Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 5 - 9. januar 2003 Nr. 5 - 9. januar 2003 11 Løgmaður tykist inkonsekventur, tá tað kemur til við- gerð av landstýrismonnum. Hann hevur fyrr drálað, tá fólkaflokslandstýrismenn hava verið í ivasomum støðum, og nú endurtekur hetta seg við Jørgeni Nicla- sen. Hann er annars rættiliga kvikur at geva ábreiðslur til tjóðveldislandstýrismenn, og var til reiðar at koyra Signar á Brúnni frá, um hesin ikki sjálvur segði seg úr starvi. Her skal tó leggjast afturat, at Signar á Brúnni ikki fekk stórvegis stuðul frá egnari floksleiðslu, ser- stakliga ikki, tá flokkurin skuldi seta mannin aftur í sessin. Nú fyriliggur ein kanning, ið kanska ikki er framúr góð, sambært onkrum løgfrøðingi, men Løgtingið hev- ur biðið um hana, og Løgtingið eigur at viðgera tað, sum fyriliggur. Føroyskir politikarar skulu ikki goyma seg aftanfyri kanning av kanningum av kanningum út í tað óendaliga. Hevur Løgtingið politiskt álit á Jørgen Niclasen? Umsitur hann í tráð við Løgtingsins vilja? Er svarið nei, so kunnu teir velja at geva honum eina átalu ella koyra hann frá. Er svarið ja, so heldur hann fram, men so er tað ein politisk avgerð tikin eftir, at Løg- tingið hevur viðgjørt kanningina, ið tað sjálvt hevur biðið um. Løgtingið kann ikki biðja um eina kanning, og so lata vera við at viðgera tað, ið fyriliggur. Tá hetta er sagt, so er spurningurin um Løgtingið ikki átti at havt egið fólk, ið konsekvent kannaði umsitingina. Sum er hava vit ein alt ov stóran ójavna millum løgtingsumsitingina og miðfyristingina. Miðfyristingin er alt ov stór í vavi, meðan løgtingsumsitingin helst er eitt vet ov lítil. Ein kanning er ikki ein dómur. Skulu avleiðingar vera av skeivari umsiting í landstýrinum, so er tað Løg- tingið, ið skal avgera, hvat avleiðingarnar skulu vera. Tað vildi ikki verið rætt, um onkur tilfeldigur løgfrøð- ingur uttanum dómsvaldið skuldi fingið tað vald at komið við einari bindandi tilráðing um hvat skal henda við einum landstýrismanni. Vil løgtingið geva ein so- kallaða "nøs", so mugu vit góðtaka tað. Vil Løgtingið koyra ein landstýrismann frá, ja so góðtaka vit eisini tað. Fólk mugu minnast til, at skeiv umsiting altið fer at koma fyri, har nakað verður gjørt til nyttu. Feilir koma fyri í øllum stjórnum, uttan at ministarar neyðvendig- vís skulu frá hvørja ferð. Eingin er feilfríur, heldur ikki ministarar. Spurningurin er í hvørjum einstøkum føri, um feilurin er serliga grovur, var gjørdur við vilja, móti tilráðing o.s.fr. Her eru tað Løgtingslimir skulu vísa seg sum politikarar og avgera avleiðingarnar í hvørjum einstøkum føri og skapa eina skilagóða siðvenju. And- støðan hevur ikki álit á Jørgen Niclasen og vil reisa misálit. Hetta er ein greið útmelding. Vilja sam- gongulimir ikki hetta, ja so hava teir álit á Jørgen Niclasen, og eigur so veljarin at hava hetta í huga til næsta val – serliga Tjóðvedisveljarar, ið hava svølgt mangan beiska bitan frá Fólkaflokkinum við annuleraðum fólkaatkvøðum, skipasanering o.s.fr. DAGSINS MEINING Sosialurin Vísið tykkum sum politikarar! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan við Keldu løgtingsmaður Nú tikið hevur verið saman um farna árið og sett hevur verið út í kortið í samband við komandi tíðir, hava áhugaverdar útsagnir verið á lofti bæði av leikum og lærdum, av vinnulívsfólki, alment settum og bókligum skúlaðum fólki annars. Í hesum sambandi ger Hermann Oskarsson, for- maður í Búskaparráðnum, áhugaverdar viðmerk-ingar í Sosialinum 4. január og í Dimmalætting 7. január ár, sum vísa á almenna og pri- vata útboðið av arbeiðs- tímum, um avlagandi ávirkanina danski blokk- stuðulin hevur á føroyska samfelagið og hesin saman við økta