týsdagur 7. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 7. januar 2003
21
Eftir eitt hondbólts-
heyst, sum byrjaði við
einum bein- og
vónbrotið er Mortan
Hansen nú komin
somikið væl fyri seg,
at hann av álvara
tykist nærkast einum
føstum plássi á A-
landsliðnum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tá hondbóltsárið byrjaði
var líkt til, at hetta skuldi
gerast ein sera minnisríkur
vetur fyri Mortan Hansen.
Stirkuspælarin hjá Tjaldr-
inum.
Tað er tað sum so eisini
blivið til, men als ikki á
tann hátt, sum roknað varð
við.
Eftir venjingarleguna hjá
landsliðnum varð hann í
september mánaði boðin til
Íslands, har Þór á Akureyri
sýndi áhuga fyri leikar-
unum, men síðani gekk alt
galið. Eitt beinbrot forkom
øllum møguleikum at gera
seg galdandi í Íslandi, og tá
gipsið ikki varð tikið av
fyrr enn um hálvan oktober,
tóktist alt tos um landslið
og undankappingardystir
eisini rættiliga fjart hjá
honum.
Var heppin
Sunnudagin taldist hann tó
millum fáu glottarnar á
føroyska hondbóltslands-
liðnum, og tó at hann als
ikki var nøgdur um avrikið,
so dugdi hann tó at fegnast
um, at hann longu nú aftur
er partur av A-landsliðnum.
- Eg skal ikki siga, at eg
visti av ongum, tí ein
mánað eftir beinbrotið fekk
eg at vita, at eg framvegis
var við í hópinum, og tað
var sjálvandi nakað, sum eg
fegnaðist um. Hinvegin er
tað nakað ímillum at vera
við í bruttohópinum, og so
tað at vera við til sjálvar
dystirnar, og heilt erligt, so
trúði eg lítið upp á hendan
møguleikan, tá eg fram-
vegis gekk í gipsi. Talan
gjørdist tó um fleiri skaðar,
og strikuspælarar er ikki
akkurát nakað, sum hongur
á trøunum í føroyskum
hondbólti, so eg slapp so
kortini upp í part.
Vánaligt
Um sjálvt avrikið hjá lands-
liðnum ímóti Finnlandi,
segði Mortan, at hetta var
beinleiðis vánaligt.
- Vit mugu bara ásanna,
at tað gekst stak illa í dag,
og fyri mítt viðkomandi
kann eg bara siga, at hetta
er vánaligasta landsliðs-
avrikið, sum eg havi verið
við til.
Tosað varð annars um, at
Føroyar møguliga kundu
gera okkurt við Finnland
eftir dystin har yviri, og
Mortan sigur sjálvur, at
hann eisini trúði upp á
møguleikan.
- Eg skal ikki siga, at eg
roknaði við einum sigri,
men ein spennandi dyst
hevði eg avgjørt vónir um.
Har yvir eydnaðist okkum
sera væl at dempa spælið
hjá teimum, soleiðis at teir
ikki komu ígongd, men í
dag var tað júst øvugt.
Finnlendingarnir
stýrdu
dystinum fullkomuliga, og
tað kunnu vit altso ikki
loyva okkum.
Longu fríggjadagin skal
føroyska hondbóltslands-
liðið aftur í eldin, men
hóast kjaftfiskin sunnu-
dagin, so tóktist Mortan
Hansen á ongan hátt at hava
mist vónina.
- Nei. Vit hava fimm
dagar, og so mugu vit bara
koyra á. Annað er ikki at
gera, vóru seinastu orðini,
sum vit fingu á vegnum.
Millum áskoðararnar
í Ítróttarhøllini á
Hálsi sunnudagin
taldist eisini fyrrver-
andi landsliðsvenjar-
in, Palli Joensen, og
hann hevði avgjørt
vónir um eitt frægari
úrslit enn tað, sum
talan gjørdist um
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Eftir teir seks undankapp-
ingardystirnar, sum ta ferð-
ina vóru á skránni, segi tá-
verandi venjarin, at tað
serliga vóru tvey øki, har
føroyingar vóru eftirbátar.
Annað av hesum vóru
royndirnar, og tað er so
sjálvandi nakað, sum bara
kann
koma
við
fleiri
dystum, og so var tað eisini
kropsligi parturin. Her vísti
Palli ta ferðina á, at hetta
ikki er nakað, sum kann
broytast eftir einum degi,
men var tað hansara vón, at
eitt langsiktað arbeiði fram
yvir varð sett í verk, sum
kundi bøta um hendan
partin.
Sást ikki aftur
Nú hevur landsliðið í
knappliga eitt ár havt
servenjar knýttan at sær.
