Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 4 - 8. januar 2003 Nr. 4 - 8. januar 2003 13 Nevndin í P/F Samvinnufelagið Sandavágur tann 03.01.2003 Nú kanningarstjórin sum løgtingið setti at kannað nøkur viðurskifti viðv. um- legging av lánum hjá fjar- fiskiflotanum hevur latið frágreiðing úr hendi, hevur málið um skip felagsins - Høgifossur - fingið drúgva umrøðu í fjølmiðlunum. Nakrir politikarar og onkur einkultur løgfrøðing- ur hava gjørt almennar við- merkingar - tó við Sjón- varpið Føroya sum høvuðs- drívmegi. Vit høvdu annars vóna at bæði nevnd, parta- eigarar og teir mongu manns ið hava hetta skip sum sítt arbeiðspláss, kundu fáa arbeiðsfrið, eftir at hava stríðst við lands- stýrið um hetta mál í skjótt 18 ár, men soleiðis skuldi ikki verða. Í okkara eygum hevur málið í øll hesi 18 árini mest av øllum verið ein ímynd av ringari polit- iskari samvitsku. Hóast kanningin sum so ikki hev- ur nakað beinleiðis við okkum at gera halda vit tí, at tað er uppá sítt pláss, at eisini vit umsíðir loysa frá posabandinum, og at málið eisini verður lýst frá okkara síðu, soleiðis at almenning- urin í øllum førum hevur meira at fyrihalda seg til enn tann einsíðuga tíðinda flutningin hjá SVF. Kanningin, sum er ein løgfrøðilig kanning burtur- av, snýr seg einans um almennu fyrisitingina, og tí fer reiðaríi ikki at gera stórvegis viðmerkingar til sjálva frágreiðingina hjá kanningarstjóranum. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki eisini hava gjørt okkum okkara tankar um frágreið- ingina, men teir tankarnir eru og fara at verða okkara. Landsstýrið hevur kostað "Høgafossi" kr. 60 mill. Reiðaríi ynskir hinvegin at greiða frá søguni aftanfyri hetta mál, sum hevur sín uppruna í 1983. Málið byrjaði nevnliga við, at landsstýrið blandaði seg uppí byggingina av skipin- um í 1983-84 - ein uppí- blanding sum oyðilegði nógv viðv. rækjufabrikkini og arbeiðsdekkinum um- borð, og sum dýrkaði skip- ið uml. 20 mill í byggi- kostnaði, og sum harum- framt hevur kostað reiðarí- num uml. 40 mill. í eyka rakstarútreiðlsum hesi 18 árini. T.v.s. at uppíblanding landsstýrisins higartil hev- ur kostað reiðarínum til- samans uml. kr. 60 mill. Hesi tøl eiga at takast við fyri at geva eina rættvísandi mynd av, hvørt tað er Høgifossur sum hevur kost- að landsstýrinum pening, ella um landsstýrið hevur kostað skipinum pening. Í okkara eygum er ongin ivi. Reiðaríi hjá "Høgafossi" telist millum elstu reiðaríir í landinum, og rundar 60 ár í 2006, um felagnum verð- ur lív lagað. Reiðaríi hevur skjótt 30 ár á bakið í rækjuvinnuni. Reiðaríi var hampuliga væl fyri, tá tað í 1983 fór undir at byggja nýtt skip, og var eitt av reiðaríunum frá tí tíðini sum hevði veruligan pening sum eginpening. Men av- leiðingarnar av uppíbland- ing landsstýrisins í 1983 hava verið so tungar, at tær nærum gjørdu enda á hes- um felag tá harðast leikaði á. Allarhelst hevði skipið verið skuldarfrítt og møguliga hevði reiðaríi havt megnað at byggja nýtt skip, um vit ikki høvdu havt mist so nógv av landsstýrisins ávum, sum talan er um. Nógvir politikarar vistu um málið Reiðaríi hevur gjøgnum árini verið á óteljandi fund- um við landsstýrismenn og embætisfólk fyri at fáa teir at viðgerða trupuleikarnar og at virka