Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 3 - 7. januar 2003 Nr. 3 - 7. januar 2003 11 Fríggjadagin fór lokala vikublaðið hjá norðoyingum, Norð- lýsið, undir teirra internet útgávu av blaðnum. Og klokkan trý setti Steinbjørn Jacobsen, borgar- stjóri, fingurin á knøttin, sum lat blað- ið upp fyri øllum FJØLMIÐLAR Solby A. Eliasen Klaksvík: Heilt fitt av fólki var savn- að í hølunum, har Norðlýs- ið heldur til, tá blaðið fyri fyrstu ferð, varð lagt út á netið. Oliver Joensen, blað- stjóri, sigur, at arbeitt hevur verið við hesum í eitt hálvt ár nú. Teir hava umhugsað eina internet útgávu fyrr, men hava ikki sett seg førar fyri tí fyrr enn nú. Oliver sigur, at ætlanin við internetútgávuni er, at hon skal virka sum ein tíð- indaportalur og so eisini verða sølufremjandi fyri pappírsútgávuni av blaðn- um. Tað vil siga, at grein- arnar, sum standa í Norð- lýsinum komandi, koma ikki at liggja á heimasíðuni allar sum tær eru. Í øllum førum ikki áðrenn pappírs- útgávan er komin út. - Heldur skal heimasíðan virka sum eitt slag av spísi- seðili fyri pappírsútgávuni, sigur Oliver. Hann greiðir eisini frá, at Norðlýsið kemur bert út einaferð um vikuna. Evsta mark er mikudag. Og hen- dir so okkurt mikukvøld ella hósdag, so kemur tað ikki í blaðið tá, men má bíða eina viku. So tað hevur ofta við sær, at nógv tíðindi detta burtur ímillum, tí tey eru ov gomul, tá Norðlýsið kemur út aftur eina viku seinni. - Men nú er so ætlanin at heimasíðan skal nýtast til tey tíðindi, sum eru aktuell, men óaktuell, tá Norðlýsið kemur útaftur, sigur Oliver. Í fyrstu atløgu hava øll ókeypis atgongd til heima- síðuna hjá Norðlýsinum. Til hetta sigur Oliver, at hann hevur kannað, hvussu nógvar haldarar aðrir út- gevarar hava á netinum, og hann sigur, at hann hevur fingið ta fatan, at talan ikki er um serliga nógvir hald- arar. - Norðlýsið er eitt nógv minni blað aftur, so ikki kann ímyndast, at vit høvdu fingið serliga nógvar hald- arar, sigur hann og leggur afturat, at teir tí hava valt at satsa upp á inntøkur frá lýs- arum heldur. - Í okkara føri er tað mest sum ógjørligt at fáa bæði. So heldur hava eina heima- síðu við fleiri lýsarum, har øll hava atgongd enn eina síðu til einar 50 haldarar, sum lýsarar ikki hava ser- liga góðan hug at lýsa á. Blaðstjórin á Norðlýsin- um sigur, at í stuttum kann sigast, at ístaðin fyri at koma út við pappírsútgáv- uni tvær ferðir um vikuna, so valdu teir heldur at leggja blaðið út á inter- netið. Á Norðlýsinum starvast dagliga tveir mans, og so hava teir onkrar free- lancarar eisini. Heimasíðan hjá Norðlýsinum er www.nordlysid.fo Tollaksmessudag 2002 varð boðað frá, at nógv vatn rann í stríðum streymum oman gjøgnum Strandahaga. Skjótt varð staðfest, at rør vóru gliðin sundur, og tá SEV skrúvaði fyri, var stór eyrskriðja farin við øllum vatninum VATNLEIÐING Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað ber illa til at staðfesta, júst, nær skaðin er hendur, og hvør orsøkin er. Klæ- mint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at áðrenn orsøkin kann staðfestast, mugu teir hava fólk á staðið at kanna skaðan. - Ikki ber til at siga, um tað er ein steinur, sum hev- ur ført skaðan við sær, ella um tað eru rør sum eru gliðin sundur, fyrr enn fólk frá okkum hava verið har og kannað eftir, sigur SEV stjórin, Klæmint Weihe. Hann viðgongur eisini, at arbeiðið við at fáa vatnið at renna í Strandadali hevur verið sera trupult. Hann vísir samstundis á, at lendið, sum talan er um, er sera óhøgligt at fáast við. - Men eg sigi ikki, at tað er lendið í hesum førinum, sum er orsøkin til skaðan, tí tað veit eg sum sagt ikki enn. Men tað er ein sann- roynd at lendið í Stranda- haganum er kent fyri skrið- ur, sigur Klæmint Weihe, og undirstrikar, at orsøkin til skaðan tó ikki er staðfest