hósdagur 13. oktober 1988síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VÍF og Kyndil dubba seg
til Europa-Cup dystirnar
og í hesum sambandi hevur VÍF bjóðað
danska 1. deildarliðnum Gladsaxe/HG á vitjan
Í morgin fær VIF hond
bóltsvitjan úr Danmark
Tað er fyrstudeildarliðið
Gladsaxe/HG, sum kemur
hendan vegin og steðgar
til mánadagin
Etlanin er, at Glad-
saxe/HG skal leika triggj
ir dystir á Feroya-ferðini
Í annaðkveld spæla teir í
Havn ímóti Kyndli og
leygardagin og sunnudag
n spæla teir í Vestmanna
Sterk venjingarlið
Fyri bæði Kyndil og vert
irnar VIF er talan um fyri
reikingardystir í Europa
Cup-kappingini Kyndil
kal spæla í Havn tann 21
og 22. oktober ímóti Vali
ir Reykjavik, og VIF skal
pæla i Vestmanna 4. og
november ímóti Red-
bergslid úr Geteborg
VIF hevur roynt seg
ímóti sterkum liðum fyrr
ippundir Europa Cup-
lystir. I 1986 høvdu teir
itjan av islendska fyrstu
deildar-liðnum KA av
Akureyri, og vestmenn
ingar eru sannferdir um at
hesin dystur hevði avger
indi týdning fyri góða
Europa Cup-úrslitið stutt
eftir ímóti Víkingi úr
teykjavik.
,
BJODA IKKI MÆR!
Gladsaxe/HG
gott lid
Gladsaxe/HG, sum VIF
skal hava sum mótsteðu
lið hesa ferð, er eitt av
teimum bestu í donskum
hondbólti. Seinasta kapp-
ingarár endaði liðið á 5
plássi. Felagið hevur sett
sær fyri at vera ímillum
fýra tey bestu í hesum
kappingarári, so tað kann
vera við í endaspælinum
um danska meistaraheit-
ið
Per Skaarup
er við
Liðið er komið í semifinal-
una í steypakappingini og
hevur sett sær fyri at
vinna hana, so tað aftur
kann luttaka í Europa
Cup-kappingini. Besta úr-
slitið, felagið hevur fingið
í hesi kapping, tá tað tapti
við einum máli ímóti
Grosswaldstadt úr
Vesturtýsklandi
Gladsaxe/HG hevu
nógvar evnagóðar leikar-
ar, og kendastur er leik
andi venjari felagsins Per
Skaarup, sum hevur leikt
127 landsdystir
RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD
Gladsaxe/HG-leikararnir
Nr. og navn:
1 Michael Pedersen
12 Christian Stadil Hansen
16 Henrik Jensen
2 Rolf Nielsen
3 Henrik Andersen
4 Per Skaarup
5 Johnny Plambæk
6 Klaus Dahl Andersen
7 Michael Strøm
8 Carsten Thesing
9 Tom Tietze
10 Frank Jergensen
11 Anders Schardelmann
13 Thomas Sande Pedersen
14 Henrik Hansen
Landsdystir
JO on í
N N ND ND
-
N N
B71-venarin:
Jan Kaczynski: polskur
venjari við góðum
pappírum
Póllendingurin verður helst eisin' á Sandi
komandi år, um so verður, at graslikisvøllur
verður veruleiki
B71 hevur í ár havt polskan venjara. Tað er tann 33 ára
gamli Jan Kaczynski. Hann er magistari í ítrótti frá
ítróttarskúlanum í Poznan (fýra ára útbúgving), har
hann eisini tók prógv (tvey ár) sum venjari í 1978
Praktikk í Týsklandi
Hann var fyrst venjari í Póllandi í 3 ár og fór so til
Vesturtýsklands í venjarapraktikk: tveir mánaðir var
hann hjá 3. deildarfelagnum VFL í Wolfsburg, ein hjá
Eintracht Braunschweig, sum tá var í fyrstu deild, og
tveir hjá Werder Bremen
Hann kom í Sandoynna við kappingarbyrjan í fjer
Hann hevði sæð eitt norskt blað, har B71 sekti eftir
venjara. Hann sekti og varð loystur frá sáttmálanum
sum ungdómsvenjari hjá norska felagnum Frigg
Umframt at vera venjari hjá B71 hevur hann eisini ar
beitt á flakavirkinum og sum fimleikalærari á Megin
skúlanum
Sandoyingar eru eisini sera væl negdir við póllending
in bæði sum venjara og sum menniskja er hann væl
lýddur
Hann dugir síni ting, er beskeðin, fryntligur og
fyrikomandi tosar við ell og ell tosa við hann, sigur
formaðurin í ítróttarfelagnum í Sandoynni, Hans Falk
vard
Verður á Sandi 1989
Konu hevur hann og eina dóttur, sum er átta ára gomul
Tær búgva í Póllandi, men vóru og vitjaðu í summar. Í
morgin fer Jan Kaczynski til Póllands inntil komandi
kappingarár
Ti tað er so gott sum avgjert, at póllendingurin verð-
ur at síggja á Sandi í 1989. Sáttmálin er avtalaður, men
ikki undirskrivaður. Jan Kaczynski vil ikki siga nakað
um, hvussu hann ljóðar. Bert hetta, at hann er betri enn
tann núverandi og tískil gevur honum betri stundir til
at fáast við venjarastarvið. Við eðrum orðum: honum
nýtist ikki so nógv frammíhjáarbeiði komandi ár
Nakrir ivaspurningur
Heilt avgjert er tað kortini ikki, um Kaczynski kemur
aftur. Tað er umráðandi fyri hann, at familjan -kann
flyta til Feroya. Hetta væntar hann kortini ikki veður
nakar stórur trupulleiki.
Stødan í Póllandi er spent í løtuni, men nakrar liberali-
seringar eru longu framdar sum eitt úrslit av teimum
fólksligu krevunum. Millum hesar liberaliseringar er
meguleikin at fara út og koma inn í Pólland.
Jan Kaczynski ynskir eisini at taka ta ítróttarligu av-
bjóðingina, sum liggur í uppflytingini til fyrstu deild, í
álvara. Tí vil hann fyrst vita, um graslíksvellur verður á
Sandi í mars mánað og eisini hava eina forhondshylling
á, hverjir leikarar vera til taks, tá venjingin byrjar.
Jan Kaczynski dámar sera væl í Sandoynni og dylur
ikki, at hann hevur hug at fara undir uppgávuna, og
hann vónar tí, at hesir ivaspurningar eru avkláraðir, áð-
renn langt umlíður.
6wh