mikudagur 8. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 4 - 8. januar 2003
Nr. 4 - 8. januar 2003
19
Tríggjar gentur eru
eftir 5 mánaðir á Linie-
skolen í Hadsten aftur í
Føroyum. »Tíðin á
skúlanum hevur givið
okkum nógvar
upplivingar, sum hava
gjørt okkum meira
sjálvbjargnar og
klókari uppá onnur og
okkum sjálva«
SKÚLI
Birgir W. Høgnesen
Hetta sigur 17 ára gamla
Miðvágsgentan Guðrið Jo-
hansen, sum saman við
tveimun øðrum føroyskum
gentum, Duritu Høgnesen,
17 ár, úr Vestmanna og
Herfríð Niclasen, 17 ár,
Miðvági hevur gingið á
Linieskolen í Hadsten í
Jyllandi.Skúlin
er
ein
húsarhaldsskúli við plássi
til 60 næmingar.
Næmingarnir búgva á
skúlanum og seta sjálvir
skemaið saman. Føroysku
genturnar hava m.a havt
psygologi, fríluftslív, seym-
ing, matgerð, barnalæru og
tónleik.
Áðrenn tær fóru heim,
settu vit teimum stevnu á
kamarinum hjá Duritu. Tá
vit koma, eru tær allar
komnar, og skúlastjórin er
eisini komin eftir áheitan
okkara.
– Tað hevur verið ógvu-
liga læruríkt at hava havt
onnur fak enn tey, vit
høvdu í fólkaskúlanum,
sigur Durita.
– Serliga tá ein sjálvur
hevur valt tey, so er áhugin
serliga stórur.
Eru meira
sjálvbjargnar
Guðrið, Durita og Herfríð
eru ikki bara vorðnar fak-
liga betri hesa tíðina.
Tær halda sjálvar, at tær
eru vorðnar meira sjálv-
bjargnar við at hava verið
heimanífrá í longri tíð.
– Tá ein er í Danmark,
kann ein ikki bara rópa á
babba ella mammu, tá
trupulleikar stinga seg upp.
Vit eru noyddar at klára
okkum sjálvar, sigur Du-
rita, sum, hóast langt vekk,
hevur havt gott samband
við familjuna heima við at
brúka fríu teldurnar á skúl-
anum til at senda mail við.
Treyðugt so er telefonin
eins og sms eisini brúkt.
Inn ímillum hava tær
tríggjar genturnar staðið
fyri stórum avbjóðingum,
so viðhvørt hevur tað verið
stórur saknur í familjuni,
men læruríkt hevur tað
verið. »Tað gongur ikki
long tíð innan ein finnur út
av, at ein saktans kann klára
seg sjálvan, og torir at
royna nakað, ein helt seg
vera ósikran í«, sigur
Guðrið, og tekur sum eitt
dømi, at tær ikki fyrr høvdu
ferðast við toki, og hildu
tað fara at verða torført,
men hetta er nú ógvuliga
nemt, tá ein hevur roynt tað
nakrar ferðir.
Eftir ynski frá gentunum
sjálvum, hava tær ikki búð
saman á skúlanum, og hava
tí haft danskar gentur til bú-
felaga.
At vera saman við øðrum
24 tímar um døgnið hevur
ikki bara gjørt tær klókari
uppá seg sjálvar, men eisini
uppá onnur.
»Tað kunnu vit brúka til
so nógv í framtíðini«, sigur
Guðrið eitt sindur erpin.
»Tá ein velur nýtt fak,
roynir
ein
eisini
eina
nýggja síðu av sær sjálvari,
og finnur út av, um tað er
nakað, ein kann brúka fram
eftir skoytir«, Guðrið uppí.
Danir tosa nógv
Danir eru ógvuliga líkir
føroyingum, men har eru tó
munir.
»Teir
tosa
opið
um
trupulleikar í familjuni, um
forelskilsi og sexlív«, siga
tær samdar. Hesar vanar
taka føroysku genturnar
helst ikki við sær heim,
siga tær allar við ein munn.
Harafturímóti er ferða-
skjáttan fylt við góðum
upplivingum,
sum
tær
goyma fyri lívstíð.
Í millum upplivingarnar
eru vikuskiftini, har tær
vóru til konsert hjá heims-
kenda bólkinum Smokie,
staðið á skoytum í eini
skoytihøll, og ikki minst
skotið við lasarapistól, og
nógvar biograftúrar, har
skúlin hevur goldið.
Men, tað allar besta er
hent á skúlanum
»Vit hava fingið nógvar
nýggjar vinir, sum vit vóna
at hava samband við í fram-
tíðini«, sigur Herfríð.
