Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fundur var síðsta mánadag millum FCK og Toda Jónsson um nýggjan sáttmála millum partarnar, men enn er einki endaligt komið uppá pláss. Nýggjur fundur er ásettur komandi mánadag, tá endalig avgerð væntandi fellur viðvíkjandi framtíðini hjá Toda FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Komandi mánadag verður endiliga greitt, um Todi Jónsson fer at halda fram í FCK, ella um hann fer at finna sær eitt annað felag. Fundur var millum ítrótt- arstjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm, og Toda Jónsson mánadagin. Tá varð avtalað, at partarnir skulu møtast aftur komandi mánadag, og tá fellur vænt- andi ein endalig avgerð viðvíkjandi fótbóltsfram- tíðini hjá fremsta føroyska leikaranum. – Eg havi fingið tað síðsta útspælið uppá ein sáttmála frá FCK, og tað fari eg at meta um komandi dagarnar, sigur Todi Jóns- son við danskar fjølmiðlar á internetinum. Sáttmálaskeiðið hjá Toda Jónssyni við FCK rennur nevniliga út í summar, og leikarin kundi longu frá 1. januar fara undir samráð- ingar við onnur feløg uttan loyvi frá leiðsluni í FCK. Ganga ikki krøvunum á møti Tað er eingin loyna, at onnur feløg hava áhuga fyri at fáa Toda Jónsson í teirra hóp, og eitt nú Poul Han- sen, venjari í AGF, hevur alment givið sítt ynski til kennar um at fáa einasta føroyingin í Superliguni til felagið. Tann størsti knúturin í samráðingunum hevur tó verið tann fíggjarligi part- urin, har FCK ikki hevur viljað gingið krøvunum hjá Toda á møti. Síðsti fund- urin var tann 12. desember, tá FCK ikki vildi hoyra talan um tey fíggjarligu krøvini. Todi hevur eisini gjørt greitt, at hann ikki hevur verið nøgdur við sín leiklut í FCK í fyrru hálvu av kappingarárinum. Tá hevur hann ofta sitið á beinkin- um, meðan Peter Møller, Sibusiso Zuma og Jörgen Pettersen hava verið valdir framum hann. Tað er helst eisini ein av orsøkunum til, at Todi hevur verið heldur trekur at skriva undir nýggjan sátt- mála. Partarnir hava havt fleiri fundir í heyst og uppundir jól, men enn er einki ítøkiligt komið burt- urúr. Um Todi Jónsson ikki velur at skriva undir við FCK og fer at leita eftir nýggjum felag, skal hann ikki vænta at fáa tað stóra av spælitíð í seinnu hálvu av kappingini. Venjarin í FCK Hans Backe hevur nevniliga gjørt greitt, at hetta fer at fáa avleiðingar, og at aðrir leikarar, sum hava longri tíðarskeið eftir av sáttmálanum, verða tiknir framum, tá liðið skal setast. Tað hevur annars gingið avbera væl hjá føroyingin- um í FCK seinastu tíðina. Hann hevur skotið fimm mál í landskappingini um- framt nøkur mál í steypa- kappingini og í UEFA Cup, har teir tó máttu lúta fyri svenska felagnum Djur- gården. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa viðmerk- ingar frá høvuðspersónin- um sjálvum til dagsins blað. Nr. 4 • mikudagur • 8. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Framtíðin hjá Toda: Avgerð fellur mánadagin Enn er ógreitt hvar Todi Jónsson fer at spæla fótbólt komandi kappingarár. Sáttmálin rennur út í summar, og enn er eingin nýggjur sáttmáli undirskrivaður. Mánadagin fæst væntandi greiða á spurninginum, tá nýggjur fundur verður ímillum partarnar Mynd: Álvur Haraldsen Tað er Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FCK, sum vegna felagið førir samráðingarnar við Toda Jónsson. Higartil hevur felagið ikki viljað gingið teimum fíggjarligu krøvunum hjá føroyska leikaranum á møti Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16 Nr. 4 - 8. januar 2003 17 – Broytingarnar koma at merkja eina meirútreiðslu hjá einum nótaskipi sum Tróndi í Gøtu uppá einar 250.000 krónur um árið, sigur Jákup Sólstein SEMJA Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Reið- arafelag, Jákup Sólstein, sigur, at felagið í fyrstu syfti avvísti øllum krøvum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag um at hækka yvirmannapartarnar, men tá ið FSN at enda hongdi seg í partin hjá 2. stýrimanni umborð á nóta- skipunum - og slepti øðrum krøvum um hækkingar annars, gav felagið eftir og vildi undirskriva ein nýggj- an sáttmála. Sáttmálarnir eins – Vit dugdu ikki at síggja, at vit komu nógv longur, sigur Jákup og vísir á, at hækkingin hjá 2. stýri- manni við teimum smærru nótabátunum hevur ikki so stóran prinsipiellan týdn- ing, tí hesi skip gerast færri og færri í tali. Jákup Sólstein sigur, at Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag sum heild vildi hava yvirmannapartarnar hækkaðar, men hesum av- vísti reiðarafelagið. – Vit høvdu sersáttmálar um nótaskip, sum vóru uppsagdir, og hesir skuldu eisini fáast uppá pláss. Nú eru sáttmálarnir hjá yvir- monnum við teimum stóru nótaskipunum eins, og tað kann gerast ein fyrimunur, tá ið sáttmálasamráðingar verða aftur. Hann vísir á, at broyting- arnar koma at merkja eina meirútreiðslu hjá einum nótaskipi sum Tróndi í Gøtu uppá einar 250.000 krónur um árið. Ein onnur broyting, sum feløgini samdust um, var eitt ískoyti til sáttmálan hjá frystitrolarum, sum heil- frysta umborð. Her er kom- ið at standa aftrat, at sátt- málin eisini fevnir um skip sum kryvja, avhøvda ella skráskera fiskin umborð. Talan er her um skip, sum fiska í Irmingarhavinum og skip sum heilfrysta fiskin. Lítil lækking Jákup Sólstein vísir á, at nýggi sáttmálin eisini ber í sær, at partarnir hjá skipara og stýrimanni umborð á stállínuskipum lækka eitt lítið sindur. – Annars eru eingir partar og eingi prosent broytt nakrastaðni í sáttmálanum, leggur hann dent á. Nýggi sáttmálin áleggur eisini reiðarunum at rinda fyri kravd skeið hjá skipar- um og navigatørum, men einastu skeiðini, sum eru nevnd í hesum sambandi, eru trygdarskeið og brand- skeið. – Men her skulu vit so rinda fyri kravd skeið. Jákup Sólstein vísir á, at hesi viðurskifti hevur reið- arafelagið havt í sáttmál- anum við maskinmeistarar- nar seinastu fýra árini. Dýrari hjá nótaskipunum Broytingarnar koma at merkja eina meirútreiðslu hjá nótaskipunum. - Fá prosentir vórðu flutt undir samráðingunum, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein 17