Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 4 - 8. januar 2003 Nr. 4 - 8. januar 2003 9 Talan er ikki um eina nýggja kanning, men løgmaður má tryggja sær, at alt verður tikið við, áðrenn hann fell- ur nakran dóm í mál- inum, sigur Anfinn Kallsberg, nú Fiski- málaráðið ger frá- greiðing um Fiski- málaráðið. Frágreið- ingin frá kanningar- stjóranum er tyngj- andi fyri landsstýris- mannin Jørgin Niclasen KANNING Ingi Rasmussen Landsstýrissessurin skinkl- ar undir Jørgin Niclasen, og nú bíða øll eftir løgmanni. Seinni í hesi vikuni fær Anfinn Kallsberg løgmaður eina frágreiðing frá Jørgin Niclasen, landsstýrismanni við fiskivinnumálum. Við støði í hesari frá- greiðing fer løgmaður at taka støðu til, um kanning- in, sum Turið Debes Hentze advokatur hevur gjørt fyri landsstýrismálanevndina, skal fáa nakrar fylgjur fyri landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Í hesum sambandi hevur Jørgin Niclasen biðið um- sitingina hjá sær í Fiski- málaráðnum gera eina frá- greiðing í málinum, áðrenn hann svarar. Líkt kundi tí verið til, at løgmaður fer at byggja sína avgerð á ta frá- greiðing, sum Fiskimála- ráðið ger um seg sjálvt. Nýggj ting fram Spurdur, um tað er rætt, at umsitingin sjálv ger kann- ingar í hesum máli, tá tað er hon, sum stendur fyri skot- um, svarar løgmaður, at tað ikki er soleiðis, tað hongur saman. – Eg vil fegin hava, at tann avgerðin, sum eg taki, er røtt og byggir á haldgott grundarlag. Um so er, at tað eru nøkur ting í frágreið- ingini hjá Turið Debes Hentze, sum mangla, so má eg tryggja mær, at tey koma fram, og tí havi eg biðið landsstýrismannin við fiskivinnumálum geva mær eitt ummæli av kanningini, sigur Anfinn Kallsberg. Løgfrøðingar, sum Sosi- alurin hevur tosað við, siga, at tað »haldgóða grundar- lagið«, sum løgmaður eftir- lýsir, longu er til skjals í kanningini hjá Turið Debes Hentze, kanningarstjóra. Løgmaður heldur ikki, at kanningin hjá Turið Debes Hentze og niðurstøðurnar eru so einfaldar, sum tær eru gjørdar til í fjølmiðlun- um. Tær byggja á »veikar løgfrøðiligar fortreytir«, sigur hann. – Spurningurin er, hvussu tyngjandi niður- støðurnar eru. Tað kann ikki vera rætt, at bara fing- urin verður settur á okkurt, so er bál og brandur. Spurn- ingurin er, um nakað ólóg- ligt er farið fram, antin til- vitað ella av ósketni, og tað má eg tryggja mær at kenpna svarið á, áðrenn eg taki nakra avgerð, sigur Anfinn Kallsberg. Hann dugir ikki at siga, nær málið er avgreitt, men vónar, at hann fær tikið eina avgerð í málinum, áðr- enn vikan er úti. Fríggja- dagin skal Jørgin Niclasen til fiskivinnusamráðingar í Íslandi, og sum skilst, er ongin ætlan um at útseta ta ferðina. Tyngjandi niðurstøða Málið um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen snýr seg um, hvørt lógin um um- legging av lánum til fjar- fiskiflotan varð fylgd, tá rækjutrolararnir Ocean Castle, Høgifossur og Arctic Viking fingu nøkur lán løgd um, og veðrættar- støðan hjá landskassanum varð broytt. Um Ocean Castle sigur kanningastjórin, at umsit- ingin kundi verið meira heppin, men beinleiðis ólóglig er hon neyvan. Í Høgafoss-málinum kemur kanningarstjórin til, at »landsstýrið ikki her í endanum hevur viðgjørt hetta mál, sum tað eigur, at málsviðgerðin ikki hevur verið fullfíggjað, og at úrslitið kundi verða vorðið eitt annað, enn um fast- lagda mannagongdin í málsviðgerðini varð fylgd.