, sum hava lyndi til
tíðliga og seint at renna
aftan á tí eina, kenda bólt-
inum, gáa ivaleyst ikki um
slíka list. Sannleikin er
helst, at kræsin listarlig
andkoma av hesum slag
boðar frá, at ein tjóð so
smátt er farin at "ganga
framvið".
Tá ið hetta er sagt, kann
kanska vera loyvt at føra
fram,
at
handalag
og
teknikkur hjá hesum listar-
manni kundu havt gagn av
at roynt seg á einum heldur
rúmari øki ella við spølnari
tematiskum
snaringum.
Einki tykist at forða fyri, at
grafikkur av hesum slag
kundi slept tí realistiska
bátstognum. Eisini rennur
tí hyggjandi í huga, at
Marius Olsen fyrr hevur
roynt seg við nøkrum, ið
minnir um sálarlýsing. Hesi
bæði brigdini, surrealisma
og
sálarlýsing,
kundu
kanska
givið
Mariusar
vandnu, eitt sindur idio-
synkratisku grafisku striku
eina
tilfarsøking,
sum
kundi ment hana meira, og
ein trídimensionalitet, sum
hon vissuliga hevði megn-
að at lyft.
Hyggjarin handar post-
verksins brosandi drósi
sínar jólapakkar, fer út
aftur, men heldur seg ikki
vera tómhentan. Tinga-
nestið, hann ber við sær, er
helst tað, sum tann orðhaga
nútíðin rópar eitt synergi-
íkast.
Hanus Kamban
Í dag, týsdagin 7. januar,
fyllir Margretha Hansen á
Roykheyggi í Saltnesi 85
ár. Føðingardagin heldur
hon hjá dóttrini, sum býr í
grannalagnum. Greta er
ættað úr Leirvík. Foreldr-
ini vóru Josefina og Elias
Eliassen.
Barnaheimið
var á Toftanesi. Søgurnar
og lagnurnar hjá mong-
um, sum settu búgv í Før-
oyum fyri hundrað árum
síðani ella so, vóru ofta
eyðkendar av sjúku og
deyða, sum stóðust av so-
vornum, sum nú á døgum
als ikki nýtist at vera
orsøk til deyða. Familjan
hjá Gretu er einki undan-
tak í so máta.
Pápin doyði av lungna-
bruna, tá ið Greta var lítil
smágenta. Josefina sat
eftir við fimm børnum, og
okkurt eldri fólkið var
eisini í húsinum. Sjálv-
andi var tað stríggið, men
tey komu undan.
Kristian Karl var elstur
av børnunum. Hann bú-
settist í Runavík, men
hann doyði longu sum 33
ára gamal av blindtarms-
bruna. Jógvan Elias yvir-
tók barnaheimið á Tofta-
nesi. Hansina og Lina
giftust við útróðrarmonn-
um í Leirvík – ávikavíst
Ingvardi
Joensen
og
Peturi á Regni.
Greta giftist í 1951 við
Eliesari Hansen á Royk-
heyggi. Sum navnið sigur,
so var hann av Royk-
heyggi. Tá ið Eliesar var
átta ára gamalur, misti
hann pápan, sum doyði av
lungnabruna. Hann fór tá
til Leirvíkar, har hann var
hjá einari mostur, inntil
hann var 16 ára gamal. Tá
kom hann út aftur á Royk-
heyggj, og tað var har
hann og Greta bygdu.
Eliesar var skipsmaður
øll síni bestu ár. Hann
sigldi eitt nú við Mjóva-
nesi, Høganesi og Vestur-
vík, og síðsta skipið, sum
hann var við, áðrenn hann
í 1980 legðist uppi, var
Jógvan Norðri. Millum
skipararnar, sum Eliesar
sigldi við, vóru beiggin,
Dia á Roykheyggi, og
bróðursonurin Petur á
Roykheyggi. Eliesar átti
maskinbátin Roykheyggj,
og í 1959 var hann saman
við trimum øðrum í Hol-
steinsborg og róði út. Tá
ið Eliesar gavst á sjónum,
var hann 64 ára gamal.