fyri eini sømi- ligari og rættvísari loysn á tí álvarssomu støðu sum uppíblanding landsstýrisins setti reiðaríi í, og sum hevur fylgt okkum sum ein marra líka síðani skipið bleiv yvirtikið í 1984. Vit kundu skrivað ein langan lista av nøvnum á bæði fyrrverandi og núverandi »Høgifossur« og ringa politiska samvitskan Stólurin undir landsstýrismanninum Jørgen Niclasen verður alsamt heitari. Samstundis royna landsstýris- maðurin sjálvur og løgmaður at finna sniðgøtur fyri at draga eina møguliga avgerð um framtíðina hjá landsstýrismanninum út um alt sømuligt mark. Millum annað seta Jørgen Niclasen, Anfinn Kalls- berg og formaðurin Fólkafloksins á tingi, Óli Breck- mann, spurnartekin við partar í kanningini, sum ein kanningarstjóri, Turið Debes Hentze, hevur gjørt eftir áheitan frá landsstýrismálanevndini. Sjálvandi ber altíð til at seta spurnartekin við eina kanning, ella niðurstøður í eini kanning, men verður sett spurnartekin við úrskurðin í einum dómi? Van- liga ikki. Men nú skal bæði fyrisitingin hjá løgmanni og landsstýrismanni kanna kanningina ella grundar- lagið undir henni. Skulu so aftur aðrir løgfrøðingar kanna niðurstøðurnar hjá teimum báðum fyrisiting- unum? Við orðunum oman fyri er ikki sagt, at niðurstøðan hjá einum kanningarstjóra er ein dómsúrskurður, men soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt stýris- skipanina, liggur í andanum, at verður kanningar- stjóri settur, sum so ger eina kanning, má niður- støðan, um hon vísir á skeivleikar, fáa avleiðingar. So kann altíð diskuterast, hvussu kanningin er bygd upp og ikki. Soleiðis sum úrslitið frá kanningini er borið fram í fjølmiðlum er einki at ivast í, at tað er ikki farið rætt fram, tá tveir rækjutrolarar, eftir serligari lóg, um- løgdu lán. Kanningarstjórin kemur til ta niðurstøðu, at landsstýrið fór út um heimildinar í lógini. Fyrisitingin tryggjaði sær ikki, sambært kanningini, at umlagda skuldin fekk ta veðrættarstøðu, sum lógin krevur. Landsstýrið hevur ikki heimild at víkja í veðrættarstøðu síni og fiskimálaráðharrin kom al- mennum peningi í váða. Sjálvandi stendur tað upp til landsstýrið, um støðan er so tyngjandi, at framferðin skal fáa avleiðingar. Letur landsstýrið málið fara aftur við borðinum, kann andstøðan reisa misálitisváttan. Og hon hevur boðað frá, at loysir løgmaður ikki landsstýrismannin úr starvi, reisir andstøðan misálitsváttan á løgmann. Spurningurin er so, um meiriluti er fyri misálitis- váttan á tingi. Tjóðveldisflokkurin er krummtøpp- urin. Og serliga Torbjørn Jacobsen, sum setti fram spurningarnar, sum landsstýrisnevndin helt vera so álvarsamar, at hon tók málið upp. Leggur landsstýrið og meirilutin í Løgtinginum sekt- in á kanningarúrslitið, hevur Løgtingið undirgrivið møguleikan at seta kanningarstjórar, so spurningurin er, um skipaninan ikki eigur at verða endurskoðað. DAGSINS MEINING Sosialurin Jørgen Niclasen málið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Framhald á síðu 13 politikarum, herundir løg- monnum, landsstýrismonn- um, løgtingsformonnum, løgtingslimum, floksfor- monnum, framsøgumonn- um í vinnumálum o.s.fr., sum gjøgnum árini eru blivnir kunnaðir um sam- anhangin í málinum, men sum ikki høvdu vilja ella dirvið at gera nakað. Málið