hósdagur 27. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 80 - 27. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 80 - 27. apríl 2000
Ingeborg setir nú
hart ímóti hørðum
– Tey gistingarhús og tær matstovur í Føroyum, sum ikki vilja halda sáttmálan,
kunnu nú vænta at enda á altjóða svartalista, sigur Ingeborg Vinther
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú skal skil fáast á viður-
skiftini hjá hotellunum og
matstovunum í Føroyum.
Fyri einum ári síðani varð
sáttmáli gjørdur ímillum
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
øðrumegin og Føroya Ar-
beiðsgevarafelag hinumeg-
in, sum eisini skuldi umfata
starvsfólkið á hotellum og
matstovum.
Men kortini hevur tað
gingið ógvuliga strilti at fáa
viðurskiftini í rættlag, tí
framvgis eru tað bara Hotell
Vágar og ein einsamøll mat-
stova í Havn, sum vilja
halda sáttmála.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag vil ikki siga, hvørja
matstovu, talan er um.
Men hon vil ikki longur
góðtaka, at hotellini og
matstovunrar ikki vilja
halda sáttmálan, tí hóast tey
ikki eru limir í Føroya Ar-
beiðsgevarafelag,
varð
nevndin í gistingarhúsfel-
viðurskifti í rættlag, sigur
Ingeborg Vinther.
Sostatt eru enn fleiri gist-
ingarhús og matstovur
kring landið, sum ikki enn
hava fingið viðurskiftini í
rættlag.
Fyrireika altjóða boy-
kott
Men tað skal broytast nú,
leggur hon avgjørd afturat.
Hon sigur, at fyrsta stigið
verður at kalla øll, sum ar-
beiða í vinnuni til fundar at
umrøða støðuna.
Men hjálpir tað ikki, er
Føroya
Arbeiðarafelag
sinnað at taka sterkari lút í
brúk fyri at loysa ósemjuna.
–Hjálpir hetta ikki, eru
einastu ráð at leita sær utt-
anlands eftir hjálp, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at kemur ikki
broyting í nú, eru arbeið-
arafeløgini til reiðar at
venda sær til feløg og stovn-
ar uttanlands og greiða
teimum frá støðuni, so at tað
kann verða skipað fyri at
hotellini og matstovurnar,
sum ikki vilja halda sátt-
málan, koma á svartalista og
verða boykottað.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta hevur longu fingið av-
leiðingar, tí tað er gjørt av,
at ein norðurlendsk fakfel-
agsráðstevna, sum verður í
Føroyum í næstum, verður
flutt úr Havn, vestur á Ho-
tell Vágar. Og kemur støðan
ikki í rættlag, fara vit víðari
og mæla feløgum, bólkum
og stovnum frá at gista á
hotellum og eta á matstov-
um, sum ikki halda sátt-
málan, sigur formaðurin í
Føroya Arbeiðarafelag.
agnum við í samráðingun-
um.
Men nú hevur Føroya Ar-
beiðarafelag í samstarvi við
Havnar Arbeiðskvinnufelag
sett sær fyri at fáa viður-
skiftini í rættlag.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað leingi bara hevur verið
Hotell Vágar, sum hevur
hildið seg til sáttmálan.
Men beint áðrenn páskir
fingu øll hini hotellini og
gistingarhúsini skriv um at
fáa viðurskiftini í rættlag.
– Einasta svar, vit fingu,
var frá eini matstovu í Havn,
sum eisini hevði fingið síni
Hava aftur skip
í kikaranum at
sigla fyri Smyril
Tey skulu kannast nærri og nú hevur
tað skund, tí Smyril skal í dokk um
góðar 14 dagar
Framtíðin hjá
flakavirkinum
í Vági er óviss
–Vit hava ikki havt umstøður at skipa nakra framleiðslu á
flakavirkinum í Vági, men tað er kortini ein partur av
framtíðarætlanunum hjá Fiskavirking, sigur stjórin
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað verður meiri og meiri
spennandi at verða suður-
oyingur.
Tí um góðar tvær vikur
skal Smyril á beding á
Skála og enn hevur
Strandferðslan onga hóm-
ing av, hvat skip hon fær
at sigla ímillum Suður-
oynna og Havnina fyri
hann, tær seks vikurnar,
hann verður úr siglingini.
