Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 7. januar 2003 19 Enn er VB á odda í bestu kvinnudeildini, men leygardagin undirstrikaði VÍF so dyggiliga, at stendur tað til tær, so er bert ein spurningur um tíð, áðrenn hetta er søga KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Toppdystur var á skránni í Vestmanna leygardagin, tá VB kom á vitjan. Undan dystinum var støðan tann, at VB undir øllum umstøð- um fóru at gerast fremstar í grundspælinum, men úr- slitið hevði tó stóran týdn- ing fyri báðar partar. Spurningurin, sum skuldi avgreiðast, var, hvørt tað skuldu verða eitt ella trý stig millum liðini bæði, tá farið verður undir enda- spælið. Sorl Og tað verður eitt stig. Lat tað verða sagt beinanvegin, at VÍF snøgt sagt hølvaði VB ígjøgnum, og eftir dystin mundi størsti spurn- ingurin vera, hvussu tað yvir høvur ber til, at VÍF ikki longu er fremsta liðið í deildini. Somikið stórur var munurin. Frá fyrsta bríksli var tað VÍF, sum setti dagsskránna. Í eini roynd at bremsa VÍF- álopunum hevði VB annars gjørt sær greitt, at Sóley Mikkelsen skuldi takast úr spælinum, men hóast hetta, so sást alt fyri eitt, at hetta ikki fór at verða nóg mikið til at steðga gula herinum. Hóast álopsspælið hjá VÍF til tíðir hevði lyndi at gerast heldur rótut, nú vanligi spælskiparin ikki fekk gjørt sítt, so fekk liðið sýnt, at tær so sanniliga eisini hava onnur vápn. Ikki minst riggaði tað væl at toyggja spælið, soleiðis at eyka rúmdin, sum mansverja gevur, kundi gagnnýtast við gjøgnumbrotum og fríspæl- ingum, og í verjupartinum fingu tær fleiri ferðir bremsað VB, soleiðis at eyðkenda kontraspælið kundi koyra. Besta málverjan Og so slepst heldu ikki undan at nevna, at VÍF framvegis eigur besta málverjan – um ikki leikar- an – í føroyskum kvinnu- hondbólti. Manuela Stan hevur tey bæði seinastu árini verið ein av høvuðs- orsøkunum handan eina- veldið hjá VÍF, og leygar- dagin sýndi hon so, hvussu trupult hon kann gera tað hjá mótstøðuni, tá lagið er í topp. Álopsspælið hjá VB varð fyri tað mesta lagt tætt inn ímóti VÍF verjuni, og hetta gav á sín hátt eisini bonus. Í øllum førum fingu tær ofta skapt óskil í verjuspælið, og meira enn ta einu ferð- ina gav hetta úrslit í frí- spælingum, sum VÍF oftast steðgaði á ólógligan hátt. Sum rætt var, so spurdust eisini fleiri brotskøst burtur úr hesum, men so heldur ikki meira. Av sjey brots- køstum, sum VB fekk í fyrra hálvleiki, eydnaðist bert at skora upp á tvey. Hini tók Manu sær av, um- framt at hon eisini tók fleiri aðrar skotroyndir. Sagt á illa forbronglaðum før- oyskum máli, so psykaði hon VB-kvinnurnar í so- mikið stóran mun, at tær at enda skutu mest sum í blindum, soleiðis at ru- menski málverjin uttan stórvegis hóvasták kundi lesa skotroyndirnar av. Mistu móti Longu í steðginum var munurin í málum somikið stórur, at ivin um endaliga úrslitið skuldi verið burtur- beindur, og tað var eisini sjónligt, at so var, tá liðini komu aftur á vøllin. Ein kundi kanska hildið, at VB nú í øllum førum fór at stríðast av øllum alvi til tess at avmarka tapið, men fyrstu løtuna sást millum lítið og einki til hetta. Hin- vegin tóktist, at tær høvdu mist alla vón um at fáa eitt bara líkinda úrslit burturúr. Mansverjan av Sóley var nú eisini slept, soleiðis at eisini hon kundi seta sín vanliga dám á spælið, og tað var sjónligt, at hetta var nakað, sum hon hevði glett seg til. Kanska var júst hendan spæligleðin hjá Sóley eisini