hósdagur 27. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 80 - 27. apríl 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Fótbóltur
og kuldi
Nú er rættiligt hol sett á summarítróttin.
Landskappingin í fótbólti byrjaði sein-
asta vikuskiftið, og komandi mánaðir-
nar fer hendan ítróttargreinin at verða
nógv frammi – bæði millum manna og
í fjølmiðlunum.
Seinastu dagarnar hevur verið kalt, og
hóast mai mánaði nærkast, er kavi
framvegis at hóma kring alt landið.
Hetta nervaði ikki byrjanina í lands-
kappingini, men spælarar og viðhalds-
fólk gleða seg ivaleyst til, at tað verður
lýggjari í veðrinum
Sosialurin fer framhaldandi at dekka
fótbóltskappingina væl og virðliga, og
tað verður gjørt eftir nøkunlunda sama
leisti sum seinastu árini. Sosialurin
hevur roynt at fingið eitt javnt støðið í
ítróttarskrivingina, og vit royna fram-
haldandi at halda fast um tað støðið
og at betra tað.
Hondbóltskappingini í vetur fekk nógv
rúmd í blaðnum, og tað hava fólk verið
fegin um. Hondbóltskappingin er vorðin
meira spennandi, og nógv verður lagt
fyri hjá nógvum av feløgunum. Tí er
tað eisini áhugavert hjá fjølmiðlunum
at fylgja við í hesi kappingini.
Í gjár spældi fótbóltslandsliðið lands-
dyst móti Liktinstein, og í blaðnum í
morgin hava vit frásøgn úr Liktinstein,
har eitt av blaðfólkunum er í hesum
døgum. Vit fara sjálvsagt at fylgja væl
við fótbóltslandsliðnum, sum hevur so
nógv at týða fyri føroyskan fótbólt og
fyri Føroyar sum heild.
Fyri stuttum høvdu vit prát við eina
føroyska kvinnu, sum er búsitandi í
Grikkalandi, og hon ivaðist ikki í týdn-
inginum, sum fótbóltslandsliðið hevur
fyri Føroyum sum ferðamannaland.
Nógv fólk kring alt Europa og kring
allan heim fylgja við í fótbóltskapping-
um, og við at vera við í slíkum høpi,
tryggja vit okkum umrøðu í fjølmiðlum
kring alt Europa.
Sosialurin fer at ynskja øllum okkara
ítróttarfólki góða eydnu í summar, og
vit fara at gera tað, sum vit megna, fyri
at fylgja við í øllum ítróttargreinum í
summar eisini.
Viðmerking:
Kettlingar og Svartabók
Drepið heldur kettlingarnar.
Hesi boðini komu hvørt
heystið, lestrarárini hjá mær
í Danmark. Kolonihava-
mentanin var tá í hæddini.
Har úti vóru útløgukøttar.
Teir fingu hesar fittu ketl-
ingarnar, sum fólk tóku til
sín, men illa bar til at taka
ketlingarnar við sær inn í
býin, tá farið var heim aftur.
Ketlingarnir vóru nú so
vandir við at fáa mat í
munnin, at teir kláraðu ikki
at finna sær sjálvum føði.
Teir høvdu tí pínst, til teir
doyðu í hungri. Tí var fræg-
ari at geva teimum ein bráð-
an enda.
Fólk eru sum ketlingar í
nógvar mátar. Fáa tey ov
nógv upp í hondina fyri
einki, maktast áræðið at
gera nakað sjálv.
Svartabók
Amerikumenn og danir
vistu hetta fullvæl, tá teir í
60-unum løgdu ráð saman
at sissa føroyingar, so her-
naðarútgerð kundi setast
upp í Føroyum. – Tað skuldi
egnast so mikið, at føroy-
ingar fingu hvørkraband, so
teir gjørdu av við seg sjálv-
ar, um teir táttaðu í. Veitast
skuldi so mikið, at føroy-
ingar kláraðu – »to hang
themselves«.
Vorið sum hjálp at fáa!
Henda »hjálp« endaði í
blokkstuðlinum.
Hjælp til selvhjælp
Hetta hoyra vit umaftur og
umaftur, tá danir hjálpa
tilafturskomnum londum.
Tey skulu koma so mikið
uppundan, at tey klára at
manna seg sjálv og standa
á egnum beinum.
Tað er tí ørkymlandi at
hoyra fleiri danskar politik-
arar jabba upp í saman, at
fáa vit sjálvstýri, sum minn-
ir um loysing, verður kubb-
að á stokkinum – vit fáa
eina stutta skiftistíð –
blokkin fáa vit 3 ár aftrat.
