Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 80 - 27. apríl 2000 JAN MÜLLER Nú tað stundar til oljuleiting á landgrunninum verður gjørt eitt stórt arbeiði frá føroyskari síðu til tess at verða klár til at taka ímóti oljufeløgunum, sum ætla sær at seta borin í longu um gott og væl eitt ár. Ein partur av hesum fyrireikingum, ið av mongum verður mettur rættiliga týdningarmikil, eru umhvørviskrøv, ið skulu setast. Hetta er ein bæði stór og krevjandi uppgáva, og tá føroyskir politiskir myndugleikar ikki júst kunnu breggja sær av at játta nokk av peningi til umhvørvismál, so gerst uppgávan so mikið meira møtimikil og krevjandi. Sosialurin hevur vitjað á Umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni og hitt teir báðar, Jákup Paula Joensen og Súna Joensen. Tað er m.a teirra uppgáva og ábyrgd at tryggja, at umhvørvisspurn- ingar ikki standa ósvaraðir og á láni, nú tá stóru bori- pallarnir leggja leiðina inn á føroyska landgrunnin. Í dag hava tey, sum starv- ast á Umhvørvisdeildini annað beinið í Vinnumála- stýrinum og hitt í Oljumála- stýrinum. Meðan starvsset- anarviðurskifti hoyra undir Vinnumálastýrið, so er nú ein stórur partur av tí inni- haldsliga undir Oljumála- stýrinum, tí landsstýrismað- urin í oljumálum eisini um- situr umhvørvismál. Tað merkir so, at Umhvørvis- deildin refererar beinleiðis til Oljumálastýrið, meðan restin av Starvsstovuni re- fererar til Vinnumálastýrið. Uppá fyrispurning um tað ikki hevði borið til at lagt Umhvørvisdeildina bein- leiðis undir Oljumálastýrið sigur Jákup Pauli Joensen, at tað hevði verið ein møgu- leiki, men fyrimunir eru við ikki at gera tað. Í dag hevur man eitt eftirlitsmiljø og man hevur nakrar siðvenjur. Vit vita heldur ikki, hvussu leingi oljumál og umhvørv- ismál verða umsitin av sama landsstýrismanni. Tískil heldur Jákup Pauli Joensen, at tað besta og tryggasta man vera at lata Umhvørvisdeildina vera har hon er. Tað er serstakliga nýggja Havumhvørvislógin, sum hevur sett størri krøv til Umhvørvisdeildini. Talan er um eina danska fyriskip- an, sum er sett í gildi í Før- oyum. Umsitingin av lógini krevur nógv og landsstýrið játtað nakað av pengum aftrat, tó munandi minni enn tað, sum biðið varð um. Aftrat hesum koma so eisini stóru avbjóðingarnar, sum ein nýggj oljuvinna hevur við sær. Higartil hava trý fólk ver- ið knýtt av Umhvørvis- deildini. Nú er eitt fólk sett aftrat. Tað er Súni Joensen, verkfrøðingur, sum er sett- ur frá 1. apríl fyrst og fremst til at umsita Havumhvørv- islógina. Enn er langt á mál, og tað er neyvan nakað at dylja yvir, at tey, sum ar- beiða við umhvørvismálum, halda ikki, at játtandi mynd- ugleikarnir prioritera um- hvørvisarbeiðið nóg høgt. Umhvørvisdeildin ikki hev- ur orku til at taka sær av øllum teimum mongu spur- ningunum, og tí verður eis- ini farið eftir hjálp uttanífrá. Súni Joensen hevur ar- beitt hjá IRF í fýra ár. Sjálv- ur sær hann nýggja arbeiðið sum eina stóra avbjóðing, ikki minst tá hugsað verður um komandi frálandavinn- una. Í sambandi við Havum- hvørvislógina skulu nakrar kunngerðir setast í verk. Tað er m.a. hetta Súni arbeiðir við í løtuni. Her er m.a. tal- an um at fáa nakrar manna- gongdir. Havumhvørvislógin fevn- ir um føroyskt sjóøki. Hon gongur eisini heilt út til fiskimarkið og onnur øki, sum eru uttan fyri Føroyar. Eisini fevnir hon um øll føroysk skip, hvar tey enn sigla. Hvat viðvíkur komandi oljuleiting, so verða fleiri kunngerðir settar í gildi í summar. Súni Joensen