Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 3. juni 2003 17 Nr. 3 • týsdagur • 7. januar 2003 • 73. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar-Finnland 15-31 (8-15): Vónbrot Tað byrjaði so gott við føroyskari leiðslu fyrstu 10 minuttirnar, men síðani gekk av skriðjuni, og eftir dystin stendur spurn- ingurin, hvørt talan bara var um nýggju klæði keisarans FØROYAR-FINNLAND Jákup Mørk Umframt at vera ein væl umtókt sodavatn her heima hjá okkum, so er sisu eisini heitið, sum eyðkendi finski stríðsviljin hevur. Og hesin køvdi føroyska A-lands- liðið í manshondbólti so ruddiliga, tá landsdysturin var á skránni sunudagin. Dreymabyrjan Vónirnar til dystin vóru annars stórar. Tapið í Finn- landi hevði kanska verið greitt, men tølini frá teirri ferðini søgdu, at okkara menn í trý korter spældu fult upp til mótstøðuna. Og við fyrimuninum av heima- vøllinum í bakhondini vóru fleiri tí av teirri fatan, at her kundi kanska spyrjast eitt munagott úrslit burturúr. Í best føri ein sigur, og í øllum førum eitt heiðurligt tap. Og tað sást eisini aftur í áskoðaratalinum, at fólk væntaðu sær nakað. Longu hálvan tíma undan dystin- um var trupult at finna nakað líkinda pláss at seta bilin, og tá dysturin skuldi blásast í gongd, var høllin so stúgvandi full av vónrík- um áskoðarum. Og fyrstu løtuna høvdu hesi nógv at hava vónirnar í. Halgi Dahl-Olesen, sum als ikki var á málskjúttara- listanum í Finnlandi kundi við tveimum brandskotum leggja føroyingar á odda, og tá føroyska træverkið samstundis tók tað, sum ein annars væl leikandi Jens Skipagøta ikki fekk hendur á, kom veruligt lív í áskoð- arafjøldina. Sjálvandi komu gestirnir eisini á talvuna, men fyrstu 10 minuttirnar ella so sá slettis ikki so galið út hjá okkara. Í verjuni stríddust leikararnir sum úlvar á skóg, og mest sum hvørja ferð ein finnlendingur rigg- aði til eina skotroynd, var ein føroyskur kroppur á honum, soleiðis at friðurin til skotini var lítil og eingin. Men har fánaði alt. Or- søkirnar til hetta eru iva- leyst fleiri, men onkurs- vegna mundi tað eisini vera so, at her gekk mest sum ov væl. Tosað hevði jú verið so nógv um, at okkara menn kanska veruliga kundi gera nakað við finska liðið, og á tann hátt gjørdist byrjanin kanska eitt slag av einum kodda. Hetta gekk jú fínt! Men hevði nakar á før- oyska liðnum ætlað, at finnlendingarnir skuldu fella í fátt soleiðis eftir sløkum 10 minuttum, so fóru teir so dyggiliga skeiv- ir. Við aggressivum spæli tóku teir skjótt broddin av føroyska álopsspælinum. 5- 1 verjan líktist í løtum eini regulerari mansverju av Inga Olsen, og tað var sjón- ligt, at hetta darvaði før- oyska álopsspælinum al- mikið. Heldur ikki vong- spælið, sum ikki hevði koyrt serliga væl í Finn- landi, men sum skuldi betr- ast nú, var nøkur hóttan í so máta. Einamest tí pressið frá bakspælarunum var sera lítið, og at sendingarnar út á veingin tí mest vóru at rokna sum alibi-avlever- ingar, heldur enn avlever- ingar, sum veruliga kundu skapa gjøgnumbrotsmøgu- leikar. Ov læstir Eitt annað, sum eisini kom til sjóndar, var, at hóast føroyingarnir kanska høvdu havt vónir um eitt gott úr- slit – og hóast góðu byrjan- ina – so var ein ov stór virð- ing fyri mótstøðuni onkurs- vegna innbygd í føroyska liðið. Eftir bragdliga byrjanina var tað í øllum førum so, at føroyski verjuparturin gjørdist alt meira tamur. Finnlendingarnir fingu alt betri stundir at koyra álops- kombinatiónirnar ígjøgn- um, og tá okkara verja mest sum bara stóð og bíðaði í eini roynd at blokka hopp- skotunum, fór av álvara at