hósdagur 9. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 5 - 9. januar 2003
Nr. 5 - 9. januar 2003
7
Við at keypa fram-
leiðslutólini í
Góðskingarvirkinum
í Fuglafirði fer Fiska-
sølan aktivt inn í
framleiðsluliði. Hetta
er partur av fram-
tíðarætlanunum hjá
fyritøkuni
FISKIVINNA
Heri á Rógvi
Føroya Fiskasøla hevur
keypt framleiðslutólini á
Góðskingarvirkinum
í
Fuglafirði. Tólini verða
keypt frá alifelagnum East
Salmon.
– Framtíðarætlanirnar hjá
Fiskasøluni eru umfatandi.
Hesar hava vit í leiðsluni
arbeitt við í fýra mánaðir,
sigur Árni Arge, stjóri fyri
Føroya Fiskasølu.
Vit ætla m.a. at satsa upp
á laksaframleiðslu. Laksur-
in verður aldur, og tað er
ikki so svikaligt við honum
sum við øðrum fiskasløg-
um, sigur Àrni Arge.
Tað er ætlanin hjá Føroya
Fiskasølu at gera seg gald-
andi á øðrum økjum enn í
søluliðinum, og tí hava teir
tikið hetta stigi í fram-
leiðsluliðið.
–Vit hava ásannað, at tað
er trupult bara at fáast við
at selja. Við hesum stigin-
um kunnu vit sjálvir av-
gera, hvat vit selja. Hetta
gevur nakrar fyrimunir,
men sjálvandi eisini nakrar
vansar, sigur Àrni Arge.
Hann heldur ikki, at tað
Fiskasølan við hesum stig-
inum átekur sær nakran
serliga stóran váða í mun til
ikki at gera íløguna.
Áður
hevur
Føroya
Fiskasøla tikið sær av at
selja úrdráttirnar hjá Góðs-
kingarvirkinum.
Føroya
Fiskasøla eigur framm-
anundan 30% av parta-
peninginum í East Salmon.
Nýtt navn
Framleiðslan á virkinum,
hvørs nýggja navn er
Fiskavirkið í Fuglafirði,
verður framhaldandi tann
sama, nevniliga laksaúr-
dráttir, skrivar Fiskasølan í
tíðindaskrivi.
Í løtuni starvast um fjør-
uti fólk á virkinum. Sagt
verður í tíðindaskrivi, at
virksemi verður ætlandi
økt, soleiðis at støðugt ar-
beiði verður á virkinum.
Stjóri fyri virkið verður
Rógvi Reinert. Eitt rakstr-
arfelag er stovnsett at reka
virkið. Rógv Reinert var
seinast frammi í miðlunum,
tí hann varð settur sum inn-
keyps- og framleiðslustjóri
í Føroya Fiskasølu. Hetta
starv fer hann framvegis at
røkja.
– Aktiviteturin á virkin-
um kann væl tvífaldast
innan stutta tíð, sigur Rógvi
Reinert.
Hann leggur stóran dent
á, at pláss er fyri vøkstri,
men tað mest umráðandi er
ikki at veksa um vøksturin
á framleiðsluni, men teir
ætla eisini at fremja vøkst-
ur í vøruútboði og fram-
leiðslu- og pakkingarhætt-
um.
Virkið framleiðir umleið
2.500 tons um árið.
– Vit meta, at hetta er ein
íløga, sum kann geva
avkast. Fiskasølan fer fram-
vegis at fáast við at selja
fyri onnur sum áður, men
vit royna eisini okkurt nýtt,
sigur Rógvi Reinert.
Fiskasølan satsar upp á laks
Greitt er nú, at Mari
Boine og Aldubáran
vera við á Listastevn-
uni í ár
LISTASTEVNAN
Heri á Rógvi
Fyrireikingarnar til kom-
andi Listastevnuna er væl
ígongd. Fyrr í vikuni frætt-
ist, at víðagitni rithøvund-
urin Fay Weldon leggur
leiðina til Føroya í august.
Fyrireikararnir hava eis-
ini sett klassiska tónleika-
bólkin
Aldbubáruna
á
skránna á Listastevnuni,
sum verður í døgunum 7.
til 17. august.
Oddvá Nattestad, sam-
skipari, upplýsir, at Aldu-
báran mest sannlíkt fer at
hava eina konsert.
Afturat Aldubáran verður
kenda norska songkvinnan
Mari Boine við á Lista-
stevnuni. Enn er alt ikki
heilt komið undir land, men
tað er líka við, verður upp-
lýst.
Mari Boine hevur víst
áhuga fyri at koma til
Føroya, og nú skulu teir
síðstu smálutirnir fáast frá
hondini.
Mari Boine er av samisk-
um uppruna, og hon hevur
rættiliga vakt ans í útheim-
inum.
Sjálv spælir Mari Boine
fleiri ljóðføri og hennara
tónleikur
er
ógvuliga
blandaður.
Hon
hevur
framført við nógv stór høvi
og saman við fleiri heims-
kendum tónleikarum.
Tann samiski upprunin
hjá henni er ógvuliga
sentralur í hennara tónleiki,
og hetta ger hana til nakað
serstakt.