eyðkennið fyri gongdini hjá VÍF seinastu vikurnar. Eftir ein tunga byrjan, har tví- faldu greipuvinnararnir høvdu ilt við at sannføra um, hví tær hava verið so einaráðandi. Og har sakn- urin í Ioanu Rápa kanska eisini var heldur stórur, hevur lagið verið eitt heilt annað seinastu dystirnar. Venjingarstøðan tykist framvegis vera hin besta í landinum, soleiðis at tær altíð kunnu stríðast til sein- asta bríksl, og við einum einstøkum undantakið hava tær sett øll hini liðini upp á pláss seinsatu vikurnar. Enn eru tær kanska ikki fremstar, men leygardagur- in staðfesti í øllum førum, at fremsti favoritturin til gullið aftur í ár spælir í gulum blusum. Hinvegin eigur ikki at gloymast, at tað framvegis er VB, sum er á odda í deildini, og tí vilja tær ivaleyst eisini hava eitt orð at siga, tá tosast skal um gull og heiður. Grundstøðið til góðu støðuna løgdu tær fyrru helvt av grundspæl- inum, tá tær fingu fulla úr- tøku, meðan úrtøkan hevur verið heldur misjøvn síð- ani. Hetta botnar tó eisini í, at kappingin í kvinnudeild- ini er javnari og harðari í ár, enn hon hevur verið fleiri av undanfarnu árunum. Her hevur VB fram um hini liðini megnað at koppa teimum teimum dystunum, har tað hevur riðið um snarið, til egnan fyrimun, og megna tær at varveita tann eginleikan, so eiga tær als ikki at avskrivast. Nak- að langt ífrá. Men leygar- dagin vóru tær altso ikki meira enn næstbest. Har stóð VÍF á tí mesta, og so má stigatalva vera stiga- talva. Dysturin í tølum VÍF-VB 32-20 (16-9) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 7(4), Jacklin Durhuus 7, Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 4, Nicoleta Radu 4, Hertha Simonsen 3, Fríða Marjun- ardóttir 3, Alis Høghamar 2 VB: Daiva Tuomaite 6(1), Reda Kurkaskiene 6(1), Laila Jespersen 3, Arnley Hjelm 2, Eydis Kjærbo 1, Anja Magnussen 1(1), Guðrun Midjord 1 Brotskøst: VÍF 6, VB 9 Útvísingar: VÍF 1, VB 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Hóast smávegis lýtir altíð kunnu finnast, so høvdu teir fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. VÍF-VB 32-20 (16-9): VÍF vil verða best Eftir eina heldur laka byrjan, hevur VÍF nú av álvara fingið ferð á. Ikki minst er tað í verjuni, at meistaraspælið er funnið fram aftur Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 3 - 7. januar 2003 Við sigrinum á StÍF helt Stjørnan fast um triðja plássið á stigatalvuni, har tær bert eru eittans stig aftan fyri oddaliðið KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var bronsudysturin í grundspælinum, tá StÍF sunnudagin tók ímóti Stjørnuni. Gaman í verða heiðursmerki ikki latin fyri plaseringarnar í grundspæl- inum, men fyri vánirnar víðari í kappingini hevði dysturin sunnudagin al- stóran týdning fyri liðini bæði. StÍF hevur stóran part av kappingarárinum verið millum teirra, sum hava elt oddaliðið úr Vági, men seinastu viku mistu tær eitt týðandi fet í hesum, tá tær á heimavølli máttu lúta fyri Kyndli. Hjá Stjørnuni hevur gongdin hinvegin verið ein heilt onnur. Fyrstu umførini tóktust døpru spádómarnir hjá klaksvíkingum at halda. Spádómar um, at talan fyrst og fremst fór at verða um at stríð at halda liðnum í deildini. Spakuliga hevur liðið tó ment seg, og verður sæð burtur frá dystinum í Vestmanna – tá leikandi venjarin eisini var burtur- stødd – so hevur talan verið um støðugt góð úrslit alla seinnu helvt av grundspæl- inum. Og hetta hevur eisini speglast aftur á stigatalv- uni. Løgdu