Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 5 - 9. januar 2003 Nr. 5 - 9. januar 2003 5 Kirkjan skal vera væl tryggjað Í seinastuni hava bæði bispur og ein kirkjurættarserfrøðin gur fýlst á, at læran hjá einari føroyskari kirkju skal samtykkj- ast av Løgtinginum, har tað er nóg mikið, at seytjan tinglimir atkvøða fyri at broyta eina lóg. Anfinn Kallsberg vísir á, at tað ber til at grund- festa eina lóg um trúarlæruna eins og stýrisskipanarlógin er grundfest. Hann heldur tó ikki, at løgmaður skal vera bundin at tilmælum frá meinigheitsráðum og prestum, tá hann skal tilnevna nýggjan bisp LÓGARTRYGD OG TRÚARLÆRA Theodor E. D. Olsen Kirkjan skal yvirtakast. Tað hevur Landsstýrið sett sær fyri, men hvussu skal ein yvirtikin føroysk kirkja skipast? Hendan spurningin hava fleiri sett sær seinastu tíð- ina, og funnist hevur verið at Landsstýrinum fyri ikki at hava verið ført fyri ná- greiniliga at kunnað greitt frá, hvussu ein ætlað yvir- tikin kirkja skal skipast og læra í framtíðini. Í viðtali við Sosialin beint fyri nýggjár segði Hans Jacob Joensen, bisp- ur, at um Løgtingið í fram- tíðini skuldi samtykkja kirkjulógir og harvið eisini avgera læruna og grund- støðið hjá tí føroysku kirkj- uni, so kundi hann vakna sum katolikkur, eftir at hann var farin til songar sum lutherskur bispur. Í Sosialinum í gjár segði Lisbet Christoffersen, løg- frøðingur, ph. d., ið er ein av fremstu kirkjurættarser- frøðingum í Danmark, at hon metti skipanina, sum skal innibera, at Løgtingið skal avgera læru kirkjunn- ar, sum "en ganske usæd- vanlig konstruktion i europæisk kontekst", tí tað er ikki vanligt í dagsins Evropa, at tað verðsliga valdið er so tætt knýtt at tí andaliga. Tí metti Lisbet Christoffersen hetta at vera at fara aftur í tíðina, at Løgtingið skuldi taka støðu til, um kirkjan skal vera ev- angelisk-luthersk ella okkurt heilt annað. Eisini setti hon spurnar- tekn við við leiklutin hjá løgmanni, sum helst verður tann, ið kemur at tilnevna bisp í eini yvirtiknari fólka- kirkju, tí í Danmark er kirkjumálaráðharrin, sum ikki eins og drotningin er noyddur at vera limur í fólkakirkjuni, bundin at tilmælunum frá meinig- heirsráðum og prestum. Í Noregi harafturímóti avger stjórnin sjálv, um hon fylgir tilmælunum. Ikki sama vald Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, sigur seg væl skilja, at kirkjufólk vilja vita, hvussu føroyska kirkjan verður skipað í framtíðini. Hann leggur dent á, at vit í Før- oyum hava eitt avmarkað vald í mun til Danmark, tí meðan danir hava tríggjar valdsinstansir, so eru bert tvinnir í Føroyum. Løg- maður og løgtingsformað- urin hava nevniliga tveir kaskettir í part, sum hann málber seg. Hetta sæst eina best eftir at val hevur verið. Í Danmark verður nevniliga farið til drotningina, sum síðani skal royna at fáa ein samráðingarleiðara at skipa nýggja stjórn. Í Føroyum eigur tann fráfarandi løg- tingsformaðurin hesa upp- gávuna, ella kann løgmaður halda fram, at parlamentar- iskt grundarlag er fyri hes- um. Løgmaður hevur so- statt tveir kaskettir. Hann skal vera leiðari í umsiting- ini, sum útinnir, og hann skal staðfesta avgerðirnar hjá tí lóggevandi valdinum, Løgtinginum. Tí er tað enn torført at samanbera støðuna hjá einari yvirtiknari kirkju við ta donsku kirkjuna, har drotningin setir bisparnar. Løgmaður vísir tó á møguleikan, at líkasum tað tríbýtta valdið er væl for- ankrað ella grundfest í lógarverkinum, so ber eis- ini til at grundfesta tað kirkjuliga valdið. Hetta skal sjálvandi – inntil Føroyar eru fullveldi og hava egna grundlóg – ger- ast við eini løgtingslóg, og her vísir løgmaður á, at ein slík løgtingslóg, sum skal tryggja læruna hjá føroysku fólkakirkjuni, kann grund- festast á sama hátt sum eitt nú stýrisskipanarlógin, sum skal samtykkjast av tveim- um løgtingum. Sostatt er hon munandi truplari at broyta enn ein vanlig løg- tingslóg. Skal staðfestast í eini grundlóg Anfinn Kallsberg sigur seg væl skilja, at fólk ynskja, at