Hartil kemur, at fyrra-
partin í gjár vóru fíggjar-
viðurskiftini hjá Strand-
ferðsluni
heldur
ikki
komin í rættlag við tað,
at fíggjarnevndin er ikki
enn liðug at viðgera um-
sóknina um eykajáttan til
Strandferðsluna. Og fyrr-
enn tað er avgreitt, hevur
hon ikki ráð til at leiga
eitt avloysaraskip.
Men Reidar Nónfjall,
stjóri á Strandferðsluni,
sigur, at leitað verður
framvegis eftir einum
hóskandi skipi.
Og aftur í gjáramorg-
unin hevði hann fingið
nøkur nøvn á borðið, sum
skuldi kannast nærri.
Og á miðdegi í gjár
hevði hann onga hóming
av, um hesi skipini vóru
hóskandi til endamálið.
–Vit hava biðið um
fleiri upplýsingar og tá ið
vit hava fingið teir, taka
vit støðu, sigur hann.
Men nú hevur tað
skund og møguleikin at
finna eitt ekjuskip á sama
støði sum Smyril, eru
ógvuliga smáir nú, fyri
ikki at siga ongir.
Tí er Strandfeðrslan
líka nógv farin at hyggja
eftir einum farmaskipi,
sum kann flyta tann
nógva farmin, men sum
eisini kann taka nøkur
ferðafólk. Stjórin sigur, at
nú Smyril fer á beding,
verður roynt at roynt at
fáa hann lidnan til jóan-
søkuna, men tað er ikki
vist, at tað eydnast, tí tað
er rættiliga umfatandi,
sum skal gerast.
Torleif
Mikkelsen,
skipsmeklari er ein av
teimum, sum hevur leitað
eftir skipi til Strandferðsl-
una og hann dugir ikki at
síggja, hvussu tað skal
bera til at finna ein ekju-
skip, sum á sama støði
sum Smyril er á. Og hann
vísir á, at longri tað líður
út, minni verður møgu-
leikin. Talan er eisini um
eitt lítið leigumál og skal
skip útvegast til tað, við
so stuttum skotbrái, kann
eisini væntast, at prísurin
verður hareftir.
Men hann vísir eisini á,
at føroyska skipanin er alt
ov stirvin.
–Áðrenn strandferðslan
kann taka støðu til eitt
leigumál, skal málið fyrst
leggjast fyri landsstýris-
mannin og síðani fyri
Løgtingið. Og á altjóða
skipamarknaðinum skilja
tey heilt einfalt ikki, hví
eitt so lítið leigumál, sum
hetta, skal líka í lóggev-
andi tingið at verða við-
gjørt, sigur hann.
Hann vil ikki siga, at
hetta ger, at vit ikki verða
tikin í nóg stórum álvara.
– Men, hvat hevði tú
sagt, um tú ferð eftir ferð
varð biðin at útvega eitt
skip, men at tú, hvørja
ferð eitt var í eygsjón, fær
at vita, at avgerð kann
ikki takast enn, tú málið
skal fyrst ígjøgnum tað
lóggevandi tingið, spyr
hann.
Hotell Vágar, og ein matstova í Havn eru tey einastu, sum vilja halda sáttmálan. Hini
hotellini og hinar matstovurnar, kunnu nú vænta altjóða boykott
ÁKI BERTHOLDSEN
– Flakavirkið í Vági er ein
partur av okkara framtíðar-
ætlanum. Men lova nakað
her og nú, tað kann eg ikki.
Sigur Meinhard Jacob-
sen, stjóri á Føroya Fiska-
virking.
Vágbingar eru farnir at
ótolnast eftir at fáa arbeiði
aftur á flakavirkið í Vági.
Og nú hevur Vágs Býráð
einmælt samtykt at geva
Fiskavirking tveir mánaðir
til at boða frá, hvørjar ætl-
anirnar eru við virkinum í
Vági.
Og eru ongar ætlanir, fer
Býráðið at krevja, at virkið
verður tikið niður, so at
grundstykkið kann liggja
tókt til onnur endamál, um
so skuldi verið.