er eisini umrøtt í øðrum kanningum av politikki og umsiting í 80´árunum, men ábreiðslurnar í teimum kanningunum fevndu kanska um ov nógvar polit- ikarar, so vit undraðust ikki tá tásitandi løgtingsformað- urin, Finnbogi Ísaksson helt, at tí frágreiðingina skuldi ikki gerast meira við. Tað gevur ivaleyst ikki so nógvar atkvøður at krevja rættvísi fyri eitt einkult knokkroytt reiðarí, enn at billa fólki inn, at ein- ans landskassin, og harvið fólkið, er blivið snýtt. Málið byrjaði í 1983. Málið um "Høgafoss" byrj- aði ikki tá Fiskimálaráðið umlegði lán í 2000. Málið byrjaði sum sagt heilt afturi í 1983, tá P/F Samvinnu- felagið avgjørdi at gera byggisáttmála við norska skipasmiðju um ein nýggj- an og størri rækjutrolara enn tann reiðaríi hevði frammanundan. Talan var um ein 58 m langan og 13 m breiðan rækjutrolara. Men landsstýrið, sum tá virkaði sum eitt kollegialt landsstýrið, hevði størri trúgv uppá svartkjaftavinnu enn rækjuvinnu, og teir settu tí sum treyt at nýggja skipið eisini bleiv bygt til svartkjaftaveiðu - t.v.s. eitt kombinerað svartkjafta- og rækjuskip. Í sjálvum sær var hetta ein óroynd kom- binatión, og framleiðsluút- gerðin til rækju- og svart- kjaftavinnu var fullkomi- liga ymisk. Landsstýrið stóð tó fast uppá sítt, og endin av øllum hesum var, at skipið mátti leingjast til 66 m, breiðkast til 14,5 m, fáa størri motor, neta- trumlu, 52 koyggjupláss o.s.fr., og dýrkaði hetta skipið uml. kr. 20 mill. at byggja. Seinni vísti tað seg eisini, at árligi meirkostn- aðurin hjá reiðarínum at reka skipið, samanborið við onnur størri rækjuskip, lá millum kr. 2 og 3 mill. árliga, og er hetta yvir tey farnu 18 árini blivið til uml. kr. 40 mill. Rækjufabrikkin bleiv amputerað. Tað sum verri var, var tó at fabrikksdekkið bleiv býtt upp í tvey, har útgerðin til rækjuframleiðslu var kroyst saman í øðrum borðinum, og pláss varð gjørt til svart- kjaftalinjur í hinum borð- inum. Reiðaríi hevði tó ikki fíggjarliga orku at uppseta svartkjaftalinjurnar beinan- vegin, og fekk heldur ikki nakra uppbakking frá landsstýrinum tá byggingin var komin hartil. Talan var eisini um rættuliga óroynda veiðu, og lítil vitan var um hvussu slík útgerð virkaði. Broyttur politikkur frá 1984. Tað sum síðani hendi í 1984 var, at nýggj lands- stýrissamgonga varð skip- að. Og við fleiri stórum skipapakkum kom rættulig ferð tá á skipabygging bæði til svartkjaft og til rækju- veiðu. Viðv. rækjuskipum hevði pípan fingið annað ljóð, og henda landsstýris- samgonga trúði uppá rækjuvinnuna, og setti ikki teimum sum kontraktaðu skip bert eitt ár eftir "Høga- foss" treytir sum dýrkaðu skipini. Viðv. svartkjafta- skipunum gekk tó ikki long tíð til tann flotin kollapsaði, og hetta gjørdi sostatt, at allar ætlanir um at seta upp svartkjaftalinjur umborð á "Høgafossi" máttu sleppast fyribils. Skipið kom sostatt at sigla við eini amputerað- ari rækjufabrikk líka til 2000, tá hon var so niður- slitin at hon mátti skiftast, um skipið skuldi halda áfram at sigla. Sleptir uppá fjall. Skipið hevði sostatt fingið eina munandi eykabyrðu at bera í mun til onnur rækju- skip sum komu um tað tíðina, og líka frá fyrsta degi merkti hetta raksturin nógv. Men frá politiskari síðu var onki gjørt fyri at minkað um