týsdagur 7. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 7. januar 2003
15
47 ára gamli danin
Jens Frederiksen
hevur tikið við starv-
inum sum leiðari á
Listasavni Føroya, og
hann er ikki í iva um,
at hetta er hansara
dreymastarv. Hann
vil halda fast við, at
føroysk listafólk
framhaldandi skulu
fáa innivist á Lista-
savninum
LIST
Stefan í Skorini
Leygardagin seinnapartin
var lítil hátíðarløta á Lista-
savni Føroya ella Listaskál-
anum, sum húsið vanliga
verður rópt. Hátíðarhaldið
var í sambandi við, at
nýggjur leiðari hevur tikið
við eftir Bárð Jákupsson.
Talan er um 47 ára gamla
Jens Damsbo Frederiksen,
sum komandi tíðina verður
leiðari í Listaskálanum.
Bárður Jákupsson hevur
røkt starvið seinastu 25
árini, men hevur nú valt at
taka seg aftur.
Jens Frederiksen hevði
sín fyrsta arbeiðsdag mána-
dagin 6. januar, og vit fingu
orðið á hann á hansara
nýggja arbeiðsplássi.
Dreymastarv
– Hetta er eitt dreymastarv,
sum eg havi fingið, og eg
gleði meg nógv at fara und-
ir hesa nýggju avbjóðing-
ina, sigur nýtilnevndi leið-
arin, sum annars sigur seg
kenna húsið og virksemi
tess væl frammanundan.
Á hátíðarhaldinum leyg-
ardagin hevði Jens eina
stutta røðu fyri teimum,
sum komin vóru saman, og
hann vil halda fast við, at
tey lokalu, føroysku lista-
fólkini framhaldandi skulu
fáa innivist í Listaskál-
anum.
– Eg haldi tað vera av
stórum týdningi, at tey
lokalu listafólkini fáa gott
pláss á einum staði sum
hesum, og tað fari eg at
royna at halda fast við. Tað
er eisini gott at fáa útlendsk
listafólk hendavegin við
teirra framsýningum, men
tey føroysku skulu ongantíð
detta burturímillum, sigur
Jens Frederiksen og sipar
serliga til várframsýningina
og ólavsøkuframsýningina,
har føroysk listafólk kunnu
vísa nýggj verk fram.
Hann vísir tó á, at hann
sum leiðari skal finna eina
javnvág millum útlendskar
framsýningar og tær við
føroyskum uppruna.
– Vit skulu vera við til at
leggja lunnar undir yrkis-
leiðina hjá føroyskum lista-
fólkum, so at tey kunnu
fara út um landoddarnar
við síni list. Um tey ikki fáa
rúm á føroyskum framsýn-
ingum, so hava tey ongan
møguleika at sleppa víðari
við síni list, sigur Jens
Frederiksen.
Hann nevnir sum dømi,
at í hesi vikuni fara átta
føroysk listafólk til Íslands
við eini framsýning, sum
verður nevnd Atlantic Visi-
on, og tey hava øll verið
frammalaga í tí føroysku
listaverðini seinastu árini.
Jens verður sjálvur við á
hesi ferðini saman við
landstýrismanninum
við
mentamálum. Hann skal til
Íslands at "vísa andlit",
sum tað verður nevnt.
Fyrireikingarnar til vár-
framsýningina fara í gongd
nakað skjótt, tí hon skal
lata upp tann 1. mars. Hetta
er ein av stórhendingunum
í kalendaranum hjá før-
oyskum listafólki og hjá
Listaskálanum.
Fleiri starvsfólk
Í løtuni eru bara tvey full-
tíðarstørv í Listaskálanum,
men
Jens
Frederiksen
kundi hugsa sær at fingið
eitt starvsfólk afturat, tí tey
hava ov nógv um at vera
sum nú er. Ofta er tað so, at
listafólkini sjálvi mugu
hjálpa til, tá framsýningar
eru á skránni.
Eisini hevur hann í
hyggju at fara undir um-
vælingar av tí gamla part-
inum av húsinum uppi í
Gundadali. Hetta hevur
leingi ligið á láni, og be-
tongveggirnir geva ikki
góðan akustik, tá tónleika-
framførslur eru á skránni.
Hetta kann tó ikki lata seg
gera fyrr enn í 2004, tí
fíggjarætlanin fyri í ár
longu er løgd.