almenna sektorin- um gevur ein ov høgan framleiðslukostna á okkara fram-leiðsluvirkjum, sum aftur hevur skatta- og avgjaldshækkingar við sær. Hóast bæði áhugavera og tíðum humoristiska upp- seting, er einki serligt nýtt í greinini. Ávísu politikararnir fóru skeivur – reiðarin og fiskimaðurin høvdu rætt Tað eru meiri enn 30 ár síð- ani okkara langfaraskip vórðu sett uttan fyri fiski- mørk í londum, sum tey høvdu troytt fiskigrunnar bæði í 40 og 50 ár. Ikki var sjáldan at hoyra frá ávísum politiskum flokki, at Føroyar uttan nakað, kundu liva væl av tilfeinginum sum fanst á føroysku grunnunum. – Her fór hann skeivur. Hinvegin søgdu bæði fiskimenn og reiðarar, at tað var ógjørligt. Hinvegin skuldu vit í eini neyðstøðu verið noyddir at roynt tað, skuldi okkara samfelag umskipast munandi. Vit vístu longu tá á, at vit sigldu vandasjógv, og neyð- ugt var, at vøksturin í al- menna sektorinum steðg- aði. Hetta var júst í teimum døgum, har ávísur partur av okkara fólki sá nakað í planbúskapi. Tað gekk jú fínt í Sovjet og í londunum eystanfyri. Londini vestan fyri høvdu bara ikki funnið út av, hvussu besta leiðin varð gongd. Hvør steðgar ávísari gongd Ofta er torført at steðga eini gongd. Fyri kortum las eg nøkur haggtøl úr Svøríki, sum m.a. vístu, at í heili 70 ár – frá 1926 til 1996 - vórðu royndir gjørdar at steðga muninum millum rík og fátøk. Úrslitið var, at munurin øktist so gott sum øll árini, tað sama um vinstra- ella høgrastjórnir sótu. – Tey flestu árini sat ein javnaðarstjórn. Tíverri mugu vit í dag ásanna skeivleikan í, heldur enn at minka og umskipa almenna sektorinum, varð samtykt, at føroyski lands- kassin skuldi lata studning til fiskiflotan og fiskimenn. Hetta var jú so nógv lættari, enn veruliga at verða noyddur at steðga almenna sektorinum at økjast og taka tær torføru avgerðir at umskipa hann, sum átti at verðið gjørt. Tvinnir vóru kostirnir í at velja, antin at minka al- menna sektorin, ella leggja stuðul úr landskassanum til okkara berandi vinnu, so hon ikki fór av knóranum. – Ja, hetta varð tá populert kallað "afturbering". Ólátað skriving Vit minnast til skrivingina tá, at "Fólkafloksreiðarar nú gjørdu sær dælt av stuðli til fiskivinnuna". Nú veit eg ikki um bara Fólkaflokkurin átti reiðarar og fiskivinnuna sum heild, men hetta var óvanliga ólátað og ljót skriving. Allir partar vita, at her vóru bert hesir tvinnu kostirnir, tí fyri hvørja krónu almenni sektorurin dýrkaði, virkaði hetta meiri enn dupult uppá lutfallið millum privat og alment, tí berandi vinnan skuldi gjalda í síðsta enda. – Hetta er ikki nakar vit- skapur. Veruleikin var, at tá skip- ini komu heim á heimligu grunnarnar, gjørdust hesir ov trongir, og ov lítið varð til hvønn. – Tað vísti seg eisini við, at okkara lang- faraskip sum vórðu eftir, kundu fyri tað mesta virka stuðulsleys, burtur sæð frá nøkrum fáum. Støðan ídag vísir tað sama bert í øðrum hami. Tí er umráðandi, at vit sam- stundis sum vit mugu halda aftur í almenna rakstrinum, kunnu fegnast um skatta- lættan, sum núsitandi sam- gonga leggur fyri løgtingið fyri í ár og í komandi árum. Hetta fer at vera við til at geva okkum eitt betri kappingarføri og sjálvsagt eina størri nettolønar-útg- jalding, sum aftur gevur samfelagsborgarum okkara lættari lívsmøguleikar. Tó verið eg noyddur at skoyta upp í, at tað seinastu árini er farin ein alt ov stór og støðug hækking fram av fyrisitingini og rakstri annars. – Men hetta rætt- vísger ikki veruleikan – tvørturímóti. Kanska eina greiðari mynd Tað sum kanska restar í beinraknu greinini hjá Hermanni Oskarssyni er ein greiðari mynd av, at hvørja ferð ein flytur úr privatu vinnuni yvir í almennu, virkar hetta meiri enn dupult og tá kann tað