týsdagur 7. januar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 3 - 7. januar 2003
Tað gjørdust oddaliðini
hjá bæði kvinnum og
monnum, sum tryggj-
aðu sær luttøku í
steypafinaluni, tá
Mjølnir kappingin varð
hildin í Klaksvík um
vkuskiftið
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Stóra Mjølnir kappingin í
flogbólti varð leikt um
vikuskiftið, og sum vanligt,
so var luttøkan stór úr øll-
um landinum, tá kappast
varð í ymsu deildunum.
Umframt at vera kanska
best vitjaða flogbóltskapp-
ingin á árinum, so hevur
Mjølnir kappingin seinastu
árini verið onnur av teimum,
har pláss í steypafinaluni er
upp á spæl, og spenningurin
um hetta var kanska eyka
stórur hesaferð. Hjá bæði
kvinnum og monnum var
tað nevnliga soleiðis undan
kappingini, at hvørki av
oddaliðunum hevði tryggjað
sær finalupláss í Fleyr-
kappingini,
har
fyrri
finalusessurin stendur upp á
spæl, og tí var spurningurin,
hvørt tað fór at eydnast hjá
ÍF hesaferð.
Og tað gjørdi tað. Í báð-
um førum var tað Mjølnir,
sum var mótstøðuliðið í
finaludystinum, og í báðum
førum varð talan um 3-0
sigrar. Serliga hjá kvinnun-
um var talan um sannfør-
andi sigur hjá Mjølnir,
meðan menninir í nógv
størri mun máttu stríðast
fyri sínum sessi.
Spennandi tiltak
Sum tað hevur veirð nevnt
seinnu árini, so er flog-
bóltsfinalan í steypakapp-
ingini vorðin eitt slag av
flaggskipi fyri flogbóltin,
og sum skilst, so verður
finalan í ár einki undantak.
Enn eru ikki smálutir
lagdir til rættist, men tað er
tó so, at nevndin í Flog-
bóltssambandinum ætlar at
byggja víðari á leistin, sum
er lagdur seinnu árini.
Aftur í ár verður soleiðis
talan um at fáa altjóða
dómara til landið at døma
dystin, og sum nakað heilt
nýtt, er ætlanin nú eisini, at
dysturin skal varpast bein-
leiðis á stórskíggja í høllini,
soleiðis at tað ikki er nøkur
umbering fyri áskoðarar-nar,
at plássið er ov lítið, og at
tey tískil ikki síggja nóg væl.
Hartil sigur nevndin í
FBF seg eisini arbeiða við
øðrum tiltøkum kring dyst-
in, men enn eru hesi so ikki
komin endaliga upp á pláss,
so tað verður so helst nak-
að, sum vit fara at frætta
meira um seinni.
Finaludystirnir í steypa-
kappingini verða í ár leiktir
15. februar, og verða mót-
støðuliðini hjá ÍF her
ávíkavist kvinnurnar hjá
TB og menninir hjá SÍ.
ÍF í báðum finalunum
Kvinnurnar hjá ÍF vunnu finaluna í meistaradeildini, og tryggjaðu sær sostatt pláss í
steypafinaluni, har TB verður mótstøðuliðið
Eisini hjá monnunum gjørdist ÍF vinnari, og aftur her var Mjølnir mótstøðuliðið
Í næstbestu kvinnudeildini gjørdist SÍ vinnari
Tað er ikki bert í meistaradeildini, at ÍF er væl við. Eisini vunnu menninir kappingina í fyrstu
deild
Kvinnukappingina í
2. deild vann Mjølnir
Og klaksvíkingar
vunnu eisini 2. deild
hjá monnum, so okkurt
steypið varð kortini
verðandi eftir í
Klaksvíkini
C
M
Y
K
22
Nr. 3 - 7. januar 2003
23
Vil samráðast
Myndugleikarnir í Norðurkorea gjørdu um
vikuskiftið greitt, at teir eru sinnaðir at samráðast
við amerikansku stjórnina um at loysa ósemjuna,
sum er íkomin, eftir at Norðurkorea tók sína
kjarnorkuverkætlan uppaftur.
Norðurkoreanska tíðindastovan KCNA skrivaði
sunnudagin, at landið er til reiðar at tosa við USA,
og at stjórnin er eisini til reiðar at góðtaka eitt triðja
land sum semingsmann. Bæði Suðurkorea, Japan og
Russland hava boðið sær til at royna semju millum
Pyongyang og Washington.
