týsdagur 7. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 3 - 7. januar 2003
Nr. 3 - 7. januar 2003
5
SkúgvaTvøroyrar Býráð til viks
Løgmálaráðið hevur
sett tríggjar avgerðir
hjá Tvøroyrar Býráð
úr gildi, men á Tvør-
oyri gevast tey ikki so
KOMMUNAL
RÆTTINDI
Áki Bertholdsen
– Tvøroyrar Býrráð hevur
ikki heimild til at nokta
einum skipi hjá Strand-
ferðsluni atløgupláss.
Tað hevur løgmálaráðið
hjá
Landsstýrinum
nú
endaliga samtykt.
Tískil hevur løgmálaráð-
ið sett avgerðirnar hjá
Tvøroyrar Býráð um at
nokta Dúgvuni atløgupláss
á Tvøroyri úr gildi.
Løgmálaráðið metir ikki,
at kommunan hevur grund-
að sína avgerðir um at
nokta Dúgvuni atløgupláss
á saklig og lóglig atlit og tí
verða avgerðirnar settar úr
gildi, sigur Løgmálaráðið
við Tvøroyrar Býráð nú um
ársskiftið.
Sostatt er staðfest, at hó-
ast kommunan eigur havna-
lagið, hevur tað ikki rætt-
indi til at gera av, hvørji
skip skulu fáa atløgupláss
og hvørji skulu ikki og,
hvat havnaløgini annars
verða brúkt til.
Og tað metir Tvøroyrar
Býráð at vera eitt ógvuliga
álvarsligt mál, ikki bara fyri
Tvøroyrar Kommunu, men
fyri allar kommunur í land-
inum, har kommunalar
havnir eru.
Tí vil Býráðið heldur ikki
góðtaka avgerðina í fyrstu
syftu.
Finnleif Guttesen sigur,
at býráðið tískil fer at
leggja málið fyri sakførara
fyri at vita um grundarlag
er at fara víðari við málin-
um og at royna málið í rætt-
inum fyri at fáa eina
endaliga avgerð.
Mótsigandi
Borgarstjórin á Tvøroyri er
eisini av teirri áskoðan, at
avgerðin hjá løgmálaráð-
num er mótsigandi.
– Strandferðslan hevur
skyldu at flyta ferðafólk.
Men avleiðingin av tí má so
vera, at landið eisini hevur
skyldu til at gera ferjuleg-
urnar, tí tað ber ikki til at
áleggja kommunum at geva
skipum hjá landinum at-
løgupláss.
Hann heldur eisini, at
kann Tvøroyrar Kommuna
ikki nokta Dúgvuni atløgu-
pláss, kann Tórshavnar
Kommuna
heldur
ikki
nokta nýggja Suðuroyar-
skipinum atløgupláss.
Tað, hann sipar til, er, at
sum støðan er í løtuni, vil
Tórshavnar Kommuna ikki
binda seg til at geva nýggju
suðuroyarferjuni fast at-
løgupláss, tí landið vil ikki
vera við til at betala ferju-
leguna.
Og Finnleif Guttesen
ásannar eisini, at at Tórs-
havnar Kommuna hevur
ikki noktað skipinum at-
løgupláss, so málini kunnu
ikki heilt samanberast.
Men Tórshavnar hevur
víst á, at nýggja skipið fær
ikki fast atløgupláss, men
sleppur at liggja, har sum
pláss er frá fer til fer.
– Tað sama kann væl eis-
ini koma fyri á Tvøroyri. Er
onki pláss fyri einum skipi,
so er er onki pláss, heldur
ikki á vanligu ferjuleguni
um so skuldi verið.
– Men hvørki Landið,
Strandferðslan, ella ferða-
fólk kunnu liva við, at
ferðamannaskipini
ikki
hava fast atløgupláss og tí
má tað vera skyldan hjá
Landsstýrinum at tryggja
skipunum fast atløgupláss,
sigur borgarstjórin á Tvør-
oyri.