sig- ur, at teir so mugu royna at fáa oljufeløgini at liva upp til tær ymsu kunngerðirnar og reglurnar. Starvsstovan hevur gjørt nakrar rætnings- linjur, sum oljufeløgini skulu halda seg til. Jákup Pauli Joensen sig- ur, at teir hava havt nakrar mánaðir til at fyrireika seg, tí tað var ikki fyrr enn við árslok, at tað varð greitt, at hetta nýggja økið, frá- landaøkið, skuldi leggjast undir Umhvørvisdeild- ina. Tað merkti so, at Um- hvørvisdeildin fór at kanna, hvat útgangsstøðið varð, eitt nú hvørjar vegleiðingar oljufeløgini skulu hava. Hetta varð gjørt í einum uppriti, sum fór út til øll oljufeløgini í desember í fjør. Undir yvirskrivtini „Olju- leiting og umhvørvisfyrilit“ - upprit frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vórðu lýst nøkur umhvørvisviður- skifti, sum HS metir eru av stórum týdningi, bæði uppá stytri og longri sikt, nú æt- lanin er at fara undir olju- leiting á føroyskum øki. Í uppritinum verður m.a. víst til OSPAR-sáttmálan, sum inniheldur fleiri áset- ingar av týdningi fyri frá- landavinnu. Eisini verður víst til grein 14 í Kolvetn- islógini, har tað verður gjørt greitt, at virksemi í sam- bandi við leiting eftir kol- vetni skal verða umhvørv- isliga og trygdarliga ráði- ligt, soleiðis at tað slepst undan kolvetnisspilli. Víst verður eisini til grein 23 í somu lóg um, ast tað ikki kann gevast loyvi til m.a. leitiboringar, uttan at mett er um umhvørvisligu av- leiðingarnar. Í uppritinum metir HS, at serligur dentur skal verða lagdur á, at umsøkjarar geva eina metan um, hvørjar av- leiðingar kolvetnisvirksemi kann hava fyri náttúru og umhvørvi. Ein samlað met- ing eigur at verða gjørd, áðrenn farið verður undir boring. Víðari í uppritinum verður gjørt oljufeløgunum greitt, at tey í umsóknartil- farinum mugu hava eina frágreiðing um umhvørvis- verndararbeiðið. Í viðmerkingunum verður m.a. sagt, „at oljuvinnan er sjálv best greið yvir tær útleiðingar, sum borivirk- semi hevur við sær og er vinnan eisini best før fyri sjálv at vísa á teir møgu- leikar, sum eru fyri dálk- ingaravmarkandi tiltøkum. Tað er av størsta týdningi, at vinnan vísir vilja og før- leika til dálkingaravmark- ing og vernd av umhvørv- inum.“ JAN MÜLLER Nú í nøkur ár hevur verið arbeitt við umhvørvisspurn- ingum við tilknýti til eina komandi oljuvinnu í tí sonevnda GEM-samtakin- um, ið er umhvørvissam- starv millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar. Jákup Pauli Joensen er ser- stakliga fegin eina sokall- aða Workshop tey høvdu í Havn herfyri. Á hesi Work- shop varð m.a. arbeitt við, hvørji krøv oljufeløgini skulu rokna við, og hvørjar umhvørvisvandar (con- serns) tey serliga skulu taka hædd fyri. Á hesum arbeiðsfundin- um greiddi Umhvørvis- deildin eisini frá sínum arbeiði, umframt at hon hevði heitt á Norsk Veritas, ið er rættiliga nógv inni í slíkum spurningum í norsku oljuvinnuni, um at gera eitt ávíst arbeiði við rætnings- linjum ol. Teir komu so eisini við einum uppleggi, ið serliga snúði seg um, hvørji øki og umstøður vit hava og hvørji atlit serliga eiga at verða tikin eitt nú til hval, fisk og fugl, ali- vinnu og eisini sjálvt image hjá Føroyum. Síðani er tað eisini spurn- ingurin, hvat tað er fyri grundleggjandi vitan, sum man má hava um økið, áðr- enn farið verður at bora. Tvs. hvussu sær náttúran út í dag, hvør dálking er nú osfr.? Hetta er nakað, sum skal verða komið uppá pláss, áðrenn nakað loyvi verður givið. Jákup Pauli viðgongur, at tíðin er avmarkað, og tí