Júst við kropsliga partinum
fyri eyga, men hóast hetta,
so gjørdist talan sum kunn-
ugt ikki um nakað serliga
gott úrslit fyri okkara við-
komandi í dystinum sunnu-
dagin.
Spurdur, hvørt kropsliga
venjingin hjá leikarunum
enn ikki hevði givið nóg
sjónligt úrslit, var Palli eitt
sindur ivandi.
- Nú hevði eg ynskt, at eg
hevði eitt meira positivt
úrslit at grunda svarið hjá
mær á, men í dag sást í
øllum førum ikki so nógv
til hendan partin. Í øllum
førum ikki so nógv, sum eg
hevði vónir um. Eg veit
ikki rættiliga, um eg yvir-
høvur skal tora at úttala
meg um júst tað, tí eg veit,
at nógvir av leikarunum
hava gjørt sera nógv við
hendan partin av venjingini
alt árið, og tí hevði í øllum
førum verið ynskiligt, um
tað sást betri aftur. Eisini tí
eg veit, at leikararnir hava
meira í sær enn tað, sum
teir vístu í dag.
- Og tá tosað verður um
royndir, so er tað sjálvandi
so, at hesar bert kunnu
koma við fleiri dystum,
men kortini haldi eg eisini,
at nakað restar í í fyri-
reikingunum. Eg hugsi
meira um uppgávur, sum
kunnu brúkast til at skerpa
leikararnar beint undan
stóru uppgávunum. Vit sóu
eitt nú millum jól og nýggj-
ár, at meðan leikararnir
fingu ein góðan dyst móti
útlendsku leikarunum, so
var dysturin móti pressulið-
num ikki nakað, sum gav
tað heilt stóra.
- Her vóru dystirnir móti
Grønlandi sjálvandi góðir,
men eg kundi hugsað mær,
at leikararnir eisini fingu
roynt seg móti sterkari
mótstøðu undir eitt sindur
meira fríum forholdum, so-
leiðis at spælistílurin kundi
verið betri vandur. Kanska
nakað í stíl við venjingar-
leguna, sum teir vóru á í
Íslandi. Tað veldst so sjálv-
andi eisini um pengar, men
tað er í øllum førum nakað,
sum kundi viðvirkað til, at
leikararnir vóru betri fyri,
tá veruligu uppgávurnar
koma.
Ov bangnir
Um dystin sjálvan helt
Palli, eins og flestu onnur í
høllini mundu halda, at
hann var eitt satt vónbrot
fyri føroyska liðið.
- Tað týdningarmesta
mistakið, sum føroyska
liðið framdi, haldi eg, var at
teir vóru ov bangnir. Verjan
stóð mest sum alla tíðina og
bíðaði eftir, hvat mótstøðu-
menninir
skuldu
gera,
heldur enn at koma nakað
út ímóti teimum. Og tað er
so ikki nakað, sum tú gert
órevsaður, tá mótstøðu-
liðini hava slíkar skjúttar.
Hetta viðførdi eisini, at tað
var ógvuliga avmarkað,
hvat føroyska liðið fekk av
teimum løttu málunum,
sum ofta koma við kontra.
Verjuspælið var ov passivt,
og tí gjørdust kontra-
møgleikararnir so fáir í tali.
Og at leikararnir so eisini
misnýta so stóran part av
teimum opnu møguleikun-
um, sum komu, er bara
stórt spell. Tað kundi í øll-
um førum pyntað um úr-
slitið.
- Yvir høvur haldi eg, at
hesin væntandi aggressivi-
teturin var alt ov sjónligur á
liðnum. Eitt nú merkti tú
eisini í álopspartinum, at
spælararnir mest sum alla
tíðina spældu flatt, heldur
enn at hótta eitt sindur
meira. Tá verður tað alt ov
lætt hjá mótstøðuni at
verja, og tí komu vápnini
hjá føroyingunum heldur
ikki til sín rætt. Eitt nú kom
Ingi ongan tíð inn í dystin,
og hondina á hjartað, so
hevði eg fegin sæð Svein
Justinussen fingið meira tíð
á bakplássinum, enn hann
fekk í dag. Tað var sjónligt,
at Ingi varð væl ansaður, og
hann fekk mest sum einki
burturúr, og Sveinur gjørdi
tað gott, tá hann var á
plássinum, helt fyrrverandi
landsliðsvenjarin.
Og áðrenn hann endaði,
so hevði hann eisini eitt
lítið nevs til áskoðararnar.