Hava danskir politikarar
virðing fyri sær sjálvum,
hálsa teir um.
Tað er heilt burturvið at
geva Føroyum nógv verri
kor, enn teir unna øðrum
tjóðum.
Verður samsvar við tað,
danir veita øðrum, tá vit
eina sømiliga skiftistíð, sum
hvørki er ov stutt ella ov
long – ja kanska ein kapital-
iseraðan blokk.
Óli Mikkelsen
Fullveldisætlanin hjá lands-
stýrinum, er uppskriftin
uppá arbeiðsloysi, fólkafrá-
flyting og stagnatión. Hetta
er niðurstøðan í væl undir-
bygdari grein, sum fyrrver-
andi fíggjarstjórin í lands-
stýrinum, Kári Petersen
skrivar.
Hetta samsvarar við tað,
sum stendur í Hvítubók, har
millum annað myndin á
síðu 141 vísir, hvørji stutt-
og langtíðarárin tað hevur á
búskapin, um ríkisstuðulin
minkar.
Tað sama stendur í
frágreiðingini frá Háskúla
Íslands, sum ikki slapp við
í Hvítubók. Henda frágreið-
ing er bara uppaftur ógvus-
ligari í sínum niðurstøðum
av negativu avleiðingunum.
Allar hesar frágreiðingar
og útsagnir frá serkønum
siga í grundini tað sama:
Ætlanin hjá landsstýrinum
við loysing og skiftistíð í 15
Landsstýrið og samgongan størsta
hóttanin ímóti búskapinum
ár er høpisleys og verður eitt
satt skrall fyri Føroyar.
At hetta skrallið so gerst
uppaftur størri, um skiftis-
tíðin verður styttri, sigur seg
sjálvt.
Arbeiðsloysi, fólka-
flyting og búskaparlig
stagnatión
Hava føroyingar gjørt sær
nóg greitt, hvat fer at henda
við Føroyum, um landsstýr-
ið við Fólkaflokkinum og
Anfinni Kallsberg á odda
sleppur at halda fram?
Landsstýrisuppskotið er
uppskriftin uppá búskapar-
liga stagnatión, arbeiðsloysi
og fólkaflyting, sigur bú-
skaparfrøðingurin. Leyst-
liga mett sigur hann, at ein
kann rokna við eini fólka-
flyting av umleið somu
stødd, sum fyrst í 90-
árunum.
7.200 fólk fluttu tá av
landinum, og bert umleið
1.000 eru komin heimaftur
til Føroya. Tey flestu, ið
fluttu vóru ungfólk. Tey
6.200, sum ikki komu heim
aftur, vóru 13 — 14 % av
samlaða fólkatalinum, men
av teimum 20-40 ára gomlu,
taldu hesi umleið 25 %.
Hetta verða nakrar av av-
leiðingunum av høpisleysu
ætlan landsstýrisins.
Heldur nýskipan
Eg vóni, at føroyingar hava
gjørt sær greitt, at alternat-
ivið, og tryggi vegurin fram
ímóti meira sjálvsavgerðar-
rætti, og einum berandi bú-
skapi, har vælferðarsam-
felagið verður ment og
varðveitt, gongur ígjøgnum
ríkisfelagsskapin. Ein ný-
skipan, sum Sambands-
flokkurin hevur skotið upp,
og saman við øðrum virkar
fyri, er alternativið og tryggi
vegurin fram.
Endamálið við hesum er,
at londini við støði í egnum
fortreytum, skulu hava loyvi
til, og bestu møguleikar at
mennast.
Sannast má tíverri, at í
løtuni eru landsstýrið og
samgongan størsta hóttanin
ímóti búskapinum og før-
oyingum sum heild.
Edmund Joensen
Familjunnar vegna takka vit hjartaliga øllum, sum
hjálptu og vístu samkenslu tá kæra mamma, ver-
mamma og omma okkara
GITTA JOENSEN
Klaksvík
varð sjúk, doyði og fór til gravar.
Ein serlig tøkk til Sigrid og Kristian Niclasen,
starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og tykkum
øll í KFUM & K.
Annars takka vit øllum, sum sendu køkur, blómur
og gávukort, fylgdu henni til gravar og komu til
ervið.
Má Harrin signa tykkum øll.
Martin, Malena, Margit, Arnvør,
Jákup Petur og Ólavur
Tøkk
Mótasýning
og undirhald
í Klaksvík
Leygarkvøldið verður skip-
að fyri einum tiltaki í
Skálanum í Klaksvík, har
millum annað nýggjast
klædnamótin verður sýndur
fram.
