týsdagur 7. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 3 - 7. januar 2003
Nr. 3 - 7. januar 2003
7
Stóra rithøvunda-
navnið á Listastevn-
uni í ár verður Fay
Weldon. Hon er víða-
gitin kring allan heim
fyri sín skaldskap,
sum oftast vísir heim-
in frá einum øðrvísi
kvinnuligum sjónar-
horni
LISTASTEVNA
Heri á Rógvi
Við á Listastevnuni í ár,
sum verður hildin í døgun-
um 7. til 17. august verður
rithøvundurin Fay Weldon.
Nógvir føroyingar kenn-
ast óivað við skaldskapin
hjá Fay Weldon. Hon hevur
verið virkin í nógv ár sum
rithøvundur. Hennara fyrsta
skaldsøga kom út í 1967,
men áðrenn hetta hevði hon
longu skrivað hópin av
leikritum til útvarpsleik,
sjónleik og sjónvarpsleik.
Oddvá Nattestad, sam-
skipari fyri Listastevnuna,
sigur, at teir hava fingið ein
teldupost frá Fay Weldon,
har hon váttar, at hon er
sinnað at koma til landið á
Listastevnuna.
Hon og maður hennara
koma til landið í august, og
tey hava longu gjørt greitt,
at tey eru sinnaði at steðga
fleiri dagar fyri at kunna
uppliva landið.
Oddvá Nattestad sigur, at
tey eru ógvuliga fegin um
at fáa eitt tílíkt navn á
Listastevnuna. Tað hevur
allatíðina verið ætlanin at
fáa ein viðurkendan rithøv-
und hendavegin á Lista-
stevnuna, og Fay Weldon
livir fult og heilt upp til
hetta heitið, meta fyrireik-
ararnir av Listastevnuni.
Í hesum mánaðinum og í
komandi mánað skulu fyri-
reikararnir av Listastevnuni
og Fay Weldon og maður
hennara gera av, hvat Fay
Weldon skal gera, meðan
hon er í Føroyum.
– Hon hevur sagt, at hon
vil fegin siga eitt sindur frá
um seg sjálva og skaldskap
hennara, og so er hon eisini
áhuga fyri at hava eitt
panel, sigur Oddvá Natte-
stad.
Sum sagt skulu fyrireik-
ararnir og Fay Weldon sjálv
nú finna útav, hvat hon fer
at siga við føroyingar og
nær, men tað er so avgjørt,
at hon kemur, soleiðis at
áhugaðir føroyingar hava
nakað at gleða seg til.
Tað var Kári Árting á
bókasøluni í SMS, sum
fekk samband í lag við Fay
Weldon. Hann var á bóka-
messu í Forum í Keyp-
mannahavn, og har hitti
hann Fay Weldon og spurdi,
um tað hevði havt áhuga
hjá henni møguliga at lagt
leiðina tilFøroya.
Hon vísti seg at vera
áhuga, og Kári boðaði frá
til Listastevnu fyrireikar-
arnar.
– Vit sendu beinanvegin
eina innbjóðing, og tað vísti
seg skjótt, at áhugin var
veruligur, og alt hevur
gingið upp á stás við at fáa
hana hendanvegin, sigur
Oddvá Nattestad.
Tvær reisir eru verk eftir
Fay Weldon umsett til før-
oyskt. Bergljót Joensen
(seinni Bergljót av Skarði)
hevur umsett leikin, ið á
føroyskum eitur Feit og
fregin. Hetta er ein sjón-
leikur, sum er skrivaður
burturúr skaldsøguni »The
Woman’s Fat Joke«. Leik-
urin hevur verið spældur í
Føroyum, men handritið er
ikki útgivið.
Sambært upplýsingum
hjá Landsbókasavninum er
leikurin
umsettur
úr
svenskum.
Dagny Joensen hevur
umsett
framtíðarsøgan
»The Cloning of Joanna
May«. Føroyski heitið er
Joanna og klóningar henn-
ara. Hendan bókin kom út í
1995.
Fay Weldon fyllir í 2003
sjeyti ár. Hon hevur verið
gift fleiri ferðir, og hon
eigur eisini fleiri børn.
Hon og maður hennara,
Nick Fox, búgva í New-
castle í Onglandi.
Nógvar bøkur
Síðani hennara fyrsta bók,
»The Woman’s Fat Joke«,
kom út í 1967 hevur Fay
Weldon givið eina longri
røð av bókum út. Eisini
hevur hon sum nevnt skriv-
að nógv leikrit.
Nógv kennast óivað eis-
ini við filmin She-Devil,
har Roseanna Barr og
Meryl Streep høvdu høv-
uðsleiklutirnar.
Filmurin er gjørdur eftir
skaldsøguni »The Life and
Loves of a She Devil«, sum
Fay Weldon skrivaði og gav
út í 1983.
