týsdagur 7. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 3 - 7. januar 2003
Nr. 3 - 7. januar 2003
9
Gjaldskipanin hjá
Vágatunlinum varð
ikki royndarkoyrd,
áðrenn hon var upp-
sett, og virkar fram-
vegis ikki. Einir
fjúrtan dagar ella so
fara helst at ganga
afturat, áðrenn gjald-
ast kann við korti
TUNNILSGJALD
Edvard Joensen
Partafelagið Vágatunnilin
var í tíðarneyð, tá gjald-
skipanin varð uppsett, og tí
varð hon ongantíð royndar-
koyrd, áðrenn tunnilin varð
latin upp. Hon virkar ikki
enn, nú ein mánað eftir, at
latið varð upp.
Skipanin varð umbiðin til
at seta upp til ta tíð, tunn-
ilin skuldi verða liðugur
eftir upprunaligari ætlan.
Tað vil siga einaferð í
summar, sigur Reinhold
Isaksen av skrivstovuni hjá
Vágatunlinum.
Tá so gjørt varð av at lata
tunnilin upp fyri jól, varð
biðið um at fáa skipanina
fyrr enn ætlað.
Hóast tað var trongligt,
bar tað framleiðaranum til
at lata eina skipan, sum tó
ikki varð royndarkoyrd,
áðrenn hon varð uppsett.
Allir teir trupulleikar,
sum nú eru, mugu tí rætt-
ast, samstundis, sum bilar-
nir koyra gjøgnum tunnilin.
Og tað merkist sjálvandi
hjá teimum, sum brúka
tunnilin.
Tó virkar frádráttarskip-
anin, teir sonevndu kubb-
arnir. Í hvussu er viðhvørt.
Hinumegin teljaran, har
teir bilar, sum ikki hava
kubba, koyra ígjøgnum, er
aftur í móti so sum so.
Av og á ber til at trýsta á
knøttin, sum gevur tær
rokning at gjalda seinni.
Men meira enn so er eisini
neyðugt hjá vaktarfólkun-
um, sum trúliga hava staðið
við støðina, síðan latið varð
upp, at skriva rokningar við
hond.
Reinhold Isaksen sigur,
at væntandi fer tað at taka í
hvussu er einar fjúrtan
dagar, áðrenn skipanin er
fingin at virka til fulnar.
Tað vil siga, at fólk kunnu
gjalda við korti við sjálva
gjaldstøðini.
Talan er um ymsar trup-
ulleikar í samskiftinum við
PBS, sum skal umsita skip-
anina, sigur hann.
Á skrivstovuni hjá Vága-
tunlinum hava tey úr at gera
við at avgreiða allar rokn-
ingarnar, sum liggja nið-
urfyri, nú alt skal umsitast
manuelt.
Dungin er stórur, sigur
Reinhold Isaksen, og tað
ger atð eisini óarbeiðsligt
og seinkandi, og ikki ber til
at siga, nær tey vera komin
uppundan, sigur hann.
Á skrivstovuni hjá Vága-
tunlinum hava tey ikki ná-
greinilig tøl fyri, hvussu
nógvir bilar fara gjøgnum
tunilin dagliga. Men teir
eru
heldur
fleiri,
enn
roknað varð við av fyrstan
tíð, heldur Reinhold Isaks-
sen.
Teljari liggur uttan fyri
tunnilin Vágamegin, og
hann verður avlisin av fólki
frá Landsverkfrøðinginum.
Hjá Landsverkfrøðingin-
um verður sagt, at seinasta
avlesingin var 30. decemb-
er. Tað vil siga, at talan var
um jólaferðslu, sum kanska
kann vera eitt sindur mis-
vísandi, um roknast skal
við meðalferðslu fyri alt
árið.
Endalig uppgerð var ikki
gjørd, men roknað verður
við, at einir 500-600 bilar
ella so hava koyrt dagliga
gjøgnum tunnilin um høg-
tíðirnar.
Eiðis Kommuna er
ikki boðin við í
kommunusaman-
leggingina í Norður
Eysturoy og -Streym-
oy, sigur borgar-
stjórin á Eiði
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Edvard Joensen
Størsta kommunan Norður
Esturoy er ikki boðin upp í
samstarvið um kommunu-
samanleggin í økinum.
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri í Eiðis Kommunu,
sigur, at hann hevur bara
lisið í Sosialinum um
kommunusamanlegging-
ina, sum arbeitt verður við í
Norður Eysturoy og Norður
Streymoy fram við Sunda-
lagnum. Sær vitandi er
hvørki fyrispurningur ella
beinleiðis innbjóðing kom-
in til Eiðis Kommunu um at
vera við í samstarvinum.