hava teir eisini sagt, at hava oljufeløgini savnað tilfar inn í økinum og eru farin at viðgera tað, so er tað eisini ein trygd. -Eitt annað er, at vit skulu vita longu frammanundan, hvussu umhvørvisstýringin hjá oljufeløgunum er. Tað hevur stóran týdning í mun til okkara máta at fyrisita uppá. Vit eru jú so fá, at vit verða ikki før fyri at gera tað heilt stóra sjálvi. Eisini er umráðandi at vita, hvussu teirra máti er at arbeiða uppá í mun til tað tøkniliga. Jákup Pauli heldur, at teir á umrødda arbeiðsfundi megnaðu at leggja tær rætn- ingslinjur fram, sum teir vilja hava, at oljufeløgini skulu arbeiða eftir. Oljufeløgini skulu so koma við eini heildarmet- ing av umhvørvisspurning- unum (Environment Impact Assessment) í mai í ár. Eitt av teimum áhugaverdu pro- jektunum hjá GEM er æt- lanin at hyggja eftir øllum strandaøkinum (Coastline Sensetivity Map) kring Føroyar og lýsa, hvat tað er fyri virksemi, sum takast skal hædd fyri. GEM ger annars tað, ið oljufeløgini við fyrimuni kunnu gera í felag heldur enn at gera hvør í sínum lagi. Sum so ger GEM einki av tí, sum ein føroysk um- hvørvisdeild skal gera. Jákup Pauli Joensen held- ur, at oljufeløgini gjøgnum GEM hava kunnað fyri- reikað seg á fleiri økjum. Sjálvur heldur hann tó ikki, at oljufeløgini gjøgnum GEM hava gjørt alt tað umhvørvisarbeiði, ið gerast skal undan eini boring. Man kann siga, at tey hava brúkt nógva tíð til at finna fóta- festið og funnið tann rætta mátan at arbeiða uppá. Tað er fyrst nú, at GEM arbeiðið byrjar at geva ta frukt, sum roynt hevur verið at arbeiða upp gjøgnum árini. Men nú kunnu tey so eisini brúka tað munandi meira virkið við eitt nú at leggja mál fyri myndugleikarnar. Tað er ikki fyrr enn fel- øgini hava fingið loyvi, at tey meira specifikt mugu til at gera sítt umhvørvis- heimaarbeiði um júst tað økið tey fáa tillutað, tað verið seg um mannagongdir tey hava osfr. Men tað tey kunnu gera nú er at lýsa generella økið. Tað kunnu nevniliga vera fyrimunir at kenna heildina heldur enn at kenna eitt lítið øki, eisini hjá okkum. Um- hvørvisdeildin hevur eisini sagt, at hon fegin sær, at feløgini arbeiða saman og fáa eina góða heildarlýsing av øllum økinum. -Umsóknirnar vera inni 17. mai og ætla feløg at byrja at bora á heysti 2001. Klára oljufeløgini og føroysku myndugleik- arnir at fáa allan tann umhvørvisliga partin klár- an, soleiðis at man kann byrja at bora tá? -Tað halda oljufeløgini, at tey klára. Vit fara sjálvir at leggja okkum upp at donsk- um kunngerðum, og olju- feløgini kenna tær reglur, sum har eru galdandi. Vit fara ikki at seta onnur krøv enn aðrir gera sigur Súni Joensen. GEM samstarvið ber frukt Umhvørvisdeildin á Debesartrøð: Týðandi leiklut í oljuleiting Nýggja Havumhvørivislógin og kom- andi oljuleiting við Føroyar seta stór krøv til fámentu manningina á um- hvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Jákup Pauli Joensen, leiðari av Umhvørvis- deildini saman við Suna Joensen, sum júst er settur í starv har Viðmerking: Nú um dagarnar hoyra og lesa vit nógv um framtíðina hjá føroyingum í Føroyum, um ta sonevndu Fullveldis- avtalu, sum føroyska lands- stýrið er farið at forhandla við donsku stjórnina um. Alt gott um tað. Men ræðu- myndin frá Sambandsflokk- inum um, at føroyingar nú skulu til at taka seg sjálvan alvorligt politiskt heima sum úti í stóru verð, er nið- ursetandi fyri eitt fólk, sum hevur livað her í Føroyum síðani ár 800 og uppaftur longri við írunum. Tað er ótrúliga