Meinhard Jacobsen hevur
hava bara læst dyrnar og
forða fyri øllum øðrum
virksemi, sigur stjórin í
Fiskavirking.
Men orsøkin til, at onki
fiskaarbeiði er á virkinum,
er, at Fiskavirking hevur
verið so illa fyri fíggjarliga,
at tað hevur ikki borið til at
hugsa um nakað nýtt.
– Og at lata virkið upp til
vanliga framleiðslu ber ikki
til, tí tað er nóg mikið av
orku til tað frammaundan,
umframt at virkið í Vági
krevur sera stórar nøgdir
fyri at tað skal loysa seg.
Men Meinhard Jacobsen
sigur, at nú eru fíggjarligu
umstøðurnar nógv betri og
tað ger, at tað so smátt eis-
ini fer at bera til at hugsa
um aðrar framleiðslu, enn
tað, vit hava nú.
– Og í tí sambandi vóni
eg, at tað fer at føra við sær,
at eitthvørt virksemi eisini
kann fáast á føtur í Vági.
– Men enn hava vit ikki
arbeitt so hart við tí málin-
um.
Hann vísir eisini á, at tá
ið virksemið verður aftur á
virkinum í Vági, hevur tað
týdning, at tað er væl kjøl-
fest, so at tað ikki skal detta
niðurfyri aftur beinanvegin,
tí tað er betri ógjørt.
Hann sigur eisini, at sam-
ráðst hevur eisini verið við
ymsar um at leiga, ella
keypa virkið.
– Men enn mugu vit so
staðfesta, at enn eru vit ikki
blivin samd um ein prís fyri
virkið og um onnur viður-
skifti, sum skulu vera ílagi,
sigur Meinhard Jacobsen.
enn ikki hoyrt frá vág-
bingum veit hann ikki, hvat
teir vilja.
Og fyrrenn tað, fær hann
heldur ikki gjørt viðmerk-
ingar til málið.
Annarsvísir
stjórin
í
Fiskavirking á, at tað er ikki
rætt, at onki virksemi hevur
verið á virkinum í Vági.
– Vit leigaðu m.a. virkið
til frostgoymslu í fleiri ár.
– Og at vit gjørdu tað,
skapti grundarlagið fyri tí
frystihúsið, sum seinni er
bygt í Vági.
– Harafturat
hevur
lemmavirkið í Vági leiga
ein part av virkinum fyri
sera rímiliga leigu og tað
hevur eisini gjørt sítt til, at
teir fingu møguleika at
koma á føtur.
– So tað er ikki rætt at
geva fólki fatan av, at vit
– Flakavirkið í Vági er ein
partur av framtíðarætlan-
unum hjá Fiskavirking, men
tað verður ikki í næstu fram-
tíð, at arbeiði verður aftur,
sigur Meinhard Jacobsen,
stjóri í Fiskavirking
Fleiri fólk hava í gjár og í
dag ringt til reklamuhúsið
Sansir og Atlantic Airways
og spurt, um tað er Høgni
Hoydal, sum verður brúktur
í eini lýsing fyri flogrutuna
hjá Atlantic Airways miku-
kvøld og sunnukvøld til
Keypmannahavnar. Ella um
tað er ein tilvitað meining
í, at persónurin skal líkjast
so nógv Høgna Hoydal.
Men á reklamuhúsinum
Sansir siga tey, at persónur-
in ikki er Høgni Hoydal,
Nei, tað er ikki
Høgni Hoydal
sjálvt um teksturin kundi títt
upp á, at tað var hann. Har
stendur: Ger skjótt av í
Keypmannahavn - tak fund-
arflogfarið.
Personurin á myndini er
Olaf Vestergaard. Myndir-
nar av Olafi vóru tiknar til
ein faldara hjá Atlantic Air-
ways fyri trimum árum síð-
ani, also væl áðrenn Høgni
var valdur inn á ting, og tí
kann heldur ikki sigast, at
myndirnar tilætlað líkjast
Høgna Hoydal.
Viðgangast má tó, at Olaf
á hesi myndini líkist sera
nógv Høgna, og at teksturin
"Ger skjótt av í Keyp-
mannahavn" saman við
myndini hava givið fólki
fatan av, at talan er um
Høgna.
Men so er ikki.