avleiðingarnar, og reiðaríi var rætt og slætt slept uppá fjall. Tað at skipið kortini kláraði at hóra undan hesi árini komst ikki av nakrari almennari vælvild, men einans tí tað eydnaðist reiðarínum sjálv- um at útvega skipinum veiðumøguleikar í kanad- iskum sjógvi í nøkur ár. Landsstýrið helt hinvegin áfram við áganginum móti reiðarínum, og royndi longu eftir fáum árum at koyra skipið á tvang. Ljósnaði í 1994, og tó... Ikki fyrrenn landsstýris- samgongan við Sambands- flokkinum, Fólkaflokkin- um, Sjálvsstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini, sum sat frá 1994-98, setti sær fyri at fáa eina loysn á málum sum tí hjá "Høga- fossi" hendi nakað. Vit fegnaðust tí, tá táverandi fiskimálaráðharrin, John Petersen, legði uppskot fyri løgtingið um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotan- um. Men longu undir við- gerðini í Vinnunevndini bleiv málið eftir okkara tykkið grugga av nøkrum politikarum, harav serliga tí eina nýggja politikaranum í meirilutasamgonguni - Bjørn á Heygum - sum setti fram krøv um broytingar og strangar treytir, sum í veruleikanum bert høvdu til endamáls at stavnsbinda reiðaríini nógv ár fram í tíðina. Men maðurin er jú løgfrøðingur av útbúgving, so vit kundu tó ikki gera annað enn væntað, at enda- liga úrslitið um ikki annað var løgfrøðiliga lýtaleyst. Tíðliga í 1997 var lógin umsíðir samtykt, og seinni um árið eisini kunngerðin um málsviðgerðina, og tíð- liga í 1998 fekk landsstýrið bæði umsøkn okkara og frá øðrum reiðaríum. Avgreiðslutíðin vardi 3 ár. Í 1998 var so aftur val, og nýggj landsstýrissamgonga varð skipað við Fólkaflokk- inum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum. Men meðan málini hjá øðrum skipum vóru av- greidd lutfalsliga skjótt, so gingu tó nærum 3 ár áðrenn ein endalig loysn fyrilá hjá okkum, og tað er onki yvir at dylja, at tað var ein loysn sum vit vóru og framvegis eru stak misnøgdir við. Lánsumlegging gjørdist til skuldarhækking. Tá avtornaði var úrslitið av øllum hesum málinum, sum upprunaliga varð ætla at lættað um byrðarnar hjá skipinum, at skipið hevði fingið eina størri skuld at forrentað enn skipið hevði megnað áðrenn lánsum- leggingina. Ráðgevar Fiski- málaráðsins kravdu nevn- liga, at felagið rindaði kr. 9,2 mill. til landskassan, hóast at likviditetsútrokn- ingar og rakstrarútrokning- ar gjørdar av fakligu ráð- gevum reiðaríðsins vístu, at grundarlag var ikki fyri hesum, og hóast nógvar ávaringar frá reiðarínum um, at tað als ikki var tikin hædd fyri neyðugum fyri- treytum sum settar vóru upp - herundir hækkandi oljuprísum og lækkandi rækjuprísum. Og ikki nóg mikið við tað. Landsstýrið vildi ikki á nakran hátt tengja eina loysn at eini ella aðrari kompensatión fyri stóru meirútreiðslurnar til bygging og rakstur, sum krøv landsstýrisins frá 1983 høvdu givið felag- num. Friður fekst kortini ikki. Reiðaríi var sostatt enn einaferð knokkroytt av landsstýrinum, og sat eftir við eini hækkaðari skuld. Vit høvdu tó vænta, at nú landsstýrið hevði tvungið okkum at hækkað skuldina við kr. 9,2 mill. omaná alt annað, so fóru vit um ikki annað umsíðir at fáa frið um hetta mál, men so skuldi ikki verða. Teir vóru ikki so fáir, bæði núverandi og fyrrverandi politikarar og embætismenn, sum