Guðrið skoytir flennandi
uppí
»Og alt tað, vit hava lært,
hava vit við okkum restina
av lívinum. Vit eru vorðnar
eitt sindur meira sjálvbjarg-
nar, og tað kunnu vit brúka
alla tíðina«, eru tær samdar
um.
Føroyingar vælkomnir
Finn Wehner, skúlastjóri á
Linieskúlanum, sum hevur
lurtað eftir, meðan tær hava
sagt frá, er meira enn væl-
nøgdur við at hava føroy-
ingar á skúlanum og vil
hann fegin, at fleiri leggja
leiðina til Hadsten.
Finn Wehner skoytir uppí
at føroyingar fella fínt inn í
mátan, Linieskúlin skipar
seg uppá. Bæði danskir og
føroyskir næmingar fáa
gleði av at vera so tætt at
hvørjum øðrum.
»Tað skapar gróðrarbotn
fyri nógvum spurningum,
so sum »Hví gera tit so?« Í
gjøgnum svørini fáa næm-
ingarnir
eina
skilligari
mynd av bakgrundini hjá
hvørjum øðrum.«
Hann vil fegin vera við at
styrkja tann nordiska fe-
lagsskapin. Danmark og
Føroyar hava jú eitt søgu-
ligt tilknýti, sum er rætt at
menna og halda fast við,
meinar hann.
Finn Wehner heldur fram
og sigur at, vit tosa sama
mál og eru ein partur av
søguni hjá hvørjum øðrum.
Í hesum døgum tá fleiri
tunlar eru skotnir í gjøg-
num í Føroyum, so vilja vit
her á Linieskúlanum heldur
enn fegin grava ein lítlan
tunnil í millum Føroyar og
Danmark, soleiðis mynda-
liga sæð.
Vitja Føroyar
Finn Wehner vil her til
seinast líka siga frá, at tann
13. til 16. januar vitja tveir
lærarar frá skúlanum Før-
oyar.
Saman við teimum trim-
um Herfríð, Duritu og
Guðrið fara tey at vitja
skúlar ymsastaðni runt.
Fyrst í desember vórðu
skriv send út til allar fram-
haldskúlar í Føroyum, og
eru avtalur gjørdar við fleiri
skúlar, men enn er pláss,
um aðrir skúlar eisini hava
áhuga, sigur skúlastjórin
Finn Wehner.
Meiningin er, at lærarar-
nir skulu greiða frá teimum
praktisku viðuskiftunum,
meðan genturnar skulu
greiða frá teirra uppliv-
ingum, og hvørji viðurskifti
nýggir næmingar eiga at
vanda sær um, tá teir fara út
í heim á skúla.
Samrøðan er at enda
komin, og Finn Wehner
kann longu nú boða frá, at
tríggir aðrir føroyingar
byrja eftir nýggjár á Linie-
skúlanum. Inni á kamarin-
um, her vit sita, sæst tíði-
liga, at her er onkur á veg
heim, tí taskurnar eru pakk-
aðar og plakatirnar tiknar
niður av veggum - og tær
siga allar við ein munn, at
hetta er tað keðiligasta av
øllum.
Fakta um Linieskolen
Skúlin er ein húsarhalds-
skúli, ið hevur røtur í há-
skúlamentanini. Endamálið
við allari undirvísingini er,
at geva næmingunum eina
persónliga menning í fe-
lagsskapi við onnur ung.
Skúlin varð grundlagdur í
1923 og bar tá navnið Had-
sten Húsarhaldsskúli.
Næmingarnir seta sjálvir
dagsskránna við at velja
fak:
Reyð linja er um kropp,
ítrótt, sunnan mat, og
psykologi.
Blá linja er um design og
seyming.
Grøn Linja er um náttúru,
grøna umhvørvið og
samfelag.
Gula linjan er um mat,
motión, og móta.
Kontakt: Heimasíðan hjá
skúlanum er
www.linieskolen.dk
Lærari: Jette Bøcher &
Finn Wehner á telefon
004586980145
Í Føroyum Durita Høgne-
sen telefon 424040
Vit fara ongantíð at gloyma
hesar upplivingar
Tríggjar vinkonur á háskúla
Almannaráðið
Løgfrøðingar til
Almannamálaráðið
Lýst verður eftir tveimum løgfrøðingum til setan í Almannamálaráðnum skjótast
tilber.Talan er um eitt fast starv og eitt farloyvisstarv, sum verður sett til 1. januar
2004.
Sum løgfrøðingur í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar at tilevna
lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á almannaøkinum, at svara fyrispurning-
um frá løgtinginum við løgfrøðiligum innihaldi og at tulka lógir og reglur fyri
stovnar undir Almannamálaráðnum.
