Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2000síða 1

allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

www.sosialurin.fo Nr. 80 Hósdagur 27. apríl 2000 74. árgangur Kr. 10,00 Framtíðin er óviss – Vit hava ikki havt umstøður at skipa nakra framleiðslu á flakavirkinum í Vági, men virkið er kortini ein partur av okkara framtíðarætlanum, sigur stjórin á Fiska- virking Síða 4 Pengar til mentan er innløga í samfelagið Virki mentanarlív kostar, men peningurin er ikki ein útreiðsla fyri samfelagið. Hetta heldur bólkurin, sum hevur gjørt nýtt mentanarálit fyri Tórshavnar býráð Síða 3 Oljufeløg rýma KÍ fær styrk KÍ arbeiðir nú við at styrkja liðið hjá Tomislav Sivic við tveimum jugoslavisk- um spælarum ítróttur síðurnar 18-21 Umhugsar sína støðu Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður, mælir sambandssinn- aða veinginum í Javnaðarflokkinum at fara upp í Sambands- flokkin Miðsíðurnar JAN MÜLLER Risastóra oljufelagið TotalFinaElf verður ikki við í oljuleitingini við Føroyar í hesum umfarinum. Hetta er greitt eftir at Norsk Hydro er vorðin partur av samtakinum sam- an við Anadarco og Saga Føroyar. Um somu tíð sum flaggið hjá Norsk Hydro varð vundið á stong á Bryggjubakka í gjár kundi Arvid Halvorsen, stjóri í felagnum upp- lýsa, at Norsk Hydro ikki longur er partur av The Faroes Partnership samtakinum, men er vorðið opera- tørur í fyrrv. Sagabólkinum. Norsk Hydro verður umboðað í bólkinum gjøgnum sítt dótturfelag Saga Petroleum Føroyar. Orsakað av ósemju um hvørji øki man skuldi søkja um og hvussu arbeiðsskráin skuldi síggja út hevur oljurisin Total Fina Elf (sum fyri stuttum vóru trý stór sjálvstøðug oljufeløg, blaðm.) tikið seg úr bólkinum og harvið eisini komandi útbjóðingar- umfari. Norsk Hydro hevur annars latið inn til rættin í Oslo eina stevn- ing móti Sagex Petroleum, ið her- fyri gjørdi samstarvsavtalu við Føroya Kolvetni. Mett verður, at fyrrverandi Sagafólkini bróta av- talur við gamla arbeiðsgevaran, um tey nú lata øðrum oljufeløgum sína vitan. Hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri føroyska oljufelagið er óvist. Arvid Halvorsen sigur við Sosialin, at teir vónandi fáa svar frá rættinum í Oslo innan tvær vik- ur. Hann sigur annars, at Norsk Hydro og Anadarco fara at bjóða men pláss er fyri einum felag aftrat í bólkinum. Terje Hagevang frá Sagex Petroleum er sera kløkkur av stevningini. -Vit hava einki skeivt gjørt, og eg kann bert tulka hetta sum eina roynd hjá Norsk Hydro at geva Føroya Kolvetni trupulleikar. Óváttað tíðindi vilja annars vera við, at eisini onnur oljufeløg umhugsa ikki at bjóða í 1. rundu. Feløg sum ExxonMobil, Marathon og Mærsk Olie og Gas verða nevnd. Arvid Halvorsen frá Norsk Hydro sigur í eini viðmerking til hesi óváttaðu tíðindi, at nógv kort- ini bendir á, at Føroyar fáa eina góða útbjóðing, tí so mong stór og kend oljufeløg ætla sær av vera við. Sammett við onnur nýggj leitiøki roknar hann við, at Føroyar fáa eina góða útbjóðing. Norsk Hydro er ikki longur pa- rtur av The Faroes Partnership samtakinum, men er vorðið operatørur í fyrrverandi Sagabólkinum Sandv’karhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Stillads Forskalling Sosialurin - 311820 Er ¾tlan at keypa ella leiga: ¥ Forskalling og tilhoyr ¥ Forskallingsolja & sproytur, klams, konus, avstandsr¿r v.m. ¥ Facadestillads ¥ Trygdarr¾kverk ¥ Aluminium rullustillads ¥ ArbeiÝsplatformar Leverandørurin til Føroysk byggivirkir í 28 ár