Hann vísir m.a. á, at
oftani
fríggjadagar
og
viðhvørt eisini hósdag,
verður Smyril noyddur at
leggja at á gamla havna-
lagnum, tí Clare liggur á
Drelnesi og tekur farm.
– Men tað er ein komm-
unal avgerð, at Clare og
farmaflutningur skal fáa
fyrsta rætt til havnina á
Drelnesi, tí tey betala nógv
meiri havnagjald enn
Smyril ger.
Tað er ikki nakað
nýtt, at Tvøroyrar
Kommuna hevur
noktað Dúgvuni
atløgupláss, men
Landsstýrið hevur
tvær ferðir biðið um
undantaksloyvi
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Tvøroyrar Kommuna hevur
tvær ferðir fyrr noktað
Dúgvuni
atløgupláss
á
Tvøroyri. Og tær báðu ferð-
irnar góðtók landsstýrið
eftir øllum at døma av-
gerðina.
Hettta framgongur av
brævi, sum Løgmálaráðið
nú um ársskiftið hevur sent
Tvøroyrar Býráð og sum vit
greiða frá í hinari greinini
her á síðuni.
Orsøkin til tvídráttin
ímillum Landsstýrið og
Tvøroyrar Býráð um Dúgv-
una, er, tað nakrar ferðir
hevur verið ætlanin at
brúka Dúgvuna til avloys-
araskip fyri Smyril, tá ið
hann hevur verið á beding
til eftirlit.
Tað er hent nakrar ferðir
og hendi aftur í mai í fjør
og eisini ta ferðina var ætl-
anin at Dúgvan skuldi røkja
siglingina.
Men vildi Tvøroyrar Bý-
ráð ikki góðtaka og fyri at
noyða Styrandferðsluna at
finna eina aðra loysn, sam-
tykti Býráðið einmælt at
nokta Dúgvuni atløgupláss
á Tvøroyri.
Býráðið sigur m.a. at
Strandferðslan hevur skyldu
til at røkja sambandið á
nøktandi hátt og tað heldur
býráðið ikki, at kommunan
ger við Dúgvuni.
Men hetta vildu Vinnu-
málastýrið ikki góðtaka og
heitti á løgmansskrivstov-
una um at seta avgerðina úr
gildi og tað varð beinanveg-
in gjørt við eini fyribilsav-
gerð.
Tó skuldi ein endalig av-
gerð takast seinni
Hetta vildi kommunan
ikki góðtaka og vísti á, at
bæði í 1996 og í 1997 hendi
tað sama, at býráðið nokt-
aði Dúgvuni atløgupláss.
Tær báðu ferðirnar góðtók
landsstýrið avgerðina og
bað býráðið um undantaks-
loyvi, uttan at mótmæla av-
gerðini
annars,
sigur
Býráðið.
Klagaðu
Men tað dróg út at taka tað
endaligu avgerðina og tá ið
seks mánaðir vóru farnir,
uttan at ein endalig avgerð
varð tikin, klagaði býráðið
umsitingina fyri Løgmanni.
Um tað var hetta, sum
hjálpti, skal vera ósagt,
men nú gekk heilt skjótt at
taka tað endaligu avgerð-
ina og hon er tann sama
sum fyribilsavgerðin.
Løgmálaráðið sigur, at
tað er álagt Strandferðsluni
at flyta farm og ferðafólk.
– Skal kommuna nokta
almennum myndugleika at
røkja sínar lógarbundnu
uppgávur, má hon hava lóg-
ligt og sakligt grundarlag at
byggja slíka avgerð á, sigur
løgmálaráðið.
Løgmálaráðið sigur, at
tað er ikki uppgávan hjká
Tvøroyrar Kommunu at
meta um, antin Strand-
ferðslan hevur røkt sínar
lógarbundnu skyldur.
Og tí heldur ráðið heldur
ikki, at avgerðin hjá komm-
uni byggir á saklig og lóg-
lig atlit og tí verður avgerð-
in sett úr gildi.