Hann eftirlýsir eisini ein-
um anleggi, sum kann máta
vætuna í luftini, tí hetta er
eitt krav hjá øðrum lista-
søvnum. At kenna vætu-
innihaldið í luftini er neyð-
ugt, tá gomul ting, sum ikki
tola vætu, skulu sýnast
fram.
Hetta fyrsta árið hjá Jens
Frederiksen er eitt royndar-
ár, og um samstarvið gong-
ur sum ætlað, kann hann
halda fram í fimm ár, tá
starvið aftur verður lýst
leyst.
Jens Frederiksen er 47
ára gamal og er uppruna-
liga frá Aalborg. Hann
hevur lisið á universitetin-
um í Aarhus, og er er
cand.mag. í donskum og
listasøgu. Jens flutti til
Føroyar í 1982, tá hann fór
at undirvísa á studenta-
skúlanum í Hoydølum. Tað
starvið hevur hann nú sagt
frá sær.
Jens hevur eisini gjørt
vart við seg sum listamál-
ari, og hann hevur sjálvur
verið við á fleiri framsýn-
ingum seinastu árini.
Jens Frederiksen tikið yvir í Listaskálanum:
Eitt dreymastarv
Komandi og farandi. Bárður Jákupsson,
vinstrumegin, hevur verið leiðari á
Listasavni Føroya í 25 ár, og avloysarin
høgrumegin er Jens Frederiksen. Hann
leggur dent á, at føroysk listafólk
framhaldandi skulu fáa gott pláss í
Listaskálanum. Tann fyrsta framsýningin
letur upp tann 20. januar
Mynd: Jens Kr. Vang
Jens Damsbo Frederiksen fær nøkur góð ráð frá einum av teimum garvaðu føroysku
listafólkunum, Janusi Kamban. Jens sigur seg hava fingið sítt dreymastarv
Mynd: Jens Kr. Vang
15
14
Nr. 3 - 7. januar 2003
Vágsprestur, Mari-
anne Telling, hevur
valt at siga seg úr
starvi. Orsøkin er
ikki, at hon og bygd-
arfólkini ikki semjast,
men av tí at tað verð-
ur ov illa dálkað í
Vági, og eingin kom-
munalur myndugleiki
ger nakað við hetta
UPPSØGN
Theodor E. D. Olsen
Tann 1. februar leggur
Marianne Telling frá sær
sum prestur í Vági, har hon
hevur starvast síðani 1.
november 2001.
Sjálv sigur hon, at tað eru
tvinnar orsøkir til, at hon
nú sigur upp. Onnur er
tann, at tað verður ov nógv
dálkað í Vági. Alt ov nógv-
ur dieselroykur frá alt ov
gomlum
bilum
verður
sleptur út í luftina í Vágs-
bygd. Hin orsøkin er, at
eingin ger nakað við hend-
an trupulleikan, sigur tann
fráfarandi presturin.
Føroyingar ikki til-
vitaðir um umhvørvið
Marianne Telling leggur
stóran dent á, at tað als
eingin illstøða ella ósemja
er millum hana og og fólkið
í Suðuroyar sunnara presta-
gjaldi. Tvørturímóti dámar
henni væl vágbingar og
fólk í grannabygdunum, og
húskið hevði eisini ynskt at
búð í Vági í nógv ár fram-
yvir.
Men av tí at ovurvið-
kvæmi er í familjuni,
kunnu tey ikki halda fram
við at búgva í Vági.
Marianne Telling heldur
ikki, at føroyingar eru ser-
liga tilvitaðir um, hvat vit
lata út í umhvørvið, og hon
sigur, at tað er eingin, sum
hevur nakað eftirlit við,
hvat fer út í luftina. Hon
sigur, at bál við vandamikl-
um royki hava verið at sæð
á keiini og næstan í skúla-
garðinum, sum hon tekur
til, og hetta kann hon ikki
als góðtaka.
- Sjálvandi finnur tú
reina luft, um tú fert tær ein
túr niðan í fjøllini, og hagar
hava vit eisini roynt at
farið. Men tað er ikki ger-
andisdagurin, sigur Mari-
anne Telling, sum í ssama
viðbragdi leggur til merkis,
at ein diesellastbilur stend-
ur uttan fyri pretsagarðin í
tómgongd.
Mentunarlívið missir
Hetta er Marianne eitt sind-
ur ill um. Hon hevur tosað
við fólk í bygdini um hetta,
og sjálv sigur hon, at hesum
kanst tú liva við eina tíð,
men ikki í longri tíð.