ó- smædnir útpeikaðu reiðaríi á "Høgafossi" og hjá hinum skipum sum samfelags- byrður í tíðini aftaná láni- umleggingina, uttan at hava sett seg inn í søguna aftan fyri m.a. hetta mál. Ein av hesum var ein mælskur skipari av Glyvrum, sum fyri okkum gjørdist dømi uppá ein politikara afturat í røðini av politikarum sum fegnir vildu útpeikað syndabukkar, men hann gjørdist tó langt frá einsa- mallur. Og so bleiv skip okkara enn einaferð brúkt í politisku runublakingini, tá málið fór ígjøgnum polit- isku mylluna í løgtinginum, landsstýrismálanevndini og til síðst til ein kanningar- stjóra. Viðmerkjast kann, at hetta var áðrenn hesin sami politikarin sjálvur keypti eitt av hesum trimum rækjuskipunum frá hart kroystu eigarunum, eftir at tað hevði fingið tí størstu lánsumleggingina av øllum - nevnliga kr. 41,4 mill. Endamálið við lógini er rokkið. Tað er ikki okkara uppgáva at meta um arbeiði hjá kanningarstjóranum, líka so lítið sum tað er at meta um hvørt sitandi fiskimála- ráðharri og umsiting hans- ara hava gjørt nakað skeivt ella ikki. Vit vilja tó vísa á, at neyðugt er sjálvandi hjá bæði kanningarstjóranum og núverandi politikarum, at hava í huga tær fyritreytir sum vóru galdandi tá lógin var gjørd - nevnliga at minst 3 stór, nýmótans rækjuskip vóru um at fara úr flotanum orsakað av viðurskiftum millum reiðaríini og tað almenna. Hetta vildi tásitandi lands- stýrissamgonga fyribyrgja, og vit kunnu í dag stað- festa, at tað sum var høvuð- málið við lógini - nevnliga at varðveita skipini í Føroy- um - er rokkið í øllum før- um enn, og tað er so altíð nakað. Landsstýri hevur bert víkt fyri peningi til sín sjálvs. Eitt sum undrar okkum við niðurstøðu kanningarstjór- ans er, at hon uttan víðari staðfestir, at víkingin sum hon metir ólógliga, er fyri ábøtur, umvælingar og ný- íløgur í skipið, tí sambært umsøkn reiðaríðsins er hetta ikki so. Økti lánitørv- urin stavar hinvegin frá, at reiðaríi var kravt at rindað kr. 9,2 mill. til landsstýrið. Veruleikin, sum vit síggja hann, er tí, at tað sum landsstýrið hevur víkt fyri av lánum, var fyri peningi til sín sjálvs - kr. 9,2 mill - sum reiðaríi mátti læna at rinda til landskassan. Átti reiðaríi so nógvan pening sjálvt, ja, so var neyvan nøkur orsøk at søkja um lánsumlegging. Tað stóð tí øllum greitt - eisini lands- stýrinum - at skuldu kr. 9,2 mill. rindast kontant til landskassan, so mátti reiða- ríi læna peningin, og so mátti rúm gerast fyri tí í veðrættarstøðuni, tí ongin peningastovnur við sínum fullu fimm fór at læna pening út at rindað einum frammanfyristandandi veðhavara, uttan samstund- is at fáa veðrættartrygd frammanfyri hendan fyri hesi upphædd. Tað hevur onki við jura at gera, men er einfaldur logikkur, men sambært kanningarstjóran- um er tað tó meira ólógligt hjá landsstýrinum at víkja fyri láni á 9,2 mill. at rinda til sín sjálvs, enn tað er at umleggja kr. 41,4 mill. í øðrum skipið. Og av teim kannaðu skipunum er "Høgifossur" tann einasti sum kravdur er at gjalda eina so munandi upphædd sum kr. 9,2 mill. til lands- kassan. Tí skilja vit heldur ikki at kanningarstjórin kemur til tí niðurstøðu, at øll mál hava fingið eins viðgerð. Lógin ikki nóg greið ? Sum nevnt frammanfyri, so høvdu vit væntað, at lógin