mikudagur 8. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 4 - 8. januar 2003
Nr. 4 - 8. januar 2003
7
Í Føroyum er oftani
long bíðitíð eftir at
fáa viðgerð. Men
nýggi bygningurin
hjá Landssjúkra-
húsinum fer at fáa
bíðåilistarnar
munandi niður, sigur
Jenis av Rana
HEILSUVERKIÐ
Áki Bertholdsen
– Vit hava bíðilistar, sum
eru út av lagi á summum
økjum. Men tá ið nýggi
bygningurin verður tikin í
nýtslu, fer at stytta bíði-
listar munandi og fara at
gera
viðurskiftini
hjá
sjúklingum nógv betri.
Tað sigur Jenis av Rana,
løgtingsmaður. Og tí leggur
hann so stóran dent á at
nýggi
bygningurin
hjá
Landssjúkrahúsinum verð-
ur klárur at taka í nýtslu, tá
ið hann er liðugur, at hann
er til reiðar at slíta sam-
gonguna, hendir tað ikki.
Sjálvur er hann lækni og
hann sigur, at nýggi bygn-
ingurin fer at lyfta heilsu-
verkið upp á eitt heilt annað
støði.
– Tá fer tað at bera til at
fara undir ambulanta við-
gerð í nógv størri mun enn
nú.
Ambulant viðgerð er við-
gerð, har sjúklingurin ikki
verður innlagdur og tá ið
nýggi bygningurin er liðug-
ur, kann nógv viðgerð ger-
ast ambulant, sum ikki
kann gerast ambulant nú.
Hann sigur sostatt at
nýggi bygningurin er tað
størsta einstaka tiltakið,
sum kann gerast fyri at
stytta bíðilistarnar, sum eru
upp í eitt heilt ár á summ-
um økjum.
Og tað treingir harðliga
til, sigur Jenis av Rana, tí
bíðilistarnir í Føroyum er
ógvuliga langir á summum
økjum.
Hann
sigur,
at
fyri
knøppum ári síðani spurdi
hann landsstýrismannin í
heilsumálum um bíðilist-
arnir og teir eru neyvan
broyttir síðani tá.
Bíðilistar verða mangan
brúktir sum eitt amboð at
máta støðið í heilsuverk-
inum.
Ein samanbering av bíði-
tíðunum í tí føroyska og
danska sjúkrahúsverkinum
av nøkrum vanligum skurð-
viðgerðum sær soleiðis út:
Tølini skulu takast við fyri-
varni, tí talan er um miðal-
tøl, og tí kunnu sjúklingar
bæði bíða longri og styttri,
treytað av, hvussu sjúkling-
arnir eru fyri. Haraftrat eru
tølini fyri Danmark gald-
andi fyri tey sjúkrahúsini,
sum hava styttst bíðitíð. Av
tí at frítt sjúkrahúsval er
sett í gildi, merkir hetta, at
danir frítt kunnu velja tað
sjúkrahúsið í landinum,
sum hevur styttst bíðitíð.
Hetta merkir tó ikki, at
sjúklingarnir altíð velja
hesi sjúkrahúsini, m.a. tí at
teir sjálvir skulu gjalda
ferðakostnað.
Hann krevur
treytaleyst, at tá ið
nýggi bygningurin
hjá Landssjúkra-
húsinum er liðugur,
skulu tólini eisini
verða tøk
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Verður nýggi bygningurin
hjá
Landssjúkrahúsinum
ikki klárur at taka í nýtslu
heilt stutt aftaná, at hann er
liðugur í summar, fer sam-
gongan
ímillum
fólka-
flokkin, tjóðveldisflokkin
og miðflokkin, at slitna.
Tað staðfestir Jenis av
Rana, løgtingsmaður fyri
miðflokkin, sum er tann
minsta av teimum trimum
samgonguflokkunum.
Jenis av Rana er einasti
tingmaður fyri miðflokkin,
men tá ið samgongan ikki
telur meiri enn 17 tinglimir,
tolir hon ikki at ein tann
einasti tingmaður tekur
stuðulin aftur, tí so missir
hon meirilutan í Løgting-
inum.
Fyri tað turra spott
Nýggi bygningurin hjá
Landssjúkrahúsinum verð-
ur liðugur á Ólavsøku.
Men tað hevur ligið í
kortunum, at hann skal ikki
takast í nýtslu beinanvegin,
hann var liðugur. Í øllum
førum er ongin peningur
settur av at keypa tey neyð-
ugu tólini og útgerðina fyri
og eftir leistinum, sum
samgongan hevur skorið,
verður tað kanska ikki
fyrrenn nakað út í 2004 ella
kanska enntá í 2005, at
nýggi bygningurin verður
fult útgjørdur við útgerð og
tólum, so at full nytta fæst
burturúr honum.