Søgan
og
filmurin
snúgva seg um eina kvinnu,
sum kanska ikki ger so
nógv burturúr sær sjálvari,
og maður hennara fer eisini
frá henni og flytur saman
við einari yngri, ríkari og
vakrari kvinnu.
Hetta noyðist hann seinni
at angra, tá Ruth, sum kon-
an kallast, setir sær fyri stig
fyri stig at oyðileggja lívið
hjá fyrrverandi manni sín-
um. Í sama viðfangið fær
hon eisini stimbra sítt egna
sjálvsvirði og finna eydn-
una í lívinum – og maðurin
finnur alt annað.
Søgurnar og lagnurnar í
bókunum eru oftast kvinn-
ur, sum eisini bíta frá sær
og bróta við ideali.
Nevnda dømi við vælum-
tókta filminum er bert eitt
av nógvum dømum um
kvinnusøgur, sum Fay Wel-
don.
Hon hevur eisini skrivað
onkra framtíðarsøgu, m.a.
»Joanna
og
klóningar
hennara«.
Hon er framvegis virkin
sum rithøvundi, hóast hon
kanska ikki er líka væl
umtókt longur. Seinasta
bókin hjá henni kom út í
2002. Talan er um stutt-
søgusavnið
Nothing
to
Wear & Nowhere to Hide
Ný Sæland
Annars er tað at siga um
Fay Weldon, at hon varð
borin í heim í Onglandi í
1933, men hon flutti sum
fimm ára gomul til Ný
Sæland, har hon er upp-
vaksin.
Hon búði saman mamm-
uni, systrini og ommuni, og
sagt verður av kennara, at
hon tað sum um, at kvinnur
fyltu heimin, og hetta hevur
eisini sett síni spor í skald-
skapi hennara.
Hon hevur lisið sálarfrøði
og búskap í Onglandi, og
áðrenn hon byrjaði at skriva
fulla tíð arbeiddi hon mill-
um annað á einari lýsinga-
stovu.
Arbeiðarar hava í
2002 havt ein real-
lønarvøkstur á
3,11%. Lønirnar
hækkaðu 1. mai
2002 við 4,82%,
meðan prístalið í
2002 er hækkað við
1,71%. Hetta er tí
ein veruligur lønar-
vøkstur
TÍÐINDASKRIV
Vinnuhúsið
1. mai 2002 hækkaðu
minimumstímalønirnar
hjá arbeiðarum úr kr.
87,96 til kr. 92,20 ella ein
hækking við kr. 4,24. Í
prosentum 4,82%. Við
ársbyrjan í 2002 var
prístalið 99,3 og við
ársbyrjan 2003 – 101,0.
Prístalið
er
soleiðis
hækkað við 1,71% og
gevur hetta ein real-
lønarvøkstur á 3,11%.
Fakfeløgini hava í sam-
bandi við farnar sátt-
málasamráðingar
lagt
stóran dent á at vísa prís-
vøksturin í samfelagnum,
men hevur hetta verið
heldur trupult orsakað av,
at onki álítandi prístal
hevur verið. Nú er eitt nýtt
prístal fingið til vega, og
tað gevur ábendingar um,
at
tað
neyvan
er
grundarlag fyri høgum
lønarkrøvum til várs.
Reallønarhækking á 3,11%
Fay Weldon á Listastevnuni
1. oktober 2002 var
prístalið 100,7 og 1.
januar 2003 101,0.
Hetta er ein hækking
á 0,3%, sum er ein
lágur prísvøkstur
TÍÐINDASKRIV
Vinnuhúsið
Tað serliga við prístalin-
um 1. januar 2003 er, at
matur og drekka, sum er
vektað 21,3% í tí samlaða
prístalinum, er lækkað við
1%. Tað er serliga fiskur
og grønmeti, sum standa
fyri lækkingini.
Hækkingarnar eru farn-
ar fram innan klædnavør-
ur, har prísirnir eru hækk-
aðir við 1,8% (saman við
fótbúnaði 1,6%). Harnæst
kemur
flutningur
við
1,5% og býli við 1,2%.
Innan flutning eru akfør-
ini og rakstur av akførun-
um vorðið dýrari og innan
býli eru sethús rentu-
útreiðslur lækkaðar, með-
an ravmagn og hiti eru
hækkað.
Prístalið er hækkað við 0,3% síðsta ársfjórðing
Rithøvundurin Fay Weldon kemur til landið á Listastevnuni í
august. Trupult var at fáa eina góða mynd til vega, men øll
fáa so møguleikan at síggja og hoyra hana á Listastevnuni.