Hendan lýsingin hevur
fingið fólk at halda, at tað
er Høgni Hoydal, sum
lýsir fyri Atlantsflog, men
tað er tað ikki
ÓLAVUR Í BEITI
– Við atliti at gongdini fram
móti øktum altjóða handli
– her uppi í handli við
matvørum – verða karmar
tilevnaðir
soleiðis,
at
ásetingar verða gjørdar fyri
matvørutrygd, fólkaheilsu
og djóraheilsu, bæði í al-
tjóðasáttmálum og økissátt-
málum. Limalondini í Al-
tjóðahandilsfelags-skapi-
num (WTO) hava eisini á
heilsufrøðiliga
økinum
bundið seg til at laga lóg-
gávu sína til meginreglurnar
í WTO sáttmálunum.
– Av tí, at nærum allur
útflutningur
Føroya
er
fiskavørur, er sera gagnligt
við slíkum sáttmálum, ið
áseta góðsku- og reinføris-
krøv. Umframt at minka um
smittuvanda í handli við
matvørum, hava slíkir sátt-
málar til endamáls at forða
fyri, at handil millum lond
verður darvaður av tøknilig-
um krøvum, ið eingi heilsu-
frøðilig fyrilit hava, sigur
løgmaður m.a. í viðmerk-
ingunum til uppskotið.
Ísland og Noreg
Og Anfinn Kallsberg upp-
lýsir, at næstu kappingar-
neytar okkara – Ísland og
Noreg – hava skipað hesi
viðurskifti við Evropasam-
veldið (ES) soleiðis, at teir
eru vorðnir partar av heilsu-
frøðiliga samstarvinum í
Evropa gjøgnum EBS.
– Hóast Føroyar eru uttan
fyri bæði ES og EBS og
útflyta nærum allar okkara
vørur til ES marknaðin,
hava vit verið fyri stórari
Ásetingar gerast
fyri fólka- og
djóraheilsu
ávirkan av gongdini í ES á
hesum øki. Ein treyt fyri at
kunna kappast við onnur
lond er, at støðið á bæði
virkjum og framleiðslu, tá
talan er um reinføri og
góðsku, í minsta lagi er
javnbjóðis við tað, sum er í
grannalondum okkara. Um-
framt at føroysk virki og
framleiðsla sum heild eru á
sama støði sum í londunum
kring okkum, fylgja Føroy-
ar eisini minstukrøvum
WTO hesum viðvíkjandi.
Óheppin árin
– Tað, at Føroyar ikki hava
verið partur av heilsu-
frøðiliga samstarvinum í
Evropa hevur havt heldur
óheppin árin við sær á
føroysku vinnuna, serliga í
mun til vinnuna í okkara
grannalondum. Her kann
millum annað nevnast økt
eftirlit við ES markið, har
prosentvísi parturin av vøru,
ið verður kannaður, er nógv
størri enn hjá londum, ið eru
partar av heilsufrøðiliga
samstarvinum. Avmarking-
ar í mun til havnir, sum
kunnu nýtast sum mót-
tøkuhavnir, hevur eisini ver-
ið ein stórur trupulleiki.
– Tískil hevur Føroya
Landsstýri havt sum mál at
finna ein hóskandi leist fyri
Føroyar í heilsufrøðiliga
samstarvinum í Evropa. Tað
er gjørt bæði fyri at bøta um
umstøðurnar hjá føroyskum
fiskavøruútflytarum og at
tryggja okkum sjálvum og
øðrum, at góðska og heilsu-
trygd í framleiðslu av mat-
vørum í Føroyum er minst
á sama støði sum í teimum
londum, vit hava samhandil
við, sigur Anfinn Kallsberg.
Broytingar
– Broytingarnar í verandi
støðu verða tískil, at Før-
oyar skulu einki forboð
hava fyri innflutningi av liv-
andi djórum ella djóraúr-
dráttum úr ES londum og
kunnu heldur ikki steðga
vørum á markinum inn til
Føroya fyri at taka royndir.