ganga galið. Við standandi avsettið at skula blokka hoppskotum frá yrkisleik- arum úr Svøríki, Týsklandi og Danmark, er í øllum før- um ikki nakað, sum nakar vanligur hondbóltsleikari sleppur væl frá, og tað sluppu okkara heldur ikki. Og vánaliga gongdin for- plantaði seg so líðandi eisini til álopspartin. Tað var sum um alt dirvið varð sogið úr føroysku leikarun- um. Spælið gjørdist alt meira flatt og sterilt uttan nakra veruliga hóttan, djúpd ella breidd, soleiðis at skotroyndirnar aloftast vóru í neyð vegna vandan fyri nøli, og hóast møgu- leikin í nøkrum førum beyðst fyri gjøgnumbrot- um, so varð als ikki roynt at fara eftir hesum. Heldur ikki áskoðararnir tóktust at dáma íkomnu støðuna serliga væl. Tað er annars júst í slíkum støð- um, at liðið hevur tørv á at togast uppaftur, men har hoyrdist neyvan eitt kis. Kanska vóru vónirnar sett- ar ov høgt, men fyri leikar- arnir man tað neyvan hava kenst sum nakar stuðul, at uppbakingurin frá eini full- ari høll skuldi vera somikið lítil. Eitt time-out bøtti kanska eitt sindur um støðuna, soleiðis at okkara heldur royndi at taka ferð- ina av finnlendingum, og tískil forða fyri, at munurin skuldi gerast alt ov stórur, men nakar veruligur bati ella nøkur uppreisn var ongan tíð talan um. Klæðir keisarans Longu tá farið varð undir aftur seinna hálvleik, var so spakuliga farið at tynnast á áskoðaraplássunum. Í øll- um førum so, at fólk ikki longur stóðu og trokaðust við dyrnar. Og hjá teimum, sum enn vóru eftir, mundi talan í stóran mun vera um eina bíðan eftir, at hendan sjálvbodna sjálvpínslan skuldi enda. Hóast talan framhaldandi var um stórspæl frá Jens Skipagøta, so heglaðu mál- ini inn í netmeskarnar, og tað stóð mest sum greitt, at einasta vónin fyri einum bata í úrslitinum mundi vera, at gestirnir settu seg nøgdar við tað, sum var farið fram, og soleiðis fóru at seta ferðina niður. Nakar føroyskur vilji at muta ímóti sást í øllum førum ógvuliga lítið til hendan dagin, tó at júst hetta so ofta hevur verið júst eyð- kennið hjá føroyskum lið- um, sum royna seg móti út- lendskari yvirmakt. Og so var tað eisini, at áskoðararnir fóru at spyrja seg sjálvar, hvørt hetta í veruleikanum bert var ein nýggj útgáva av søguni um klæði keisarans. Kundi før- oyska liðið, sum nógv hev- ur verið tosað og skrivað um, veruliga ikki sýna ann- að enn hetta? Smáir glottar Til tann spurningin er tí- betur skjótt at svara nokt- andi. Føroyska avrikið sunnudagin var ikki gott, og er helst tað lakasta, síð- ani nýggja landsliðstíðar- skeiðið hjá HSF byrjaði. Men at hugsa sær, at leikar- arnir ikki megna meira enn tað sama, er tó rakt við síð- una av. Umberingar skulu ikki verða bornar fram á hesum síðum, men avrikini undan- farnu tvey árini hava í øll- um førum prógvað, at hornasteinarnir á liðnum eru í lagi. Við miðvísu venjingarætlanini, sum varð løgd tíðliga í vár, átti fortreytirnar fyri enn betri avrikum eisini at veri staðar, og við alsamt fleiri útisetum átti eisini at borið til hjá einstøku leikarunum at vant seg eitt hægri støði í gerandisdegnum. Og so hoyrir tað eisini við, at hóast úrslitið hesa ferð ikki varð nakað serligt, so vóru einstakir glottar at hóma. Jens Skipagøta, sum hevur verið í Danmark hetta seinasta árið, stóð sum ein sannur brandur, og kann so ikki lastast fyri eitt tað einasta eitt av finsku málunum. Mortan Hansen sýndi framúr evni á striku- plássinum, tá hann varð sendur á vøllin, og benjam- in á liðnum – Sveinur Just- inussen – fekk avgjørt prógvað, at hann so sanni- liga er ein leikari, sum vit kunnu rokna okkum