Seinnapartin leygar-
dagin gingu limir í
kórinum Sound of
Glory hús úr húsi í
høvuðsstaðnum at
savna inn fløskur til
eina ferð til Prag í
summar. Úrtøkan var
góð, men av tí at
stundir ikki vóru at
fara í øll hús, fara tey
aftur til verka leygar-
dagin
INNSAVNAN
Jón Brian Hvidtfeldt
- Enn hava vit ikki talt
fløskurnar, men eg meti at
fløskurnar munnu vera
umleið 10.000 í tali.
Meinhard Arge Jensen,
formaður í kórinum Sound
of Glory, er væl nøgdur.
Seinasta leygardag gingu
limirnir í kórinum hús úr
húsi í høvuðsstaðnum og
bankaðu á dyrnar hjá fólki
fyri at spyrja eftir tómum
fløskum. Ein leyslig meting
hjá formanninum sigur so,
at úrslitið var umleið
10.000 tómar fløskur frá
havnafólki.
So nógv høvdu fólk at
lata, at kórlimirnir langt frá
komu í øll hús, og tí ætla
tey sær avstað aftur at
banka á dyrnar hjá fólki
næsta leygardag.
Útvið 70 fólk eru í kór-
inum, og flestu teirra vóru
við seinasta leygardag. Tey
høvdu sett nakrar tímar av
til endamálið seinasta leyg-
ardag, men hetta skuldi so
vísa seg at vera alt ov stutt
tíð at koma í øll hús, hóast
tey vóru væl mannaði.
- Síðan leygardagin hava
fleiri fólk vent sær til okk-
ara og sagt, at tey høvdu
savnað fløskur saman til
okkara, men at vit síðan
ikki komu eftir teimum.
Men vit hava so gjørt av, at
vit fara avstað aftur seinna-
partin næsta leygardag, og
tá ætla vit so at fara á gátt í
øllum húsum í Havn, har
vit ikki komu seinasta leyg-
ardag, sigur Meinhard Arge
Jensen.
Ferð til Prag
Sound og Glory er eitt so-
nevnt Ten Sing kór, har lut-
takarar
hittast
fyri
at
syngja, men har dentur har-
umframt verður lagdur á at
hava tað stuttligt og hugna-
ligt saman á kristnum
grundarlag. Tey halda til í
KFUM í Havn, har venjing-
arnar eisini fara fram.
Í summar ætla tey sær út
um landoddarnar at ferðast,
fyrst til Norra, og síðan til
Prag, har tey skulu taka lut
í stóra tiltakinum »YMCA
Europe 2003« ið verður
hildin dagarnar 3.-9.august.
Á stevnuni hittast umleið
8000 ungdómar, ið hava
sína gongd í KFUM-felags-
skapum kring alt Evropa.
Tiltakið fevnir um konsert-
ir, drama, kjakløtur, bíbliu-
tímar o.a.
Í samband við túrin til
Prag ætla tey sær at hava
fleiri tiltøk fyri at savna inn
pengar. Fløskuinnsavnanin
er fyrsta tiltakið, og sigast
má, at tey hava fingið eina
góða byrjan.
Eftir at verkfallið í
fiskivinnuni er av,
byrjar eitt nýtt ár hjá
føroysku fiskivinn-
uni. Hóast vøksturin
ikki er tann sami,
royndist farna árið
væl hjá flestu skipa-
bólkum, tó undan-
tikið rækjuflotan
FISKIVINNA
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir eina heldur longri
jólafrítið, ið komst av sátt-
málatrætuni millum Reið-
arafelagið og Skipara- og
Navigatørfelagið
hevur
fiskiskipaflotin
loksins
loyst aftur, og eitt nýtt ár er
byrjað í høvuðsvinnuni.
Fiskivinnan hevur sein-
astu árini riðið á einum
alduryggi, hvat úrtøku við-
víkur, og sum heild royn-
dist árið í fjør eisini væl hjá
fiskimanninum. Innan fleiri
skipabólkar tykist tó stíður
at vera komin í stóra inn-
tøkuvøksturin seinnu árini.
Tað vísir uppgerðin hjá
Fiskimannafelagnum yvir,
hvussu farna árið royndist
hjá fiskimanninum.
Fiskimannafelagið ger á
hvørjum ári upp, hvussu
inntøkan hevur verið hjá
fiskimonnum innan ymsu
skipabólkarnar,
roknað
sum miðalinntøkuna fyri
dagin, skipið er til fiski-
skap. Á henda hátt ber til at
samanbera inntøkuna hjá
fiskimanninum, sammett
við inntøkuna hjá einum
arbeiðara á landi. Tølini, ið
eru at finna í ársfrágreið-
ingini hjá Fiskimannafel-
agnum, byggja á avrokn-
ingar hjá limunum. Sostatt
ber ikki til at gera árið
endaliga upp, fyrr enn
seinasta avrokningin fyri
2002 er komin frá reiðarín-
um, og tí eru tølini yvir
samlaðu ársinntøkuna hel-
dur ikki endalig.
