Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 3 - 7. januar 2003 Nr. 3 - 7. januar 2003 13 Landsstýrisflokkarnir eru ikki samdir um, hvussu ein nýggjur trygdar- og verjupolitikkur skal orðast, frættist aftur í síðstu viku. Tað hoyrdist eisini síðsta heyst. Men so skiltist, at flokkarnir vóru við at koma ásamt um eina orð- ing at leggja fyri Løgtingið sum eitt uppskot til samtyktar, væntandi at umrøða saman við eini frágreiðing um verjupolitisku viðurskifti Føroya. Okkara trygdarpolitikkur - hóast talan er um eitt danskt málsøki - kemur fram í fleiri løgtingssamtyktum. Tann fyrsta er frá 1940, tá Løgtingið boðar frá, at tað er "støða tingsins at halda Føroyar uttanfyri bardagan og ósemjuna landanna millum". T.m. at fólkavalda tingið sigur, at Føroyar skulu vera óheftar. Hesa støðu hevur eingin síðani sett spurnartekin við. Eftir at NATO hevði avgjørt at byggja støðir her á landi, mótmælti Løgtingið, og samtyktin er endurtikin tvær ferðir. Í 1970 samtykkir Løgtingið "at Føroyar verða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og her- málsligar samgongur" og Løgtingið mótmælir "at her- menn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki". Hetta hevur verið Løgtingsins støða higartil, hóast hvørki Danmark ella NATO hava virt hana. Samtyktin frá 1970 er ein herðing, tí upprunaliga orðingin "ósemjuna" er broytt til "ósemjur" og harafturat staðfestir Løgtingið, at Føroyar skulu haldast uttan fyri "hermáls- ligar samgongur". V.ø.o. skulu Føroyar vera óheftar - neutralar. Hóast Føroyar avgjørt hava stuðlað vestur- lendskan verjupolitikk, staðfestir samtyktin, at vit vilja haldast uttanfyri. Eingin hevur skotið upp at broyta hesar samtyktir. Men nú eru hesar samtyktir, sambært løgmanni, ein forðing fyri, at Føroyar kunnu virka sjálvstøðugt á hesum øki, og tí má ein nýggj samtykt gerast. Eitt annað er, at tær eru neyvan í samljóð við heimspolitisku støðuna ídag. Hetta er eitt álvarsamt mál, og uppaftur meiri álvarsamt er, at landsins stýri ikki er samt um, hvussu okkara trygdar- politikkur skal orðast. Uppskotið hjá løgmansskrivstovuni er ikki alment kent, men formaður Tjóðveldisfloksins hevur fleiri ferðir boðað frá, at vit skulu verða sam- ráðingarpartur á hesum øki, og at einki skal kunna gerast, uttan at vit góðtaka tað. Hóast málsøkið er danskt, er tað óivað føroyskur fólkavilji, at í málinum um trygdar- og verjupoltikk ber ikki til, at danir gera, sum teimum lystir. Tað er ikki demokratiskt, og føroyingar eiga, sum støðan í dag er, at hava avgerandi orðið at siga. Trygdar- og verjupolitikkur er týðandi landsmál, og tað hevur stóran týdning, at Løgtingið er samt. Tí eiga løg- maður og varaløgmaður ikki at halda fram at gera uppskot og mótuppskot, men taka upp samráðingar millum landsstýrið og andstøðuna um eina nýggja samtykt. Henda má vera í samljóð við støðuna í Føroyum og heimspolitisku støðuna í dag, og sum endurtekur óheftu støðu Føroya og staðfestir rættindi Føroya á hesum øki. DAGSINS MEINING Sosialurin Neyðugt við semju út um landsstýrið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jákup Lindenskov Tær skuldu niður aftur eftir jólahátíðina henda ársins fyrsta leygarmorgun. Fóru úr Havn í góðari tíð, skrav- aði frostið av frontrútinum, so líðandi lýsti fyri degi, snjóskrýdd vóru fjøllini, spegilsmyundin í Mjáu- vøtnum. Komin úr tunlin- um Leynarmegin heldur dóttirin fyri, at »pent er tað ikki at síggja illa fráfarna lendið uttan um tunnilin« – samstundis kaga vit oman á fagra belttin – Trøðin hjá Jensi – og so fóru vit í tunn- ilin, fýra minuttir og vit vóru á Vágalandinum. Tá