Norðurkoreanar finnast samstundis at USA. Sagt
verður, at rakettverjuætlanin hjá Bush-stjórnini er
eitt prógv um, at amerikanska stjórnin fyrireikar seg
til at leypa á Norðurkorea.
Arbeiðsleysir prestar
Talið á arbeiðsleysum prestum í Danmark hevur
verið minkandi seinastu árini, men í fjør vendi
gongdin.
Sambært arbeiðsloysistølunum vóru meiri enn
sjey prosent av donsku prestunum arbeiðsleysir stutt
fyri ársskiftið. Formaðurin í prestafelagnum, Peter
Krogsøe, sigur, at hetta er sera álvarssamt hjá tí
einstaka prestinum, tí tað vísir seg at vera trupult hjá
prestlærdum at fáa annað arbeiðið.
Fyrr var rættiliga vanligt, at nógvir prestar
arbeiddu sum lærarar ta fyrstu tíðina eftir lokna
útbúgving, men hesi viðurskiftini eru eisini broytt.
Óvæntaður vinnari
Í Litava vann fyrrverandi forsætisráðharrin, Ro-
landus Paksas, óvæntað forsetavalið, sum var
sunnudagin.
Undan valinum bendu allar veljarakanningar á, at
sitandi forsetin, tann 76 ára gamli Valdas Adamkus,
fór at verða afturvaldur, men tá uppteljingin var
liðug, hevði hann bert fingið 45,1 prosent av
atkvøðunum, meðan 46 ára gamli Rolandus Paksas
hevði fingið 54,9 prosent. Valið sunnudagin var
annað valumfar. Í fyrra umfarinum fekk Adamkus
35 prosent av atkvøðunum og Paksas góð 19 pro-
sent.
Valdas Adamkus, sum búði í útlegd í USA, meðan
Litava var ein partur av Sovjetsamveldinum, fekk
stuðul frá mið- og høgravonginum í litaviskum
politikki. Rolandus Paksas er formaður í liberal-
demokratiska flokkinum og hevur fyrr verið for-
sætisráðharri, eins og hann eitt tíðarskeið var
borgarstjóri í høvuðsstaðnum Vilnius.
Ágangur ímóti nunnum
Ein kanning, sum lærdi háskúlin í býnum St. Louis
hevur gjørt, vísir, at næstan 40 prosent av teimum
amerikansku nunnunum hava verið fyri kynsligum
ágangi, og at tað vanliga eru prestar ella aðrar
nunnur, sum gera seg inn á tær.
Tey, sum hava gjørt kanningina, hava spurt 1164
nunnur í 123 ymsum kleystrum í USA. Sambært
blaðnum St. Lois Post-Dispatch varð frágreiðingin
gjørd longu í 1996, men úrslitið hevur verið hildið
loyniligt, tí leiðslan í katólsku kirkjuni í USA stúrdi
fyri avleiðingunum, frætti almenningurin um tað.
Avdúkingin kemur katólsku kirkjuni í USA illa
við. Kirkjan er frammanundan fyri hvøssum
atfinningum eftir tær nógvu gølurnar um prestar,
sum hava gjørt seg inn á børn og ung, og
frágreiðingin um, at nunnurnar heldur ikki fáa frið,
bøtir ikki um umdømið hjá kirkjuni. Tey, sum gjørdu
frágreiðingina, siga, at biskupparnir tykjast ikki
hava stórvegis áhuga í áganginum ímóti nunnunum.
Kavarok, skalvalop,
frost og vatnflóð
kravdu meiri enn 20
mannalív í Evropa
um vikuskiftið, og
nógvastaðni var
ruðuleiki í ferðsluni
ILLVEðUR
Árni Joensen
Í Danmark noyddist bjarg-
ingartænastan at biðja her-
valdið um hjálp, so sjúkra-
bilar kundu koma vegin
fram í tí nógva jarðrokinum
sunnudagin og gjáranáttina.
Nógvar flogferðir máttu
avlýsast, og í Kastrup
noyddust ferðafólk at geva
tol, tí fleiri flogfør vóru
seinkað av tí vánaliga veðr-
inum. Í pørtum av Jyllandi
og Sælandi ráddi løgreglan
fólki frá at seta seg í bilin.
Aðrastaðni í Evropa var
veðrið uppaftur nógv verri.