Marianne
Telling
og
maðurin eiga trý smá børn,
og sjálv heldur hon ikki, at
hon kann bjóða teimum
hetta eksperimentið, ið
eingin ger nakað við, sum
hon nevnir hugburðin hjá
teimum kommunalu mynd-
ugleikunum í Vági, til tað
sum fer fram á umhvørv-
isøkinum í Vági.
- Eingin ger nakað við
hetta, og sum prestur eigur
tú at gera vart við, um vit
oyðileggja okkum sjálvi við
dieselolju og øðrum, sigur
Marianne Telling, ið sum
nevnt leggur dent á, at hon
og húskið hava havt tað gott
í Vági. Maður hennara,
Claus Telling, hevur sera
virkin í m.ø. tónleika-
lívinum í Vági, og sum
Sosialurin skilir, harmast
vágbingar um, at húskið nú
flytir av landinum, tí tað
verður stórur missur fyri
mentunarlívið í bygdini.
Marianne Telling ætlar sær
nevniliga ikki at søkja starv
í nøkrum øðrum presta-
gjaldi í Føroyum, men
heldur at flyta á bygd í
Danmark, har hon ætlar at
halda fram sum prestur.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági, er ikki samdur
í umhvørvismetingini hjá
presti. – Tað kann altíð
gerast betri allastaðni. Eg
havi verið víða um í
verðini, men tað hevur iki
verið verri enn her í Vági.
Tað er ikki vanligt at
brenna bál á keiini, so hetta
kann ikki vera orsøkin til,
at prestahjúnini flyta, sigur
Jógvan Krosslá.
Leggur frá sær vegna ov dálkað
umhvørvi
Einir 25 kilometrar
eru millum Sand-
oynna pg Suður-
oynna. Sostatt hevði
ein møguligur Suðu-
royartunnil verið
fimm ferðir longri
enn Vágatunnilin.
Sosialurin hevur
biðið nakrar av
suðuroyartingmonnu
num siga sína hugsan
um ein tunnil til
syðstu oynna í Føroy-
um
SUÐUROYARTUNNIL
Theodor E. D. Olsen
Eftir at Vágatunnilin læt
upp, eru fólk aðrastaðni í
landinum eisini farin at
tosa um, hvussu tað hevði
broytt støðuna, um teirra
oyggj fekk tunnilssamband
við miðstaðarøkið.
Okkurt lesarabræv hevur
í seinastuni róð upp undir,
at byrjast skal longu nú upp
á at projektera ein tunnil til
Suðuroyar, og sum Sosial-
urin skrivaði í seinastu
viku, so hevði ein tílíkur
tunnil við tøknini, vit hava í
dag, verið liðugt boraður
eftir tíggju árum. Enn er
jarðfrøðin undir Suðuroyar-
firði ikki kannað, so í dag
veit eingin, hvussu grótið
er at fáast við til tunnils-
gerð. Men tøkniliga er tað
gjørligt, og í øðrum lond-
um, eitt nú Japan og Sveis,
hava tey tunlar, sum eru
eini 25 kilometrar til longd-
ar. Altso tað sama sum ein
møguligur Suðuroyartunn-
il.
Enn er tað óseriøst
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokkinum
og valdur í Suðuroyar val-
dømi, er eitt sindur varin, tá
talan er um ein møguligan
Suðuroyartunnil.
Hann
heldur, at suðuroyingar í
fyrstu atløgu skulu miðja
ímóti einum góðum ferju-
sambandi, sum man kann
liva við. Men Vágatunnilin
hevur latið upp fyri nýggj-
um møguleikum. Hann
sigur, at nógvir føroyingar
ivaðust í Vágatunlinum, og
tað sama var galdandi, tá
tunnilin millum millum
Tvøroyri og Hvalba kom í
sínari tíð. Men enn liggur
ein Suðuroyartunnil rætti-
liga fjart, heldur Jóannes
Eidesgaard. Hann heldur, at
verða fíggjarligar fortreytir,
eftir at tunnilin um Leir-
víksfjørð er gjørdur, so sær
øðrvísi út, og í tí løtu, ein
tunnil um Skopunarfjørð er
ein realitetur, so eru for-
treytirnar nakrar heilt aðrar.
Eisini tá talan er um strand-
farasigling.
Tekniskt er ein tunnil til
Suðuroyar tó ein heilt annar
spurningur, av tí at teinurin
er longri enn til hinar
oyggjarnar.