nógv av komandi árini. Ikki minst, tá hann seinna partin av seinna hálvleiki slapp at royna seg sum bakspælari. Og so er tað eisini ein stór- ur vinningur fyri liðið, at Tróndur Joensen nú aftur er at síggja. Av lestrarávum hevur hann ikki tikið lut í landsliðsaktivitetunum hig- artil, men eftir avrikini í hesum báðum fyrstu dyst- unum man neyvan nakar vera í iva um, at hann er sjálvskrivaður til eitt pláss á liðnum. Fyri flestu av hinum er so galdandi, at sunnudagurin er ein dagur, ið sum skjót- ast skal leggjast aftur um bak. Ikki gloymast, tí har vóru sanniliga dýrt keyptir lærupengar, men næsta uppgávan er einans knappa viku burturi, og til ta tíð er at vóna, at teir allir sum ein hava reist seg, soleiðis eitt munandi betri úrslit – og í øllum førum avrik – verður at síggja fríggjadagin. Dysturin í tølum Føroyar-Finnland 15-31 (8-15) Málskjúttar: Føroyar: Halgir Dahl Ole- sen 4, Mortan Hansen 3, Sveinur Justinussen 2(1), Tróndur Joensen 2, Martin Hummeland 2, Áki Olsen 1, John Zachariasen 1 Finnland: Marcus Sjøstedt 10, Bjørn Momberg 6(2), Teddy Nordling 5, Sebasti- an Aarnio 4, Mikko Koskua 3, Tommi Sillanpää 2, Jyri Welling 1, Patrick Wester- holm 1(1) Brotskøst: Føroyar 3, Finnland 4 Útvísingar: Føroyar 4, Finnland 4 Dómarar úr Noreg Sæð burtur frá fyrstu 10 minuttunum, so var føroyska spælið eftir hæli, og móti útlendskum yrkisleikarum er hetta nakað, sum kostar. Og tað var kontant avrokning við kassa eitt, tá finnar vitjaðu Mynd: Álvur Haraldsen Soleiðis sum føroyska verjan vardi í stórum pørtum av dystinum – flatt og nølandi – var ikki nøkur livandi vón um at byrgja fyri skotroynd- unum, tá væl vaksnu bak- spælararnir hjá Finnlandi við ferð komu inneftir Mynd: Álvur Haraldsen Ein av føroysku glottunum, sum hóast alt eisini vóru at síggja, var Mortan Hansen, sum sýndi stórt hegni á strikuni. Bæði at lofta tí, sum varð tveitt inn, og ikki minst at avgreiða bóltarnar í meskarnar Mynd: Álvur Haraldsen Tað var ein fámæltur landsliðsvenjari, sum eftir dystin skuldi gera viðmerkingar til, hví tað gekk, sum tað gekk LANDSDYSTUR Jákup Mørk – Hatta var ein lærubók um, hvussu tú ikki skalt spæla hondbólt. Vit fáa eina dreymabyrjan, og kortini gera vit øll tey mistøk, sum vit yvirhøvur kunnu gera. Somikið kontantur var landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, tá vit fingu orðið á hann eftir stórtapið fyri Finnlandi. Hóast hann ikki var so fegin um at gera viðmerk- ingar til dystin, so vildi hann tó ikki hoyra talan um, at vónirnar til føroyska liðið vóru settar ov høgt, og at hetta kanska var atvoldin til tapið. – Tað hevði nokk einki við tað at gera, men har kiksar bara alt í dag. Akk- urat hvat og hvussu er nak- að, sum vit fara at tosa um innanhýsis, og tað er so tað, sum næstu dagarnir skulu nýtast til. – Longu um fimm dagar hava vit aftur ein dyst, og vit mugu so gera okkum út til ta uppgávuna. Akkurát nú er kanska torført hjá okkum at síggja nakað sum helst ljóspunkt í avrikinum í dag, men vit mugu bara royna at leita aftur til dystin í Finnlandi, og so halda fast um tað, sum vit gjørdu gott ta ferðina. Í dag var tað í øllum førum ikki nóg gott. – Hetta vísir bara, at tá vit spæla á hesum støðin- um, so hava vit ikki ráð til at hava dagar, har leikarar ikki eru klárri – bæði fys- iskt og mentalt – og tað er so í øllum førum nakað, sum vit mugu bøta um, segði ein fáorðaur lands- liðsvenjari at enda. Ikki gott! – Vit fáa eina dreymabyrjan, og kortini gera vit øll tey mistøk, sum vit yvirhøvur kunnu gera, helt Lars Nedergaard millum annað C M Y K 16