hósdagur 9. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 5 - 9. januar 2003
Nr. 5 - 9. januar 2003
9
verið stuttligt í ár og at teir
ætla sær at taka táttin upp
aftur næsta ár.
Hóast sýningarnar eru
lidnar, stendur ikki á at fáa
tíðina at ganga og enn eru
teir av og á og reka eftir
hornunum, sigur Allan.
Men annars hevur hann
eisini eitt annað spæl, sum
tað munnu vera ógvuliga
fáir óvitar, sum spæla nú á
døgum: Hann kastar kong-
ar.
Við góðari hjálp frá abb-
anum í Nesi, Allanum,
hevur hann útvegað sær
bæði purkur, jallar, kongar
og kast og nú spælir hann
viðhvørt at kasta kongar
við
yngra
bróðurinum,
Bjørgvin.
Men ikki sigast annað,
enn at tað, sum Allan spæl-
ir, vísur, hvønn áhuga hann
hevur.
Hann er dúgligur sum
fáur at fáast við seyð, er
ofta burtur í haga og kennir
hvørja kleyv í Innaru
Homrum, sum er hagin, tey
eiga í.
Og Tvær ferðir hevur
abbin havt hann við í Lítlu
Dímun eftir seyði.
Tað var ordiliga fínt, sig-
ur hann, hóast hann eisini
viðgongur, at tað eru stræv-
nir dagar og at tað summa-
staðni er bratt og ringt at
ganga.Men hann hevur stav
og tá ið ansað verður eftir,
bilar ikki.
Og hann hevur langt
síðani gjørt av, at tá ið hann
verður stórur, skal hann
verða bóndi og so skal hann
eisini smíða fyri fólk
afturat so at eitt livibreyð
fæst burturúr.
At spæla við teldu, tað
dugur hann eisini. Men tað
er nakað, teir fáast við
heilidagar og tá ið illveður
er og onki gerst úti...
Í Hvalba eru nakrir
dreingir, sum brúka
tað mesta av tíðini
uttandura, har teir
fáast við spæl, sum
avspeglar gerandis-
dagin hjá teimum
vaksnu
BARNASPÆL
Áki Bertholdsen
Hvalba: Ofta verður sagt,
at nú á døgum spæla børn
ikki sum fyrr. Fyrr spældu
børn úti og ofta var spælið
ein avspegling av arbeið-
num hjá teimum vaksnu.
Men gakk vekk við børn-
um nú á døgum, tí nú sita
tey bara frammanfyri sjón-
varpi og teldu og alt spæl
nú á døgum er frammanfyri
skíggjanum við einum joy-
stikki í hondunum.
Uttan iva er nakað um
hetta.
Men onkustaðni eru enn
børn ið spæla, sum børn
gjørdi fyrr.
Í Hvalba eru nakrir
drongir, sum framvegis
brúka tað mesta av síni
frítíð uttandura.
Fróði, Allan, Ørvur, Pæt-
ur, Evald, Poul og Kenneth
og onkrir aðrir við, eru
dreingir, sum brúka nógva
tíð undir opnum himmali.
Í alt heyst hava teir havt
eitt heilt serligt spæl, sum
sanniliga hevur avspeglað
tað, sum tey vaksnu hava
fingist við í Hvalba í alt
heyst.
Hvalbingar eru vanir at
hava seyðasýningar um
heystið og tíðiliga hug-
kveiktir av tí, eru nakrir
drongir í bygdini eisini
farnir at sýna seyð.
Men sjálvsagt hava teir
ikki ordiligan seyð at sýna.
Tað, teir hava fingið sær til
seyð, eru hornini á veðrum
og lombum, sum vórðu
flett í heyst.
Og
í
fyrireikingum
standa hornasýningarnar
hjá hesum drongjunum
ikki ein tumma aftanfyri
seyðasýningarnar hjá teim-
um vaksnu.