- Tað er eitt sindur hug-
stoytt, at so nógvir áskoð-
arar ikki kunnu geva lið-
num ein betri stuðul. Tað
vísur seg bara alt ov ofta, at
so skjótt sum mótstøðan
dregur nakað frá okkara
liði, so hvørvur stuðulin, og
tað er helst júst tá, at leik-
ararnir hava størsta tørvin á
honum, var seinasta hjarta-
suffi frá Palla Joensen.
Aarhuus
vil hava
Nocko
Nocko Jokovic, sum í
fjør var við til at vinna
FM-heitið saman við
HB, hevur síðani hetta
gingið sáttmálaleysur í
Danmark. Vónin hevur
alla tíðina verið, at
okkurt felag fór at
sýna áhuga, tá so-
nevnda transfer-vind-
eygað opnaði aftur, og
nú røkist kanska fyri,
at okkurt fer at spyrjast
burturúr.
Í øllum førum skriv-
ar BT nú, at fyrstu-
deildarfelagið, Aarhus
Fremad hevur havt
samráðingar við álops-
leikaran, og at formað-
urin í felagnum hevur
vónir um, at Nocko
Jokovic
verður
at
síggja í hópinum kom-
andi kappingarár.
Sjálvur hevur Nocko
tó ikki hug at gera við-
merkingar til hetta, og
tí stendur enn óvist,
hvar fótbóltsleið hans-
ara skal ganga kom-
andi mánaðirnar.
-jm
Við aftur
Fyrrverandi landsliðsvenjari:
Hevði vónir um meira
- Eg veit at nógvir av
leikarunum hava gjørt nógv
við venjingina seinastu
tíðina, og tí hevði eg vónað,
at avrikið fór at verða betri
enn hetta, tí teir hava meira í
sær, helt Palli Joensen eftir
landsdystin sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
- Vit mugu bara ásanna, at tað gekst stak illa í dag, og fyri
mítt viðkomandi kann eg bara siga, at hetta er vánaligasta
landsliðsavrikið, sum eg havi verið við til, var kontanta
eftirmetingin hjá Mortani Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 3 - 7. januar 2003
Henrik Larsen og
Jógvan Martin Olsen
hava boðsent 25
leikarum til fyrstu
landsliðsvenjingar-
nar, og meðan nøkur
fesk andlit eru teirra
millum, tykjast aðrir
vera settir í kuldan
fyribils
FÓTBÓLTSLANDSLIÐ
Jákup Mørk
Hóast veturin enn ikki er
byrjaður av álvara, so hava
landsliðsvenjararnir í fót-
bólti longu nú boðað frá,
nær farast skal undir venj-
ingarnar til komandi lands-
liðsárið.
Longu 18. januar verða
fyrstu
venjingarnar
á
skránni,
tá
landsliðið
savnast á Toftum, og bara
tvær vikur seinni verður
Henrik Larsen aftur í Før-
oyum, tá landsliðið skal
savnast í Havn. Tó at tað
helst er ov tíðliga á árinum,
til at nakrar veruliga bólt-
venjingar kunnu gerast, og
tó at veturin kanska fer at
darva hesum, so plaga hes-
ar venjingarnar at vera eitt
gott høvi hjá landsliðsvenj-
arunum at staðfesta, hvussu
ymsu leikararnir eru fyri
eftir ein vetur, har tað er
misjavnt, hvussu nógva
venjing likamið fær.
Skráin er løgd
Fyribilsskráin hjá landslið-
num er eisini longu løgd, og
í stóran mun líkist hendan
sær sjálvari. Føstu punktini
á hesari eru sjálvandi venj-
ingarlegan sunnanfyri og
dystirnir í EM-undankapp-
ingini, og her verður talan í
ár um iki færri enn fimm
dystir. Tvær ferðir verður
tað Ísland, sum er mót-
støðuliðið, meðan talan
verður um ein dyst móti
ávíkavist Týsklandi, Skot-
landi og Litava.
Sum vit áður hava nevnt,
so hevur fótbóltssambandið
í Kasakstan sýnt stóran
áhuga fyri at koma at koma
til Føroya, og nú tykist alt
vera komið í rættlag hesum
viðvíkjandi. Í øllum førum
standa tvinnir dystir mill-
um Føroyar og Kasakstan á
skránni, og verða hesir
báðir leiktir í Føroyar.
Fyrru ferðina verður flagg-
dagin, og longu tveir dagar
seinni tørna londini aftur
saman. Her er talan um eitt
av teimum liðum, sum vit
vanliga kappast við á
styrkislistanum hjá FIFA.
Har eru Føroyar í løtuni á
113. plássi, og Kasakstan er
nummar 117, so á pappír-
inum átti talan her at verið
um tveir javnar dystir, har
leikarar okkara ivaleyst
kunnu fáa eitt sindur av
dystarvenjing og samspæl-
ið.
