mikudagur 8. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 4 - 8. januar 2003
Nr. 4 - 8. januar 2003
11
Virðismikil bygningur
Bygningurin hjá
Postverkinum á
Argjum telist mestur
millum teir meira
virðismiklu og
áhugaverdu
bygningarnar í
høvuðsstaðnum
BYGNINGUR
Heri á Rógvi
Bygningurin, sum Post-
verkið húsast í á Argjum,
verður spakuliga tømdur.
Enn arbeiða tó eini hálv-
trýss fólk í bygninginum –
á frímerkjadeildini.
Hesi hevur Postverkið
ikki møguleikan at flyta
aðrastaðni sum støðan er
nú, men hetta er nakað,
Bergur í Garði, stjóri fyri
Postverk Føroya, væl kundi
hugsað sær.
– Tað er natúrligt fyri
okkum, at vit hava alt
virksemi á einum stað. Vit
eru tó ikki sinnaðir til at
gera umbyggingar á Óðins-
hædd, soleiðis at bygning-
urin verður ein umsitingar-
bygningur. Hetta vildi verið
óðamannaverk, sigur Berg-
ur í Garði.
Gamla Idé Húsið á Óð-
inshædd virkar sum stóri
postsentralurin hjá Post-
verki Føroya, og har húsast
eisini ein partur av fyrisit-
ingini hjá Postverki Føroya.
Stjórin fyri Postverkið vil
heldur hava ein minni
bygning afturat til fyrisit-
ingarlig endamál enn at
umbyggja verandi høli.
Her hevur Tórshavnar
kommuna verið inni í
myndini.
Tórshavnar
kommuna er áhugað í
bygninginum hjá Postverk-
inum á Argjum til Argja
skúla, men enn hevur talan
bert verið um áhuga. Tosað
hevur eisini verið um
okkurt slag av gerðabýti,
har Postverkið fær møgu-
leikan at byggja uppi á
Óðinshædd.
Greitt er eisini, at eisini
onnur hava áhuga fyri
bygninginum hjá Postverk-
inum á Argjum.
Tað er heldur ikki so løg-
ið, at fleiri vísa áhuga. Tal-
an má í síðsta enda vera um
ein ógvuliga áhugaverdan
bygning í høvuðsstaðnum –
kanska ein tann mest
áhugaverda, nú líkt er til, at
hann væl møguligt verður
settur til sølu í næstum.
Bygningurin er 2.000 fer-
metrar til støddar, og hann
liggur væl fyri á Argjum
við frálíka góðum parker-
ingsviðurskiftum.
Ilt er at meta um, hvat ein
tílíkur bygningur er verdur.
Hann er tjúgu ára gamal, og
við árunum er hann sjálv-
andi slitin eitt sindur.
Bergur í Garði sigur, at
talan er um eitt kvalitet
bygning í allar mátar. Hann
metir, at skuldi teir bygt ein
nýggjan sama slag bygn-
ing, vildi hesin kostað
20.000 kr./fermetur.
Falda vit so kostnaðin og
fermetratal fáa vit 40 mió.
Hetta verður bygningurin
kanska ikki seldur fyri í
dag, men atraktivur er hann
uttan iva fyri onnur enn
Tórshavnar
kommunu.
Higartil hevur Postverkið
fingið nakrar fyrispurning-
ur.
Bergur í Garði sigur, at
hann ætlar ikki at lata
bygningin standa tóman, og
nú ein stórur partur verður
tøkur, har postavgreiðslan
húsaðist.
Vil hava pening
Nú Postverk Føroya stend-
ur við einum virðismiklum
bygningi, sum teir sannlíkt
fara at selja, so vil post-
verkstjórin hava ágóðan av
søluni, t.e. at Postverk fær
peningin fyri søluna heldur
enn landskassin.
– Tað er ikki við mín
góða vilja, at landskassin
fær peningin av einari sølu
av bygningini á Argjum.
Hann eigur Postverkið, og
tað eru vit, sum hava umsit-
ið og viðlíkahildið, sigur
Bergur í Garði.
Postverkstjórin vil ikki
kanna sær bitan ov tíðliga,
men hann vil tó siga, at
hann metir søluna av bygn-
inginum á Argjum kunnu
gerast ein týðandi vinning
fyri raksturin av Postverki
Føroya.
Stjórin ger púra greitt, at
hann ongar ætlanir hevur
um at lata bygningin standa
tóman, nú flytast skal úr
einum stórum parti av hon-
um, og tí kann eitt møguligt
leigumál lættliga koma upp
á tal.