enn. Arbeiðið hjá SEV var lið- ugt í oktobur, og síðani hevur vatnið runnið niðan í Strandadal. Men nú er so fyribils skrúvað fyri. Fólk hjá SEV hava verið í jólafrí, men nú eru øll farin aftur til arbeiðis, og Klæ- mint Weihe sigur, at fólk fer á staðið beinanvegin at kanna málið. Og av tí at skaðin ikki er eftirmettur enn, so ber heldur ikki til at siga júst, hvussu umfatandi hann er. Men býarverkfrøðingurin í Klaksvíkar kommunu, Heri Hammer, sigur, at tey hava leystliga mett, at talan er um einar 10 – 15.000 kubikkmetrar, sum hava flutt seg við øllum vatnin- um, sum slapp at renna, áðrenn skrúvað varð fyri. Fyri at vísa, hvussu nógv tað í veruleikanum talan er um, vísir Heri Hammer á skriðjulopið, sum var á Kjølinum í septembur 2000. Tá varð mett, at einir 2.000 kubikkmetrar riðu oman. Býarverkfrøðingurin hevði, tá Sosialurin tosaði við hann, ikki verið á økin- um og sæð, hvussu umfat- andi skaðin er. Men hann hevði tó verið í Haralds- sundi og hugt yvirum. - Tað sær í øllum førum ógvusligt út, sigur Heri Hammer og leggur afturat, at tann kommunali leidn- ingurin er heilur enn. Men hann liggur berur. Býarverkfrøðingurin er heldur ikki greiður yvir júst, hvat er hent í Stranda- haganum Tollaksmessudag, men hann tekur undir við Klæmint Weihe, tá hesin sigur, at lendið er sera óreint. - Tað hava verið sera nógvar skriður í Stranda- haganum, men nú má bara bíðast, inntil skaðin er eftir- mettur og okkurt ítøkiligt er komið á borðið, sigur Heri Hammer. Skaði á SEV rør í Strandadali Norðlýsið á internetið Mett er at umleið 600 tons av vatni standa í rørunum, sum eru yvir 40 sentimetrar til víddar Mynd: Pól Sundskarð Tollaksmessudag vóru fólk varug við, at sera nógv vatn rann oman gjøgnum Strandahaga. Orsøkin var, at rør vóru gliðin sundur. Hví tað er hent, er ikki staðfest enn Mynd: Pól Sundskarð Fríggjadagin 3. januar varð Norðlýsið lagt út á netið. Í fyrstu atløgu er tænastan ókeypis Fjølbroyttir bólkar meldaðir til Prix Føroyar 36 bólkar hava meld- að seg til Prix Føroyar kappingina í ár. Fyri- reikararnir siga, at talan verður um eitt fjølbroytt prix við bæði gomlum og nýggjum bólkum TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Um smáar tríggjar vikur fer fyrsta innleiðandi umfar av Prix Føroyar av bakka- stokki. Freistin at tekna seg til prixið er nú farin og fyri- reikararnir sita nú og fyri- reika tað seinasta. 36 bólkar hava meldað seg til kappingina. Hetta er næsthægsta talið nakrantíð. Men tikið til eftirtektar, at hvør tónleikari ikki kann vera við í meira enn tveim- um bólkum, kann hetta talið sigast verða ógvuliga høgt. Mark er eisini ásett til luttakandi bólkar, sum er 30, og tí kann tað væl verða, at bólkar verða sáldaðir frá. – Vit eru ógvuliga væl nøgdir við tilmeldingarnar. Vit søgdu áðrenn, at um 30 bólkar teknaðu seg, so var tað gott, so 36 er ikki annað enn avbera gott, sigur Fróði Vestergaard, umboð fyri Norðurlandahúsið, sum saman við Útvarpinum, Sjónvarpinum og FUT skipar fyri Prix Føroyum. Demo fløga Hvør bólkur skal senda inn eina demo-fløgu, sum mill- um annað skal nýtast til at styrkismeta bólkarnar. Freistin til at senda fløguna var í gjárkvøldið, mána- kvøldið, klokkan 18. Fleiri bólkar høvdu fyrrapartin í gjár longu sent fløguna, men nakrir vantaðu tó, og væntaðu fyrireikararnir, at tær fløgurnar fóru at koma inn leypandi ígjøgnum dag- in. Um bólkurin ikki sendir inn demo-fløgu, sleppur hann ikki at luttaka í kappingini. – Tað kann koma fyri, at bólkar verða valdir burturúr hesuferð, sigur Fróði Vestergaard. – Men tað er alt eftir, um allir bólkarnir senda inn demo- fløgu ella ikki. Eisini er onkur bólkur, sum ikki rættiliga veit enn, um teir koma, so alt hetta skal fáast upp á pláss, og kannast áðrenn vit rættiliga vita, hvussu stórt tað veruliga talið er. 25. januar