Men tað fer Jenis av
Rana als ikki at lata sær
lynda.
– Tað er onki sum eitur:
Tá ið nýggi bygningurin
hjá Landssjúkrahúsinum er
liðugur, skal hann eisini
takast í nýtslu at kalla bein-
anvegin.
Tað er eitt treytaleyst
krav frá honum og hann
sigur, at tað hevur hann
gjørt bæði samgonguni,
landsstýrismanninum
í
heilsumálum og miðflokk-
inum púra greitt.
– Verður bygningurin lið-
ugur á Ólavsøku, men ongi
tól keypt fyrrenn í 2004,
havi eg ein veldugan polit-
iskan trupulleika, sigur
Jenis av Rana.
– Eg vil ikki liva við, at
bygningurin verður liðugur,
men at hann síðani kemur
at standa tómur í longri tíð,
soleiðis sum tað hevur ligið
í kortinum.
Jenis av Rana sigur, at í
minsta lagi skal avtala
verða gjørt um tólini, so at
tey kunnu setast upp at
kalla beinanvegin.
– Í mínum hugaheimi er
alt annað at halda fólk fyri
tað turra spott, leggur hann
afturat
Miðflokkurin ella
hann sjálvur
Hann vísur á, at miðflokk-
urin hevur ikki verið við til
at leggja byggingina til
rættis.
– Men á Ólavsøku hava
vit havt ábyrgdina av
Landssjúkrahúsinum í eitt
heilt ár. Og hava vit ikki
megnað at loyst trupulleik-
an við tólunum, tá ið nýggi
bygningurin verður liðug-
ur, havi eg onki at gera í
samgonguni longur, sigur
Jenis av Rana.
Og vil miðflokkurin ikki
taka seg úr samgonguni, fer
hann sjálvur at taka seg úr
politikki og at víkja sæti á
løgtingi fyri næsta manni á
listanum hjá miðflokkinum
í Suðurstreymoy.
– Jenis av Rana sigur, at
hann fer ikki at krevja, at
nýggi
bygningurin
hjá
Landssjúkrahúsinum skal
vera fult útgjørdur, tá ið
hann verður liðugur á
Ólavsøku.
Men í minsta lagi skal
avtala verða gjørd um tól-
ini, so at tey kunnu verða
sett upp eftir nøkrum fáum
mánaðum. Eitt hálvt ár
skulu tey fáa, men eg vil at
tólini skulu vera bíløgd, tá
ið bygningurin er liðugur, tí
ein ávís leveringstíð er.
Eitt heilt annað støði
Jenis av Rana er sjálvur
lækni og hann sigur, at tað
hevur ómetaligan stóran
týdning at nýggi bygning-
urin verður tikin í nýtslu
beinanvegin, tí tað fer at
lyfta heilsuverkið upp á eitt
heilt annað støði.
– Vit hava bíðilistar, sum
eru út av lagi á summum
økjum. Men tá ið nýggi
bygningurin verður tikin í
nýtslu, fer at bera til at fara
undir ambulanta viðgerð í
nógv størri mun enn nú og
tað fer at stytta bíðilistar
munandi og fara at gera
viðurskiftini hjá sjúkling-
um nógv betri.
Ambulant viðgerð er við-
gerð, har sjúklingurin ikki
verður innlagdur og tá ið
nýggi bygningurin er liðug-
ur, kann nógv viðgerð ger-
ast ambulant, sum ikki
kann gerast ambulant nú.
Hann sigur sostatt at
nýggi bygningurin er tað
størsta einstaka tiltakið,
sum kann gerast fyri at
stytta bíðilistarnar, sum eru
upp í eitt heilt ár á summ-
um økjum.
Bíða upp í eitt ár eftir at fáa viðgerð
Diagnosa
Føroyar
Danmark
Diskusprolaps
23 vikur
6 vikur
Gallsteinur
12 vikur
8 vikur
Grá star
11 vikur
15 vikur
Eftirgjørd mjødn/knæ
52 vikur
10 vikur
Prostata
9 vikur
5 vikur
Æðraknútar
10 vikur
12 vikur
Skurðtøka av mandlum 3 vikur
12 vikur
Fáa knívin á barkan
frá Jenisi av Rana
–Eitt hálvt ár skulu tey fáa, at gera nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum kláran. Men hava
vit ikki klárað at loyst trupulleikan tá, er onki meiri hjá mær at gera í hesi samgonguni, sigur Jenis
av Rana
Um Løgtingið kemur
at avgera læruna hjá
eini yvirtiknari
kirkju, so er hetta eitt
sera eitt óvanlig
gongd í evropeiskum
samanhangi, sigur
Lisbet Christoffersen,
sum serfrøðingur í
kirkjurætti. Hon
metir hetta at vera at
fara aftur tíðina og
samnber, og setir
eisini spurnartekin
við leiklutin hjá løg-
manni í eini føroysk-
ari kirkju
KIRKJA OG LØGTING
Theodor E. D. Olsen
Stutt fyri nýggjár fýltist
Hans Jacob Joensen, bisp-
ur, á mannagongdina í
málinum um yvirtøkuna av
tí føroysku fólkakirkjuni.
