Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 4 - 8. januar 2003 Nr. 4 - 8. januar 2003 3 Leygardagin var jóla- hugni fyri pensjón- istar í Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað eru heimahjálpirnar, sum hvørt ár skipa fyri hesi hugnaløtu, sum er hvønn fyrsta leygardag í januar HUGNALØTA Orð og myndir: Rúna Sivertsen Hvørt ár, beint eftir nýár, skipa heimahjálparar í Norðoyggjum fyri jóla- hugna fyri pensjónistar. Um 70 fólk vóru saman- komin í kantinuni í Tekn- iska Skúla í Klaksvík, har borðreitt verður við smurd- um breyði, te, kaffi og køkum. Í ár var tað Steinbjørn Ja- cobsen, sum las jólaboð- skapin, og Hans Eiler Hammer las eina søgu. Mása og Astrid Tróndheim sungu jólasangir, og pápi teirra Gerhard hevði kla- verfylgispælið. Poli Mikkelsen og Erland Jacobsen, gleddu tey eldru við sínum lætta og vakra harmonikuspæli. Seinni var orðið frítt, og Anna Nielsen og Jógvan Gerðalíð nýttu høvið at siga nøkur orð. Heimahjálpirnar høvdu keypt jólagávur, og øll fingu hvør sín pakka, eisini tey, sum vóru við teimum eldru, ið ikki vóru før fyri at koma einsamøll. Tekniski Skúli hevur hvørt ár latið hølið ókeypis til hetta endamál, og kommunan stuðlar tiltakin- um við peningi. Alt arbeiðið verður gjørt ókeypis. Heimahjálpirnar standa fyri øllum og smyrja sjálvar breyðið og baka køkurnar. Sjálvsagt var felagssang- ur eisini á skránni og sang- blað prentað við stórum stavum, so lætt var hjá teimum gomlu at fylgja við. Løtan endaði við, at øll í felag sungu," Nú dagurin at enda er". Tað var Elinborg Thoma- sen, eftirlitiskvinna, sum í ár samskipaði hesa stak væl eydnaðu løtu. Jólahugni í januar Systrarnar, Astrid (t.h.) og Mása Tróndheim, sungu jólasálmar fyri teimum eldru Tey eldru hugnaðu sær óført á hugnaløtuni í Tekniska skúla í Klaksvík leygardagin. Fremst á myndini, Jógvan Fróðin Hansen og konan, Andrea Herluf í Ánunum heilsar Tummas Wilhelm. - Eg verði 90 ár næstu ferð, eg fylli, sigur Herluf Pætur Franklin Sørensen og Hjalmar Waag Høgnesen heilsast yvir borðið. Fremst á myndini sæst Pól Jóhannus Poulsen Mótmæla bygging av bústaði til minnisveik Tórshavnar Býráð er í holt við at byggja eitt heim til minnisveik í Torfinsgøtu í Havn. Men grannar mót- mæla byggingini og vísa á, at býráðið ikki hevur hildið avtalur um at húsini ikki skulu byggjast ov høgt, so tey taka út- sýni frá grannunum. Týsmorgunum hand- aðu tey Jan Christian- sen undirskriftir, har tey mótmæla arbeiðs- háttinum hjá býráðnum MÓTMÆLI Jón Brian Hvidtfeldt – Minnisveik eru vælkomin at búgva í okkara granna- lagi, hvør veit, kanska enda vit har sjálvi einaferð. Soleiðis byrjar eitt mót- mælisskriv frá granna- lagnum í Torfinsgøtu í Havn, ið týsmorgunin varð handað Jan Christiansen, borgarstjóra, saman við umleið 60 undirskriftum. Grannarnir mótmæla, at húsini til tey minnisveiku fara at taka útsýni frá grannunum, umframt at tey halda at býráðið hevur skúgvað reglur um fríøki og bygging annars til viks, tá húsini skuldu byggjast. Grannarnir vísa á, at upp- runaliga fingu tey at vita, at talan var um ein bygning í einari hædd, sum skuldi setast í eina lægd, sum er beint eystanfyri Torfins- gøtu. Men seinni skuldi tað vísa seg, at byráðið fyrst valdi at fylla grót í lagdina, og síðan byggja ein bygn- ing við høgari reising. – Tað fer at føra við sær, at grannarnir omanfyri og við síðuna av missa útsýn- ið, og fyri tey, sum búgva niðanfyri, verður tað sum at búgva undir einum for- bergi, skriva grannarnir í mótmælisskrivinum til býráðið. Tey fílast á sera vánaligu kunningina frá býráðnum, og vísa á, at tey einki hava fingið at vita um broyttu ætlaninar hjá býráðnum. Økið er fríøki Grannarnir vísa harum- framt á, at heimið verður bygd á eitt øki, sum býráðið sjálvt gjørdi til fríøki fyri umleið 30 árum síðani. – Men nú hevur býráðið kúvent og uttan fyrilit fyri fríøkinum verður ein høgur bygningur settur á henda grøna blettin í Havnini, skriva grannarnir í mót- mælinum, og vísa samtíðis á, at teir halda fast um, at byggingin hvørki er í sam- svar við byggisamtyktina ella tað, sum býráðið ann- ars hevur upplýst grann- unum. Skilir atfinningarnar Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur seg skilja at