byrjar kapp- ingin, og tað er, sum kunn- ugt í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, at øll tey inn- leiðandi umførini verða hildin. – Eisini tá tað er tikið til eftirtektar, at øll innleið- andi umførini vera í Fugla- firði, má tilmeldingartalið sigast vera stórt, tí fleiri bólkar melda seg ofta til av tí, at prixið kemur til teirra nærumhvørvið. Fjølbroytt Fróði Vestergaard upplýsir, at tað eru ógvuliga fjøl- broyttir bólkar, sum koma at luttaka í Prix Føroyum í ár. – Talan er um ungar, nýggjar bólkar, og eisini hava vit bólkar, sum hava verið við í finaluni fyrr. Stílurin hjá teimum ymisku bólkunum er eisini ym- iskur. Har er alt frá fólka- tónleiki til harðan rock og gospeltónleik. At so nógvir bólkar melda seg til Prix Føroyar, nú tað fyri fimtu ferð verð- ur hildið í Føroyum, ber bara boð um, at tónleika- heimurin bara veksur. – At so nógvir bólkar hava teknað seg sigur eis- ini, at tónleikararnir í Før- oyum taka undir við tiltak- inum, og tað er ein tørvur á, at bólkar sleppa út at spæla og framføra sín tónleik, sigur Fróði Vestergaard at enda. 36 bólkar hava teknað seg til Prix Føroyar, sum verður í ár. Fyrsta innleiðandi umfarið fer av bakkastokki tann 25. januar Leygarkvøldið kom Havaldan illa fyri, tá báturin kom í eina streymíðu uttanfyri Gjógv. Vandin spældi tó væl av, og báturin kom inn á Funningsfjørð í øllum góðum ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Havaldan skuldi leygar- kvøldið sleipa tveir ali- ringar av Eiði til Funn- ingsfjørð, tá báturin kom í eina streymíðu uttanfyri Gjógv. – Báturin kom illa fyri av hesum, tí teir høvdu tveir aliringar upp á sleip. Tvær stúttur í dekkinum vóru skrædnaðar, og sjógvur kom inn í bátin. Lensipumpurnar gingu fyri og hondpumpan eis- ini, greiðir Djóni Weihe, leiðari á Sjóbjargingar- støðini MRCC, frá. Boð vóru send til sjó- bjarningarstøðina og tyrlan var til reiðar at fara monnunum báðum, ið við vóru, til hjálpar. Menninir vóru klárir at fara í gummibátin, men tá fingu teir dekspumpuna at rigga aftur, og tí settist tyrlan aftur. Aliringarnir vórðu sleptir, og báturin sigldi við lítlari ferð inn á Funn- ingsfjørð, har teir komu á land í øllum góðum. Ein alibátur úr Funningsfirði var komin Havalduni til hjálpar, og fylgdi við teimum til teir komu til lands. Aliringarnar tók Tjaldr- ið uppaftur seinni um náttina. Komu í eina íðu Fyrsti mist koyri- kortið undir vatni LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Eftir øllum at døma er fyrsti føroyingurin, sum hevur koyrt ov skjótt í Vágatunlinum, tikin. Hann varð tikin um viku- skiftið fyri at koyra 121 km/t. Politiið upplýsir, at viðkomandi kann rokna við at missa koyrikortið. Hetta verður sostatt tann fyrsti, sum er tikin fyri at koyra ov skjótt undir vatni í Føroyum. Annars sigur politiið kring landið, at friðarligt hevur verið um vikuskift- ið. Tveir hava sovið rúsin av sær í brummuni í Havn og ein annar varð tikin fyri at koyra við kenning. Eisini var eitt sindur av smávegis herverki, har talan var um ein brotnan rút, og eisini var eitt harð- skapsmál. Annars letur til, at flest øll hava hvílt aftaná halguna, tí politiið hevur ikki havt nógv at gera. Fór útav á Lambareiði FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein Leygarkvøldið um 18.30 tíðina fór ein bilur útav á Lambareiði í Eystur- oynni. Óhappið hendi vegna hálku. Talan var um ein bil, sum koyrdi úteftir ímóti Runavíkini, tá før- arin misti tamarhaldið á bilinum. Bilurin fór í autoverjuna og koppaði á takið. Førarin mátti verða kliptur leysur, tí hann sat fastur. Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, tí hann hevði fingið nakrar snuddir í høvdið. Har varð hann lagdur undir skurð, men upplýst verður av politistøðini í Runavík, talan var ikki um nakað álvarsamt. C M Y K 11 10