Borgarstjórin í Gjáar
Kommunu, Sofus Johanne-
sen, er ein teirra, sum ar-
beitt hevur við saman-
leggingini.
Hann sigur, at tað er rætt,
at Eiðis Kommuna ikki
hevur fingið slíka innbjóð-
ing, tí talan er um tær
kommunurnar, sum framm-
anundan hava verið við í tí
sonevnda kommunufelags-
skapinum við Sundalagið.
Bæði Eiðis Kommuna og
Funnings Kommuna, sum
heldur ikki er við nú, hava
áður fingið innbjóðing um
at koma upp í tað samtakið,
vísir Sofus Johannesen á.
Tað komu tær ikki, og tí
hava tær heldur ikki fingið
nakra innbjóðing nú, sigur
hann.
Gjaldskipanin ongantíð
royndarkoyrd
Eiðis Kommuna fekk
onga innbjóðing
Gjaldskipanin hjá
Vágatunlinum varð ikki
royndarkoyrd, áðrenn hon
varð uppsett. Stórir
trupuleikar hava alla tíðina
verið, síðan latið varð upp,
og framvegis verða rokningar
skrivaðar við hond til teirra,
sum koyra gjøgnum tunnilin
Mynd: Edvard Joensen
Eiðis Kommuna hevur onga
innbjóðing fingið til
kommunusamanlegging,
sigur Tordur Niclasen,
borgarstjóri á Eiði. Tað er tí,
at kommunan er boðin við í
annað samstarv áður, men
tók ikki av, siga fyrireikar-
arnir
Formaðurin í Føroya
Skipara-og Naviga-
tørfelag, Ellintur M.
Abrahamsen, er
rímiliga væl nøgdur
við nýggja sáttmálan,
sum varð undirskriv-
aður á Hotel Føroy-
um seint leygar-
kvøldið
SEMJA
Vilmund Jacobsen
Verkfallið í fiskiskipaflot-
anum, sum Føroya Skipara-
og Navigatørfelag lýsti, 18.
desember, er av, og veiði-
flotin kann nú leggja út á
hav aftur.
Tað vóru fleiri sum vænt-
aðu, at hetta fór at gerast
eitt rættiliga tógvið stríð
eftir, at so langt hevði verið
millum partarnar, sum enn
ikki vóru samdir um sjálvt
samráðingargrundarlagið,
tá ið samráðingarnar slitn-
aðu í desember. Men tíbet-
ur fyri allar partar fekst ein
loysn á trætuni nú um viku-
skiftið.
Tað vóru semingsmenn-
inir, sum kallaðu feløgini
samanaftur at møta til
fundar á Hotel Føroyum
síðsta fríggjadag kl. 13.
Reiðararnir vrakaðu
Ellintur M. Abrahamsen,
formaður í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag, sigur, at
fyrsta
semingsuppskotið
kom á borðið leygarmorg-
unin kl. 07.
- Vit góðtóku hetta upp-
skot, men reiðararnir vrak-
aðu tað, sigur hann.
Semingsmenninir, Høgni
Høgnesen og Suni S. Ja-
cobsen, settu feløgunum ta
treyt ikki at úttala seg til
fjølmiðlarnar um gongdina
í samráðingunum. Tí frætt-
ist heldur ikki nógv um
gongdina, fyrr enn avtalan
varð undirskrivað.
- Klokkan 22.30 leygar-
kvøldið kom so seinna
semingsuppskotið á borðið,
og hesaferð góðtóku bæði
feløgini uppskotið hjá sem-
ingsmonnunum. Um 23-
tíðina hetta kvøldið varð
nýggi sáttmálin so undir-
skrivaður á Hotel Føroyum,
sigur ein hampiliga væl
nøgdur, Ellintur.
Hann heldur ikki, at
munurin á fyrra og seinna
uppskotinum var serliga
sjónligur, og tí undrast
hann eitt sindur á, at reið-
ararnir blankt vrakaðu tað
fyrra uppskotið, men tóku
undir við tí seinna.
Ellintur nøgdur
Ellintur sigur, at Føroya
Skipara- og Navigatørfelag
sum heild er nøgt við
nýggja sáttmálan.
Hann vísir á, at 2. stýri-
maður á teimum smærru
nótabátunum nú fær 1,375
part í mun til 1,25 part
frammanundan, men hetta
er so sambært tí, ið reiðar-
arnir leggja í gamla sátt-
málan.
- Sambært okkara sjónar-
miðum áttu hesir at fingið
1,5 part eftir gamla sátt-
málanum, men stríð hevur
verið um henda spurningin
síðan seinastu samráðingar,
sigur Ellintur.
Hann leggur aftrat, at tey
skip, sum eru fevnd av
hesum sáttmála, eru nóta-
skip undir 1500 brt., og
hesi eru á veg út úr flot-
anum til fyrimuns fyri
størri og betri skip.
