Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 5 - 9. januar 2003 Nr. 5 - 9. januar 2003 3 Tankarnir leita aftur til minnini. Tey eru so mong, at torført er at velja burturúr. Vit komu at kenna teg, tá vit byrjaðu í fyrsta flokki í Kollafjarðar skúla. Skjótt gjørdust vit góðar vinkonur, og vinabondini hildu við. Tú gjørdist mamma á sera ungum aldri, men hóast tað kláraði tú uppgávuna sera væl. Stutt eftir flutti tú í íbúð saman við lítlu familjuni. Har høvdu vit, vinkonurnar, nógvar góðar løtur saman. Væl dugdi tú eisini at gera mat. Kaffi og køkur var ikki spart burtur, tá vit komu at vitja. Nøkur ár seinni kom aftur eitt lítið barn inn í myndina. Og lítla familjan bleiv eitt sindur størri. Vit beundraðu teg mangan, at tú hevði styrkina til at taka tær av tveimum børnum, tí tú vart so ung. Mangan var stríggið, men fyri teg virkaði alt so natúrligt og lætt. Lagnan vildi tær tað tó øðrvísi. Tú skuldi ikki verða millum okkum meira enn tvey og tjúgu ár. Tá bleiv tú brádliga tikin frá okkum øllum uttan orsøk. Og vit standa spyrjandi eftir. Minnini um teg verða tó ongantíð tikin frá okkum. Tey goyma vit í hjørtum okkara. Vit undra okkum yvir, hvat einglarnir í himli hugsa, tá teir møta einum nýggjum eingli! Hvat hugsaðu teir, tá tú komst upp til teirra? So ung og lívsglað, sum tú vart her niðri. Ongin ivi um, at teir sjálvandi tóku væl ímóti tær; men tó, tú vart alt ov ung til at siga farvæl til okkara verð. Gud mundi tó hava eina meining við, at tú skuldi verða eingil so tíðliga. Men fyri okkum er meiningin ring at finna í allari sorgini. Vit vita tó, at í himli er ongin pína, og at tú hevur tað gott. Hesum kunnu vit ugga okkum við. Góða Evy, vit vita, at tú av og á skoðar oman til okkara í tínum hvíta einglabúna. Og hesa mynd fara vit altíð at varðveita í okkara huga. Tú skalt vita, at vit hugsa um teg og minnast teg, og at tú altíð fert at verða vinkona okkara. Ása, Ásbjørg og Oddvør Til minnis um Evy Roma Kristensen fødd 31.7.1980 deyð 16.10.2002 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra mamma, omma, systir og dóttir okkara Annika Grange fødd Poulsen Andaðist á L´Hopital de Diaconesse í París mánadagin 6/1-2003, 47 ára gomul. Jarðarferðin verður í Peronnas fríggjadagin 10/1-2003 kl.15.00 Fyri tey avvarðandi Brian, Desirèe, Jean-Guillaume og Charlotte Tey, ið vilja minnast Anniku kunnu lata børnunum eina gávu á konto 8348253 í Føroya Sparikassa Okkara kæri bróðir í Harranum er farin heim til Jesus, ja svárt er tað hjá foreldrum hansara, sum nú sita so einsamøll eftir í heiminum, men tey eiga nógv góð fólk eftir rundan um seg. Sjúrð, Annu Rutt, Nomi, Sáru og Eyðhild og onnur familja við, ja, okkara orð nytta so lítið. Einasta troyst er Jesus. Hann er okkara troyst. Sorgin hevur verið stór í báðar ættir. Olivur misti pápa sín bert 22 ára gamal. Amanda pápa sín bert 17 ára gomul og Her- vør og systkin. Eitt gott minni um abba Dánjal Paula Johan, ið Bidlhúsi var skipari á Morningstar í 30-unum. Hann hevði møti í lugarinum fyri mann- skapinum – harímillum var pápi mín, ein av teimum sum tók ímóti Jesus sum sín persónliga frelsara. Frelsan kann ikki arvast, men tað er gott at eiga góðar røtur. Saknurin er stórur í samkomu okkara, har hann hevði ein flottan vitnisburð um Jesus. Altíð trúfastur á møti og at vitna, altíð trúfastur at koyra foreldur síni til møti og at koyra mammuna til handils, altíð positivur. Hann hevði nøkur flott aparatur við hús at taka upp møtir í sjónvarpinum, jú, saknurin er stórur í bygdini her í Porkeri. Friður verið við minninum um Dánjal Paula Veihe. Erling Til minnis