Handlarnir Cheap, JAP
og Giggi fara at vísa nýggj
klæði fram, og umframt
mótasýningina verður eisini
annað á skránni.
Lagt verður fyri við ein-
um góðum døgurða, og
Arnfríð Lützen, Niklas Heri
Jákupsson og Ingi Isaksen
fara at syngja og spæla og
okkurt undirhaldið verður
eisini.
Tað er 1. q á HF skúl-
anum í Klaksvík, sum skipa
fyri tiltakinum, og tey siga,
at kvøldið verður hugnaligt
og undirhaldandi.
Kostnaður verður 200
krónur fyri hvønn persón,
og tað ber til at melda seg
til kvøldið á tlf. 457172,
220599, 457618 og 455843.
Tilmeldingin skal gerast
áðrenn í kvøld klokkan
21.00.
Tiltakið byrjar klokkan
19.30
Nýtt álit skal hjálpa politikarunum
– Virki mentanarlív kostar. Men
játtaði peningurin er kortini ikki ein
útreiðsla, men heldur ein innløga í
samfelagið, segði Gunnar Hoydal
millum annað, tá mentanarálit varð
handað býráðsformanninum í Havn í
gjár
JOHN JOHANNESSEN
»Havnin - livandi, kveikj-
andi skapandi«. Hetta er
heitið á nýggjum áliti um
mentanarpolitik í høvuðs-
staðnum. Álitið er gjørt av
mentanarbólki mannaðum
við átta fólkum, sum Tórs-
havnar býráð í januar í fjør
setti. Bólkurin hevur havt
35 fundir síðani hann varð
settur, og í gjár kundi for-
maðurin í bólkinum, Birgir
Kruse, handa býráðsfor-
manninum álitið.
Mentanarálitið telur 63
síður og viðgerð 10 høvuðs-
evni innan mentanina í høv-
uðsstaðnum. Hesi høvuðs-
evni eru býráðið og ment-
anarmál, skúlarnir, ítróttur-
in, børn og ung, tónleikur,
myndlist, sjónleikur, bók-
mentir og skaldskapur, søvn
og stovnar og síðani onnur
mentanarmál, sum til dømis
bygging, livandi myndir og
telda og tøkni.
Áðrenn sjálva viðgerðina
av ymsu evnunum, verður
greitt frá meginsjónarmið-
unum fyri mentanarpoli-
tikki í Havnini og eftir við-
gerðina er ein kapittul við
uppskotum og tilmælum.
Mentan trupul at
staðfesta
Birgir Kruse, lærari, hevur
verið formaður í nevndini,
ið hevur skrivað mentanar-
álitið. Tað var hann, ið
handaði Leivi Hansen álitið
á samkomu hjá Tórshavnar
býráð í gjár.
Birgir Kruse segði røðu
síni, áðrenn álitið varð
handað, at mentan er ógvu-
liga trupul at seta hol á og
kann ikki staðfestast. Hann
vísti á, at mentan er nakað,
ið ásetir samleikan hjá okk-
um øllum alla tíðina, og er
tískil nakað, ið broytist alla
tíðina. Tí gjørdi hann greitt,
at mentanarálitið er eitt av-
markað álit, gjørt yvir eitt
avmarkað tíðarskeið av ein-
ari avmarkaðari nevnd.
Kortini segði Birgir Kruse
seg vóna, at mentanarálitið
fer at verða eitt hent amboð
hjá býráðspolitikarunum, tá
teir framyvir skulu taka
avgerðir innan mentanar-
økið, og við hesum ynskti
hann býráðsformanninum
góðan róður.
Formaðurin í bólkinum
nýtti eisini høvi at takka
býráðnum og mentanar-
deildini hjá býráðnum fyri,
at býráðið setti bólkin til at
viðgera mentan í høvuðs-
staðnum.
Havnin er
mentanarháborg
– Tað er ikki reyp, tá eg sigi,
at Havnin altíð hevur verið
mentanarháborgin í Føroy-
um, segði Leivur Hansen,
tá hann fekk mentanarálitið
handað. Hann vísti í hesum
sambandi á, at býráðið altíð
hevur lagt seg nógv eftir at
stuðla mentanini, serliga í
ár.
Býráðsformaðurin segði,
at í ár stuðlar býráðið ment-
an við 15 milliónum krón-
um, og vísti hann á, at ment-
anin aldri hevur verið ríkari,
enn hon er júst í hesum døg-
um.
Leivur Hansen fegnaðist
um avrikið hjá arbeiðsbólk-
inum, og segði hann seg
vera vísan í, at álitið fer at
gera tað lættari hjá politikk-
arunum at taka avgerðir inn-
an mentanarpolitik.