At landsstýrið ikki í níti-
árunum mótmælti avgerð-
unum um at nokta Dúgvuni
atløgupláss, ella setti tiltøk
í verk ímóti kommununi tá,
kann ikki tulkast sum at
Landsstýrið metti, at av-
gerðin løgfrøðiliga var í
lagi, sigur løgmálaráðið.
Hevur fyrr noktað Dúgvuni atløgupláss
Tað er nú endaliga staðfest, at Tvøroyrar Kommuna hevur ikki loyvi til at nokta einum skipi hjá Strandferðsluni atløgupláss
Bólturin liggur hjá
løgmanni og Jørgin
Niclasen, og teir eiga
at fylgja niðurstøð-
unum í kanningini
hjá Turið Debes
Hentze advokati. Tað
sigur Tórbjørn
Jacobsen, løgtings-
maður fyri Tjóðveld-
isflokkin, ið reisti
fyrispurningin, sum
førdi til kanningina
av embætisførsluni
hjá Jørgini Niclasen
KANNING
Ingi Rasmussen
– Eg fari ikki at svara uppá,
um eg reisi eitt misálit í
tinginum, ella um eg at-
kvøði fyri einum misáliti
ímóti landsstýrismannin-
um, tí hartil er málið als
ikki komið enn, sigur Tór-
bjørn Jacobsen, løgtings-
maður fyri Tjóðveldis-
flokkin.
Kendi rokskiparin av
Glyvrum noyðist at sigla
millum skerini í hesum
døgum. Hann vil ikki siga
nakað beinleiðis um, hvørt
landsstýrismaðurin
við
fiskimálum eigur at fara
frá, eftir at ein kanning hev-
ur staðfest, at feilir eru
gjørdir í hansara umsiting,
ið hava sett almennan pen-
ing í óneyðugan vanda.
Anstøðan í løgtinginum
hevur boðað frá, at hon set-
ir fram misálit, um lands-
stýrismaðurin ikki fer frá
við góðum, ella løgmaður
setir hann frá. Men Tór-
bjørn Jacobsen, sum kann
gerast avgerandi 17. løg-
tingsmaðurin í hesum máli,
vil altso ikki siga, hvørt
hann hevði atkvøtt fyri ein-
um uppskoti um misáliti,
sum kann fella landsstýris-
mannin.
Tobbi reisti málið
Tað var annars Tórbjørn
Jacobsen, sum reisti fyri-
spurningin í løgtinginum,
ið hevur ført til kanningina
av embætisførsluni hjá Jør-
gin Niclasen landsstýris-
manni. Fyrispurningur nr.
28 í 1999 hevði við sær, at
Landsstýrismálanevndin
hjá løgtinginum, ið hevur
eftirlit við landsstýrinum,
vildi hava málið kannað.
Seinni setti Finnbogi Ísak-
son, táverandi løgtingsfor-
maður, Turið Debes Hentze
advokat at standa fyri kann-
ingini.
Hennara niðurstøða er, at
umsitingin í Fiskimálaráðn-
um í tveimum førum hevur
verið á samanstoytskós við
lógina um umlegging av
lánum til fjarfiskiflotan.
Talan er um rækjutrolar-
arnar Arctic Viking og
Høgafoss, sum kostaðu
landskassanum milliónir, tí
mannagongdir ikki vórðu
fylgdar í sambandi við um-
legging av lánum.
Røtt niðurstøða
Tórbjørn Jacobsen hevur
lisið frágreiðingina hjá
Turið Debes Hentze tvær
ferðir, og hóast hann ikki
sigur tað beinleiðis, so
hoyrist á honum, at lands-
stýrismaðurin onkursvegna
átti at tikið avleiðingar av
málinum sjálvur.
– Eg eri ikki løgfrøðing-
ur, men soleiðis sum Turið
Debes Hentze byggir málið
upp, so er niðurstøðan røtt.
Tá ein kanning av hesum
slagi er gjørd, so má hand-
last, antin tað er positivt
ella negativt, og niðurstøð-
urnar eiga at verða fylgdar.