Í Italia doyðu tvey fólk í
skalvalopum, og í Slovakia
vórðu tveir skíðrennarar
funnir deyðir undir einum
skalvalopi.
Myndugleikarnir í Týsk-
landi siga, at har doyðu sjey
fólk um vikuskiftið í van-
lukkum, sum stóðust av
nógvum vindi og vatnflóð.
Millum annað floymdu
fleiri av teimum stóru áun-
um upp um áarbakkarnar.
Í Russlandi hevur verið
sera kalt, og í Moskva
doyðu 12 fólk í kulda.
Eisini í Pólandi hevur kuld-
in verið nógvur. Higartil í
vetur eru 227 fólk deyð í
kulda í Russlandi og 183 í
Pólandi.
Har norðuri í Fraklandi
kom nógvur kavi niður. Í
Charles de Gaulle-flog-
havnini í París vóru flog-
førini nógv seinkað, og á
teimum stóru motorvegun-
um uttan fyri høvuðsstaðin
sóru 15.000 fólk føst í bil-
unum í tí nógva kavanum.
Í
Kekkia, Týsklandi,
Eysturríki, Belgia, Niður-
londum,
Bretlandi
og
Portugal
regnaði
illa.
Áirnar fóru upp um áar-
bakkarnar, og nógvir vegir
og gøtur í býunum stóðu
undir í vatni. Í Kekkia
stúrdu
myndugleikarnir
fyri, at teir máttu flyta fólk-
ið úr umleið 20 bygdum,
men tað gjørdist kortini
ikki neyðugt.
Tað sigur Saddam
Hussein, forseti. Sam-
stundis leggja ameri-
kanarar seinastu
hond á eina ætlan
um, hvussu Irak skal
skipast, eftir at Sad-
dam er rikin frá
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Einki bendir á, at irakski
forsetin, Saddam Hussein,
ætlar sær at slaka fyri trýst-
inum úr USA. Í einari
sjónvarpsrøðu sunnukvøld-
ið ávaraði hann amerikan-
ararnar um, at irakska fólk-
ið er fyrireikað til kríggj.
Hann legði samstundis
eftir vápnaeftirlitsmonnun-
um hjá ST, sum hann segði
vera njósnarar.
- Ístaðin fyri at leita eftir
hópoyðingarvápnum fyri at
avdúka lygnirnar hjá lygn-
aranum hava eftirlitsmenn-
inir áhuga fyri irakskum
vísindafólkum og at spyrja
arbeiðsfólk um ymiskt,
sum ikki er til. Eisini royna
teir at savna upplýsingar
um lógligar herstøðir og
lógliga
hernaðarfram-
leiðslu, segði irakski for-
setin í røðuni.
Samstundis sita ameri-
kanskir embætismenn og
leggja seinastu hond á eina
ætlan um, hvussu tað
irakska samfelagið skal
skipast, eftir at Saddam
Hussein er fallin. New York
Times skrivaði í gjár, at
stjórnin í løtuni leitar eftir
einum manni, sum skal
hava ta ovastu umsitingar-
ligu leiðsluna í Irak. Sam-
bært embætismonnum skal
maðurin ikki vera heryvir-
maður, men heldur ein við
umsitingarligum royndum.
New York Times sigur
seg eisini hava fingið at
vita, at eftir amerikansku
ætlanunum skulu leiðandi
irakar dragast fyri ein
hernaðardómstól, meðan
teir, sum hjálpa USA og
tess sameindu at koyra
Saddam Hussein frá, fáa
grið.
Amerikanska
ætlanin
miðjar eisini eftir at taka
ræðið á iraksku oljukeldun-
um, og at inntøkurnar frá
oljuni skulu fíggja tað, sum
tað fer at kosta at endur-
byggja landið aftan á eitt
kríggj.
Fleiri amerikanskir leið-
arar hava fyrr nevnt, at
USA ætlar at fáa útlagnar
irakar at skipa eina tillag-
ingarstjórn, men sambært
New York Times er hendan
ætlanin slept.
Illveður í Evropa
Irak er fyrireikað til kríggj
Soleiðis sá út í Norðurfraklandi um vikuskiftið. Her er áin l'Oise farin upp um áarbakkarnar og hevur lagt vegirnar í einari bygd
undir í vatni
Mynd: Reuters
UTTAN ÚR HEIMI
23