Tey lógarøki,sum tú skalt menna í samstarvi við onnur,eru dagpeningaøkið,van-
lukkutryggingarøkið, pensjónsøkið og forsorgarøkið.
Førleikakrøv:
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv.Umsøkjarar,ið skriva løgfrøðisligt serritgerð,
verða eisini góðtiknir.
Starvsroyndir frá miðfyrisitingini ella aðrar løgfrøðiligar starvsroyndir er ein fyri-
munur.Harumframt hevur tú góð samstarvsevni og evni at orða teg greitt í skrift
og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið sum løgfrøðingur í Almannamálaráðnum er áhugavert og mennandi
við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.Starvið er sjálvstøðugt,og tú fært góðar
møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi eftirútbúgving.
Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi lógar- og kunn-
gerðarsmíði á Almannaøkinum. Nýggj dagpeningalóg og pensjónslóg eru settar
í gildi, men enn vantar at tilevna kunngerðir á hesum økjum. Nýtt uppskot til
vanlukkutryggingarlóg verður væntandi lagt fyri løgtingið í hesari tingsetuni.Um
hetta uppskotið verður samtykt, skulu nógvar nýggjar kunngerðir tilevnast á
hesum øki. Nýggj føroysk forsorgarlóg skal tilevnast frá grundini. Hetta arbeiðið
fevnir um reglur viðvíkjandi bæði forsorg og brekaðum.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almannamálaráðið og
stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. januar 2003, kl.
12.00. Setanarsamrøður verða í viku 5 og 6. Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, tlf. 30 40 50 ella teldupost:
ahs@ahs.fo
Almannamálaráðið, ið gjørdist sjálvstøðugt aðalráð 1. januar 2003, umsitur almannamál og javnstøðu-
mál. Uppgávan hjá Almannamálaráðnum er í høvuðsheitinum: At ráðgeva landsstýrismanninum í
almanna- og javnstøðumálum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og at veita stovnum
undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Almannaráðið
Fíggjarfulltrúi til
Almannamálaráðið
Almannamálaráðnum tørvar ein fíggjarfulltrúa afturat at byrja skjótast tilber.
Sum fíggjarfulltrúi hjá okkum sleppur tú
• at fáa til vega og viðgera hagtøl á øllum almannaøkinum, fyri at menna
leiðslukunningarskipanina í Almannamálaráðnum.
• at ráðgeva stovnunum undir Almannamálaráðnum um fíggjarstýring teirra.
• at gera konsekvensútrokningar av lógum og øðrum fyriskipanum á
almannaøkinum sum heild
Førleikakrøv:
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, so sum cand. polit., cand.
oecon. ella cand. scient. pol. Eisini hevur tú góðan kunnleika til teldur, og royndir,
hug og evni at arbeiða við útrokningum, hagtølum o.s.fr. Tú dugir væl at
samstarva, og hevur tú frammanundan kunnleika til almannaøkið, er tað ein
fyrimunur.
Starvið sum fíggjarfulltrúi í Almannamálaráðnum er áhugavert og mennandi
við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.Starvið er sjálvstøðugt,og tú fært góðar
møguleikar fyri framhaldandi eftirútbúgving.
Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi fíggjarstýringini á
almannaøkinum. Til dømis skal nýggj forsorgarlóg tilevnast frá grundini, og
skipanin av eldraøkinum stendur framman fyri stórum broytingum, ið hava við
sær fíggjarligar avleiðingar fyri bæði land og kommunur.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi
yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. januar 2003, kl.
12.00. Setanarsamrøður verða í viku 5 og 6. Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, tlf. 30 40 50 ella teldupost:
ahs@ahs.fo
Almannamálaráðið, ið gjørdist sjálvstøðugt aðalráð 1. januar 2003, umsitur almannamál og javnstøðu-
mál. Uppgávan hjá Almannamálaráðnum er í høvuðsheitinum: At ráðgeva landsstýrismanninum í
almanna- og javnstøðumálum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og at veita stovnum
undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Bilur til sølu
Audi A4, árg. 96, koyrt 92.000 km, sýnaður í okt.,
bara tveir eigarar, ongin roykari. Originalar Audi
felgur v/ dekkum + fýra spildurnýggj heilársdekk
v/ sportsfelgum. Bíliga til sølu.
Tlf. 226297
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2653,
Sp/f Reveal International,
100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
15.11.2002.
Nýtt navn: Sp/f Reveal
International-FaroeLink
Nýtt hjánavn: Sp/f
Ecademy.fo (Sp/f Reveal
International-FaroeLink)
Skráseting Føroya tann 6.
januar 2003
Kristin Balle
_______________________
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
19
18