bert greiðast við eini skatta- ella avgjaldshækk- an, sum ikki er gongd leið longur. Annars ber hetta bert uppi við einum dygg- um búskaparvøkstri hvørt ár – og tað verður ikki og tað kann eisini verða við til at skaða samfelagið við øktum rakstri. Besta og helst einasta gongda leiðin er at økja privatu vinnuna við betr- aðum vinnumøguleikum og samstundis ikki at økja almenna raksturin. Økja privatu men ikki almennunu vinnuna Fyri hvørja almenna rakstrarkrónu, verður meiri enn tvífalt so nógv at bera privatu vinnuni VIÐMERKINGAR Kjartan Kristiansen 5. juni 1849 fingu danir sína grundlóg. Valdið varð trýbýtt. Lóggávuvaldið varð lagt til kong og Ríkis- dag í felag, útinnandi vald- ið varð lagt til kong, t.v.s. til stjórnina, ið kongur til- nevndi, meðan dømandi valdið varð lagt til dóm- stólarnar. Eitt er skrivaða orðið, annað er at fáa hetta at virka í tí dagliga. Grund- lógin var úrslit av kravi fólksins um fólkaræðið. Hon var eitt úrslit av togan millum fólkið og teir ráð- andi undir gomlu eina- valdsskipanini. Semjan gav afturhaldskreftunum við landstinginum ávíst vald at forða fólkatinginum í sín- um lóggávuarbeiði. Sum frá leið bar hetta ikki til, og tað kom til veruligar skarp- skeringar, tá Estrup í 1877 kom við fyrstu bráðfeingis fíggjarlógini. Estrup hevði væntað, at tað fór at eydn- ast honum sum einum øðr- um Bismarck at knúska fólkið til hóvsemi og lýdni. Men trýst elur móttrýst, og sum herróp vórðu her nýtt orðini hjá Viggo Hørup frá 30. desember 1878: Ingen over, ingen ved siden af Folketinget. * 25. apríl 1959 samtykti Føroya løgting við 17 atkvøðum ímóti 11, at D.E.W.-málið mátti haldast at vera avgjørt og verður tikið til eftirtektar. Løgting- ið undirstrikar sína and- støðu móti militerari út- bygging í Føroyum í van- ligari merking, um talan verður um slíka. Undir umrøðuni av hes- um máli, sum vit síðan kenna sum NATO-málið, er tað, at Hákun Djurhuus skal hava sagt: Eingin yvir og eingin undir liðuni á Føroya Løgtingi. Trýbýtta valds- skipanin Í 1959 gav Føroya løgting seg undir, at so týðandi mál sum NATO-útbyggingin varð avgreitt av landsstýr- inum, uttan at løgtingið hevði fingið høvi til at siga sína hugsan, áðrenn byggi- loyvi og sáttmáli vórðu gjørd. Mangt er helst broytt síð- an tá, og hendingin í 1959 vikar ikki við grundsetn- ingin í tí fólkaræði, vit stremba ímóti; nevniliga at løgtingið hevur lóggevandi valdið, landsstýrið hevur útinnandi valdið, meðan dómsvaldið liggur hjá dóm- stólunum. Í Føroyum og Danmark er útinnandi valdið veikari enn t.d. í USA, har tað eis- ini er valt beinleiðis av fólkinum. Hjá okkum og í Danmark hevur heldur ikki dómsvaldið havt tann fólkaræðisliga týdning, sum tað hevur og hevur havt í USA. (At lógir og kunngerðir hjá okkum hava verið so illa orðaðar og mótsigandi, at dómsvaldið ikki hevur kunna dømt eftir teimum, hevur einki við fólkaræði at gera; er bert dómur yvir tvørrandi pro- fessionalismu.) Sjálvt um vit kunnu vera samd um, at eingin er yvir Løgtinginum, so er tað ikki fólkaræðisliga rætt, at eingin er undir liðuni á Løgtinginum. Tað er júst valdsjavnbýtið millum hesi trý vald, ið tryggjar, at einki av valdunum gerst einaráð- andi. Úrslitið av tí gongd, sum er frágreidd framman- fyri, er í Føroyum og Dan- mark vorðin tann, at vit hava fingið eitt slag av løg- tingsdiktaturi. Tað ber ikki til við lóg at skapa eitt nýtt samfelag. Lógin er ritað av støðugt afturvendandi gjárdøg- unum. Vanar og siðir geva lógirnar - ikki øvugt1 Alexis de Tocqueville, franskur heimsspekingur, 1805 - 1859, hevur sagt hesi orðini. Hann gav í kendu bók síni, Democracy in America, eina gjølla og vælgreinaða lýsing av fólkaræðinum í USA, og hann er framvegis tann, ið amerikumenn