fundamentið undir kirkjuni, lutherska læran, skal tryggjast so væl sum gjørligt, og tí heldur hann, at tað eigur at vera grund- fest í einari evstu lóg. Hóast kirkjumál enn als ikki eru viðgjørd í arbeiðn- um hjá Grundlógarnevnd- ini, so metir løgmaður tað vera heilt nátúrligt, at læran hjá kirkjuni er staðfest í eini føroyskari grundlóg, meðan sjálv umsitingin av kirkjuni verður staðfest í vanligari løgtingslóg. Í fleiri av teimum nýggjaru grundlógunum, eitt nú í Eysturevropa, eru kirkjulig viðurskifti tó hildin uttan fyri grundlógarparagraffir- nar. Men løgmaður metir, at eingin er í iva um, hvar før- oyska kirkjan skal standa, og hóast tað sjálvandi er ógvuliga hypotetiskt, tá bispur sigur, at hann kann vakna sum katolikkur, so eigur fundamentið at vera bundið, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður skal tilnevna bisp Drotningin er einasti per- sónurin í danska ríkinum, sum ikki hevur trúarfrælsi. Hon hevur skyldu til at vera limur í donsku fólkakirkj- uni. Hesa skyldu hevur ein føroyskur løgmaður sjálv- andi ikki, og Anfinn Kalls- berg heldur tað vera yvir- eksponerað, sum hann mál- ber seg, tá Sosialurin sigur, at ávísar røddir innan kirkjuna siga seg harmast um, at ein løgmaður, sum ikki er fólkakirkjulimur, skal hava myndugleika til at tilnevna bisp. – Tað er embætið og ikki persónurin, sum setir bisp, og ein og hvør, sum verður settur í hetta embætið hevur ávísar skyldur, sum hann skal uppfylla, sigur Anfinn Kallsberg. Lisbet Christoffersen setti tó spurnartekn við, um ein føroyskur løgmaður fer at verða bundin av tilmæl- unum frá meinigheitsráð- um og prestum, eins og tann danski kirkjumálaráð- harrin er í dag. Til hetta sig- ur Anfinn Kallsberg, at um løgaður skal tilnevna bisp, so skal hann ikki vera bundin. Men hann skal kortini hava ógvuliga góðar grundir, um hann ikki velur at fylgja tilmælunum, tí ein bispur eigur at vera væl forankraður í føroysku kirkjuni, leggur Anfinn Kallsberg afturat. Rættarmálið um hópneyðtøku ímóti eini ungari gentu heldur fram, men hon sleppur ikki undan at vitna, meðan teir ákærdu eru til staðar HARÐSKAPUR Theodor E. D. Olsen Mánadagin byrjaði rætt- arfundurin ímóti teimum fimm ungu monnunum, sum eru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina før- oyska gentu. Donsk bløð skriva, at dómarin kravdi, at teir ákærdu vóru til staðar, og tí noyddist gentan at vitna í samfullar fimm tímar í sama rúmi, sum teir ákærdu vóru í, hóast hon hevði biðið um at sloppið undan hesum. Sambært danskari pressu eyðmýktu dreing- irnir gentuna við teirra óhøviska atburði í rættar- salinum og við at siga, at hon sjálv hevði skyldina av, at teir høvdu havt kynsligt samband við hana eftir eitt jólaborð- hald næstseinastu jól. Gentan slapp tó frá at hava beinleiðis eygna- samband við dreingirnar undir rættarfundinum, av tí at teir sótu aftan fyri hana. Fundurin varð annars hildin fyri stongdum hurðum, men tað er greitt, at frágreiðingin hjá dreingjunum er ein heilt onnur enn tann hjá gent- uni. Hon hevur kortini sagt tað sama alla tíðina og ongantíð broytt frá- greiðing hesar mánaðir- nar, kanningin er farin fram. Harafturímóti sam- pakkar ikki alt, sum dreingirnir hava sagt, við ymiskar vitnisfrágreið- ingar. Rættarfundurin verður tikin upp aftur í morgin, tá nýggj vitni skulu av- hoyrast, og væntandi fell- ur dómur í næstu viku. Slapp ikki undan teimum ákærdu í rættarsalinum Anfinn Kallsberg sigur seg væl skilja, at fólk eru á varðhaldi, tá talan er um trygdina hjá kirkjuni í framtíðini. Hann heldur, at tað er møguligt at tryggja trúarlæruna við lóg. líkasum stýrisskipanin er tryggjað. -Tað er ótrúliga álvarssamt og óhugnaligt, at ein maður, ið situr sum løgmaður í dag, viðgongur, at hann hevur framt eitt justitsmorð. Og eg eri skelkaður av, at løgmaður ikki viðgongur hetta fyrr enn ein av hansara monnum skal koma út fyri tí sama, sum eg kom út fyri JUSTITSMORÐ Jan Müller Hetta sigur Signar á Brúnni, fyrrverandi lands- stýrismaður eftir