Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 Fótbóltur Fótbóltur 2000 Alt um liðini í 1. deild Leikarayvirlit Samrøður við leikarar, venjarar og formenn Landsliðsárið 2000 Alsamt fleiri leikarar uttanlands Er kappingin nóg væl skipað? Tórsvøllur ella Svangaskarð Serblað 56 síður kostnaður 40 kr. JOHN JOHANNESSEN Fyri fyrstu ferð nakrantíð fara klaksvíkingar undir regluligar útvarpssendingar, sum verða sendar beinleiðis úr Studio Pegasus í Klaks- vík. Sendingarnar verða at hoyra á Rás 2, sum í løtuni hoyrist av úti við tveimum triðingum av Føroya fólki - í høvuðsstaðnum, í Eystur- oynni og í Klaksvík. Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus, hevur samskipað fyrireikingarnar til útvarpssendingarnar. - Vit ætla at senda gott og fjølbroytt útvarp, bæði til børn, ung og tilkomin. Øll eiga at finna okkurt, sum tey hava hug at lurta eftir, sigur hann. Drúgvar fyrireikingar Studio Pegasus, sum hevur tvey ár á baki, hevur higartil verið tónleikastudio, og tað fer tað eisini at verða fram- yvir. Men nú eru eini upptøku- høli gjørd afturat í bygning- inum, har Pegasus heldur til, og hesi høli skulu burtur av skal brúkast til útvarps- sendingarnar. Samanlagt hevur Studio Pegasus gjørt íløgur fyri millum 50.000 og 100.000 Klaksvíkingar fara sunnudagin undir at senda útvarp á Rás 2. Sent verður í fimm tímar hvørt sunnukvøld Útvarp beinleiðis úr Klaksvík krónur, so at studio kann gera og senda útvarpssend- ingar á sama tøkniliga støði, sum føroyingar eru vanir við at hoyra. - Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, og vit hava gjørt nógv burtur. Serliga seinastu vikuna hava vit ar- beitt miðvíst fyri at fáa alt upp á pláss. Vit hava gjørt onkrar royndir at senda, og tær hava víst, at alt riggar sum tað skal, sigur Steintór Rasmussen. Allar sendingarnar verða sendar beinleiðis úr Pegasus í Klaksvík við ISDN-sam- bandi til Rás 2 í Havn, sum síðani sendir tær út í luftina. Ymiskar sendingar Nógvar og ymiskar send- ingar eru á skránni teir fimm tímarnar, Pegasus er í luft- ini. Talan er um eina barna- og familjusending, ein nýggjan hittlista útilokandi við føroyskum tónleiki, eina stóra ítróttar- og kjaksend- ing, eina stutta aktualitets- sending, eina ungdóms- sending og eina undirhalds- sending. Nógv fólk eru við í útvarpsarbeiðnum. Tey, sum koma at gera sendingarnar, eru Steintór Rasmussen, Hanna Vágsheyg, Niklas Heri Jákupsson, Gunnar Nolsøe, Fróði Løkságarð, Eyðun Klakstein, Ragnhild Ellingsgaard, Allan Poul- sen, Jan Gardar, Jógvan Eliasen og Andrias Sund- skarð. Øll fólkini eru búsitandi í Klaksvík, og talan er um fólk við meiri og minni royndum í fjølmiðlaarbeiði. Á egnum beinum Rás 2 hevur sent av Brúna- skarði í Klaksvík í tvær vik- ur, og hetta hevur havt við sær, at rásin nú hoyrist í Klaksvík og í størri parti av Eysturoynni. Ætlanin hevur alla tíðina verið, at sendast skuldi úr Klaksvík. Tað er ein mánaði síðani, at Rás 2 gjørdi av- talu við Studio Pegasus um at gera útvarpssendingar til Rás 2. Allar íløgur, sum eru Meginparturin av mann- ingini, sum skal gera út- varp í Studio Pegasus. Frá vinstru: Fróði Løkságarð, Jógvan Svabo, Gunnar Nolsøe, Eyðun Klakstein, Jógvan Eliasen, Hanna Vágsheyg, Steintór Ras- mussen, Allan Poulsen, Niklas Heri Jákupsson