vit koyra inn í Sanda- vágs bygd blinkar ferðslu- talið 67, so beint eftir regl- unum koyrdu vit neyvan, tað drap eitt sindur burtur- úr, men vit koma í øllum góðum á flogvøllin, men hvat nú? Bilar, bilar, alla- staðni, ikki so frægt at tú sleppur av við fólk og fæ. Koyri ein umgang afturat, men nei, bilur í bil uttan fyri bilabásarnar, so seti eg bilin nakað væl framman fyri bussin uttan fyri at- komuhøllina at sleppa av við góðsið. Steðgi. Eitt brøl og síðani fleiri, sum frá óð- um tarvi. Tað er bussurin, sigur konan, koyri so út- aftur, men alt tað sama. So koyri eg aftan fyri bussin, annar bilur setur ferðagóðs av, sum á hvalabaki, hættis- ligt, ert tú ikki fótfimur. Sleppa av við góðsið, koyri so enn einaferð runt, einki pláss, hvørki ovarliga ella niðarliga, eisini standa bilar fram við básarnar. Longur yvir, har eru nøkur tóm pláss, »sjúkrabilur« stendur á skeltinum, nei, tað ber ikki til, so »løgregla«, all right, har seti eg hann, vilja teir mær nakað, ja so siti eg í »úlvsins kjafti«. Fari í høllina, gangi framvið undir takskegginum, har er tátt og skervað. Útafturkomin er hetta argiliga bláa pappírið undir viskaranum. Og so er ikki annað enn at gjalda og vera glaður. Bussførarin frøir seg, gloymd er gron og brøl. Spurningurin er: vóru hatta vísmannaorð hjá Bjarna, hendan dagin tunnilin var tikin í brúk, »nú kunnu øll koyra, sum tey vilja«. Tað kann kosta, tá viðurskiftini eru »so væl skipað, sum tey nú eru«? Eitt afturat, var tað ikki eitt hugskot, at Flogvøllur- in átti nakrar saltsekkir? Øll kunnu koyra – men ikki parkera Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Áhugavert var at lesa nýggjársblaðið hjá býráðs- limunum Beate L. Samuel- sen og Tórfinni Smith í Dimmalætting herfyri. Har vóru tíðindi at frætta um standin í býráðssamgong- uni, sum ikki hava verið frammi áður. Ongantíð hoyrdist nakað aftur frá tí sáttarfundinum, sum Jan Christiansen, borgarstjóri, segði seg ætla at halda í samgonguni til tess at fáa greiðu á viður- skiftunum millum seg og hin borgarstjóran Heðin Mortensen. Jan Christiansen var í øðini um, at Mortensen í heilum tók upp á seg heitið sum virkandi borgarstjóri, og borgarstjórin vildi vera við, at hann fekk ikki farið á WC fyri hinum borgar- stjóranum. Samgongan tyktist vera í ringum sjógvi, og kallað varð inn til fundar bæði her og har at slætta sjógv, alt meðan Tjóðveldisflokkurin beyð seg fram at koma upp í samgonguna. Eftir ein fund í Føroya Væl segði Mortensen í bløðunum, at Christiansen noyddist at finna seg í sær, tí hann hevði flestar at- kvøður á sambandslistan- um, og hann teknaði Sam- bandsflokkin í Havnar Býráð. Eftir ógvisliga útfallið frá Christiansen framman und- an skiltu vit nú púrt onki, men líkt er til, at hetta var tann faktiski útgangurin av orrustuni millum borgar- stjórarnar báðar. Í nýggjársblaðnum hjá Dimmalætting kemur und- an kavi, at sáttarfundurin hjá Jan Christiansen helst ongantíð er hildin. Blaðstjórar á nýggjárs- blaðnum eru samgongu- limirnir í býráðnum, Beate L. Samuelsen og Tórfinn Smith. Tey skriva undir einari søtari mynd av Mortensen, at "tað var eisini Heðin, sum fór úr stríðnum við óða borgarstjóran sum sigurs- harri, tá Jan gjørdist kúrrur sum eitt lamb stutt eftir, at hann hevði kravt Heðin úr samgonguni - sum ikki einaferð". Tey skriva eisini, at "Jan mátti vitað líka væl, sum øll onnur, at yvirlivarin Heðin tekur allar møgu- leikar, sum bjóðast at koma fram í ljósið". Loyvi mær tí fyri at fáa fulla á greiðu á málinum at spyrja samgonguna í Tórs- havnar Býráð: »Hvør er nú borgarstjóri, og hvør er á wc?"