um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum var lýtaleys, tá Føroya mest fjølmiðlaorienteraði løg- frøðingur sjálvur sat í Vinnunevndini og gjørdi broytingar, tá lógin var viðgjørd har í 1996. Men sambært niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum er hetta neyvan so. Tað kann tí tykjast heldur ósmæði, nú hesin sami løgfrøðingur var tann fyrsti at reiggja svørð- inum móti sitandi fiski- málaráðharra og umsiting hansara. Dugnaliga og trúðfasta manning. Hóast at reiðaríi hevur havt nógv mótrák frá almennari síðu øll tey 18 árini síðani skipið kom, so hava vit verið hepnir at havt dugna- ligar og trúðfastar mann- ingar, sum hava stríðst sum úlvur á skóg fyri at fáa tað at bera til. Nevnd felagsins kann tí vissa bæði løgting, landsstýrið og øll tey sum so ella so varða av hesum skipið, at saman við tí sera dugnaligu manningini hava vit mót uppá at halda áfram við stríðnum fyri at tryggja, at vit liva upp til tær skyld- ur vit hava átikið okkum, hóast stak høgar oljuprísir og lágar rækjuprísir - fyri- treytir, sum ráðgevar fiski- málaráðharrans als ikki vildu takað við í metingar- nar, tá málið um skuldar- umleggingina hjá Høga- fossi var til viðgerðar hjá teimum. Um tað fer at bera til vil bert tíðin vísa, men vit vilja í øllum førum frá- biðja okkum meira polit- iska mótstøðu. Politiskar avleiðingar ?. Sum nevnt frammanfyri vóru og eru vit stak mis- nøgdir við tað sum spurdist burturúr tá lánið hjá "Høga- fossi" skuldi umleggjast, og vit hava í øllum førum ongantíð følt tað sum at Fiskimálaráðið hevur verið lagaligt í samband við viðgerðina av umsøkn okkara um lánsumlegging - tvørturímóti. Vit halda okkum tí kunnu staðfesta, at um so er at hetta mál fær politiskar avleiðingar fyri sitandi fiskimálaráðharra, Jørgen Niclasen, so er orsøkin eftir okkara fatan meir enn nak- að annað tann, at tað er follið honum í lut at verða tann fyrsti politikarin ið kemur at rinda ein politisk- an prís fyri tann gamla "brølaran" sum landsstýrið frá 1983 gjørdi. Men í so fall eigur hann ikki at gerast tann einasti. Hvørki reiðaríi ella teir politikarar sum hóast alt hava roynt at gjørt nakað munagott fyri at røkka eini sømiligari loysn hava tó orsøk at skammast um sín leiklut - tað eiga heldur teir nógvu politikarar og embætis- menn sum gjøgnum árini hava kent til málið, men sum valdu at venda deyva oyra til. Hvør so heldur seg verða nóg góðan at kastað fyrsta steinin vil tíðin kanska vísa. Um nakar uggi er í hesum fyri sitandi fiski- málaráðharran skal tó verða ósagt. Tað skal verða okkara vón, at politikarar takað søguligu fyritreytirnar og heildina í hesum málið og øðrum tilsvarandi málum til eftirtektar, í staðin fyri bert at hyggja at tí lítla partinum sum er viðgjørdur av einum kanningarstjóra. Vilja politikarar ikki sjálvir føra politikk, men latað alt avgerast við kanningarmál- um, og síðani at latað ein- stakar fjølmiðlar seta polit- isku dagsskránna, so er ikki tørvur á politikarum. Po- litikarar eiga ikki at verða bangir fyri, at gera órætt- vísi um til rættvísi - eisini fyri reiðaríir sum okkara. Eftir 18 ár, eru vit í øll- um førum blivnir troyttir av at verða brúktir sum polit- isk kastibløka. VIÐMERKINGAR Framhald av síðu 12 C M Y K 13 12