Nótaskipini aftur best
Eins og fleiri av undan-
farnu árum var tað við
nótaskipunum, at inntøkan
var størst í fjør. Í meðal var
ein dagløn umborð á einum
nótaskipi 3553 krónur um
dagin. Nótaskipini vóru í
meðal úti í 210 dagar í fjør,
og fyri ein dekkara gevur
tað eina miðalinntøku uppá
746.000 krónur. Men hóast
hetta var 2002 ikki eins gott
fyri nótaflotan sum árið
fyri, vísa tølini hjá Fiski-
mannafelagnum. Talan var
nevniliga um eina minking
í miðalinntøkuni pr. dag
uppá átta prosent, sammett
við 2001.
Men tað var ikki bara hjá
nótaskipunum, at árið í fjør
royndist væl. Fleiri aðrir
skipabólkar høvdu eitt gott
ár í fjør, og tað sæst aftur í
manningapørtunum.
Hjá
fiskimonnum við stóru
hekkutrolarunum á salt-
fiska- og flakaveiðu var
talan um ein inntøkuvøkst-
ur uppá 40 prosent, sam-
mett við árið fyri, um rokn-
að verður við lønini pr dag,
menn vóru burtur. Í meðal
var daglønin hjá einum
dekkara við hesum skipum
2505 krónur. Teir fyrstu
209 dagarnar í fjør, sum
skipini vóru til fiskiskap,
var miðalhýran fyri ein
dekkara við hesum skipum
var í meðal 523.000 krónur,
ið er tað sama, sum inn-
tøkan var alt árið 2001.
Fyri stóru ísfiskatrolar-
arnar var talan um ein inn-
tøkuvøkstur uppá níggju
prosent, roknað pr dag um-
borð. Daglønin við hesum
skipum var í meðal 1733
krónur, og tá árið var farið
at halla, og skipini í meðal
høvdu verið til fiskiskap í
238 dagar, ið eru 10 dagar
færri enn alt árið 2001, var
samlaða hýran fyri ein
dekkara var komin uppá
411.000 krónur.
Hjá smáu ísfiskatrolarun-
um var árið í fjør rættuliga
meinlíkt árinum fyri, og
inntøkan var at kalla tann
sama. Í meðal var daglønin
hjá einum dekkara 1854
krónur, og samlaða hýran
var 458.000 krónur, eftir at
skipini høvdu verið til
fiskiskap í 247 dagar.
Fiskimenn við ísfiska-
línuskipunum høvdu ein
inntøkuvøkstur uppá 15
prosent í fjør, um hugt
verður at lønini pr fiskidag.
Daglønin við einum ís-
fiskalínuskipi var 1706
krónur. Í 2001 vóru hesi
skip til fiskiskap í 219 dag-
ar, og tá skipini høvdu verið
til fiskiskap í 197 i fjør, var
samlaða inntøkan komin
uppá tað sama sum alt árið
fyri, ella 336.000 krónur.
Skipini, ið fiska eftir
ídnaðarfiski, vóru í meðal
til fiskiskap í 140 dagar í
fjør, og har var daglønin
1175 krónur.
Aftur ringt ár hjá
rækjuskipunum
Eisini 2002 gjørdist eitt
soltið ár hjá fiskimonnum
við føroysku rækjuskipun-
um. Í meðal var daglønin
hjá einum dekkara við hes-
um skipum 1206 krónur.
Hesi skip gera vanliga
langar túrar, og tí fevnir ein
avrokning um nógvar dagar
burtur. Men tá skipini
høvdu verið til fiskiskap í
189 dagar, var meðal hýran
hjá einum dekkara við hes-
um skipum komin uppá
228.000 krónur. Her kann
nevnast, at árið fyri vóru
rækjuskipini í meðal 302
dagar burtur.
Eisini hjá garnaskipun-
um, ið royna eftir svart-
kalva- og havtasku, var
2002 verri enn árið fyri. Í
meðal var daglønin við
hesum skipum 1391 krónur
í fjør, ella 17 prosent minni
enn í árið fyri. Í 2001 vóru
skipini í meðal úti í 267
dagar, og tá var manninga-
parturin 450.000 krónur.
Eftir at skipini høvdu verið
úti í 225 dagar í fjør, var
manningaparturin komin
uppá 314.000 krónur.
Aftur til arbeiðis
Aftur í fjør var
mest at forvinna
við
nótaskipunum,
har daglønin hjá
einum dekkara lá
omanfyri 3500
krónur
10.000 fløskur
– Enn hava vit ikki talt, men eg haldi at har munnu vera umleið 10.000 fløksur, sigur
Meinhard Arge Jensen, formaður í kórinum Sound of Glory. Seinasta leygardag gingu tey hús
úr húsi í Havn fyri at biðja um fløskur, og næsta leygardag verður farið í tey hús, har tey ikki
náddu á gátt.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6