Hann doyði 12. apríl í
1995, og tá hevði hann í
fleiri enn tíggju ár sitið á
Ellisheiminum í Runavík.
Greta og Eliesar fingu
tvær døtrar. Helena býr í
Havnini, og Eyðhild býr
dygst innanfyri Royk-
heygg.
Sum hjá flestu øðrum
fiskimannakonum
var
luturin hjá Gretu at vera
heima hjá børnunum.
Eftir at flakavirkið Nykur
var komið á Toftum, fóru
fleiri av tilkomnu konun-
um á plássinum at arbeiða
í fiski. Í mai í 1976 fór
Greta at arbeiða á Nyki,
og har var hon inntil í
1991. Henni dámdi sera
væl at arbeiða á Nyki.
Hóast hon í dag fyllir
85 ár, so er Greta frísk og
ferug. Hon hevur gott
skil, og hon fylgir væl við.
Alla sína tíð vóru Greta
og Eliesar trúføst í salin-
um á Toftum. Greta kem-
ur framvegis regluliga í
salin. Eftir eitt langt lív
gleðist hon í vónini um, at
tað besta er fyri framman
hjá øllum teimum, sum
hava sett sítt álit á Harran
Jesus.
Vit ynskja Gretu hjarta-
liga tillukku og heilsa
henni og hennara á stóra
degnum í dag.
J. Hansen
Kunngjørt verður at
Thurid Thomasen
vanliga nevnd Bulle,Tórshavn
andaðist í heiminum sunnudagin 5. januar
73 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mikudagin kl. 13.00.
Sálmabókin verður brúkt.
Vegna tey avvarðandi
Karten
Tey, ið vilja lata blómur ella krans kunnu í staðin lata eina gávu til
Føroya Felag móti Krabbameini.
Í dag verður Jenis av Rana,
tingmaður fyri Miðflokkin,
fimmti ár. Hann er føddur
7. januar í 1953 í Trongis-
vági. Hann er sonur Aslaug
og Dánjal av Rana, og hann
er giftur Annu, fødd Absa-
lonsen.
Jensi av Rana hevur sitið
á tingi síðani valið í juli
1994, tá hann varð valdur á
ting fyri nýstovnaða Mið-
flokkin – saman við Tordi
Niclasen.
Miðflokkurin
hevði sín uppruna í Kristi-
liga Fólkaflokkinum Før-
oya Framburðs- og Fiski-
vinnuflokki,
sum
aftur
hevði sín uppruna í Fram-
burðsflokkinum hjá Kjart-
an Mohr. Við valini í 1998
og í 2002 varð Jenis einsa-
mallur valdur á ting fyri
Miðflokkin, sum nú er
partur av samgonguni, og
hevur flokkurin fyri fyrstu
ferð fingið landsstýrissess.
Jenis er útbúgvin lækni í
1983.
Áðrenn
lesturin
starvaðist hann sum lærara-
vikarur á Tvøroyri og í
Froðba árini 1972-74. Síð-
ani 1983 hevur hann starv-
ast sum lækni – síðani 1995
sum
kommunulækni
í
Havn.
Í politikki er Jenis serliga
kendur fyri síni avgjørdu
sjónarmið, sum eru bygd á
átrúnaðarliga
hugsjón.
Hann er eisini kendur præ-
dikumaður og er hann av
høvuðsmonnunum
aftan
fyri kristilligu útvarpsstøð-
ina, Lindina.
Jenis av Rana hevur eis-
ini havt sæti í Tórshavnar
býráð fyri Uttanflokkalist-
an frá 1993-96, tá hann
hevði sæti sum varamaður
fyri Petur í Gong.
Jenis av Rana
fimmti
Greta Hansen
85 ár
Kræsin grafisk list
C
M
Y
K
3
2