venda aftur til, tá fólkaræðisligir spurn- ingar eru uppi, ikki Mon- tesquieu. Sannleikan í orðunum hava fleiri lond ásannað. Grefligasta dømið er Sov- jettiska republikkin, har ”nýggja”, lóggivna sam- felagið fall saman í áttati- árunum, nakað um somu tíð, sum okkara ”lóggivna” samfelag fór fyri bakka. Samfeløgini fóru ikki fyri bakka, av tí at ideo- logiin var skeiv. Tey fóru fyri bakka, tí teir ráðandi - annaðhvørt teir sótu sum einavaldsharrar ella við valdinum í løgtinginum - vildu lóggeva skapanina av einum nýggjum, betri sam- felag út frá einari ideologi, ið ikki bygdi á siðir og van- ar í fólkinum. Sum ikki einaferð mis- skiltu politikararnir sína uppgávu, nevniliga at orða í lóg teir vanar og siðir, ið fólkið í stórum er samt um, og á ein slíkan hátt, at rættindini hjá møguligum minnilutum at halda við sínar vanar og siðir ikki verða skerd, uttan so at hesir eru til veruligan skaða fyri onnur. At broyta hugsunarháttin hjá fólkinum við at bera fram ideologiir og at vísa á, at lógir eru til ógagns fyri samfelagið ella partar av samfelagnum, er uppgávan hjá listarfólki, rithøvund- um, prestum, vísindafólki og løgfrøðingum, avgjørt ikki hjá politikarum. Teirra uppgáva og teirra styrki er at fata og duga at orða tær hugsanir um rættleika og siðalag, sum fólkið tykist vera samt um. Uppgáva politikaranna er sostatt at staðfesta - ikki at bróta upp úr nýggjum - og avgjørt ikki við lóggávu at broyta siðir, vanar og van- liga rættarfatan fólksins. (Fiskivinnupolitikkurin hjá ES og kvotulóggávan í 1993 eru hjá okkum mill- um dømini um miseydnaða lóggeving av einum nýggj- um samfelag.) Fólkaræði uttan virð- ing fyri lóg og skili skapar lógloysi og fremur einaveldi Í 1898 fekk spanska stór- veldið endaliga mønubrest- in, tá tað tapti kríggið ímóti USA, ið tók Filippinurnar, Puerto Rico og Guam, meðan Cuba gjørdist frælst. Sjálvt um Spania enn var eitt slag av kongsveldi, so var tað lóggávutingið - Cortes - sum ráddi uttan at hava veruligt og sterkt út- innandi vald og dómsvald at skifta valdið við. Úrslitið gjørdist hurlivasi, tí lógir vórðu givnar í eyst og í vest, uttan samanhang. Úr- slitið við hermannaeina- veldi, fyrst við tí hjá Primo de Rivera í 1920-unum og seinni við Franco og spanska borgarakrígnum í 1930-árunum kenna vit. Tann gongd, vit síggja við løgtingseinaveldi í Før- oyum, er tíbetur enn stutt komin, men hon er kortini hættislig fyri menningina av einum føroyskum fólka- ræði. Tann stabilitetur, sum var eitt av aðalmálunum í vinnupolitikkinum, sum løgtingið í seinastu tingsetu so staðiliga tók undir við, er við nýggja løgtinginum mestsum gjørdur til ein bý í Russlandi. Nýggju og í veruligum politikki at kalla óroyndu politikararnir hava funnið saman um at fremja ideologiskar hugsanir, sum ikki skapa stabilitet men misálit á, hvat tað næsta verður. Teir tykjast ikki hava somu ideologiir, men hava eftir øllum at døma funnið saman um at fremja lóggávu við brotum úr hvør sínari ideologi. Landsstýrið sum útinn- andi myndugleikin er settur til viks av nýggja løgtingin- um, ið nú eisini vil hava hetta vald. Styrkta umsit- ingin hjá løgtinginum tyk- ist spæla við í hesum fólka- ræðisliga hættisliga spæli, sum í roynd og veru førir løgtingið aftur til at vera eina amtskommunala um- siting og ikki veruligt løg- ting, ið hvussu so er bendir einki á, at serkøna umsiting løgtingsins hevur roynt at ávirka løgtingið at halda seg til sín leiklut. Var tað so av illum ein nýggj hernaðarútbygging, sum útinnandi valdið ætlaði at fremja uttan at leggja málið fyri løgtingið, so var gongdin skiljandi. Og hevði landsstýrið uttanum løgtingið roynt at stýrt við fyribils fíggjarlógum, sum Estrup á sinni, var orsøk hjá løgtinginum