« Hvør er borgarstjóri? Nakað hvirt hevur verið á tinghelluni eina tíð, men nú verður hesin táttur tikin uppaftur. Kári á Rógvi leggur fyri við nøkrum greinum um politisku skipanina og samspælið millum politikk og lóg Kári á Rógvi Nú er kanning gjørd av um- sitingini av lóg um umskip- an av lánum hjá fjarsfiski- flotanum. Henda kanning er langt frá tí opinleika og smidligu mannagongd, sum ynskilig vóru, tá tað ræður um leiklutin hjá løgtingin- um sum eftirlitisvald. Har liggja 99 pappír Nú er tann ósiður komin á, at alt skal skrivast á pappír. Eftir at navnframi tingmað- urin Tórbjørn Jacobsen spurdi Jørgen Niclasen, landstýrismann, hvussu ein ávís lóg var umsitin, eru pappírsdungarnir hópaðir upp. Landsstýrismála- nevndin hevur biðið løg- mann biðið ein kanningar- stjóra spyrja Jørgen um málið, og síðani hevur kanningarstjórin tulkað bæði spurningar og svar og skrivað eina kanning, sum nærum ongin hevur lisið, sum bløðini ikki hava end- urgivið, og sum kanningar- stjórin ikki vil greiða frá al- ment, men sum verður søgd at skula føra til, at antin landsstýrismaðurin ella løgmaður ella báðir skulu fara frá - umframt at Jørgen Niclasen skal rinda einar 11 milliónir í endurgjaldi. Hetta málið vísur saman við øðrum málum, at vit mugu skipa eftirlitisvaldið hjá løgtinginum av nýggj- um. Á enskum verður tosað um ‘flýggjanina frá polit- ikki’. Heldur enn at taka støðu sjálvir, vilja ting- menn hava onkran jurist at siga, at nakað er galið. Løgtingið átti heldur enn at goldið fyri hesar um- vegis kanningar, sjálvt at havt fólk í starvi, sum burt- urav kannaðu, um almennir stovnar á rættan hátt fyri- sita - halda og akta - lands- ins lógir. Tá teir lóg- og talkønu nørdarnir eru lidnir at granska pappírini, eiga tingmenn at kalla til fundar. Hesir fundir eiga, sum siður var í gomlum døgum, at vera almennir. Tað merk- ir á okkara døgum, at teir verða sendir beinleiðis í sjónvarpi, og har eiga ting- menn at spyrja landsstýris- menn og fyrisitarar um hvat og hvussu. At enda eiga tingmenn at gera sínar nið- urstøður. Summun kunnu teir rósa, øðrum kunnu teir ábreiðsla. Nøkur gul kort skulu gevast - og onkuntíð okkurt reytt. Størsti vandin við hesum málinum um umskipan av lánum hjá fjarfiskiflotanum er, at tingmenn fara at halda seg aftur við at kanna fyri- sitingina í framtíðini, tí er nakað sum helst at fílast á, so krevja fjølmiðlarnir og ávísir viðmerkjarar, at "landsstýrismaðurin skal fara frá - í gjár heldur enn í dag". Studningslán og skipamál Lat okkum heldur fara nøkur ár aftur í tíðina, tá málið byrjar. Ein vetrardag í 1997 hevur vinnunevndin hjá løgtinginum fund. Á skránni er lógaruppskot, sum John Petersen hevur lagt fram um at umleggja skuldina hjá fjarsfiskiflot- anum, teimum skipum, ið fiska langt burturi frá før- oyskum sjóøki. Vit nærkast nú endanum av teirri tíðini, tá landið veitti fiskivinnuni studning og lán í stórum. Men støðan er tann, at landið longu hevur lænt fjarskipaflotanum stórar upphæddir, sum flotin ikki orkar at gjalda aftur. Saman við skuld til lánistovnar er talan um ein alt ov tunga skuldarbyrðu til at skipini kunnu halda fram. Afturat fløkjuni av goml- um lánum og studnings- skipanum kemur spurning- urin um føroysk rættindi á fjarleiðum. Onkur skila- maður hevur sammett rætt- indini hjá føroyingum á fjarleiðum við at eiga nakr- ar gyllin uttanbíggja. Um vit ikki røkja hesi rættindi, missa vit tey. Fiska føroysk skip ikki alsamt við Sval- bard og aðrar fjarðar strendur, fara søgulig rættindi fyri bakka. Løgtingsmenn vita, at tað ber til at fáa ein part av al- mennu pengunum aftur við at lata