mikudagur 8. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 4 - 8. januar 2003
Nr. 4 - 8. januar 2003
21
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Á B5 eru tvey føst størv sum sjúkrarøktar-
frøðingur leys at søkja til setan 1. mars 2003 ella
skjótast gjørligt:
• starvsbrøkur 0,7 í kvøldvakt
• starvsbrøkur 0,6 í kvøld- og náttarvakt
Deildin er ein kirurgisk deild við servitan innan
ortopædi, maga/tarm og urologi. Vit hýsa eisini
sjúklingum við almenn kirurgiskum, gynækolog-
iskum, eyga, oyra, nøs og hálsasjúkum. Á deildini
er pláss fyri 25 sjúklingum.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Elin
Vitalis,deildarleiðara á B5 á telefon 31 35 40,lokal
105 ella til Ceciliu Vestureið, leiðandi sjúkrarøkta-
frøðing, lokal 499 L, e-postur ceci@ahs.fo
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi:
• sum hevur prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• sum hevur fakliga vitan og royndir innan
kirurgiskari sjúkrarøkt
• við fleksibiliteti og góðum samstarvsevnum
• sum er opin og positiv
• sum vil søkja mennandi avbjóðingar
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 24. januar 2003 kl. 12.00.
Er hetta nakað fyri teg, so send eina skivliga
umsókn við avriti av prógvum, autorisatión og
viðmælum til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingur
Til barnadeildina B4 verður søkt eftir sjúkrarøkt-
arfrøðingi til fast starv á starvsbrøki 0,7 í skiftandi
vaktum til setan 1. mars 2003.
B4 er ein barnadeild við 13 plássum fyri børnum í
aldrinum 0-14 ár. Á deildini starvast sjúkrarøktar-
frøðingar, sjúkrahjálparar, pedagogur og barna-
læknar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Tove
Thomsen, deildarleiðara, telefon 31 35 40, lokal
104 ella til Ásu Poulsen,leiðandi sjúkrarøktarfrøð-
ing, lokal 300, e-post asap@ahs.fo
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar-
frøðingur
• góð samstarvsevni
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fel-
agið Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 24. januar 2002 kl. 12.00.
Húsavørður
Eiðis kommuna søkir við hesum eftir húsavørði til
skúlan, ítróttarhøllina og aðrar bygningar hjá Eiðis
kommunu.
Arbeiðsuppgávurnar eur m.a. hesar:
• at røkja bygningarnar og økið uttanum
• at gera umvælingar
• at halda reint og rudduligt inn og úti um høllina
og skúlan
• at hava umsjón við og samskipa reingerðingina
av skúla og ítróttarhøll
• at ljós, hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi
• at trygdarbúnaður virkar sambært ásettum
krøvum
• at hava samskifti við tey, ið nýta høllina
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving, duga
at arbeiða sjálvstøðugt, vera røkin og hava góð
samstarvsevni.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður ætlandi sett 1.
februar 2003.Løn sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Meir fæst at vita
við at venda sær til borgarstjóran á tlf. 423012 ella
213312.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving, starvs-
royndir og viðmælum skal vera Eiðis kommunu í
hendi í seinasta lagi 22. januar 2003.
Umsóknin skal vera merkt: »Húsavørður«.
Frá S&K-felagnum
Avloysari til skristovustarv
S&K-felagið søkir eftir avloysara fyri skrivstovu-
fólk, ið er í barnsburðarfarloyvi.
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum at upplýsa limir
felagsins um rættindi og skyldur sambært sátt-
málum og viðkomandi lógum.
Tann, ið settur verður kemur, at byrja skjótast
gjørligt og er arbeiðstíðin 20 tímar um vikuna
fyrrapartar.
Løn sambært S&K-sáttmálanum.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
S&K-felagið
Postsmoga 1378
Avloysari sum
dagrøktari
Søkt verður eftir avloysara fyri dagrøktarmammu
sum fer í barnsburðarfarloyvi frá 01. feb. 2003 til
18.07.2003.
Dagrøktarheimið skal vera innrætta barnavinarligt,
har rúm er til børnini at spæla í – og hóskandi,trygt
spæliøkið uttanfyri.
Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn skal verða Dagrøktini í hendi innan
20.01.03.
Dagrøktarskipanin í Sørvági
380 Sørvágur · Tlf. 213122
Hús í Kvívík
Sethús í Kvívík til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 421680
eftir kl. 18.00
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2386,
Sp/f Hvíthamar, 490
Strendur.
Viðtøkur broyttar:
17.12.2002.
Nýtt navn: Sp/f Sjósøki
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Arne
Frederiksberg, 490 Strendur.
Innkomin sum stjóri: Martin
Hilmar Frederiksberg, 490
Strendur.
Skráseting Føroya tann 6.
januar 2003
Kristin Balle
_______________________
Skeiðlærari til Trygdar-
miðstøðina fyri sjófólk
Vegna økt virksemi,søkir Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hervið eftir einum persóni,
sum kann undirvísa í trygd á sjónum.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
• Undirvísa í trygd á sjónum, sum umfatar bæði ástøðiliga frálæru og venjingar
í at nýta bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
• Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og tørvin
hjá vinnuni
• Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini.
Førleikakrøv:
• Tað verður sett sum krav, at umsøkjari skal hava útbúgving sum navigatørur
við royndum frá sjóvinnuni ella frá frálandavinnuni.
• Fyrimunur er,um viðkomandi hevur royndir í at undirvísa og fyriskipa trygdar-
venjing umborð á skipi.
Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna taka ymisk endurútbúgvingarskeið,
sum eru viðkomandi fyri starvið.
Setanartreytir:
Setanartreytir og løn verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálaráðið, og stovnar/deildir undir tí,
umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovan. Tænastustaðurin er í løtuni
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera
Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. februar 2003 kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Att.: Sjóvinnufyrisitingin,
Postsmoga 347 · 110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Trygdarmiðstøðina á tlf.455882,
og tosa við Marius Magnusson,leiðara,ella til Fiskimálaráðið á tlf.353030 og tosa
við Mary J. í Garði fíggjarfulltrúi.
Fiskimálaráðið
BETHEL
Kristiligur bóka- og fløguhandil
N. Finsensgøta 38 (omanfyri sjónleikarhúsið)
Tlf. 316560
OPIÐ
Má-hó 10.00-17.30
Fr
10.00-18.00
ley
10.00-14.00
Vit senda um alt landið
Dagrøktari
søkist til dagrøktina í Sørvági.
Dagrøktarheimið skal vera innrætta barnavinarligt,
har rúm er til børnini at spæla í – og hóskandi,trygt
spæliøkið uttanfyri.
Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktini í hendi innan
10.01.03.
Dagrøktarskipanin í Sørvági
380 Sørvágur · Tlf. 213122
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
21
20