Umframt Aldubáruna og
Mari Boine eru samráðing-
ar í løtuni við írska leik-
bólkin Siamsa Tíre.
Tey framføra nakað, sum
kundi mint um Riverdance,
men á einum minni skala.
Enn er einki avgjørt um,
hvørt tey koma til Føroya,
ella hvat tey kunnu hugsast
at fara at framføra.
– Vit kunnu ikki siga,
hvat fer at henda við
prísunum um tvær
vikur, sigur Hákun
Djurhuus, stjóri fyri
Føroya Shell
OLJUPRÍSIR
Heri á Rógvi
3. januar hækka prísurin á
olju og bensini við ellivu
oyrum hjá Føroya Shell, og
stutt frammanundan hevði
Statoil eisini hækkað sínar
prísir.
Orsøkin til hækkanina er
einføld:
ráoljuprísirnir
uttanlands eru hækkaðir
munandi.
– Ì desember hækkaði
prísurin á ráolju við 17%.
Hetta skyldast vantandi
forsýning úr Venesuela, og
tað er hetta, ið vit merkja í
dag, sigur Hákun Djurhuus,
stjóri í Føroya Shell.
Verkfall hevur verið í
Venesuela, og teir 3 milli-
ónir tunnurnar frá Vene-
suela av ráolju eru ikki
komin
á
amerikanska
marknaðin, sum tað annars
er vanligt.
– Marknaðurin er øgiliga
væl balanseraður. Tá tríggj-
ar milliónir av 72 ikki verða
framleiddar, so ger hetta
mun, sigur Hákun Djur-
huus.
Sum
marknaðurin
er
háttaður í løtuni og við
teimum
hóttanum
um
kríggj og annað sum eru, so
ilt at spáa um framtíðar-
gongdina.
– Tað er einki, sum týðir
upp á, at vit fara at hækka
prísin í morgin. Men vit
kunnu ikki siga, hvat fer at
henda við prísunum um
tvær vikur, sigur Hákun
Djurhuus.
Príshækkingar
Sum nevnt fór prísurin á
bæði olju og bensini upp 3.
januar og ein príshækking
var eisini síðst í farna ári.
Hjá Shell eru prísirnir á
olju 3.725 kr. við øllum fyri
1.000 litrar til húsarhald.
Skipini fáa 1.000 litrar fyri
2.340 kr.
Blýfrítt bensin kostar í
dag 7,44 fyri liturin á Shell
støðunum – kalium kostar
12 oyru meira fyri liturin.
Diesel oljan til bilar kostar
4,90 kr. fyri liturin í skriv-
andi stund.
Hákun Djurhuus upplýs-
ir, at tað mest vanligt er, at
prísurin á ráolju hækkar
fyrst, og so hækkar prísurin
á teimum ymsu produktun-
um, t.e. diesel olja til bilar,
brennievni til flogfør osfr.
Vanlig gasolja hækkaði
við 10% í desember, men
samstundis minkaði virðið
á dollaranum, soleiðis at
munurin ikki gjørdist so
stórur kortini.
– OPEC plagar at duga
ógvuliga væl at regulera.
Teir hava úttalað, at teir eru
nøgdir við ein prís, ið
liggur millum 22 dollarar
og 28 dollarar. Teir hava
eisini regulerað fyri at
halda prísin á hasum støð-
inum. Í løtuni er prísurin 29
dollarar, sigur Hákun Djur-
huus.
Vit royndu eisini at fáa
eina viðmerking frá leiðsl-
uni í Statoil, men hetta
eydnaðist okkum ikki.
Ikki til at vita við oljuprísunum
Prísurin á bensini á olju er voksin í ár, men framtíðin er ring at spáa um.
Aldubáran og Mari Boine
Aldubáran skal hava konsert á Listastevnuni í august
Føroya Fiskasøla hevur nú yvirtikið raksturin av Góðskingarvirkinum í Fuglafirði. Virkið
kallast nú fyri Fiskavirki í Fuglafirði
Mynd: Øssur Mohr.
Handritið avdúkar fyrstu
skaldsøguna eftir William
Gátuføra handritið
eftir William Heine-
sen, sum er komið
undan kavi, er skald-
søgan »Den yderste
tid«. Hetta er fyrsta
skaldsøgan, sum
William skrivaði,
men hon varð ongan-
tíð útgivin. Heinesen-
fjepparar høvdu verið
glaðir, um handritið
kom út sum endur-
prent, heldur Jess
Jessen, antikvarbóka-
handlari, ið hevur tað
í varðveitslu
WH-HANDRIT
Ingi Rasmussen
»Jeg gør det ikke af grådig-
hed, men alene af kærlig-
hed til Heinesens forfatter-
skab.«
Soleiðis sigur danin Jess
Jessen, stjóri í Frederiks-
berg Antikvariat, ið ætlar at
útgeva eitt sjáldsamt hand-
rit eftir William Heinesen,
sum hann hevur fingið
hendur á. Handritið stavar
frá búgvinum eftir Munks-
gaard, ið gav nógv út eftir
William Heinesen.