hesi skip fara á heys- in og verða seld á útlendsk- ar hendur. Men henda vetr- ardag taka tingmenn undir við, at betri er at lata nakrar almennar milliónir fara aftur við borðinum, um tað eydnast at varðveita hesi góðu nýmótans skip og tey føroysku rættindini á fjarleiðum. Meirilutin, heruppií Jørg- en Niclasen og Bjørn á Heygum tekur undir, men mælur tó til nakrar broyt- ingar í lógini. Henrik Old mælir eisini til nakrar broytingar, og átalar, at tað ikki hevur borið til at bjarga einum øðrum skipi. Heini O. Heinesen mælir frá at samtykkja lógina, og kallar lógina ein blankokekk, ið ikki hjálpir rækjuflotanum framyvir. Limirnir í vinnunevndini gera nakrar broytingar í uppskotinum, millum ann- að vilja teir tryggja, at landskassin fær nakað av sínum lánum aftur, um tað vísir seg, at skipini orka at gjalda nakað uppá tey al- mennu lánini. Men eftir stendur ein lóg, ið hevur til endamáls at skriva niður almenn lán til tess at varðveita fjarskipaflotan. Treytirnar eru millum annað, at landið fær veð fyri sínum umløgdu lánum, og at aðrir eisini skriva síni lán niður, ella at eginpen- ingurin økist. Harumframt skal ein nevnd við trimum limum veita ráð, tá lán skulu umleggjast. Tá nú málini koma fyri, vísa seg fleiri ivamál. Mill- um annað er spurningurin, hvat nú við nýíløgum, klassingum (umvælingum, sum sýnið krevur), ella øðr- um umvælingum, sum ant- in er neyðugar fyri at skipið kann sleppa til fiskiskap aftur, ella sum økja um virðið á skipinum og økja ta upphædd, sum skipið klárar at forrenta - kann landsstýrið í veðrætti víkja fyri teimum. Hetta er spurningar, sum lógin ikki gevur svar uppá. Tann, ið skal fyrisita eina slíka lóg skal viða uppímóti hvørjum øðrum atlitini til endamálið við lógini - at bjarga fjar- fiskiflotanum - og treytir- nar í lógini - at landið fær veð í skipunum og part í tí, sum skipini klára at gjalda. Kanning og kritikkur Turið Debes Hentze hevur sum kanningarstjóri gjørt kanningina. Kanningin byggir á 8 skrivligar spurn- ingar frá løgtingsformann- inum. Spurningarnir snúgva seg um tær ymsu treytirnar fyri umlegging- unum, serliga um veðstøðu, ummæli frá 3-manna- nevndini, líkaregluna og kravið um øktan eginpen- ing. At enda spyr løgtings- formaðurin um grund er at halda, at "ávísur landsstýr- ismaður" hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum. Kanningin er góðar 70 síður til longdar, men hevur onga samanumtøku, onga samlaða niðurstøðu, onki sum lyftir hetta málið upp á nakað hægri stig ella setur tað í politiskt ella fyrisit- ingarligt perspektiv. Kann- ingin er ring og keðilig at lesa og manglar bæði greið tilmæli um, hvat tingið skal gera, og greið tilmæli um, hvat og hvussu fyrisitingin skal gera betri í framtíðini. Kanningarstjórin leggur øgiligan dent á bert at svara tí, ið spurt verður, heldur enn at lýsa málið til fulnar, so allir meinigir føroyingar kunnu skilja tað. Serliga ørkymlandi er, at Turið Debes Hentze ikki nevnir nøvn. Jørgen Nicla- sen verður als ikki nevndur í kanningini. Fiskimálastýr- ið (nú: ráðið) verður nevnt "landsstýrið", so lesarin fleiri ferðir ivast í, um hesi skipamál eru viðgjørd á landstýrisfundi, og hvørki 3-mannanevndin, reiðarar ella eigarar verða nevndir við navni. Turið Debes Hentze svar- ar uppá flestu spurningar- nar, at alt er í lagi, ella at fyrisitingin í mesta lagi er "óheppin". Har, sum krit- ikkurin er harðastur er um nevndu spurningar um at víkja fyri nýíløgum og um- vælingum í málinum um skipið Høgafoss. Turið fær tað burtur úr viðmerking- unum til lógina, at landið undir ongum umstøðum má fáa verri veðstøðu enn