- Umborð á teimum
størru nótaskipunum fær 2.
stýrimaður nú 1,5 part
ímóti 1,25 parti framman-
undan. Men umborð á
Krúnborg og Christiani í
Grótinum fekk 2. stýri-
maður frammanundan 1,5
part.
Ellintur sigur, at parturin
hjá 1. stýrimanni er lækk-
aður úr 1,875 parti niður í
1,775, men nú er hesin
sáttmálin galdandi fyri øll
skip yvir 1500 brt., og tað
heldur hann kortini er ein
bati.
Umframt prosentini, sum
togast hevur verið um, er
tímalønin hjá yvirmonnum,
sum arbeiða umborð ella í
landi, meðan skipið er inni,
dagførd, og tað er eisini ein
bati.
Skeiðvirksemi
Ellintur fegnast eisini um,
at reiðararnir nú skulu
gjalda fyri skeiðvirksemi
hjá yvirmonnum.
- Skiparar og stýrimenn
noyðast javnan á skeið, og
nú er tað greitt í nýggja
sáttmálanum, at tað verða
reiðararnir, sum koma at
gjalda fyri hesi skeiðini.
Hann vísir á, at talan er
um GMDSS-skeið í radio-
útgerð, trygdarskeið og
brandskeið, og somuleiðis
er ein nýggj kunngerð
komin um medisinkistur,
sum eisini krevur, at í
minsta lagi skipari og ein
stýrimaður fara á skeið um
hesi viðurskifti.
- Hetta er ein bati, sum
kemur øllum til góðar, og
frammanundan hava menn í
fleiri førum verið noyddir
sjálvir at rinda fyri slíkt
skeiðvirksemi, sigur Ellint-
ur.
Í nýggja sáttmálanum er
eisini greiða fingin á
sáttmálanum hjá yvirmonn-
um við trolarum, sum heil-
frysta og hjá teimum, sum
virka saltfisk og flak um-
borð.
- Enn eru nøkur ivamál,
sum vit kortini ikki vildu
gera meira burtur úr á
hesum sinni, sigur formað-
urin í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag, Ellintur M.
Abrahamsen.
Verkfallið er av og
skipini kunnu loysa
Fiskiskapurin hev-
ur verið ógvuliga
góður í vetur, og tað
er ikki óhugsandi,
at hetta hevur
skundað undir
loysn av trætuni
millum Føroya
Skipara-og Naviga-
tørfelag og Føroya
Reiðarafelag
SEMJA
Vilmund Jacobsen
Tað eydnaðist okkum
tíverri ikki at fáa fatur
á formanninum í Før-
oya Reiðarafelag, áðr-
enn blaðið fór til
prentingar í gjár, men
vit fáa væntandi eina
viðmerking frá honum
til blaðið mikudagin.
Í samrøðu við Út-
varpið um vikuskiftið
segði Jákup seg vegna
reiðarafelagið
ikki
vera serliga væl nøgd-
an við nýggja sátt-
málan, men vísti á, at
felagið hevði valt at
gera semjuna, soleiðis
at skipini kunnu sleppa
útaftur.
Bæði feløgini fegn-
ast tó um, at leysir
endar, sum stóðust av
gamla sáttmálanum,
nú eru fingnir uppá
pláss.
Grundarlagið
Undir samráðingun-
um, sum verið hava og
eisini undir verkfallin-
um, ið hevur vart síð-
an, 18. desember, hev-
ur verið tosað um
skeivar orðingar og
skrivifeilir í gamla
sáttmálanum, og tað
vóru í høvuðsheitum
hesi viðurskifti, sum
gjørdu, at torført var at
finna eitt samráðingar-
grundarlag.
Men trætan er nú
loyst, og tað munnu
báðir partar og sam-
felagið alt fegnast um.
Skipini kunnu nú
fara útaftur, og soleiðis
sum veðrið er, gongur
neyvan long tíð, til
virksemi aftur verður í
flakavirkisvinnuni
á
landi.
Fiskiskapurin hevur
verið ógvuliga góður í
vetur, og tað hevur
kanska havt sína á-
virkan á, at partarnir til
tjúgund og síðst vístu
góðan vilja til at loysa
trætuna.
Ikki so
drúgt
sum
væntað
Tey smærru nótaskipini eru
á veg út úr flotanum til
fyrimuns fyri størri og betri
skip, og umborð á teimum
størru nótaskipunum fær 2.
stýrimaður eina betri hýru.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ellintur M. Abrahamsen er
sum heild nøgdur við nýggja
sáttmálan, sum varð
undirskrivaður á Hotel
Føroyum, leygarkvøldið um
23-tíðina
C
M
Y
K
9
8