Sjálvur segði hann, at hann
kundi "fara til songar sum
lutherskur bispur og vakna
á morgni sum katolikkur".
Orsøkin til hetta er, at
meðan tað í nógvum lond-
um
er
grundlógarfest,
hvørja læru fólka- ella
statskirkjurnar skulu læra,
so er ætlanin hjá Menta-
málaráðnum, at læran hjá tí
ætlaðu yvirtiknu føroysku
kirkjuni skal ásetast við
løgtingslóg, sum jú er
munandi lættari at broyta
enn ein grundlóg. Í roynd
og veru kann tað tá verða
tann tiltikni seytjandi mað-
urin í tinginum, sum kemur
at gera av, hvussu kirkjan
skal skipast, og hvørja læru
hon skal læra.
Óvanligt í Evropa
Lisbet Christoffersen, løg-
frøðingur, ph.d., á Roskilde
Universitetscenter, er ser-
frøðingur í kirkjurætti. Hon
metir myndugleikan, ið
Løgtingið nú fær yvir kirkj-
uni vera "en ganske usæd-
vanlig konstruktion i euro-
pæisk kontekst", sum hon
málber seg. Hon sigur ta
ætlaðu føroysku skipanina
minna um eina saman-
renning millum stat og
kirkju, og heldur tað vera
skeivt,
at
innihaldsligi
parturin í fólkakirkjuni skal
stýrast av landinum.
Sum nevnt er talan jú um
tað lóggevandi valdið, Løg-
tingið, sum sambært ætlan-
unum hjá Landsstýrinum
skal smíða lógirnar hjá
kirkjuni, og hetta sigur Lis-
bet Christoffersen líkjast
einum stigi aftur í tíðina, tá
statur og kirkja vóru eitt, og
tað heldur hon vera eina
løgna leið at ganga.
Lisbet
Christoffersen
leggur tó dent á, at hon enn
ikki hevur sett seg so nógv
inn í yvirtøkumálið og bert
kennir tað frá føroyskum og
donskum fjølmiðlum, men
hon undrast stórliga á, at
Løgtingið í framtíðini skal
taka støðu til, um vit skulu
hava
eina
evangelisk-
lutherska fólkakirkju og
kallar hetta bart út "en
usædvanlig udvikling".
Leikluturin hjá
løgmanni
Hans Jacob Joensen hevur
eisini áður gjørt vart við
sína ónøgd, tá talan er um
innseting av bispi í Føroy-
um. Í danska ríkinum er tað
nevniliga drotningin, sum
formelt innsetir bispar. Hon
er nevniliga einasti persón-
ur í ríkinum, sum hevur
skyldu til at vera limur í
fólkakirkjuni og hevur so-
statt ikki trúarfrælsi.
Í tí ætlaðu yvirtiknu før-
oysku kirkjuni verður tað tó
helst løgmaður, sum kemur
at innseta bisp, og sum
Sosialurin skilir, hóvar tað
ikki øllum innan ta før-
oysku kirkjuna. Tað er
nevniliga als ikki vist, at
løgmaður yvirhøvur er
limur í fólkakirkjuni, og
hetta eigur sjálvandi heldur
ikki at verða kravt av hon-
um.
Lisbet
Christoffersen
upplýsir, at innseting av
bispum verður gjørd á
ymsan hátt í teimum ym-
isku londunum, har kirkjan
er tengd at lógarverkinum.
Í 1994 samtykti Fólka-
tingið í Danmark eina lóg,
sum sigur, at fyri at gerast
bispur, skalt tú uppfylla
treytirnar fyri at gerast
prestur. Tá viðkomandi síð-
ani hevur uppfylt treytirnar
og fingið meirilutin á
bispavalinum, har meinig-
heitsráð og prestar atkvøða,
kann kirkjumálaráðharrin
ikki broyta hetta val, og
bispur er valdur. Hetta
merkir, at kirkjan sjálv
velur sín bisp og skipar síni
viðurskifti innanhýsis.
Óvist hvussu verður í
Føroyum
Í Noregi er ein onnur loysn
vald. Har kemur kirkjan við
eini tilráðing, og síðani
velur stjórnin bisp. Tað eru
tó bert teir ráðharrarnir,
sum eru limir í kirkjuni, ið
hava atkvøðurætt, og í
Noregi er eisini kravt, at
minst helvtin av stjórnar-
limunum skulu vera limir.
