Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 3 - 7. januar 2003 Nr. 3 - 7. januar 2003 25 Kvikkeyp Søkt verður eftir fólki til skiftandi arbeiðstíðir, uml. 35 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt. Ring og hoyr nærri á tlf. 212490 ella 216990. Kvikkeyp í Hornabø Skeiðleiðari til Trygdar- miðstøðina fyri sjófólk Vegna økt virksemi,søkir Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hervið eftir einum persóni, sum kann undirvísa í trygd á sjónum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • Undirvísa í trygd á sjónum, sum umfatar bæði ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m. • Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini. Førleikakrøv: • Tað verður sett sum krav, at umsøkjari skal hava útbúgving sum navigatørur við royndum frá sjóvinnuni ella frá frálandavinnuni. • Fyrimunur er,um viðkomandi hevur royndir í at undirvísa og fyriskipa trygdar- venjing umborð á skipi. Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna taka ymisk endurútbúgvingarskeið, sum eru viðkomandi fyri starvið. Setanartreytir: Setanartreytir og løn verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av- varðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálaráðið, og stovnar/deildir undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovan. Tænastustaðurin er í løtuni Trygdarmiðstøðin í Klaksvík. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. februar 2003 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Att.: Sjóvinnufyrisitingin, Postsmoga 347 · 110 Tórshavn Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Trygdarmiðstøðina á tlf.455882, og tosa við Marius Magnusson,leiðara,ella til Fiskimálaráðið á tlf.353030 og tosa við Mary J. í Garði fíggjarfulltrúi. Fiskimálaráðið Innbúgv Vegna flyting selji eina hornasofu, sofaborð úr nat- úrtræ og eitt reytt tunesiskt teppi fyri í alt kr. 3.000. Ring 573940 ella 373940 Nýggja stuðulsfólkaskipanin, ið hevur umsitingargrundarlag og ávísing í Grein 32 B í forsorgarlógini og er heimahoyrandi undir Trivnaðarmála- ráðnum fer undir nýtt virksemi fyrst í hesum árinum.Talan er um eina skipan, ið er landsdekkandi og m.a. hevur sum endamál at veita hjálp, umsorgan ella stuðul til borgarar, ið búgva í egnum heimi, so hesir hava møguleika at velja og skapa sær eina tilveru eftir egnum fortreytum. Miðað verður ímóti, at borgarin kann varðveita ella bøta um sálarligt og likamligt virkni eins og tað sosiala. Persónsbólkurin fevnir um fólk millum 18 og 66 ár, ið eru serliga illa fyri, tá tað snýr seg um likamlig ella sálarlig virknisevni ella serligar sosialar trupul- leikar, sum gera, at tørvur er á fylgi og stuðli av sosialpedagogiskum slag.Har- umframt eru røktaruppgávur, sum verða skipaðar í samstarvi við heima- røktina og aðra serstakar uppgávur. Umframt at verða ein skipan, ið veitur individuellan stuðul, verður eisini møguleiki fyri felagsvirksemi í tilhaldi. Í málbólkinum eru menningartarnað, sinnisveik, seinheilaskødd og rørslu- tarnað. Stuðulsfólkaskipanini tørvar fólk við ymiskum útbúgvingum sum t.d.: • pedagogar • heilsurøktarar/sosial- og sunnheitsassistentar • hjálparfólk Vit ynskja starvsfólk, ið m.a.: • hava royndir við omanfyri nevnda málbólki • kunna átaka sær sjálvstøðugar ar- beiðsuppgávur • eru før fyri at tryggja góðsku í við- gerðararbeiðinum • kunnu luttaka í tvørfakligum sam- starvi • eru human og tolin Vit kunna bjóða: • at tú verður við til at byggja upp eina nýggja stuðulsfólkaskipan • fakliga menning, skeið og kollegiala supervisión • felagshølir til bólkafundir o.a. • trygg setanarviðurskiftir Stuðulsfólkaskipanin fer undir sítt virksemi soleiðis: 01.02.03. Tær fyrstu fyriskipananar byrja 01.03.03. Suðurstreym 01.04.03. Vágarnar, Suðuroyggin, Norðoyggjar og Sand- oyggin og umsøkjararnir verða bidnir um at tilskilja í umsóknini hvar í landinum teir søkja starv Lønar- og setanartreytir: Talan er um bæði heil- og parttíðar- størv og í nøkrum av størvunum má roknast við bæði dag, kvøld, serstakar frídagar og vikuskiftisarbeiði. Løn sam- bært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjar- málaráðið. Nærri um størvini við at venda sær til til leiðaran fyri stuðulsfólkaskipanina á tlf. 304020. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin til øll størvini er sett til mán.20.jan.2003 og umsóknir skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanin Att. Leiðarin Eirargarður 2, 2. hædd Fo-100 Tórshavn Søkt verður eftir starvsfólki til nýggju stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Útróðrarbátur við fiskiloyvi til sølu Sera væl røkti útróðrarbáturin M/B Norðberg VN 409 verður hervið lýstur til sølu. Ár: mars 1990 Slag: Hvalvík 900 Stødd: 29 føtur Maskina: 180 Hk Cummins Tól: VHF, GPS, radari, ekkolod og sjálvstýrara Fiskiloyvi: Bólkur 5A (Fult riknir útróðrarbátar). Mobil 219545 Sunda kommuna Almennir bygdaráðsfundir 2003 eru kl. 20.00 hesar mánadagar 6. januar 3. februar 3. mars 7. apríl 5. mai 2. juni 7. juli 1. september 6. oktober 3. november 1. desember Fundarstaður: Kommunuskrivstovan Kommunuskrivstovan Skrivstovutíð: mánadag 9-12, 13.30-16.00 og 18.00-18.30 Týsdag-fríggjadag 9-12 www.sosialurin.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3491 Navn: P/F Faroe Processing Hjánavn: Fiskavirkið í Fuglafirði (P/F Faroe Processing) Adressa: 530 Fuglafjørður Kommuna: Fuglafjarðar Kommuna Stovningardato: 02.01.2003 Viðtøkudato: 02.01.2003 Kapitalur: Kr. 6.000.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 6.000.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F Faroe Seafood, Mykinesgøta 5, 100 Tórshavn (P/F 2452). Nevnd: Hákun Steingrimsson, Mikkjalstrøð 5, 100 Tórshavn (formaður), Johannes Jensen, Millum Gilja 111, 188 Hoyvík, Thomas Arabo, 416 Signabøur og Árni Arge, Torsteinsgøta 2, 100 Tórshavn. Stjórn: Rógvi Reinert, Inni á Fløtum, 180 Kaldbak Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av nevndarformanni saman við einum stjóra, av tveimum nevndarlimum saman ella av allari nevndini. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01 - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 02.01.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at eiga og reka fiskivirkir og aðra vinnu í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 03. januar 2003 Kristin Balle _______________________ Pedagogar ella hjálparfólk til Sambýlið í Smærugøtu 29 Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýlinum í Smærugøtu 29 í Havn er eitt pedagogstarv leyst at søkja til setan 1. februar 2003 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tænastumannastarv, sett eftir sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið, lønt eftir lønarstiganum 24-31 eftir lønaravtaluni frá mars 2002. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag/kvøld- vaktir umframt døgn- og vikuskiftisarbeiði. Sambýlið er undir uppbyggjan og er ætlað 5 menn- ingartarnaðum fólkum við sálarligum trupulleikum. Dentur verður lagdur á, at tann sum settur verður, er likamliga og sálarliga væl fyri,er áhugaður at lut- taka í øllum avbjóðingum og opin fyri nýhugsan. Eisini er neyðugt at kunna arbeiða sjálvstøðugt, at samstarva við onnur, umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í tí dagliga arbeiðinum. Søkir tú nýggjar avbjóðingar og vil verða við til at menna hetta nýggja sambýlið saman við okkum,er tað nú tú hevur møguleikan. Bert fólk, sum hevur lokið námsfrøðiligt prógv, verður sett í pedagogstarvið. Um ikki útbúgvi fólk verður sett í hetta starv, verður tað sett tíðarav- markað við fólki við øðrum líknandi førleika. Meiri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 321068 og spyrja eftir Finn Larsen, fyristøðufólki. Umsóknarfreistin er 21. januar 2003og skulu um- sóknirnar sendast til: Sambýlið í Smærugøtu Att. Leiðarin Smærugøta 29 FO-100 Tórshavn -tað loysir seg Í samband við at nýggja stuðulsfólka- skipanin fyri vaksin fer undir nýtt virk- semi fyrst í árinum verður søkt eftir ein- um pedagogi at skipa fyri ymiskum virksemi í tilhaldinum í Tórshavn, sum er heimhoyrandi undir stuðulsfólka- skipanini. Vit søkja eftir einum pedagogi við ser- ligum áhuga fyri persónsbólkinum: vaksin fólk,ið eru illa fyri tá tað snýr seg um sálarlig og likamlig virknisevni og serligar sosialar trupulleikar. Uppgávan verður m.a. at skapa karmar fyri einum livandi og virknum tilhaldstaði. Vit ynskja eitt starvsfólk: • sum er útbúgvin pedagogur • sum hevur royndir við omanfyri- nevnda persónsbólki • sum kann taka á seg sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur • sum kann tryggja góðsku í arbeiði sínum • sum kann arbeiða tvørfakligt og hevur góð samstarvsevnir • sum er tolin og humanur Vit kunna bjóða: - at tú verður við til at byggja upp eitt nýtt tilhaldstað - eitt avbjóðandi starv har tú fært ábyrgd - møguleikar fyri skeiðvirksemi - trygg setanarviðurskiftir Lønar og setanartreytir: Talan er um heiltíðarstarv undir Heima- røkt/Serforsorg og roknast má við kvøld og vikuskiftisarbeiði av og á. Løn sambært sáttmála millum Pedagog- felagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist: Umsóknarfreistin er 22. jan. 2003 og umsóknir saman við prógvum og við- mælum skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanin Att. leiðarin Eirargarður 2, 2. hædd Fo-100 Tórshavn Pedagogur til tilhald Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 C M Y K 25 24