áðr- enn, og at tað annars er skeivt atborðið, tá fiski- málastýrið víkur fyri 7 milliónum av nýggjum láni til slíkar íløgur og umvæl- ingar, sum reiðaríið og fiskimálastýrið halda vera neyðugar. Her haldi eg, at Turið leggur ov stóran dent á treytirnar og mannagongd- irnar í lógini og ov lítlan dent á endamálið við lóg- ini. Endamálið var, at land- ið skuldi seta pengar og virðir til í royndini at bjarga nøkrum fiskiskipum. Í øllum førum er talan um metingar, sum byggja á óvissu um oljuprís og rækjuprís og mangt annað. Fiskimálstýrið heldur uppá, at stýrið metti hesa víking vera neyðuga, og vera inn- anfyri tað, sum skipið klár- aði. Turið Debes Hentze hevur ikki ómakað sær at kanna, um metingin hjá stýrinum vísti seg at vera røtt eftirfylgjandi (mær vit- andi siglir skipið enn), ella um íløgurnar veruliga vóru gjørdar ella vóru neyðugar. Ikki at rokna fíggjarorkuna av nýggjum og seta tað á eitt pappír, var ein formfeil- ur, men kanningin avdúkar ikki, at fiskimálastýrið sjálvt metti, at skipið ikki fór at klára øktu skuldina ella at virðið á skipinum ikki hækkaði. Spurningurin um at víkja í veðstøðu fyri íløgum og umvælingum er ein tulking- arspurningur, sum ikki und- ir nøkrum umstøðum kann hugsast at føra við sær revs- ing ella endurgjaldsskyldu. Hvussu trupul hesin spurn- ingur er, sæst best av, at 3- mannanevndin við serfrøð- ingum tann 24. apríl 1998 sigur tað als ikki vera heim- ild at víkja, meðan sama nevndin 20. august 1999 viðmælir at landið víkur. Hálvkvøðin vísa Tað allar mest óhepna við frágreiðingini er ein hálv- kvøðin vísa um ósakliga framferð viðvíkjandi Høga- fossi úr Sandavági. "Trýstið á landstýrið var stórt, fram- gongur í hesum máli, sum gjørdist sera drúgt... Nógv brævaskifti hevur verið, herundir eisini brøv, stílað beinleiðis til ovastu leiðsl- una í Fiskimálaráðnum og til landstýrismannin sjálv- an." Hetta er at rógva uppund- ir, at bæði privatir persónar, sum ikki sleppa til orðanna at verja seg, fyrisitarar á fiskimálaráðnum og Jørgen Niclasen hava tikið ósaklig atlit ella gjørt annað ólóg- ligt. Kanningin gevur ongar ábendingar um, at so er. Ikki minst tí Turið Debes Hentze ikki endurgevur hetta samskiftið, ikki nevn- ir nøvn, ikki letur lands- stýrismannin gera sínar viðmerkingar til hetta, og ikki kannar um umlegging- in førdi við sær at privatir fingu ágóða, sum teir ikki áttu at fáa. Hvat eigur tingið at gera? Løgtingið kann nú velja tvær leiðir, ta rættarligu ella ta politisku. Sum er, haldi eg ikki, at tað er grundarlag fyri nøkrum sakarmálið móti Jørgen Niclasen. Tað er ikki rímiligt at revsa tann, sum hevur skrivað undir blankokekkin, tá tað var løgtingið sum játtaði kekkin. Eftir stendur tí tann politiska leiðin. Tað er púra frítt hjá tinginum at koyra Jørgen Niclasen frá. Tað er eisini púra frítt hjá Jørgeni sjálvum at fara fyri at skapa politiskan frið - hann kann so koma inn aftur á vøllin seinni. Men eisini politisk- ar avleiðingar eiga at byggja á haldgott grundar- lag. Serliga eiga teir, sum hava reist málið - ikki minst Tórbjørn Jacobsen og Heini O. Heinesen - greitt at siga, hvat teir sjálvir halda um málið, er tað nóg væl upp- lýst, halda teir, at nakar fekk ólógligan vinning av málinum? - og um teir vilja geva gult ella reytt kort. Men í øllum førum eigur tingið at gevast við hesum slagnum av kanningum og venda aftur til tað, sum er føroysk mentan og sið- venja, og opið og alment spyrja Jørgen Niclasen um hesi viðurskifti og síðani gera sína egnu niðurstøðu, heldur enn at blaka hetta yvir á onkran hissini lóg- kønan. Misálit og Kanning Tinghellan C M Y K 13 12