at gjørt vart við sína uppgávu. Men at gera vart við sítt vald í viðgerðini av einari vanligari fíggjarlóg, sum eitt nývalt løgting hevur álagt sínum egna valda løg- manni at leggja fram eftir tógvar samgongusamráð- ingar, gevur als onga mein- ing. Tað kann ikki annað enn fáa vinnulív og vanlig fólk at missa álitið á løg- tingi og landsins myndug- leikum. Tí hvør kann trúgva upp á og leggja ætlanir eftir tí, sum útinnandi valdið - landsstýrið - sigur vera rætt og ætlanir fyri framtíðina? Tá hvør avgerð eins væl kann útsetast, til málið av einhvørjari orsøk fyrst er komið á løgtingsborð, kem- ur stígur í íløgur og tillag- ing vinnunar til framtíðar krøv. Hon skal jú eisini liva dagin í morgin, og hvat sigur meirilutin í løgtingin- um tá? Og hvør trýr, at dóms- valdið kann byggja upp nakað vald og nakra leið- reglu í tulking av lógum, tá løgtingið kann broyta lógargrundarlagið frá degi til dags eftir egnum ideo- logiskum hugsanum og utt- an samband við afturvend- andi gjárdagarnar hjá fólk- inum í landinum? Nei! Her stendur ikki væl til. ES! Ja, tað er rætt, at meirilutin í fíggjarnevndini uttan nakra fráboðan og serliga grundgeving eins og smyril fór í staraflokk og skerdi játtanina hjá Menn- ingarstovuni við 500.000 kr. Sum tænastustovnur hjá Vinnumálaráðnum at fremja vinnupolitikk lands- ins mugu vit loyalt ganga undir hesa fráboðan løg- tingsins og laga okkara virksemi eftir hesum. Hetta er sum so einki vandamál fyri fólkaræðið í Føroyum. Vandamálið fyri fólkaræðið er, at stovnar undir útinn- andi valdinum umvegis fáa boð um, at teir eiga ikki at lata framløgu fyri fíggjar- nevndina um framtíðar tænastu til sítt ráð, men eiga sjálvir at venda sær til meirilutan í fíggjarnevnd- ini - Óla Breckmann, Kára P. Højgaard, Torbjørn Jac- obsen og Kristinu Háfoss, so leingi tað varir - at tryggja sær, at ikki ov tilvildarligar broytingar henda og kanska fáa størri játtan. Slík mannagongd sømir seg ikki í einum nútímans fólkaræði, bert kanska í gomlum sóknar- stýrum. 1 It is not possible to leg- islate the creation of a new society. The law is written by the perpetual yesterdays. Manners and customs give the laws not the converse. Eingin yvir og eingin undir liðuni á Løgtinginum? Ása Olsen Nú vit hava sett lógina um ábyrgd landsstýrismanna í gildi í Føroyum, so er tað at undrast yvir, hvussu hend- an lóg verður umsitin, nú tað er ein landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum, ið verður raktur. Ikki hevur løgmaður nýtt langa tíð at umhugsa seg, tá tað hevur snú seg um landsstýrisfólk hjá hinum samgonguflokkunum. At Fólkaflokkurin enntá roynir at seta spurnarteking við kanningina hjá Turid D. Hentze, og leggur tað út sum, at hendan kanning bert er hennara tulking av málinum, er átalu vert. Turid D. Hentze hevur sum øllum kunnugt verið forkvinna í Javnstøðu- nevndini í fleiri ár, og eigur hon sostatt at kenna rætti- liga væl til mannagondir o. a. innan tann almenna sekt- orin. Tá løgmaður nevnir í Degi og viku týsdagin, at nú skal kanningin kannast aftur, so kann ein ikki ann- að enn hugsa, um ein kanska vil hava onkran at kanna umaftur, ið kann tulka tað, ið er farið fram soleiðis sum ein sjálvur vil hava tað tulkað. Um løgmaður bar seg rætt at, so kann ongin ivi vera um, at nú tað er hans- ara egni partamaður átti hann at verið minst líka skjótur til at handla, og seta mannin frá, í hvussu er til ein hevur prógva, at lands- stýrismaðurin ikki hevur gjørt nakað skeivt. Tað er ongin ivi um, at kanningarstjórin í hesum føri skal javnsetast við um- boðsmannin, og tí er tað sera átalu vert, at løgmaður, ið er hægsti myndugleiki í landinum, sáðar misálit á kanningina. Trúðvirðið hjá Fólkaflokkinum C M Y K 11 10