Eitt brot í mentanarálit-
inum mælir til, at ein ful-
fíggjað søga um Havnina
verður givin út í bók. Hes-
um tilmæli sigur Leivur
Hansen seg taka fult undir
við, og vísti hann á, at bý-
ráðið hevur sett pening í
grunn til hesa verkætlan, og
hetta ætlar býráðið sær at
gera hvørt ár framyvir.
Býráðsformaðurin segði,
at býráðið fleiri ferðir hevur
roynt at fingið fólk at skriva
søgu um Havnina, men enn
hevur eingin hættað sær
undir hesa uppgávu. Tó er
eitt verk komið út um Tórs-
havnar Havn og eitt um
Vatnsøguna í Havn. Hesi
verk, heldur býráðsformað-
urin, kunnu vera góður
stuðul hjá tí ella teimum, ið
ætla sær undir arbeiðið at
skriva søguna um Havnina.
Trúarlívið ikki við
Gunnar Hoydal hevur verið
skrivari i bólkinum, ið hev-
ur gjørt mentanarálitið.
Hann segði í røðu síni í gjár,
at bólkurin hevur lagt seg
eftir at tikið ymsu greinar-
nar av mentanini í høvuðs-
staðnum við í álitið og síð-
ani gjørt niðurstøður á ein-
staku økjunum.
Men Gunnar Hoydal
gjørdi samstundis greitt, at
mentan fevnir um so nógv,
at tað ikki hevur borið til at
tosa við øll innan mentan-
arøkið. Og ein avleiðing av
hesum er, at bólkurin hevur
latið vera við at viðgera trú-
arlívið. Hann vísti á, at trú-
arlívið í sær sjálvum er ein
so stórur partur av mentan-
ini, at hetta nærum krevur
eitt álit í sær sjálvum.
Skrivarin í bólkinum nam
eisini við samanhangin
millum sosialpolitikk og
mentanarpolitikk. Í hesum
sambandi fegnaðist hann
um, at býráðið nú hevur
eina trivnaðarnevnd, ið við-
ger mentan og sosialpoli-
tikk undir einum. Gunnar
Hoydal segði seg nevniliga
vera sannførdan um, ment-
an og sosialpolitikkur hanga
ófrávíkiliga saman.
Fólkaflokkurin byggir hús
Í gjár vórðu fyrstu lessini av gróti til undirstøði undir
nýggju húsunum hjá Fólkaflokkinum lessað av uppi í
Svanga í Havn
JOHN JOHANNESSEN
Nýggju húsini hjá Fólka-
flokkinum uppi í Svanga í
Havn skulu vera 128 fer-
metrar til støddar í trimum
hæddum,
kjallarahædd,
miðhædd og lofsthædd.
Liðugt er at grava út og í
gjár vórðu fyrstu lessini av
gróti til undirstøðið koyrd
niðan í Svanga.
Fólkaflokkurin
hevur
aldri átt nøkur felagshøli. Í
staðin hevur hann leigað seg
inn ymsastaðni. Men nú
varð hildið, at stundin var
tann rætta til at fara at
byggja. Enn er góð tíð eftir
til næsta val, og búskapar-
liga støðan er eisini góð.
Í nýggju húsunum er ætl-
anin, at Fólkaflokkurin skal
hava sekretariat, fundarhøli,
og síðani skal møguleiki
eisini vera fyri at gera sær
ein bita. Húsini koma at
líkjast einum vanligum set-
húsum, men tey verða eitt
sindur ørðvísi innrættað.
Tað er ikki greitt, um
Dagblaðið fer at halda til í
nýggju húsunum hjá Fólka-
flokkinum. Flokkurin upp-
lýsir, at kjallarahæddin fyri-
bils kemur at standa tóm,
men, at hon kann nýtast til,
hvat tað skal vera.
Birgir Kruse handar Leivi
Hansen, býráðsformanni í
Havn, nýggja mentanar-
álitið. Mynd: Jens Kr. Vang
Arbeiðið at byggja nýggj hús til Fólkaflokkin er farið í gongd. Mynd: Jens Kr. Vang
Fríggja- og leygarkvøldið
28. & 29. apríl
kl. 1800 – 2200
Meðan vit bíða:
Frítt salatborð
Høvuðsverði:
Kagga Búffur
ella
Pipar Búffur
Omaná:
Ísur við frukt
170,-
3 rættir einans
Borð kann bíleggjast
á tlf. 214170 ella 314170
Restaurant Kaggin