Fríggjadagin letur
postavgreiðslan á
Argjum aftur fyri
síðstu ferð
POSTHÚS
Heri á Rógvi
Fríggjadagin 10. januar
letur postavgreiðslan á
Argjum aftur fyri síðstu
ferð.
Hetta hendir útfrá teirri
einføldu orsøk, at ov fáir
kundar vitja Posthúsið á
Argjum.
Í skrivi til argjafólk sigur
Postverk Føroya, at postav-
greiðslan er dýr at reka, og
hetta samsvarar ikki við
talið av kundum.
– Vit hava tríggjar aðrar
postavgreiðslur í Tórshavn-
ar kommunu, og vit meta at
geva argjafólki eina góða
tænastu við hesum av-
greiðslum, sigur Bergur í
Garði.
Í løtuni er leiðslan fyri
Postverk Føroya í gongd við
at
hyggja
at
postav-
greiðslunum kring landið;
hvussu hesar virka, og
hvussu betringar og rati-
onaliseringar kunnu fremj-
ast.
– Ein partur av virksem-
inum á Argjum er longu
fluttur á høvuðsdeildina á
Òðinshædd. Millum 1,5 og
2 ársverk hava verið knýtt
at avgreiðsluni á Argjum,
og hetta spara vit so, sigur
Bergur í Garði.
Orsakað av at Postverkið
hevur havt trupulleikar við
at manna aðrar avgreiðslur,
verða starvsfólkini á av-
greiðsluni á Argjum flutt á
aðrar avgreiðslur at ar-
beiða.
Frímerkjadeildin
verandi
Eftir í bygninginum á Argj-
um er fyri so vítt bert Frí-
merkjadeildin. Henda deild
hevur eini hálvtrýss fólk í
arbeiði, og deildin verður
verandi á Argjum. Hóast
Postverkið gott kundi hugs-
að sær at savna mest
møguligt á Óðinshædd, so
eru umstøðurnar ikki til at
flyta
Frímerkjadeildina
aðrastaðni.
Postboðini, sum bera
post út á Argjum, fara
framhaldandi eisini at hús-
ast á Argjum. Eisini boksir-
nar
verða
verandi
í
bygninginum á Argjum.
Postverk Føroya hevur
eisini umhugsað at savna
fyrisitingina á Argjum, men
hesar ætlanirnar eru sleptar,
tí alt postvirksemið verður
framhaldan á Óðinshædd,
og ynskiligt er at hava alt á
einum stað.
Í aðrari grein á síðuni ber
til at lesa meira um ætlanir-
nar við sjálvum bygning-
inum.
Gott ár
Spurdur um farna árið,
sigur postverkstjórin, at teir
skulu ikki klaga.
– Vit hava sum onnur
merkt stagneringina við
minkandi aktiviteti í sam-
felagnum,
men
okkara
rakstur hevur verið betri
enn væntað, sigur Bergur í
Garði.
Hann dugir ikki enn at
siga, hvussu tey heilt
greiðu tølini hava verið,
men hóast teir ikki kunnu
tosa um stóran vinning, so
letur hann væl at.
– Vit hava fingið nýggj
virkisøki, eitt nú við skund-
fluttningi í samstarvi við
DHL, og hetta hevur givið
okkum heilt fitt av inntøku,
sigur Bergur í Garði.
Steingja posthúsið á Argjum
Mynd(Hetta er myndin á
síðuni): Postverk Føroya letur
nú avgreiðsluna á Argjum
aftur, og bygningurin verður
spakuliga tømdur fyri
Postverkinum. Eftir er bert
Frímerkjadeildin, men
møguleiki er eisini fyri, at
hendan deildin flytur
einaferð seinni.
UTTAN ÚR HEIMI
Norsku skipasmiðjur-
nar hava munandi
færri bíleggingar enn
vanligt, og tær flestu
hava bert arbeiði ein
part av hesum árin-
um
SKIPASMÍÐ
Árni Joensen
Tað var tann tíð, tá stjór-
arnir á teimum norsku
skipasmiðjunum
máttu
hava fleiri álmanakkar fyri
at halda skil á teimum
nógvu bíleggingunum, men
soleiðis er ikki longur. Á
næstan øllum skipasmiðj-
unum nýtist stjóranum ikki
meiri enn tann eina ál-
manakkan, og tað er tann
fyri hetta árið.