um Danjal Paula Veihe í Porkeri Ársins Songrødd 2003 nærkast, og mikudagin verður lagt til brots við nýggjari heimasíðu. Fólk kunnu velja sær ein sang og tekna seg til kappingina, sum byrjar síðst í mars SONGRØDD Eyðun Klakstein Einki ár uttan Ársins Song- rødd. Heldur ikki 2003. Fyrireikararnir av kapping- ini eru nú komnir so langt í fyrireikingini av kapping- ini, at teir fara at lata upp fyri tilmelding til kapp- ingina. Mikudagin verður heimasíðan hjá Songrødd- ini dagførd, og tá ber mill- um annað til at síggja sang- irnar, sum tað ber til at syngja í ár. Talan er um 66 kendar popp- og rock- sangir. Undir teiginum "Greinar" her á síðuni ber til at síggja listan við øllum sangunum. Innleiðandi umfør verða sum vanligt kring alt land- ið. Kappingin byrjar 29. mars, og finalan verður í ítróttarhøllini á Kambsdali tann 31. mai. Fyrireikararnir ætla sær at keypa nýggja ljóð- og ljósútgerð, so kappingin eisini kann betrast á teirri síðuni. Høvuðsvinningurin í kappingini verður eitt gávukort upp á 10.000 krónur. Nummar 2 og 3 fáa ávíkavist 5.000 og 3.000 krónur í virðisløn. Høvuðs- stuðul fyri kappingini er Føroya Banki. Heimasíðan hjá Ársins Songrødd er at finna á adressuni: www.songroddin.fo Tilmeldingin til Ársins Songrødd byrjar Rættilig gongd er á bókasøluni uppundir jól, sum við so nógvum øðrum, men upplýst verður úr Gamla Bókhandli í Havn, at ongin veruligur best-seljari hevur verið í ár. Tað er, sum vanligt, tær siðsøguligu bøkurnar, sum hava selt mest BÓKASØLA Ingrid Bjarnastein Tá jólagávurnar skulu fáast undir land eru tað eisini fleiri bøkur sum koma út. Av føroysku bókunum, sum komu út undan jól, hevur ongin veruligur bestseljari verið, sigur Vagn Andersen, bókhandlari. – Í fjør var tað jú »Góður matur úr sjónum«, sum øll vildu hava, men tað hevur ikki verið nøkur bók, sum hevur verið so eftirspurd í fjør, sigur Vagn Andersen. – Álmanakkin og Skipa- listin hava selt væl, men av vanligum bókum eru tað tær siðsøguligu bøkurnar, har tú kanst vænta at finna eina mynd av tær sjálvum ella kanska abba tínum í, sum hava selt best. Teir tóku land hjá Jógvan Arge og Jólaskipið hjá Grækaris Magnussen, sum eru siðsøguligar, hava selt ógvuliga væl. Harnæst kemur eisini kókibókin hjá okkara kokki, Guðmundi, sum eisini hevur otað seg upp á topp 10 listan hjá bókasøl- unum. Aðrar bøkur, ið nevnast kunnu er Úr farnum tíðum hjá Axel Mortensen, bókin um Auto – Altíð til tænastu, Skemt bókin hjá Sosial- inum og Bjargingarbrøgd hjá Erling Poulsen. Hesar bøkurnar hava eisini ligið undir mongum jólatrøum um jólini. Barnabøkur Ongin føroysk barnabók er komin út uppundir jól. Tað verið seg uppruna føroysk- ar. Tó kom fjórða týdda Harry Potter bókin – Harry Potter og eldbikarið út sein- ast í november mánað. – Hon hevur eisini selt væl, men kanska ikki so væl, sum væntað, upplýsir Vagn. Bøkurnar um Mallu eru eisini væl umtóktar og ein bók, sum kallast »Farvæl, Harra Muffin«, hevur eisini verið nógv eftirspurd. Nøkur yrkingasøvn komu eisini út fyri jól, og er tað tá yrkingasøvnini hjá millum annað Jóannis Nielsen og tað hjá Oddfríða Marner Rasmussen, sum hava selt væl, umframt tað hjá Steinbjørn B. Jacobsen. Vagn Andersen leggur at enda afturat, at tá ongin føroyskur bestseljari er, so veksur sølan av teimum út- lendsku bókunum. Serliga er tað bøkurnar Ringenes Herre, bæði á enskum og donskum, sum eru væl umtóktar. Ongin bestseljari hesuferð Ongin føroyskur bestseljari hevur verið av føroyskum bókum í ár, men tó eru nógvar bøkur, sum hava selt væl. Serliga tær siðsøguligu Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2