mikudagur 8. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 4 - 8. januar 2003
Nr. 4 - 8. januar 2003
5
Dúgvan:
Bilplássið minkar við einum fimtingi
Dúgvan, sum siglir
millum Leirvík og
Klaksvík, er í løtuni
til uppmerkingar.
Hesar uppmerkingar
fara at føra við sær, at
plássið til bilarnar á
dekkinum minka 20
% og betri pláss
verður til ferðafólkið
SAMFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Klaksvík: Mánadagin byrj-
aði Ternan at avloysa
Dúgvuna við siglingini um
Leirvíksfjørð. Hetta kemst
av, at ymiskar uppmerking-
ar skulu gerast á dekkinum.
– Hetta er eitt arbeiði við
Skipaeftirlitinum, sum hev-
ur verið ávegis leingi, sigur
Magnus Magnussen, tekn-
iskur leiðari á Strandferðsl-
uni.
– Ein skabilón skal royn-
ast, har vit mála nakrar gul-
ar strikur á dekkið, sum
fara at geva ferðafólkunum
betri pláss at ganga í.
Um ferðafólkið skal hava
meira pláss at ganga á
merkir tað jú, at meira
verður tikið av plássinum
til bilarnar.
Magnus Magnussen upp-
lýsir, at plássið til bilarnar
umborð á Dúgvuni fer at
minka við 20 prosentum,
og tað kann sigast vera
rættiliga nógv, tá hugsað
verður um, at Dúgvan
frammanundan ikki megnar
at nøkta tann stóra tørvin.
Men Magnus metir, at um
ein vil raðfesta ferðafólkið,
so er hetta nakað, ið má
gerast.
Spurdur um, hví ein
landgongd
ikki
verður
gjørd sigur Magnus Magn-
ussen:
– Tað vísir seg, at undir-
tøka er ikki fyri at gera eina
landgongd.
Dúgvan fór úr sigling
mánadagin, men verður
longu aftur í dag, mikudag.
Tær gulu strikurnar á
dekkinum eru bara fyribils,
men um hetta vísir seg at
vera ein góð loysn, verða
tær permanentar, verður
upplýst av Strandferðsluni.
Dúgvan fær gular strikur í
dekkið, so betri pláss verður
til ferðafólkið. Hetta hevur tó
avleiðingar, tí tað kemur at
føra við sær, at bilaplássið á
dekkinum kemur at minka
við 20 prosentum
Savnsmynd
Í næsta mánaða fer at
bera til hjá føroying-
um at fara í sirkus.
Kenda, danska sirkus
Arena kemur til Før-
oya at hava tríggjar
framførslur
SIRKUS
Jón Brian Hvidtfeldt
Vikuskiftið 7. til 9.februar
kemur kenda danska sirkus
Arena hendaveg at vísa før-
oyingum
síni
kynstur.
Framførslur vera bæði í
Runavík, í Klaksvík og í
Havn.
Við á ferðini eru millum
annað klovnar, gyklarir
(jonglørar) og akrobatar,
sum skulu vísa síni kynstur.
Talan er um sirkus, bæði
fyri børn og vaksin. Tilsam-
ans eru tey 15 fólk við í
ferðalagnum hjá sikus Ar-
ena, tá tey koma til Føroya.
Vetrarsirkus
Í heyst vitjaði sirkus Arena
í Grønlandi fyri 19.ferð, og
í hesum døgum ferðast tey
kring Jútland við einum
sonevndum vetrarsirkusi, ið
kann framførast í stórum
ítróttarhøllum. Og tá rund-
ferðin í Jútlandi er liðug,
gongur leiðin til Føroya.
Um sumrarnar ferðast
sirkusið kring Danmark við
einum stórum sirkustelti,
sum framførslurnar verða
hildnar í. Og tá eru m.a.
eisini fleiri djór við í sýn-
ingunum. Men um vetrar-
nar minka tey framførslur-
nar, so tær kunnu haldast í
ítróttarhøllum, og tá eru
vanliga eingi ella bara heilt
fá djór við. Og eingi djór
vera við á Føroyaferðini hjá
sirkus Arena.