Felagið hjá norsku tøkni-
fyritøkunum sigur, at í fjør
fingu skipasmiðjurnar bí-
leggingar fyri 3,6 milliardir
krónur, meðan tær hava
orku til at byggja fyri einar
10 milliardir krónur. Árið í
fjør var kortini frægari enn
2001, tá bíleggingarnar
vóru 1,6 milliard krónur,
men kortini at kalla einki
samanborið við 2000, tá
skipasmiðjurnar fingu bí-
leggingar fyri heilar 33
milliardir krónur.
Úrslitið er, at næstan
allar skipasmiðjurnar verða
lidnar við sínar bíleggingar
í hesum árinum. Bara
tríggjar hava arbeiði, sum
røkkur út um næsta árs-
skiftið. Á onkrum skipa-
smiðjum verða tey liðug
við bíleggingarnar longu í
vár, og summar hava longu
ávarað arbeiðsfólkið um, at
neyðugt verður at koyra
fólk til hús. Eitt nú hevur
tann gamla Ulstein-skipa-
smiðjan varskógvað 150 av
sínum arbeiðsfólkum um,
at tey kunnu verða upp-
søgd.
Felagið hjá tøknifyritøk-
unum sigur, at orsøkirnar
til ta vánaligu støðuna eru
fleiri. Í fyrsta lagi er áhugin
fyri oljuleiting í norskum
øki munandi minni, enn
hann hevur verið, men tann
sterka norska krónan og
tann høga rentan hava eisini
sína ávirkan, sigur felagið.
Tað ger heldur ikki støðuna
betur, at lønin hjá teimum,
sum arbeiða á skipasmiðj-
unum, er hækkað rættiliga
munandi seinastu árini, og
at tann almenni stuðulin til
skipasmíð er tikin av.
Stutt fyri jól sendu skipa-
smiðjurnar vinnumála-ráð-
num í Oslo eitt bræv um
støðuna, men enn hava tær
ikki frætt aftur haðani.
Ætlanin var at halda
eina friðarráðstevnu
um Miðeystur í Lond-
on í næstu viku, men
nú er vandi fyri, at
hon verður av ongum,
tí ísraelsmenn hava
sýtt palestinum at taka
lut á ráðstevnuni
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Tað var sunnukvøldið, at
tann sokallaða trygdar-
nevndin hjá ísraelsku stjór-
nini samtykti at banna pale-
stinum at taka lut á ráð-
stevnuni í London, sum
bretska stjórnin skipar fyri.
Avgerðin varð tikin eftir tær
báðar sjálvmorðsbumbuat-
sóknirnar í Tel Aviv sunnu-
dagin, sum kostaðu 22
mannalív og særdu meiri
enn hundrað fólk.
Bretska stjórnin er illa
við av ísraelsku avgerðini.
Talsmaðurin hjá Tony Blair,
forsætisráðharra segði í
gjár, at halda ísraelsmenn
fast um avgerðina, er tað
ein spurningur, um tað
yvirhøvur loysir seg at
halda ráðstevnuna.
Jack Straw, uttanríkisráð-
harri er sera harmur um
ísraelsku avgerðina. Hann
fordømdi mánadagin sjálv-
morðsatsóknirnar
í Tel
Aviv, men mælti samstund-
is ísraelsku stjórnini til at
umhugsa sína avgerð eina
ferð afturat.
Sambært bretskum fjøl-
miðlum tosaði Straw í
telefonini
við
ísraelska
uttanríkisráðharran, Benja-
min Netanyahu, mánadagin,
og samrøðan skal hava verið
rættiliga hvassorðað. Mill-
um annað skal Netanyahu
hava sagt, at tað ber ikki til
at tingast við leiðarar, sum
hava samband við yvirgang.
Ísraelski uttanríkisráðharrin
skal eisini hava biðið bretar
spegla sær í amerikansku
stjórnini og hennara uppfat-
an av tí, sum hendir í Mið-
eystri. Straw skal hava
svarað, at ístaðin fyri at
stríðast ímóti yvirgangi,
hevnir Ísrael seg inn á
palestinskar umboðsmenn.
Ætlanin við ráðstevnuni
er at umrøða neyðugar ný-
skipanir innan palestinsku
sjálvsstýrismyndugleikar-
nar og at tosa um eina var-
andi loysn av ófriðinum,
sum nú hevur staðið við í
27 mánaðir. Tony Blair
hevur boðið fleiri pale-
stinskum leiðarum, men
ikki Yasser Arafat, á ráð-
stevnuna. Harumframt hava
umboð fyri ST, ES, USA og
Russland fingið innbjóðing
at koma til London.