at Anfinn Kallsberg, løgmaður í Degi og Viku týskvøldið við- gekk, at landsstýrið framdi justitsmorð móti sær á sinni. Sjálvur hevur Signar á Brúnni ongantíð verið í iva um, at hann var ósekur í ákærunum og varð hann eisini reinsaður í tí eftir- fylgjandi kanningini. Nú vónar hann, at Jørgen Niclasen fær eina virðilig- ari viðgerð enn hann fekk, uttan at hann tó vil leggja seg út í sjálvt málið. - Onkur kallar hetta fyri ein uppreisn fyri meg, men skal ein slík brúkast til at bjarga einum fólka-floks- manni og partamanni hjá løgmanni, so er tað upp- aftur verri og longur úti enn nakað annað staðfestir Signar á Brúnni fyri blaðn- um. Men hesin fyrrverandi og ein hin mest royndi ting- maðurin og landsstýris- maðurin hjá Tjóðveldis- flokkinum gjøgnum árini stendur um somu tíð púra spyrjandi og undrandi, nú tað hoyrist so lítið frá Tjóðveldisflokkinum til tað aktuella málið við Jørgen Niclasen. – Eg spyrji meg sjálvan, hvussu tað ber til, at man í hesum málinum við Jørgen Niclasen einki hoyrir til Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Teir vóru annars sera tíðliga úti, tá tað snúði seg um mín persón og um at staðfesta reinføri, ábyrgd ol. Øll minnast, at Høgni Hoydal var ikki frammi í pressuni uttan at nevna reinføri í øðrum hvørjum setningi um m.a. mín persón og mína embætisførslu. Men vit hoyra so ikki eitt orð frá formanninum í Tjóðveldis- flokkinum í dag, nú ein frá- greiðing liggur frá einum kanningarstjóra, sum er settur sambart Stýrisskip- anarlógini. Og tað, sum er komið út frá Tjóðveldis- flokkinum í hesum máli, er sera ullint sigur Signar á Brúnni og hann heldur fram: – Eg ætli mær at fylgja væl við, hvat hendir í hes- um málinum og eitt nú leik- lutinum hjá mínum egna flokki. Eg vil síggja leik- lutin hjá Tjóðveldisflokkin- um, hvat hann ger við løg- mann og Jørgen Niclasen, nú ein kanningarstjóri er komin við eini frágreiðing. Signar á Brúnni er annars rættiliga ørkymlaður av tí seinastu útmeldingini frá løgmanni og spyr, um mál- ið viðvíkjandi sær er vorðið til eitt justitsmorð bara tí at man skal brúka tað at hjálpa einum partamanni hjá løgmanni og undrast eisini á, hvussu tað ber til, at Tjóðveldisflokkurin eftir at ein greið frágreiðing fyriliggur, ikki ger vart við seg. Hann spyr, hvat er hent, nú Tjóðveldisflokkur- in er so kúrrur! Og hann heldur fram: – Tá løgmaður alment viðgongur, at landsstýrið framdi justitsmorð móti mær sum landsstýrismanni, so kann eg leggja aftrat, at møguliga er tað seinasta orðið er ikki sagt frá míni síðu í hasum málinum. Sosialurin skilur, at Signar á Brúnni ætlar at kanna, hvat hendir í øðrum samfel- ag, har ein stjórn ella leið- arin í henni hevur framt eitt justitsmorð móti einum ráðharra. Ella er tað so, at alt gongur í Føroyum spyr fyrrverandi landsstýris- maðurin. – Tá ið ein løg- maður og eitt landsstýri aftanfyri hann hevur framt eitt justitsmorð er spurn- ingur mín: fær tað ikki av- leiðingar spyr Signar á Brúnni, sum vísir á, at justitsmorðið varð framt, tá hann varð tvingaður úr landsstýrissessinum, áðr- enn kanningin varð gjørd. Justitsmorð er at fella ein dóm, áðrenn ein sak hevur verið fyri og kannað. Tað undrar annars Signar á Brúnni, nú løgmaður vegna landsstýrið viðgong- ur, at tað varð framt justits- morð móti sær sum lands- stýrismanni, at hvørki løg- maður ella varaløgmaður hava biðið um fyrigeving. Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður Skelkaður og undrast – Onkur kallar hetta fyri ein uppreisn fyri meg, men skal ein slík brúkast til at bjarga einum fólkafloksmanni og partamanni hjá løgmanni, so er tað uppaftur verri og longur úti enn nakað annað staðfestir Signar á Brúnni Kut úr gerðabók landsstýrisins 28. mars 2000, sum snýr seg um embætisførsluna hjá Signari á Brúnni, har greitt verður frá, at løgmaður kravdi, at Signar á Brúnni fór frá sum landsstýrismaður Í Degi og Viku týskvøldið viðgekk løgmaður, at hann og landsstýrið framdu eitt justitsmorð móti Signari á Brúnni C M Y K 5 4