grannarnir vilja varðveita grøna blettin, og at teir í aðru atløgu vilja varðveita so nógv sum gjørligt av útsýninum. – Men býráðið er í tí støðu, at vit vilja gera nak- að fyri eldraøkið og tey minnisveiku, og tí hava vit valt at byggja eitt heim til teirra, sigur Jan Christi- ansen. Borgarstjórin heldur tó fast við, at øll byggingin er gjørd í tráð við upprunaligu ætlanina. Hann vísir á, at býráðið fyri langari tíð síð- an samtykti at byggjast skuldi eitt heim til minnis- veik í hesum økinum, og at kunnað hevur verið væl og virðiliga um málið, um- framt at tekningar hava ligið frammi. Jan Christian- sen leggur tó afturat, at nú byggingin er í gongd, sær tað ógvusligari út enn á tekningini, men hann sigur seg tó vera vissan í, at tá bygningurin er liðugur, fer hann at fella væl inn í grannalagið. Byggingin neyvan steðgað Jan Christiansen sigur, at í fyrstu atløgu fer hann at kunna restina av býráðnum um mótmælisskrivið frá grannunum í Torfinsgøtu. Men hann dugur tó illa at ímynda sær, at byggingin verður broytt ella steðgað. Jan Christiansen vísir á, at byggingin er boðin út sum totalenterprisa, og tí kann tað koma at kosta dýrt, um ætlanin nú verður broytt. Bygningurin, ið verður bygdur í tveimum eindum, og sum hevur pláss fyri tilsamans 16 minnis- veikum, verður eftir ætlan liðugur í heyst. Byggingin er mett at kosta umleið 16 milliónir krónur, harav landið rindar helvtina. Hópneyðtøku- málið móti føroyskari kvinnu byrjað Mánadagin byrjaði rættarmálið í bý- rættinum í Keyp- mannahavn móti fimm dønum, ið eru ákærdir fyri at hava neyðtikið og havt annað kynsligt samband við eina unga, føroyska kvinnu. Menninir játta at hava verið saman við kvinn- uni kynsliga, men avsanna at talan var um neyðtøku RÆTTARMÁL Jón Brian Hvidtfeldt Býrætturin í Keyp- mannahavn skal í næstu viku taka støðu til, hvørt talan var um neyðtøku, tá ein føroysk kvinna í tjúgunum tann 8. des- ember í 2001 hevði kynsligt samband við fimm mans í einum garði í Hillerødsgade í Keypmannahavn. Teir fimm menninir eru allir ákærdir fyri neyðtøku og fyri at hava havt annað kynsligt samband við kvinnuna um hálvgum trý tíðina henda vetrarmorgun fyri góðum ári síðan. Tá menninir mánadagin vóru avhoyrdir í býrætt- inum í Keypmannahavn, játtaðu allir menninir at hava havt kynsligt sam- band við føroysku kvinnuna, men hildu fast við, at kvinnan sjálv legði upp til teirra. Umframt hesar fimm menninar eru seks aðrir mans skuldsettir í málin- um. Men eitt møguligt rættarmál móti teimum skal bíða, til hetta málið er avgreitt. Ákærin, Janne Mortensen, sigur við donsk bløð, at hon metir, at fleiri enn teir fimm kunnu hava verið við til at misnýta før- oysku kvinnuna ella í øllum føri hava verið hjástaddir, tá hendingin fór fram, uttan at hjálpa kvinnuni. Tá ákærin í fyrstu at- løgu hevur valt at ákæra júst fimm mans, er tað tí at hesir longu nú hava játtað at hava havt kyns- ligt samband við kvinn- una. Eisini eru DNA- spor frá fýra teirra funn- in á kvinnuni, vísti ákærin á. Dómur í næstu viku Teir ákærdu, ið arbeiða í sum hondverkarar, vóru saman við starvsfeløg- um hetta kvøldið til jóla- frokost í einum veitslu- hølum í Hillerødsgade. Í býrættinum kom fram, at menninir høvdu fing- ið ríkiligt at drekka, um- framt at onnur rúsevni vóru at fáa í veitsluni. Harumframt høvdu menninir fingið stripp- arar at undirhalda. Tá líður nakað út á náttina fara fleiri av monnunum útum at fáa sær fríska luft, og tá kemur før- oyska kvinnan, ið hevði verið til ein annan jóla- frokost í býnum, fram- við. Hvat síðan hendi skal býrætturin í Keyp- mannahavn taka støðu til. Rættarmálið fer at taka fleiri dagar, tí nógv- ir persónar skulu av- hoyrast í málinum. Týs- dagin skuldi føroyska kvinnan avhoyrast í mál- inum fyri dupultum afturlatnum hurðum. Væntandi verður dómur sagdur í málinum í næstu viku. Tveir av grannunum hjá nýggja bústaðnum til minnisveik, ið Tórshavnar Býráð byggir við Torfinsgøtu í Havn, Ingolf Ras- mussen og Mortan Johannesen, handa her Jan Christiansen mótmæli frá grannalagnum. Grannarnir mótmæla, at bygn- ingurin verður nógv hægri enn upprunaliga ætlanin, og tí fer at taka útsýni frá grannunum. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2