Teir hava skiftst um at
hava hornasýningar heima
hjá hvørjum øðrum og so
endaði alt við eini stórari
finalu, har tey allarvakrastu
hornini vórðu kosin.
Til hvørja sýning høvdu
teir steyp, sum teir sjálvir
gjørdu so kynstriga, sum
hugsast kundi, men til
sjálva finaluna høvdu teir
keypt steyp.
– Vit býttu hornini upp í
tveir bólkar. Ein bólkur var
við veðrahornum og ein var
við lambshornum fortelur
12 ára gamli Allan Svein-
bjørnnsson okkum.
Hóast hann er ein av
undangongumonnunum í
hesum spælinum var tað
ein annar, Fróði Tausen,
sum fann uppá, at teir
skuldu fara at spæla hetta
her.
Drongirnir hava í alt
heyst roynt at savna tey
vakrastu hornini saman.
Og tá ið so sýningarnar
vóru, vórðu hornini máld
og skoðað. Hornini vóru
bæði máld í longd og um-
máli og annars skoða at vita
um lop var á teimum ella
um onnur lýti vóru, sum
drógu frá. Alt var nágreini-
liga skrivað upp í eitt
skema og so varð talt sam-
an og drigið frá, áðrenn
vakrastu hornini vórðu vald
og tey fingu síðani steyp,
fyrst vakrasta lambshornið
og síðani vakrasta veðra-
hornið.
Á sjálvari finaluni vóru
bara tey hornini við, sum
høvdu vunnið í hinum
undansýningunum.
Kastar kongar
Men áðrenn hvørja sýning,
máttu teir fyrst i hagan at
reka. Teir hava allir havt
hornini "gangandi" í hagan-
um og áðrenn sýningarnar
máttu teir at reka. Dreing-
irnir í Nesi hava havt síni
horn "gangandi" í einum
hamara og har er so bratt, at
teir noyðast at síga eftir
teimum fyri at fáa tey aftur.
Eftir sýningarnar, eru tey so
slept aftur í hagan.
Hann sigur, at tað hevur
Stendur ikki á at fáa tíðina at ganga
Her hevur Allan lagt sentimetramálið á eitt horn at taka mát,
áðrenn mátið verðru skrivað upp í skema
Hornini vórðu nágreiniliga máld og alt varð skrivað upp í skema. So varð talt saman og drigið
frá, áðrenn vakrastu hornini vórðu funnin og steypini kundi latast. Her er tað Allan, sum
skrivar upp
Hornini standa bundin
ímeðan sýnað verður. So
verða tey tikin inn í rættina,
eitt og eitt, har tey verða
máld og skoðað
Hetta eru drongirnir, sum vóru við í sýningini heima hjá Allan og teimum. Teir tríggir drongirnir í aftara raðnum eru frá
vinstru: Poul Norðberg, Allan Sveinbjørnsson og Kenneth Eyvindsson. Teir fimm drongirnir í fremra raðnum eru f.v. Pætur
Ellendersen, Bjørgvin Sveinbjørnsson, Ørvur Norðberg, Evald Norðberg og Fróði Tausen
Tað var
onki spart,
tá ið sýning-
arnar vóru,
tí drongirnir
gjørdu sær
enntá stik-
rætt inni í
bilskúrðin-
um, har
sýnað varð.
Frá vinstru
eru teir:
Evald Norð-
berg, Kenn-
eth Eyvinds-
son, Pætur
Ellendersen,
Bjørgvin
Sveinbjørnss
on, Ørvur
Norðberg,
Fróði
Tausen og
Allan Svein-
bjørnsson
Fróði Tausen var tann, sum
fann uppá hetta spælið, sigur
Allan. Her tekur hann mát
av einum horni
Brøðurnir báðir Bjørgvin, vinstrumegin, og Allan Sveinbjørnsson, spæla gamla
spælið at kasta konga, sum ógvuliga fá børn duga nú á døgum
C
M
Y
K
9
8