mannmink- andi fyri hesar menn og kvinnur, hvussu lágt tey eru í stand til at seta seg sjálvan fyri at vísa donsku stjórini sín fulla stuðul fyrst og fremst, og so at mótarbeiða fullveldisavtaluni, so nógvir føroyingar hava fingið eyg- uni upp fyri, hvønn tey í veruleikanum arbeiða mest fyri. Men tíverri eru tað nógv enn, sum ikki síggja seg før fyri at verða eitt veruligt fólk, tí tað man vera sum orðatakið sigur, sig eina lygn nóg ofta, og fólk trýr henni. Tey flestu kenna søguna um fólkaatkvøðuna í 1946, men hvussu nógv kenna søguna beint aftaná, hvat sambandsflokkarnir vóru í standi til at gera, og tað teir síðani billaðu Før- oya fólki inni. Teir siga seg nú verja tað persónliga frælsið hjá før- oyingum, so føroyingar framvegis kunnu virka í framtíðini. Hvat er tað fyri persónligt frælsi, hesir menn og kvinnur verja? Teir siga seg vera ábyrgdin, verj- in fyri hesar oyggjar, men ein ið arbeiðir æa tveimum gørðum samstundis, ger ikki arbeiði til fulnar fyri sínum egnu. Hvat er tað fyri frælsi, tá ið eitt annað land eigur títt frælsi, eigur títt land, og av- ger sovítt alt útat til, skal hetta sonevnda persónliga frælsið, sum hesir menn og kvinnur billa okkum inn at tað er fyri teg og meg, og verða samstundis við til at halda okkum vera sonevnd- ar hjálparloysingar, at vit ikki kunnu hugsa sjálv, hvat er best fyri okkara land, utt- an at tann danski parturin fortelur fyrst, hvat er best, og hvussu vit skulu innrætta okkum heima sum úti í stóru verð. Hesin tanki man vera frá fyrst í 20. øld, tá ið Sambandsflokkurin bleiv til, tá ið man skuldi siga minst møguligt, og tá identitetur var fyri tey, sum høvdu makt og pening nokk. Hvat hevur Sam- bandsflokkurin, og ikki at gloyma Javnaðarflokkurin, staðið fyri til nú? Jú, tí sum teir hava fingið at vita frá dønum, at teir skulu standa fyri, er tað persónliga fræls- ið, jú fyri tann, sum hugsar sum trælur, ella man tað ikki vera, sum tað persón- liga frælsið, í einum inn- hegnaðum høsnagarði, har húsbóndin ræður yvir knarvanum. Í nýggjari tíð hevur húsbóndin ikki verið føroyingur, ikki síðan uml. 1274. Teir siga ferð eftir ferð, at vit føroyingar hava frælsi nokk, og at danska Grund- lógin við Heimastýrislógini tryggjar okkara frælsi bæði fyri fólk og land, men eks- pertarnir siga nakað annað. Lise Lyck, lektari á Hand- ilsskúlanum í Keypmanna- Eitt fólk, eitt land havn, skrivar í blaðnum Føringurin 25/6-1998: Ved Grundloven av 1953 blev den danske stat formelt en enkelstat, og den færøske hjemmestyrelov fra 1948 blev ikke nævnt i Grund- loven. Vagn Wåhlin, Århus Uni- versitet, skrivar í blaðnum Føringurin 26/2-1998: Den gældende Grundlov af 1953 gælder ikke, trods den i 1948 vedtagne lov om Fær- øernes hjemmestyre - til et særligt lokalt indre selv- styrebegreb om »Hjemme- styre«, men fastslår i §82: »Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggende ordnes ved lov«. Sambandsflokkarnir siga, at føroyingar hava fullan rætt yvir oljuni, sum kanska verður funnin undir Før- oyum, men so er ikki. Vagn Wåhlin skrivar í blaðnum Føringurin 26/2-1998: Olien og undergrundens sagsområder kan, som Schlüter gjorde det i 1992 overføres fra Hjemmestyre- lovens liste »B« om fælles- anliggender til lovens liste »A« om færøske særanligg- ender. Men derfor er den mulige olie stadigt under- lagt Grundloven og rigets suverænitet og dermed stat- ens tilsynsret og tilsyns- pligt. Hava vit ikki altíð hildið okkum verið føroyingar, men nakað annað er hvat vit