Hendan skipanin er rætti-
liga óvanlig, og Lisbet
Christoffersen sigur, at
norska kirkjan meira kann
kallast ein statskirkja enn
ein fólkakirkja.
Okkum er tó ikki enn
greitt, um løgmaður í fram-
tíðini verður bundin at
fylgja eini tilráðing, ella
um hann ella alt Lands-
stýrið velur bispin í tí
ætlaðu yvirtiknu føroysku
kirkjuni.
Í øllum førum er greitt, at
kirkjumál als ikki eru
viðgjørd í arbeiðnum hjá
Grundlógarnevndini, og tí
verður tað Løgtingið, sum
kemur avgera læruna hjá tí
føroysku kirkjuni, sum
altso er rættiliga óvanligt í
restini av Evropu í dag.
Yvirtøkan av kirkjuni
óvanlig í evropeiskum
samanhangi
Plátufelagið Tutl
dagførir í løtuni
heimasíðuna, har
tað fer at bera til
hoyra brot úr før-
oyskum útgávum
og gjalda við visa-
korti
TÓNLEIKUR
Theodor E. D. Olsen
Í 1997 læt heimasíðan
hjá Plátufelagnum Tutl
upp, og ta seinastu tíðina
hevur felagið arbeitt við
at dagføra møguleikar-
nar, sum ein slík síða
gevur.
Tutl hevur nevniliga
søkt Vinnumálaráðið um
stuðul til útbreiðsluna av
føroyskum tónleiki, og
her er talan ikki bert tón-
leik frá Tutli, men allar
útgávur, sum føroyingar
hava luttikið á. Vinnu-
málaráðið valdi at sýna
ætlanunum hjá Tutli
vælvild, og í løtuni
starvast Jónheðin Trónd-
heim, fyrrverandi tekn-
iskur leiðari í SvF, við at
leggja nýtt tilfar sum eitt
nú styttri tónleikabrot á
heimasíðuna.
Í Tutli leggja tey dent
á, at nógv kompetent
fólk søktu hetta starvið,
og at tey tí vóru eini
luksusstøðu, tá starvið
skulsi setast.
Truplari at dagføra
enn at stovna
Tað er nevniliga ikki
nakar trupulleiki hjá
fyritøkum í dag at fáa
sær heimasíðu, men ofta
er tað truplari hjá teim-
um at dagføra síðurnar,
og tað er hetta sum Tutl
hevur sett sær fyri ikki
skal vera galdandi fyri
tað føroyska plátufelag-
ið.
Fyrr kundi tað nevni-
liga taka drúgva tíð at
selja eina fløgu uttan-
lands.
Neyðugt
var
nevniliga at gjalda við
kekki, sum var dýrur at
veksla, og tí hækkaði
prísurin á tí keyptu vør-
uni eisini munandi. Nú
hevur Tutl gjørt tað
møguligt hjá viðskifta-
fólki at gjalda við Visa-
korti á heimasíðuni.
Kristian Blak, leiðari í
Tutl, sigur, at heimasíð-
an serliga er ætlað trim-
um sløgum av við-
skiftafólki. Hon er ætlað
føroyingum uttanlands,
sum ofta hava trupult
við at fáa hendur á tí
nýggjasta, sum er komið
út av føroyskum tón-
leiki. Hon er somuleiðis
ætlað útlendingum, sum
kenna Føroyar, og sum
eru í somu støðu, sum
teir føroysku útisetarnir.
Harafturat er hon ætlað
fólki úti í stóra heimi,
sum ikki kenna nakað til
Føroyar, men sum frætta
um oyggjalandið í t.d.
útlendskum fjølmiðlum,
og hesum kundaskaran-
um hoyrir Tutl ikki so
lítið frá. Plátufelagið
hevur nevniliga selt fitt
av fløgum í seinastuni til
Týsklands. Millum fløg-
urnar, sum selja væl eru
Grottokonsertirnar hjá
Kristian Blak, sum ser-
liga týskarar eru áhug-
aðir í, Týr, ið eru væl-
umtóktir í Íslandi, og
Eivør Pálsdóttir, sum
fyri stuttum varð um-
rødd í einum bretskum
fólkatónleikarablaði, og
hetta sæst aftur á søluni
har á leiðum.
Kristian Blak sigur, at
tað er sera torført at
menna sokallaða fysiska
distribitión úti í heimi,
men at tann nýggja
heimasíðan loysir hend-
an trupulleikan. Eitt nú
hevur Tutl selt føroyskan
tónleik til lond sum
Japan og Suðurafrika,
har fólk hava vitjað
heimasíðuna.
Úr Japan til
Suðurafrika
C
M
Y
K
7
6