Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 8. januar 2003 15 14 Nr. 4 - 8. januar 2003 Í heyst vóru børn úr Hvítarusslandi fyri aðru ferð á vitjan í Føroyum. Tey ferð- aðust kring landið, sungu og sýndu fram dansispøl DANSUR Orð: Solby A. Eliasen Myndir: Fuglafjarðar skúli Børnini ferðaðust kring landið og høvdu framførsl- ur fyri millum øðrum før- oyskum skúlabørnum í skúlatíðini. Ein dagin vóru tey í Fuglafirði, og tað er har myndirnar eru tiknar. Erling Jørgensen, for- maður í Dansifrøði, sigur, at tað var einastandandi hugtakandi at síggja, hvussu væl tey dugdu at dansa. Og børnini í Fugla- fjarðar skúla vóru eisini púra hugtikin hendan dag- in. Dansirnir, sum tey fram- førdu vóru fyri tað mesta úr russiskum ævintýrum. Er- ling sigur, at hann helt seg kenna okkurt av ævintýrun- um aftur. Eisini var eitt gentukór, sum sang nakrar russiskar sangir. Erling greiðir frá, at børn frá sama skúla í Hvítaruss- landi vóru í Føroyum fyri tveimum árum síðani, og umleið helmingurin av teimum, sum vóru her í heyst, vóru tey somu. Og tey búðu privat ymsa staðni runt í Havnini. Tað hevur havt við sær, at vinarbond eru knýtt. Fleiri hava fingið jólakort úr Hvítarusslandi, og Erling hevur fingið eitt bræv frá leiðaranum hjá teimum. Henda vitjanin kom í lag, tá ein fuglfirðingur setti seg í samband við Erling Jørg- ensen og segði honum, at hann hevði sæð hesi børn- ini framføra í Danmark. Hann helt tað vera so av- bera flott, at tað hevði verið synd at snýtt føroyingar fyri eina tílíka uppliving. Erling fekk so eina sjónbanda- upptøku sendandi, og hann var ovfarin av at síggja, hvussu flott framførslan var. Og hann helt eisini, at hetta máttu føroyingar fáa høvi til at síggja. Russisku børnini vóru sum sagt nógva staðni kring landið, og Erling fegnast um, at tað hesuferð Børn úr Hvítarusslandi hugtóku Børnini spældu upp á ymisk ljóðføri. Millum annað var eitt serrussiskt slagljóðføri, sum tey kallaðu chimpala Fleiri av dansuspølunum vóru úr kendum russiskum ævintýrum eydnaðist at fara til Suð- uroyar eisini. Ætlanin var, at tey skuldu hava fram- førslu fyri børnunum á Sandoyar Meginskúla, men tann dagin, tey vóru har, var grind og tí vóru børnini ikki í skúla. So í staðin fyri at dansa, fingu russisku børnini eitt sindur av før- oyskari mentan henda dag- in. Børnini steðgaðu í Før- oyum í einar tíggju dagar, áðrenn leiðin gekk heim- aftur til Hvítarussland. Um tey verða aftur at síggja í Føroyum, veit Erling Jørg- ensen ikki at siga, men hann sigur, at tað hevði í øllum førum verið ynski- ligt. Tey høvdu eisini eitt gentukór, sum hugtók allar áhoyrarnar við teirra vøkru framførslu At enda framførdu øll børnini saman. Fagnaðurin , tá fram- førslan var liðug, var stórur C M Y K 14