Sirkus í hálva øld
Sirkus Arena er eitt gamalt
sirkus, stovnað í 1955. Tað
var pápi Benny Berdino,
sum í dag er kendur sum
tann syngjandi sirkusstjórin
í Arena, ið legði lunnar
undir hetta sirkusið. Benny
Berdino verður eisini við í
Føroyum, har hann fer at
standa fyri framførslunum.
Í dag rópa tey í sirkus
Arena seg sjálvi fyri størsta
sirkusið í Norðurlondum,
og um sumrarnar eru 217
fólk knýtt at sirkusinum.
Sirkusstjórin hevur øll
árini lagt seg eftir at hava
sirkus, eisini á fjarskotnum
leiðum í kongaríkinum, og
sum longu nevnt hava tey
verið ikki færri enn 19 ferð-
ir í Grønlandi, umframt at
tey hava havt fleiri fram-
førslur í Íslandi.
Sirkus Arena vitjaði í Før-
oyum fyri 10 árum síðani,
men síðan tá hevur sirkusið
ikki verið aftur her. Men nú
hildu tey so, at tíðin var
komin at vitja Føroyar.
Góðar vónir
Tey í sirkus Arena hava
góðar vónir um at føroying-
ar fara at taka væl ímóti
sirkusinum, nú tey koma til
Føroya. Fyrsta framførslan
verður í høllini í Runavík
fríggjadagin 7. februar
klokkan 19, onnur fram-
førslan verður í høllini í
Klaksvík leygardagin 8.
februar klokkan 17, og
seinasta framførsla verður í
Havn sunnudagin 9.februar
klokkan 16. Tað kostar 110
krónur at síggja tey í sirkus
Arena vísa síni kynstur.
Sirkus Arena til Føroya
- Vit fingu heili 30
tons av sild mána-
dagin, sigur Joen-
Jacob Johannesen,
sum eigur bátin,
Katrin, ið roynir við
nót eftir sild á
Skálafjørðinum
SILDAROK
Vilmund Jacobsen
Vikan, áðrenn Havsbrún í
Fuglafirði gavst at taka
ímóti fiski fyri jól, gjørdist
tann størsta hjá nordafar-
bátinum, Katrin úr Søldar-
firði, nakrantíð.
Sosialurin var á bryggj-
uni á Toftum næst seinasta
dagin, teir royndu eftir sild
fyri jól. Hetta var ein hós-
dag og teir fýra dagarnar
frammanundan, hevði Kat-
rin fingið heili 80 tons av
sild. Ætlanin var at fara
avstað aftur fríggjadagin,
sum var tann fimti royndar-
dagurin. Fingu teir 20 tons
hendan fríggjadagin, høvdu
teir heili 100 tons av sild á
Skálafjørðinum í eina viku!
Og tað eydnaðist.
Fríggjadagurin royndist
eins væl og hinir dagarnir í
vikuni. Sostatt gjørdist hen-
dan vikan fyri jól tann besta
nakrantíð.
- Vit fingu nevniliga
meira enn 100 tons av sild
tilsamans
hesa
vikuna,
sigur Joen-Jacob Johanne-
sen, sum eigur bátin.
30 tons mánadagin
Havsbrún gavst at taka
ímóti fiski, 19. desember
og byrjaði aftur at taka
ímóti mánadagin í hesi
vikuni.
Sildin, sum Katrin fiskar,
verður øll landað til ídnað.
Tá er ikki neyðugt, at hon
er púra fesk. Tí var Joen-
Jacob aftur úti við nótini
bæði fríggjadagin og leyg-
ardagin í síðstu viku.
- Vit fingu uppí bátin
hesar báðar dagarnar, eini
15-16 tons hvønn dagin.
Mánadagin í hesi vikuni
vóru teir aftur úti, og tá
gekk so avbera væl.
- Vit fingu tvær ferðir
uppí bátin hendan dagin,
eini 30 tons tilsamans. Vit
kastaðu fyrru ferð í lýsing-
ini og seinnu ferð nakað
eftir døgurða, sigur hann.
Týsmorgunin um 10-tíð-
ina, tá ið Sosialurin frætti
frá Joen-Jacob, vóru teir
aftur við nótini. Men hen-
dan morgunin gekst ikki so
væl í hond.
- Vit høvdu nógva sild í
nótini, men fingu fast í
botn. Tá ið leyst var, var
meginparturin sloppin út-
aftur. Vit eru nú á veg inn
við einum sjatti av sild, eini
5 tonsum, sum eftir vóru, tá
ið avtornaði.