« Og kanningarstjór- in ger samstundis greitt, at landsstýrismaðurin hevur ábygdina. Landsstýrismað- urin hevur havt kunnleika til málið, og hann eigur tí eisini at verða vitandi um, at lógin krevur, at ein met- ing verður gjørd, sigur kanningarstjórin. Søgan er tann sama við Arctic Viking. Kravið í lóg- ini sigur, at ein meting skal gerast av fíggjarstøðuni, tá lán verða løgd um. Tað varð hon ikki, tá lánið til Arctic Viking varð lagt um. Tað var hon heldur ikki, hóast umsøkjarin undir málsvið- gerðini boðar frá munandi lánitørvi, sigur frágreiðing- in hjá Turið Debes Hentze. Hvussu er og ikki. Kann- ingin liggur á borðinum, og politiski spurningurin er, um málið skal fáa avleið- ingar ella ikki. Ta avgerðina eigur í fyrstu atløgu løg- maður. Og meðan vit bíða, bíðar løgmaður eftir einari nýggjari frágreiðing frá sínum landsstýrismanni og hansara umsiting. Løgmaður tryggjar seg áðrenn avgerðin fellur Um so er, at tað eru nøkur ting í frágreiðingini hjá Turið Debes Hentze, sum mangla, so má eg tryggja mær, at tey koma fram, og tí havi eg biðið landsstýrismannin við fiskivinnumálum geva mær eitt ummæli av kanningini, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður, sum hevur nógv at hugsa um í hesum døgum Kut úr frágreiðingini hjá Turið Debes Hentze um viðgerðina av láninum til Høgafoss SvF fer undir at senda ítrótt Føroyskur ítróttur verður eitt fast punkt á skránni hjá Sjón- varpi Føroya í fram- tíðini. Sendingin verður at síggja eina ferð um vikuna frá mars mánað og úteftir SJÓNVARP Ingi Rasmussen Frá mars mánað fer Sjón- varp Føroya undir at senda regluligar sendingar við føroyskum ítrótti. Tað upplýsir Mikkjal Helmsdal, sjónvarpstjóri, fyri Sosialinum. Talan verður um eina fasta send- ing um vikuna, men akk- urát hvussu sendingin verð- ur uppbygd, kann sjón- varpsstjórin kortini onki siga um, tí enn er fasti ítróttartátturin bert á teknipappírinum. – Vit ætla at leggja ítrótt- in afturat okkara sendiskrá og fáa hann í eina fasta legu, men akkurát hvussu konseptið verður, hvussu long ella hvønn dag send- ingin verður, er ov tíðliga at siga enn. Tað arbeiða vit við í løtuni, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann vil heldur ikki siga, hvør fær ábyrgdina av sendingini, men tað tykist greitt, at fólk verður sett burturav til at taka sær av ítrótti í føroyska sjónvarp- inum. Mikkjal Helmsdal vil vera við, at tað ikki er øktu kappingini frá Televarpin- um og Canal Digital fyri at takka, at sjónvarpið loksins fer undir at senda ítrótt regluliga. – Ítróttur er vælumtókt tilfar, sum er nógv eftir- spurt, og hetta er ein náttúr- lig víðkan av okkara tilboð- um til hyggjaran, sigur Mikkjal Helmsdal. Við einari fastari ítróttar- sending um vikuna afturat teimum føroysku sending- unum, fær hyggjarin sjón fyri søgn, at økta sjónvarps- gjaldið sæst aftur á skíggj- anum við føroyskari fram- leiðslu. – Vit fara at brúka ein stóran part av teimum øktu inntøkunum, sum vit hava fingið, til ítróttin. Vit hava ikki so nógv meira at ar- beiða við kortini, tí ein stórur partur fer til lønar- hækkingar og øktar út- reiðslur, men hetta fáa vit so gjørt, sigur Mikkjal Helmsdal og sipar til hyggj- aragjaldið, sum