Talan er um eitt ung-
dómshandrit til eina skald-
søgu frá einaferð í 1920-
unum, sum ongantíð kom
út.
William
Heinesen
nevndi skaldsøguna »Den
yderste tid«, og handritið er
358 síður til longdar. So-
statt er talan um ta fyrstu
skaldsøguna, sum William
Heinesen yvirhøvur hevur
skrivað, og tí hevur tað stórt
bókmentaligt virði.
Vrakað handrit
Antikvarbókahandlarin
kundi hugsað sær at givið
handritið út sum endur-
prentað handrit í fýra litum.
– Hetta er eitt vælskrivað
og rímiliga gjøgnumrættað
handrit við einstøkum vill-
um, ið hevur verið nærum
klárt til prentingar. Vit
síggja, at tað er Otto Gel-
sted, vinmaður og kritikari
Williams, sum hevur vent
tummilin niðureftir, so tað
ongantíð er útkomið. Men
vit halda, at handritið er so
mikið væl skrivað, at tað
væl tolir dagsins ljós, sigur
Jess Jessen.
Spurdur, hví Otto Gel-
sted mundi hava vrakað
handritið, svarar Jess Jes-
sen, at tað helst var tí, at
Gelsted hevði størri áhuga í
yrkingum enn skaldsøgum
hesa tíðina.
Eftir at Sosialurin í síðstu
viku umrøddi handritið,
sum vit tá ikki kendu heitið
á, hevur eitt nú Jógvan
Isaksen, bókmentafrøðing-
ur, funnist at ætlanini at
geva tað út. William Heine-
sen livdi í nógv ár eftir, at
handritið varð vrakað, so
hann hevði havt allar
møguleikar at givið tað út
seinni, um hann vildi tað,
segði Jógvan Isaksen við
Útvarpið.
Arvingarnir
himprast eisini, og sonurin
Zacharias Heinesen ætlar
sær at lesa handritið væl,
áðrenn hann tekur nakra
avgerð, hevur hann greitt
Sosialinum frá.
Góðskan er høg
Jess Jessen leggur dent á, at
hann kundi ikki droymt um
at givið skaldsøguna út í
bók – einans sum endur-
prentað handrit.
– Tað hevði verið órætt-
víst ímóti høvundanum at
givið tað út sum skaldsøgu,
tí hann fær av góðum
grundum ikki lisið tað
ígjøgnum áðrenn. Hinvegin
hevur
handritið
eina
góðsku, ið livir upp til
skaldskapin hjá William
Heinesen, og tað er ongin
trilvandi roynd, sum spillir
navnið hjá honum. Tvørtur-
ímóti, siga tey fólkini mær,
sum hava lisið tað ígjøgn-
um og hava innlit í skald-
skapin hjá høvundanum,
sigur Jess Jessen.
Hann hevur verið í sam-
bandi við Bob Erland, sum
er enskur professari í bók-
mentum. Professarin hevur
góðskustemplað handritið
og skal eftir ætlan skriva
okkurt afturvið útgávuni,
um hon verður av nøkrum.
Ongan vinning
Familjan
eftir
William
Heinesen
hevur
fingið
bjóðað 50.000 krónur frá
Jess Jessen afturfyri, at
handritið verður útgivið.
Jess Jessen leggur ferð
eftir ferð áherðslu á, at
hann ikki ger hetta við
vinningi fyri eyga, men
einans við skaldskapinum í
huga. Honum dámar sjálv-
ur ógvuliga væl skalskapin
hjá Williami Heinesen og
hevur savnað nógvar bøkur
eftir hann.
– Eg haldi sjálvur, at eg
havi viðgjørt hetta so sømi-
liga sum gjørligt, og eg vil
gjarna undirstrika, at eg geri
onki uttan við undirtøku frá
arvingunum. Eg kann ikki
vinna pening við hesum,
men eg haldi, at Heinesen-
fjepparar høvdu verið sera
fegnir um møguleikan at
sloppið at lisið handritið,
sum jú er fyrsta skaldsøgan
eftir størsta føroyska høv-
undan, sigur Jess Jessen.
Spurdur, um handritið
ikki heldur hoyrir heima á
antin Føroya Landsbóka-
savni ella Kongliga Bóka-
savninum, har bókakøn
kunnu lesa tað, hava tey
hug, svarar Jess Jessen, at
har endar tað óivað eina-
ferð.
Hetta er eitt vælskrivað og
rímiliga gjøgnumrættað
handrit við einstøkum vill-
um, ið hevur verið nærum
klárt til prentingar, sigur Jess
Jessen, stjóri á Frederiksberg
Antikvariat, sum hevur
handritið til fyrstu skaldsøg-
una hjá Williami Heinesen í
varðveitslu
Mynd: Peter Hove Olesen (Politiken)
Skaldsøgur eftir William Heinesen
1934:
Blæsende Gry.
1938:
Noatun.
1949:
Den sorte gryde.
1950:
De fortabte spillemænd.
1952:
Moder Syvstjerne.
1964:
Det gode håb.
1976:
Tårnet ved verdens ende.
Fakta
C
M
Y
K
7
6