Men bólturin liggur hjá
løgmanni og landsstýris-
manninum, og teir eiga
næsta leik. Tað skuldi verið
óneyðugt at reist misálit í
løgtinginum, sigur Tór-
bjørn Jacobsen.
Hann vísir í somu vend-
ing á, at í Fólkatinginum er
tað bara hent einstakar
ferðir, at ein ráðharri er
farin frá við misáliti. Tað
hevur altíð verið nóg mikið,
at ivi er sáddur um embæt-
isførsluna, og antin er ráð-
harrin farin sjálvur, ella
hevur forsætismálaráðharr-
in koyrt hann frá av polit-
iskum ávum. Í hesum føri
eru umstøðurnar skerpandi,
tí talan er um eina uttan-
veltaða løgfrøðiliga kann-
ing, heldur Tórbjørn Jacob-
sen.
Tórbjørn Jacobsen:
Løgmaður eigur at fylgja kanningini
Umsitingin í
Fiskimálaráðnum er
sett at kanna niður-
støðurnar í kann-
ingini hjá Turið
Debes Hentze
advokati, ið kunnu
fella landsstýris-
mannin við fiski-
vinnumálum. Um-
sitingin eigur at
halda fingrarnar
vekk, tí hon er
ógegnig, heldur
Tórbjørn Jacobsen
KANNING
Ingi Rasmussen
Kanningin av embætis-
førsluni hjá Jørgin Nicla-
sen, landsstýrismanni við
fiskivinnumálum, fer ikki
aftur við borðinum. Tað
hevur løgmaður lovað.
Anfinn Kallsberg løg-
maður umhugsar framveg-
is málið og hevur fingið
lógarkøn fólk at lesa
frágreiðingina
frá
kanningarstjóranum, nú
hann stendur fyri einari
torførari avgerð.
Spurningurin er, um
Jørgin Niclasen skal missa
sessin, nú Turið Debes
Hentze
advokatur,
er
komin til ta niðurstøðu, at
skeiv málsviðgerð hevur
ført til, at landskassin er
komin
í
óneyðugan
tapsvanda.
Heldur ikki í Fiskimála-
ráðnum, sum stendur fyri
skotum, fer kanningin
aftur við borðinum. Jørgin
Niclasen landsstýrismaður
hevur sett sína egnu
umsiting at kanna eftir, um
niðurstøðurnar
í
kanningini eru rættar, og
serliga 3-mannanevndin,
sum skal vera við í
málsviðgerðini, tá lán til
fjarfiskiflotan verða løgd
um, er biðin at svara
ymiskum spurningum.
Líkt er sostatt til, at um-
sitingin í Fiskimálaráðn-
um er farin at gera sína
egnu kanning av týðandi
táttum í málinum, ið er
vorðið ein trupulleiki hjá
landsstýrismanninum.
Hetta hóvar ikki Tór-
bjørn Jacobsen, løgtings-
manni fyri Tjóðveldis-
flokkin. Hann reisti upp-
runaliga málið um um-
legging av lánum til fjar-
fiskiflotan, sum øll neyðin
snýr seg um.
– Hvørki løgmaður ella
landsstýrismaðurin eiga at
seta síni egnu fólk at
kanna niðurstøðurnar hjá
kanningarstjóranum,
tí
umsitingin
er
inhabil.
Umsitingin er inhabil, tí
tað er hon, sum er kannað
í kanningini hjá Turið
Debes Hentze. Tað eigur at
vera hendan kanningin og
onki annað, sum liggur til
grund fyri einari avgerð.
Annars kunnu vit tað sama
gevast at rinda hálvar
milliónir
fyri
slíkar
kanningar, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Tá ein kanning av hesum slagi er gjørd, so má handlast, antin
tað er positivt ella negativt, og niðurstøðurnar eiga at verða
fylgdar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Umsitingin kannar seg sjálva
C
M
Y
K
5
4