er er farið úr 1500 til 2000 krónur. Sum Sosialurin skilir, so er ætlanin, at ítróttarsend- ingin fær um endan av hondbóltinum, og annars fer stórur dentur at verða lagdur á føroyskan fótbólt. Ein stór avbjóðing hjá sjón- varpinum verður at koma kring alt landið, tí ítróttar- hendingar eru aloftast so- leiðis skipaðar, at tær ganga fyri seg samstundis. Í fót- bóltinum verður umhugsað at fáa eina hjálpandi hond frá feløgunum, tí tey taka ofta teir dystir upp, sum tey sjálv spæla. Kappróður og aðrar ítróttargreinar verða eyð- sæð eisini partur av send- ingini, sum verður send eina ferð um vikuna, helst sunnu- ella mánakvøld. Helst verður hondbólturin tann fyrsta ítróttargreinin, sum fær rúmd í nýggju sendingini í SvF um føroyskan ítrótt Allar føroyskt fram- leiddar sjónvarps- sendingar verða sendar tríggjar ferðir, og tí er Sjónvarp Føroya givið við at vísa í skránni, nær talan er um endursendingar (E) Ingi Rasmussen Hyggur tú eftir skránni hjá Sjónvarpi Føroya, so skuldi tú trúð, at almenna før- oyska sjónvarpsrásin púr- asta var givin at endursenda tilfar. Men so er ikki. Tí- verri vil onkur siga. Tíbetur vil onkur annar siga. Áður hevur Sjónvarpið frámerkt allar endursend- ingar við (e), men tað verð- ur ikki gjørt longur. Hetta er eitt tilvitað val, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya. – Tað er vorðin ein fastur politikkur hjá sjónvarpin- um, at allar føroyskar send- ingar verða sendar tríggjar ferðir, og tí hildu vit tað ikki verða neyðugt longur at vísa á, at talan er um endursendingar longur, sigur Mikkjal Helmsdal. Í nógva kjakinum, sum hevur verið um Sjónvarp Føroya í síðstuni, hava at- finningar verið alment frammi um, at so nógv til- far verður endursent í Sjón- varpi Føroya. Og sjón- varpsstjórin viðgongur, at tað er ein partur av forklár- ingini, at (e)-ið er farið í søguna. – Vit standa inni fyri, at vit endursenda tilfar, tí vit halda tað verða neyðugt fyri at røkka so nógvum hyggjarum sum gjørligt. Men fólk hava hongt seg í, at frámerkið var ov nógv at síggja, t.d. sunnumorgnar, tá vit endursenda alt tað besta barnasjónvarpið frá vikuni, og tí hildu vit tað vera frægast at taka frá- merkið burtur, sigur Mikkj- al Helmsdal. Spurdur, um ikki hyggj- arin átti at fingið at vita, nær talan var um eina end- ursending, sigur sjónvarps- stjórin, at fólk eftirhondini kennast við tað fasta mynstrið, sum skráin hjá sjónvarpinum er bygd upp eftir. Ongin kæra hevur verið um, at sjónvarpið at síggja til ikki longur endursendur tilfar. Endursendingar sýnast horvnar Síðstu árini hevur Bjørt Samuelsen gjørt um seg í Útvarpi Føroya. Hon hevur fingið góða undirtøku millum fólk, ið halda hana vera ein seriøsan og viðkom- andi journalist. Nú missir Útvarp Før- oya hennara dygdir, tí í næstum verður hon í staðin at síggja á skíggj- anum hjá Sjónvarpi Føroya. Hon verður journalistur á tíðinda- deildini og skal sostatt í høvuðsheitum verða á redaktiónini, ið fram- leiðir Dag og viku. Í útvarpinum hevur Bjørt somuleiðis víst, at hon eisini dugir at stýra einum kjaki, og tí kunnu vit helst eisini vænta, at hon verður vertur á onkrum av hinum sendingunum hjá SvF. Bjørt Samuelsen er útbúgvin journalistur í Noregi. -ir Bjørt útvarps- stjørna til Sjón- varp Føroya C M Y K 9 8 veitst tú ikki tað?