og Ragnhild Ellingsgaard. Fremst er tað Andrias Sundskarð, teknikkari Mynd: Jan Müller Radiografarnir eru nú í arbeiðs- steðgi, tí teir fáa ikki somu viðbøtur, sum sjúkrasystrar, ið gera sama ar- beiði. Joan Hentze, forkvinna í felag- num Radiografar í Føroyum, heldur, at Fíggjarmálastýrið vísir radiograf- unum lítla virðing Lítil virðing fyri einum starvsbólki DAGFINN OLSEN Enn er óvíst, hvussu langur arbeiðssteðgurin hjá radio- grafunum verður. Heldur ikki er víst, hvørt onnur stig verða tikin. Joan Hentze, forkvinna í Radiografar í Føroyum, sigur, at tey als ikki vita, hvussu longi arbeiðssteðg- urin, sum byrjaði miku- morgunin klokkan 8, fer at standa við. Felagið sigur í tíðinda- skrivi, at arbeiðssteðgurin kemur eftir, at radiografar síðani 7. juni 1999 hava roynt at fáa lønardeildina á tal um sáttmálaviðurskiftini, men uttan úrslit. Fundur var tó millum løn- ardeildina og felagið tann 20.03. í ár og í skrivi tann 31.03 boðar lønardeildin frá, at loysn verður funnin fyrsta dagin. Lítil virðing Síðani hava radiografarnir næstan dagliga heitt á lønar- deildina um fund, sam- stundis sum boðað hevur verið frá, at fyriliggur einki ítøkiligt tekin um vilja til loysn, so kennir felagið hjá radiografunum seg noytt at seta tiltøk í verk. Í tíðindaskrivi sigur felag- ið, at lønardeildin hjá Fíggj- armálastýrinum hevur ikki so mikið, sum svarað uppá hesar áheitanir. Joan Hentze sigur, at myndugleikarnir á henda hátt vísa einum starvsbólki sera lítla virðing. Hon sigur, at Fíggjarmálastýrið ikki ynskir enn eitt felag at sam- ráðast við og at hetta hevur verið nýtt sum grundgeving, umframt at radiografarnir eru ein sera lítil starvsbólk- ur, bert seks í tali. Joan Hentze leggur tó dent á, at myndugleikarnir sjálvir í 1989/90 kravdu, at radiografarnir skipaðu seg í bólk. Viðbøtur Ósemjan snýr seg um, at radiografarnir ganga eftir sama sáttmála, sum sjúkra- systrarnar. Nakrar av sjúkrasystrunum hava verið á skeið, fyri at kunnað seg um starvsøkið hjá radio- grafum. Sjúkrasystrarnar hava fingið í sín sáttmála, at tær fáa viðbøtur, tá tær gera arbeiðið, sum radio- grafar gera. Tá radiograf- arnir taka sær av hesum, liggur ikki fyri hjá teimum at fáa viðbót. Sostatt hava teir lítið gagn av nýggja sáttmálanum hjá sjúkra- systrunum. Joan Hentze sigur, at Sjúkrasystrafelagið ikki vildi uppí part, tá hini fak- feløgini samdust um at lýsa samhuga við radiografu- num, samstundis, sum nokt- að varð limum at taka upp arbeiði hjá radiografum. Joan Hentze metir, at Sjúkrasystrafelagið mótar- beiðir radiografunum í hes- um málinum. Enn er ógreitt, hvussu longi arbeiðssteðgurin hjá radiografunum stendur við. Joan Hentze vil tó ikki siga, hvørt hon metir bóltin liggja hjá radiografunum, ella Fíggjarmálastýrinum. Hon sigur, at radiografarnir hava sent rykkjarar dagliga teir síðstu 14 dagarnar og at hetta mugu tey halda fram við um einki hendir. - Ella kanska vit mugu taka telefonhornið í hond, sigur Joan Hentze, for- kvinna í Radiografar Í Før- oyum. gjørdar í Studio Pegasus, hevur Pegasus sjálvt staðið fyri, men samstarvað verður við Rás 2 um at senda tilfarið út til lurtararnar. Ragnhild Ellingsgaard og Allan Poulsen gera sendingarnar Potturin og Náttpotturin, sum verða at hoyra frá klokkan 22.00 sunnukvøld