sjógv ímillum Og tað var eisini rættiliga skjótt, at áskoðararnir til dystin sunnudagin máttu ásanna, at her skuldi tað verða Stjørnan, sum var við yvirlutan. Liðið hevur fyri stuttum fingið Báru Skaale við aftur á liðið, og saman við útlendsku leikarunum hevði hon skjótt syrgt fyri eini lítlari leiðslu. Tá tað samstundis gekst meira enn striltið hjá strandingum at fáa bóltin inn um væl spælandi Agne Masinetie í Stjørnu-málinum, tóktist tað leingi so, at Stjørnan barasta økti um munin, men spakuliga kom StÍF tó alt meira við aftur í dystin. Heilt spennandi megnað- ur tær tó ongan tíð at gera dystin. Eitt skifti í seinna hálvleiki togaðu tær seg somikið nær, at bert trý mál vóru á muni, men tá Stjørn- an so svaraði aftur við trim- um á rað, samstundis sum StÍF ikki fekk gjørt sær dælt av drúgvari yvirtals- støðu, var alt líka sum av- gjørt. Øgiligt fyrsta umfar Við sigrinum syrgdu klaks- víkskvinnurnar fyri, at tær nú eru ájavnar VÍF á øðrum plássinum, tá endaspæli fer í gongd. Ein støða, sum hevði verið fullkomuliga óhugsandi fyri tveimum mánaðum síðani, men sum nú kortini er veruleiki. Og tó at spælið hjá Stjørnuni okkurt ári hevur verið meira flótandi, enn tað er nú, so kann ikki sigast ann- að enn, at hetta er fult uppi- borið. Bulurin á liðnum er sjálvandi tær útlendsku, men hartil hevur liðið í ár sýnt ein framúr góðan stríðsvilja. Fleiri ferðir hevur uppgávan sæð mest sum vónleys úr, men kort- ini hava tær strítt seg til stig, og hetta er ein avger- andi fortreyt fyri góðum úrslitum. Hjá StÍF man tað kennast eitt sindur tungt, at tær nú eru á fimta plássinum, tá farast skal undir enda- spælið, men hóast hetta, so er munurin upp til oddin bert trý stig, so enn stendur alt opið. Og so verður eisini spennandi at síggja, hvussu tað fer at tørna út fyrsta umfarið í endaspælinum. Tá fær StÍF vitjan av odda- liðnum úr VB, og kastar tann dysturin stig av sær, sær alt brádliga meira ljóst út. Samstundis fær Stjørnan vitjan av VÍF, so møguliga fer hetta umfarið at geva eina góða ábending um, hvussu liðini eru fyri, nú farast skal undir enda- spælið, har stigini av álvara telja. Dysturin í tølum StÍF-Stjørnan 17-22 (8-14) Málskjúttar: StÍF: Asta Petrauskiene 7(3), Sunfríð B. Jacobsen 3(1), Poula D. Olsen 2, Anna Maria Berthelsen 2, Signhild Petersen 1, Anna B. Danielsen 1 Stjørnan: Natasha Stame- kovic 7, Bára S. Klakstein 6, Danjela Ercevic 5, Da- vina Sundskarð 2, Una Olsen 1, Irdi Mikkelsen 1 Brotskøst: StÍF 6, Stjørnan 1 Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 6 Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 12 9 - 0 -3 298 257 41 18 2 VÍF 12 8 - 0 -4 280 221 59 16 3 Stjørnan 12 7 - 1 -4 260 256 4 15 4 Kyndil 12 6 - 0 -6 294 293 1 12 5 StÍF 12 5 - 1 -6 278 293 -15 11 6 Neistin 12 4 - 2 -6 239 254 -15 10 7 Tjaldur 12 1 - 0 -11 238 313 -75 2 Við einum teprum sigri á Tjaldri tykist tað loksins, sum um Kyndil er um at koma á beint, soleiðis at kósin kann setast móti ætlaðu heiðurs- merkjunum KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri kvinnurnar hjá Kyndli man kappingarárið í mang- ar mátar hava verið eitt stórt vónbrot higartil í ár. Eftir tvey sera lak ár, har liðið enntá hevur verið í beinleiðis niðurflytingar- vanda, skuldi skútan rættast upp í ár. Hópurin sá á pappírinum sera sterkur út undan kappingarbyrjan, og tó at tað ikki varð sagt so hart, so varð flestu staðni teska um, at nú skuldi kósin setast moti