Friðarráðstevna í vanda
Norsku skipasmiðjurnar
í trupulleikum
FBI hildið fyri gjøldur
Seinastu fjúrtan dagarnar hevur amerikanska sam-
veldisløgreglan FBI leitað eftir fimm arabiskum
monnum, sum sambært myndugleikunum høvdu
sníkt seg inn um markið úr Kanada.
Nú vísir tað seg, at har vóru eingir menn at leita
eftir, tí søgan var íspunnin. Sambært sjónvarpinum
ABC var tað ein maður, sum situr í einum fongsli í
Kanada, sum hevði funnið upp á søguna.
Amerikansku myndugleikarnir kunngjørdu stutt
fyri jól, at teir leitaðu eftir teimum fimm arabisku
monnunum, og FBI bað almenningin hjálpa sær at
leita. Tíðindini høvdu eisini við sær, at trygdar-
tiltøkini vórðu herd, tí FBI stúrdi fyri, at menninir
kundu vera yvirgangsmenn.
Lærarar gevast
Lærararnir í enska fólkaskúlanum hava so nógv at
gera, at triði hvør teirra umhugsar at gevast tey
næstu fimm árini.
Meiri enn helmingurin av teimum 70.000 lærar-
unum, sum hava tikið lut í einari kanning, siga, at
arbeiðshugurin er ikki so góður nú, sum hann var, tá
teir byrjaðu sum lærarar, og triði hvør ætlar at fara
úr skúlanum. Av teimum ætla helmingurin at fara frá
við eftirløn, meðan hin helmingurin ætla at finna
sær annað arbeiði.
Ein áhugabólkur hjá ensku lærarunum, sum hevur
staðið fyri kanningini, sigur, at tann veksandi
arbeiðsbyrðan er orsøkin til, at lærararnir trívast ikki
í fólkaskúlanum. Úrslitið av kanningini er kunn-
gjørt, júst sum Charles Clarke, kenslumálaráðharri
tingast við lærarafeløgini um nýskipanir á skúla-
økinum.
Ongan vinningsskatt
Í gjárkvøldið skuldi amerikanska stjórnin leggja
fram eina ætlan, sum skal hjálpa landsins vinnulívi.
New York Times visti í gjár at siga, at stjórnin
ætlar at strika skattin, sum partaeigarar rinda av
vinningsbýtinum. Verður hetta sett í verk, fer tað at
kosta amerikanska ríkiskassanum einar 2.100 milli-
ardir krónur næstu tíggju árini. Men tað er ikki alt,
tí sambært blaðnum fer stjórnin at leggja fram onnur
uppskot, sum skulu gera, at vinnulívið fer at spara
meiri enn 2.000 milliardir krónur afturat.
Floksfelagar hjá George W. Bush, forseta siga, at
uppskotið fer at hava stóran bata við sær, og teir
vænta millum annað, at virðið á partabrøvum kann
fara at hækka heili 20 prosent. Andstøðupolitikarar
ávara hinvegin um, at ætlanin hjá stjórnini fer at elva
til uppaftur størri stættarmun í amerikanska sam-
felagnum enn nú.
Seinasta ferðin
Eftir at hava ferðast næstan 14 ár úti í rúmdini fer
fylgisveinurin Galileo at detta niður á gongu-
stjørnuna Jupiter seinni í ár.
Seinastu sjey árini hevur Galileo ferðast kring
Jupiter, men nú er útgerðin umborð so nógv slitin, at
tey flestu tólini megna bet ein part av tí, sum tey
upprunaliga megnaðu. Tess tættari fylgisveinurin
kemur Jupiter, tess sterkari verða geiðslingarnar, og
tann 21. september endar tann drúgva ferðin. Tá
verður Galileo sendur inn ímóti Jupiter, har hann so
dettur niður.
Síðani hann varð skotin út fyri skjótt 14 árum
síðani hevur Galileo tikið ein hóp av sjáldsomum og
vøkrum myndum av Jupiter, ymsum stjørnum og
Jørðini.
Síðani sjálvmorðsatsóknirnar í Tel Aviv sunnudagin hava ísraelsmenn søkt at málum í Gaza.
Hendan myndin er úr flóttafólkaleguni Rafah aftan á eitt ísraelskt álop
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
11
10