eru juridiskt. Ein føroyingur er danskur ríkisborgari, sum hoyrir heima í Føroyum. Men í somu løtu hann flytur úr Føroyum gerst hann vanlig- ur danskur ríkisborgari utt- an serrættindi sum fólk. Onkur sonevnd tillægslóg um málsundirvísing er, hví skal føroyingurin altíð liva uppá tillægslógir, hvar er europeiska minnilutakon- ventiónin, sum 1/2-1995 bleiv samtykt av Europaráð- num fyri minnilutar, men hetta umfatar, sum vanligt, ikki føroyingar í Danmark, bert týska minnilutan. Heimastýrislógin er bert ein good-will avtala, sum danska stjórnin gjørdi til føroyingar í Føroyum eina, til tillægslóg, og sum bert nakrir fáir politikarar í Før- oyum góðtóku, Fólkaflokk- urin og Tjóðveldisflokkurin gjørdu ikki, ei heldur tað føroyska fólkið, sum ikki fekk loyvi at atkvøða, sum skuldi verið tað mest av- gerandi fyri demokratiið tá sum nú. Sum tá sum nú eru tað fyrst og fremst føroy- ingar, sum eru móttakarar av boðum frá dønum. Eitt satt kanska-land. Nú mugu flestu føroyingar spyrja seg sjálvan, um teir í komandi tíðum vilja vera ein tillægsdanskari ella hjartaføroyingur við høvuðsábyrgd í Danmark fyri fólk og land, kann man ikki kalla hetta fyri ein parantesføroying. Men tað eru eisini føroy- ingar, sum hava tikið støðu til at blíva til juridiskar før- oyingar, ikki bert í Føroy- um, men eisini úti í stóru verð, at vera harrar í egnum húsi og ikki altíð noyðast at spyrja húsbóndan: góði søti, má eg ikki fáa lov? Tað kann ikki vera ivi um, hvat ein rættur føroyingur droymir um og vil verða. Flaggið tað veittrar yvir ófrælsari tjóð, leiddi ikki Guð hetta fólk til hetta land, og fólkið var tá frælst, sum ófrælst fólk vit kjempa nú, móti somu monnum í nýmótans hami, sum Nólsoyar Páll kjempaði ímóti tá. Dánial Jákup Jakobsen Daddellunden 12, 3t.h. Esbjerg 13/4-00 JAN MÜLLER Hóast játtan til Umhvørv- isdeildina er hækkað, so er hetta neyvan nóg mikið at kunna gera eitt nøktandi arbeiði á øllum økjum. -Eg haldi sjálvur, at tað er sera ótrygt hjá okkum við so lítlari fyrisiting at byggja nakað trygt upp á hesum økinum. Tað liggur ein ov stór óvissa í tí. Tí vildi tað eisini verið mun- andi betri at havt eitt sindur størri fyrisiting. Vit eru so viðkvom við so avmarkað- ari fyrisiting. Vit kunnu sjálvandi brúka serfrøðingar aðrastaðni frá, men skulu vit í Føroyum uppbyggja hesa vitanina, so krevja vit eisini at hava orku til at seta okkum inn í øll hesi tingini, og tað hava vit ikki við eini lítlari manning. Og hetta er ikki minst galdandi í dag nú vit hava eina so stóra grund- leggjandi avbjóðing í kom- andi oljuleiting. Jákup Pauli Joensen sig- ur, at teir bóðu um tað dup- ulta av tí orku, sum teir fingu frá landsstýrinum. Teir mettu at teir máttu hava trý fólk aftrat til at fara í gongd við umrøddu upp- gávur við Havumhvørvis- lóg, frálandavinnu oø. men fingu nakað minni enn helvtina. Hann heldur tað vera sera óheppið, at politikararnir spara á hesum økinum. Her er nevniliga talan um nakað nýtt, sum tey skulu til at kunna seg við og sum skal skapa grundarlag fyri ar- beiðinum á økinum í mong ár í framtíðini. Tað er tí rættiliga avgerandi at fáa eitt gott støði at standa á. Jákup Pauli vísir annars á, at tørvurin á umhvørv- isarbeiði snýr seg so sanni- liga ikki bara um eina kom- andi oljuvinnu. Tað snýr seg kanska nógv meira um onn- ur øki, eitt verandi virki í landinum. -Støðan har er heilt út av lagi vánalig. Her hugsi eg um mannagogndina á teim- um stóru virkjunum, sum er sera vánalig. Men hvussu