Afturat hesum verða Føroy-
ar at rokna sum ES mark
fyri heilsufrøðiligum eftir-
liti av djórum og djóraúr-
dráttum, sum flutt eru inn
til Føroya frá triðjalondum
– Í sambandi við útflutn-
ing frá Føroyum til ES,
verða somu treytir fyri sam-
handli millum ES limalond
á heilsufrøðiliga økinum
galdandi fyri fiskavørur og
alivørur (har uppi í livandi
fiskur), tvískjelja lindýr,
fiskamjøl ætlað til djóra-
fóður og óvirkað ull úr Før-
oyum, sigur løgmaður í við-
merkingunum.
Eftir innbjóðing frá ES-
nevndini verður høvi hjá
Føroyum at luttaka sum
eygleiðari á fundum í ar-
beiðsbólkum í ES, har
spurningar um heilsufrøði-
lig krøv til fiskivinnu verða
viðgjørdir. Ætlanin er, at til-
mælið verður lagt fyri fel-
agsnevndina Føroyar-EF til
endaliga góðkenning á ár-
liga fundinum í juni 2000 í
Tórshavn.
Av tí, at nærum allur útflutningur Føroya er fiskavørur, er
sera gagnligt við slíkum sáttmálum, ið áseta góðsku- og
reinføriskrøv, sigur Anfinn Kallsberg m.a. í
viðmerkingunum til uppskot um heilsufrøðilig viðurskifti
við ES
EDVARD JOENSEN
Høvuðsmotorarnir á Ternuni skulu skift-
ast. Nýggju motorarnir koma til Føroya
fyrsta dagin, men ivasamt er, nær arbeiðið
verður gjørt.
At Ternan skal skifta motorar kemur
helst at ávirka siglingina um Vestmanna-
sund í summar, tá Ternan annars skuldi
røkt hesa rutuna. Men sum er ber ikki til
at siga, nær hetta verður. Tað velst um
heilt aðrar umstøður enn motorskift á
Ternuni, sigur tekniski stjórin á Strand-
ferðsluni, Magnus Magnussen.
Tað kann ljóða eitt sindur løgið, at tað
skulu vera umstøður uttan fyri Ternuna,
sum avgera, nær skipið siglir. Men í
grundini er tað Smyril og í øðrum lagi
Dúgvan, sum gera av, nær Ternan siglir.
Fyri at gera eina fløkta søgu greiða, er
at siga, at einki avloysaraskip enn er
funnið fyril Smyril, sum skal í dokk um
hálvan mai. Tað merkir í løtuni, at Dúgv-
an fer at sigla til Suðuroyar, og so má
Ternan aftur um Leirvíksfjørð. Eftir eru
so Sam og Ternan I, sum fara at røkja
rutuna um Vestmannasund, sum Ternan
Ternan fær
nýggjar motorar
Høvuðsmotorarnir á Ternuni eru niðurslitnir og skulu
skiftast út. Arbeiðið bíðar eftir, hvussu verður við
avloysaraskipi fyri Smyril
annars hevði verið nýtt til.
Hetta, at Ternan skal skifta motorar, er
tó ikki nakað, sum nýliga er íkomið, sigur
Magnus Magnussen. Tað varð avgjørt
longu í november í fjør. Motorarnir vórðu
umbidnir, eftir at eykajáttan upp á fýra
milliónir krónur var fingin. Teir koma
væntandi til Føroya í næstu viku.
Avgerðin um at skifta motorarnar varð
tikin, tá greitt varð, at teir gomlu skuldu
klassast. Tá varð hildið skilabetri at skifta
út. Teir gomlu eru javngamlir við skipið,
eini 20 ára gamlir. Hesir nýgju motorarnir
eru keyptir so mikið stórir, at teir eisini
klára eina longing av Ternuni, um tað
skuldi komið upp á tal.
Umstøðurnar við Smyrli gera, at einki
er avgjørt, nær motorarnir skulu skiftast.
Men teir ætla at sleppa undan at órógva
summarsiglingina við hesum, sigur
Magnus Magnusen, tekniskur stjóri á
Strandferðsluni.
Hinvegin má roknast við, at Ternan í
fyrsta lagi fer at sigla um Vestmannasund
um mánaðarskiftið juni/juli, um einki
avloysaraskip fæst fyri Smyril. Tí Smyril
verður burtur í seks vikur.
Ternan skal skifta motorar, og verður tí tikin úr siglingeina ferð í ár