heiðursmerkj- um. Fyrstu nógvu umførini hevur tað tó verið so sum so, tá tað hevur rátt um at hildið fast í hesum máli. úr- slitini hava sveiggjað úr tí sera góða til tað heilt vánaliga, og eitt nú gekk meira enn mánaður, har einastu stigini, sum liðið fekk, vóru tey fýra, sum vórðu vunnin frá VÍF! Gekk javnt á Nú er tó líkt til, at ein lítil vend er komin í. Kanska fyrst og fremst tí liðið nú hevur vunnið tvær ferðir á rað, men eisini tí talan í báðum førum hevur verið um sigrar uttan fyri Havn- ina. Sunnudagin var tað Tjaldur, sum stóð fyri framman. Ein dystur, sum kanska á pappírinum skuldi verið hampuliga lættur, men tað er tó einki at ivast í, at Kyndil tók dystin í álvara, eftir at Tjaldur vann fyrru uppgerðina millum liðini. Tað skuldi eisini vísa seg, at gestirnir høvdu alla or- søk at taka tær gulu í álv- ara. Tað allar mesta av fyrra hálvleiki leikaði sera javnt á, men eftir at Kyndil seint í hálvleikinum fekk trý mál á rað, tóktist tað, sum um tær høvdu lagt sjógv ímill- um. Tjaldur gav seg tó ong- antíð. Sigurin á Kyndli í fyrra dystinum hevði helst eisini givið teimum trúnna uppá, at tað kundi bera til at venda dystinum, og tó at Kyndil hevði leiðsluna allan seinna hálvleik, so slepti heimaliðið ongantíð. Nakrar ferðirnar varð munurin minkaður niður í eittans mál, og eina lítla løtu stóð enntá á jøvnum, men nærri enn tí sama komu tær ikki. Kyndil megnaði hvørja ferð at svara aftur, soleiðis at leiðslan varð varveitt og stigini fingin til høldar. Eru væl við Við teimum báðum stigun- um, sum dysturin gav, hev- ur Kyndil nú vunnið seg upp á fjórða plássið í kappingini við tólv stigum. Tað merkir við øðrum orðum, at tær bert eru trý stig eftir oddinum, tá farast skal undir endaspælið, og hetta er í øllum førum eitt væl betri útgangsstøðið, enn tað var fyri bara tveim- um vikum síðani. Hjá Tjaldri er støðan ikki heilt so bjørt. Hóast mun- urin nú verður skorin í helvt, so eru tær framvegis fýra stig aftan fyri næst niðasta liðið, og sum úr- slitini hava verið í grund- spælinum, so kann tað vísa seg at gerast tungt at vinna nakað aftur. Hinvegin hevur grundspælið eisini víst, at liðið kann bíta nakað frá sær, og fáa tær hampuliga skjótt eina »succes-uppliv- ing« í endaspælinum, so kann væl vera, at tær brád- liga fáa luft undir veing- irnar aftur. Ein ógvuliga týðandi dystur í so máta verður longu í fyrsta um- farinum, tá Neistin kemur á vitjan. Heldur óvæntað eru tað tær bláu úr høvuðsstað- num, sum eru á næst nið- asta sessinum, og kann munnurin til hesar minkast til tvey stig alt fyri eitt, fer botnstríðið brádliga at síggja spennandi út. Dysturin í tølum Tjaldur-Kyndil 27-30 (14-17) Málskjúttar: Tjaldur: Lenka Ribaric 11(4), Milica Ergic 10, Mona Langgaard 2, Oddvá Fossdalsá 1, Hansa Mikkel- sen 1, Heidi Heinesen 1, Kristine Ellingsgaard 1 Kyndil: Lotte Sørensen 9(4), Ann Mari Vang 8, Sonja Smiljic 4, Annika Ljósstein 3, Marjun Trónd- arson 2, Iliana Manolescu 2, Heidi Maria Akselsen 2 Brotskøst: Tjaldur 5, Kyndil 6 Útvísingar: Tjhaldur 3, Kyndil 2 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Hallur Danielsen StÍF-Stjørnan 17-22 (8-14): Stjørnan hongur í oddinum Tjaldur-Kyndil 27-30 (14-17): Kyndil nærkast málinum Hóast tað undan kappingarárinum sá ógvuliga svart út hjá Stjørnuni, so hevur gongdin higartil givið teimum alla orsøk at fegnast, nú tær bert eru eitt stig aftan fyri oddaliðið, tá farast skal undir endaspælið C M Y K 18