tað ber til, at vit føroyingar - um somu tíð sum vit leggja so stóran dent á at hava heimsins rein- asta hav og heimsins besta fisk - lata standa til og ikki tryggja okkum, at vit sjálvi ikki dálka ta umhvørvið, sum vit royna at selja okkum uppá! -Tað má hava nakað at gera við, at tað er ongantíð poppulert at hava nógvar reglur at ganga eftir. Fyri- tøkurnar í landinum hava verið gjøgnum eina hervi- liga kreppu, og tað hevur so merkt, at tær skulu ikki regulerast á nøkrum øki. Tí er eingin áhugi í at fara inn og fremja eftirlit. Umhvørvi í okkara verð hevur fram- vegis tað image, at tað er nakað, sum kostar. Jákup Pauli Joensen held- ur tó ikki, at tað føroyska umhvørvið er illa fyri, men vit hava ikki tær manna- gongdir á virkjunum í Før- oyum, hvørki tá tað kemur til góðkenningarprosedurur ella til útleiðingar, sum man eftirhondini hevur flest aðrastaðni. Tað kann geva okkum trupulleikar uppá longri sikt. Hvat viðvíkur komandi oljuleiting við Føroyar, so ivast Jákup Pauli ikki í, at oljufeløgini vilja halda um- hvørvið reint. Tey vilja eis- ini gera alt fyri ikki at koma út í ringt orð, men tað er so uppgávan hjá myndugleik- unum at tryggja sær, at hetta heldur og at feløg ikki koma við vánaligum loysnum. -Oljufeløgini hava longu fingið at vita, hvørjar okk- ara intentiónir eru. Tey vita, at vit hava fingið eina hav- umhvørvislóg, og at Ospar- sáttmálin er settur í gildi. So rætningslinjurnar eru rættiliga greiðar. Tað burdi ikki verið nøkur orsøk hjá oljufeløgunum at sagt, at okkara reglugrundarlag ikki er í lagi. -Metir tú komandi olju- vinnu at vera nakran hótt- an móti umhvørvinum? -Kanska ikki júst í sam- bandi við sjálva leitiboring- ina. Eg kann blíva eitt sind- ur nervøsur, um olja verður funnin og størri oljuútvinn- ing verður sett í gongd. Tað merkir so, at tað verður størri virksemi og harvið eisini størri vandi fyri lek- um. Tað kann uppá longri sikt hava trupulleikar við sær. Teir spurningar vit standa við nú er meira sjálv boriprosessin, og hon átti ikki at givið so nógvar trup- ulleikar. Jákup Pauli heldur vit mugu brúka komandi árini væl til nettupp at kunna verða væl fyrireik- aðir, tá og um størri fram- leiðsla verður á økinum. Hvat halda teir um krøvini frá Greenpeace at steðga allari oljuleiting um okkara leiðir? -Teir vandar ella „con- serns“ sum Greenpeace vís- ir á kunnu vera ógvuliga relevantir, tá vit tosa um tær stóru linjurnar. Men tá tað snýr seg um tað specifikka økið við korallum ol. so haldi eg ikki, at tað er so relevant. Korallir kunnu einsvæl verða vard av eini oljuvinnu við tað, at hon forðar skipum at trola har. At royna at finna aðrar orkukeldur enn olju er nak- að annað. -Tú metir sostatt ikki, at vit sum heild eiga at síggja eina komandi leit- ing sum eitt stórt vanda- mál? -Tað er líka spurningurin um ringa farvatnið her hjá okkum, men her siga olju- feløgini, at tað finnast mong onnur øki, sum eru eins ring at arbeiða í. Tað verður so ein rein risikometing, sum eg ikki dugi at meta um. Koma vit í ta støðu, at tað er so ringt veður, at alt fer av lagi og oljan sprýkir, so er greitt, at man missir nógv. Eg gangi so út frá, at hatta er nakað sum risikometing- arnar fara at avdúka, og tær skulu eisini gerast. Politikarar raðfesta ikki umhvørvis- arbeiði nóg høgt Umhvørvisspurningar eru frammaliga á skránni, tá útlendsku oljufeløgini vitja. Her hittir Jákup Pauli Joensen Donal Driscoll, stjóra í Texaco – og ikki sum nú kanska eitt fólk, eitt kanska-land