Spurdur, um suðuroying-
ar bara hava sligið seg til
tols við, at liggja so fjart frá
hinum oyggjunum og hava
eitt tað mest ótíðarhóskandi
veganetið í Føroyum, sigur
Jóannes
Eidesgaard,
at
ferðslunetið nógvastaðni í
norðoyggjum
eisini
er
vánaligt, og at hetta er gald-
andi fyri tey flestu av teim-
um elstu veganetunum í
Føroyum. Men hóast tað
sum sagt ber tøkniliga til,
so er tað óseriøst at taka ein
Suðuroyartunnil sum tað
fyrsta málið. Sum støðan er
nú, er nevniliga samtykt at
fara undir Norðoyatunnilin.
Jóannes Eidesggard met-
ir, at tað hevði havt stóran
týdning fyri Sandoynna og
restina av landinum um ein
tunnil varð gjørdur undir
Skopunarfirði, tí Sand-
oyggin er ein stór land-
búnaðaroyggj. Formaður í
Javnaðarflokkinum vónar
ikki, at ein tunnil úr Eystur-
oynni til Havnar kemur upp
á tal, áðrenn ein tunnil til
Suðuroyar. - Ein hugsar
nevniliga øðrvísi, tá tær
fysisku barriernar sum
firðir og sund eru burtur, og
tí er tað ein skylda at hugsa
um hetta sum ein møgu-
leika. Sum nevnt er tað
óseriøst at trýsta á nú, men
sum nú er, er hesin møgu-
leikin gingin upp fyri fólki,
men ein tunnil kemur ikki
tey fyrstu 10 árini, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Stovna ein grunn
Johan Dahl úr Sambands-
flokkinum sigur seg mang-
an hava hugsað um hetta
við tunli, men sum hann
sigur, so hevur alt sín prís.
Tó verður tað bíligari við
tíðini at byggja tunlar, so
hvørt sum tøknin mennist,
sigur hann.
- Eitt skip, sum kostar
300 milliónir í dag, hevur
sama virði um eini 10 ár.
Johan Dahl heldur, at at
ein ætlan, har Streymoy og
Sandoy og síðani Sandoy
og Suðuroy vórðu knýttar
saman. - Tá hendan ætlan-
in var framd, kundu vit selt
skipið, sum so kundi verið
eitt munagott ískoyti til
tunnilskostnaðin,
heldur
hann.
Johan Dahl skjýtur upp at
seta 50 milliónir um árið í
góðum tíðum í ein grunn,
sum skuldi verið brúktur til
alt undirstøðukervið í Før-
oyum. Pengarnir skuldu
ikki verið oyramerktir, men
verið settir av til infra-
struktur í øllum Føroyum,
so peningur í framtíðini var
til slíkar ætlanir. Týdn-
ingarmikið er tó, at hetta
ikki hevði ávirkað livi-
støðið, sigur Johan Dahl.
Viljin til staðar
Umboð Tjóðveldisfloksins
í Suðuroy, Hergeir Nielsen,
sigur tað vera frammalga í
sínum huga, at vit fylgja
við tí tøkniligu menningini,
og at vit saman bera kostn-
aðin á einum tunli við
kostnaðin á ferjusamband-
inum. Man sær tað nú við
Norðoyatunlinum, at tað er
ein góð loysn, men tey
næstu 5-6 árini kemur
neyvan nakar Suðuroyar-
tunnil. Hvat suðuroyingar
skulu gera, fyri at fáa ein
tunnil til miðstaðarøkið, er
ein opin spurningur í eini
demokratiskari skipan, sum
Hergeir Nielsen tekur til.
Men nú gjørd verða berg-
hol millum Øravík og Hov,
nýggj suðuroyarferja og
nýggj havn í Vági, er viljin
til staðar fyri samferðslu út-
bygging í Suðuroynni. Men
heimild fyri at seta pening
av í eitt ávíst áramál, hava vit
ikki sigur Hergeir Nielsen.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eitt nóg langt
tunlaprát við tann fjórða
tingmannin í Suðuroynni,
Henrik Old, til at seta í tað í
blaðið, áðrenn Sosialurin
fór til prentingar í gjár.
Hann var og skeyt lomviga,
og fartelefonin rakk illa.
Viljin er til staðar fyri tunli
Marianne Telling gevst sum prestur í Vági. Hon heldur, at har er ov illa dálkað
C
M
Y
K
14