Nýggj andlit
Sum vant, so er hópurin til
hesar fyrstu landsliðsvenj-
ingarnar nakað størri, enn
hann er, tá teljandi dystirnir
eru á skránni. Nakað sum
eisini gevur venjarunum
rúmd fyri at síggja onkrar
nýggjar leikarar, og hesum
høvinum tykist Henrik Lar-
sen at hava tikið av.
Hjá trimum leikarum
verður talan soleiðis um
fyrstu landsliðsvenjingar-
nar, sum teir nú skulu í holt
við. Bárður Mortansson úr
B36, Jann Ingi Petersen úr
B68 og Rúni Elttør úr KÍ
eru allir bidnir um at koma
við, og meðan Jann Ingi er
ein av leikarunum, sum
hevur veir gjøgnum alla
FSF-skipanina
við
U-
landsliðunum, er talan í
hinum báðum førunum um
toluliga óroyndar menn í so
máta.
Hinvegin kundi eisini
verið líkt til, at landsliðs-
venjararnir við úttøkuni í
øllum førum fyribils hava
sæð burtur frá nøkrum leik-
arum, sum áður hava verið
inni í landsliðsmyndini.
Teir báðir HB-leikararnir,
Janus M. Joensen og Tór-
Ingar Akselsen, vóru báðir
við til somu venjingarnar í
fjør – har Janus annars fekk
drúgvan skaða. Men teir
eru so ikki millum tey 25
nøvnini hesaferð. Tað eru
teir báðir suðuroyingarnir,
Dan Mortensen og TB og
Palli Augustinussen úr VB,
heldur ikki. Heldur ikki
hevur rúm verið fyri Arn-
bjørn Danielsen ella Klæ-
mint Matras úr B36, og
spurningurin er so, hvørt
talan er um endalig farvæl
tli leikarar, ella um talan
bert um fyribils steðg í so
máta.
Fyri teir flestu av nevndu
leikarunum er tó galdandi,
at teir enn hava síni bestu
fótbóltsár framman fyri
sær, og tískil væl kunnu
hugsast at verða slúsaðir
inn í aftur í hópin einaferð
seinni.
Hjá
Arnbjørn
Danielsen sær hinvegin
kanska eitt sindur øðrvísi
úr. Sum 29 ára gamal
skuldi hann júst nú verið í
hæddini
sum
fótbólts-
leikari, men rúm hevur so
ikki veirð fyri honum
hesaferð.
Akkurát, hvussu enda-
ligur heisni 25 manna hóp-
urin er, ber illa til at stað-
festa enn. Skaðar og aðrar
forðingar kunnu væl hugs-
ast at gera sína ávirkan, so
teir, sum í fyrsta umfari eru
sáldaðir frá, skulu kanska
halda seg klárar, soleiðis at
teir eru til reiðar, um boð
brádliga skuldu verið eftir
teimum.
Teir 25, sum nú hava
fingið boð um at koma til
venjingar eru annars hesir:
Hans Fróði Hansen, Fróði
Benjaminsen, Jann Ingi
Petersen, B68, Jens Martin
Knudsen, Pól Thorsteins-
son,
Sjúrður
Jacobsen,
Helgi L. Petersen, NSÍ,
Sámal Joensen, Súni Olsen,
GÍ, Jón Rói Jacobsen, An-
drew av Fløtum, Jóhannis
Joensen, Rógvi Jacobsen,
HB, Óli Johannesen, TB,
John Petersen, Jákup á
Borg, Jens Kristian Han-
sen, Julian Johnsson, Bárð-
ur Mortansson, B36, Hjal-
grím Elttør, Ove Nysted,
Meinhardt Joensen, Atli
Danielsen, Rúni Elttør,
Heðin á Lakjuni, KÍ
Landsliðsárið byrjar
Bárður Mortansson, sum nú spælir í B36, hevur í fleiri ár verið fastur maður í hópinum hjá ávíkavist HB og B36, og nú er hann
fyri fyrstu ferð biðin um at koma til landsliðsvenjingar
Fyribils skrá hjá A-
landsliðnum fyri 2003
14.02-23.02
Venjingarlega í Spania
23.04-27.04
Føroyar Kasakstan (25.04 og 27.04)
04.06-08.06
Ísland-Føroyar (07.06)
08.06-11.06
Føroyar-Týskland (11.06)
18.08-20.08
Føroyar-Ísland (20.08)
03.09-07.09
Skotland-Føroyar (06.09)
07.09-10.09
Føroyar-Litava (10.09)
C
M
Y
K
20