Ætlanin var at gera ein
túr aftrat seinnapartin týs-
dagin.
Nógv sild
Joen-Jacob sigur, at nógv
sild hevur staðið har úti á
Skálafjørðinum í seinast-
uni.
- Vit hava roynt á leiðini
millum Toftabygd og Stren-
dur, og nú so nógv sild er at
fáa, verður roynt at fáa sum
mest burtur úr henni, með-
an fiskiskapurin enn er
góður, leggur hann aftrat.
Prísurin er hesi sildini,
sum næstan kemur livandi
til lands, má sigast at vera
vánaligur; hann er nevni-
liga ein króna fyri kg.
- Einar 5-6 sildir fara til
hvørt kilo, sigur Joen-Jacob
Johannesen at enda.
Teir gomlu plaga at siga,
at tá ið sildaprísurin var
bestur undir seinna kríggi,
kostaði ein sild eina krónu.
So høgt var hon í metum
tá…
Fingu tvær ferðir uppí bátin av sild
Týsdagin 14. januar
verður ein ráðstevna
um sporføri innan
fiskivinnuna í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Vinnu-
húsið sigur, at ein av
fyrilestrarhaldarun-
um kemur frá stóru
Trace Fish-verkætlan-
ini, sum endaði í
november í fjør
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
Í altjóða handli og í sam-
skifti innan fiskivinnuna
verða sett støðugt størri
krøv og ynskir til sporføri
frá veiðu til lidnu vøruna,
vísir Vinnuhúsið á í tíð-
indabrævi.
- Endamálið við ráð-
stevnuni, sum verður í
Mentanarhúsinum, er at fáa
sporføri á dagskránna í før-
oyska kjakinum, og soleiðis
verða við til at seta eina
menning í gongd á hesum
øki, verður sagt.
Ráðstevnan, 14. januar,
verður sett av Jørgeni
Niclasen, landsstýrimanni í
fiskivinnumálum.
Evnini, sum verða við-
gjørd, eru hesi: Trace Fish
standardurin fyri alifisk
(Jostein Storøy frá SINTEF
í Noregi, sum var formaður
í arbeiðsbólkinum fyri ali-
fiski, greiðir frá hesum
standardi), Elektroniskar
logbøkur og aðrir hent-
leikar umborð á skipum
(Kristján
Gislason
frá
RADIOMIÐUN greiðir frá
um elektroniskar hentleikar
í veiðiliðnum), Sporføri í
føroyskari fiskivinnu (Poul
Johannes Østerø frá COM-
DATA greiðir frá dataflow í
føroysku fiskivinnuni -
hvør framleiðir data, hvør
sendir til hvønn, og nær og
hví missa vit sporførið),
Tann føroyska sporføris-
visiónin (Jørleif Bech frá
COM-DATA greiðir frá,
hvat ein total sporføris-
skipan kann upplýsa. Her
verður víst, hvussu ein van-
ligur keypari í París kann
fáa atgongd til allar møgu-
ligar upplýsingar, ið snúgva
seg um júst ta føroysku
fiskavøruna).
Vinnuhúsið sigur, at ráð-
stevnan er fyri innboðin, og
væntandi luttaka umboð
fyri ein stóran part av fyri-
tøkunum, ið starvast innan
føroysku
fiskivinnuna,
bæði beinleiðis og óbein-
leiðis. Eisini verða umboð
fyri almennar fyritøkur og
stovnar, ið hava við fiski-
vinnuna at gera, við á ráð-
stevnuni.
Tað er Fiskivinnuroyndir,
sum stuðla ráðstevnuni, og
Virkisráðgevingin
tekur
sær av umsitingarliga part-
inum.
Ráðstevna í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Ráðstevna um sporføri í fiskivinnuni verður í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði, 14. januar.
Joen-Jacob, sonur og
abbasonur hava rættiliga
rokast á sildaveiði seinasta
mánaðin. Mánadagin fingu
teir tvær ferðir uppí bátin
inni á Skálafjørðinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nordafarbáturin, Katrin, er
søkklaðin næstan hvønn
einasta royndardag. Við
stýriborðssíðu hongur nótin
við fleiri tonsum av sild
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4