hósdagur 9. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 5 - 9. januar 2003
Nr. 5 - 9. januar 2003
13
Ferðslumynstrið til
og frá flogvøllinum er
broytt, síðan
Vágatunnilin vaðr
tikin í brúk. Nógv
fleiri fólk hava ferðast
við egnum bili, og
fólk støðast eisini
longri á farstøðini á
flogvøllinum. Eisini
hýruvognar verða
nýttir at fara úr Havn
á flogvøllin við
FERÐSLUMYNSTUR
Edvard Joensen
Vágar: Tað eru nógv fleiri
fólk í longri tíð á flogvøll-
inum i samband við komu
og fráferð hjá flogførunum,
enn tað var, áðrenn Vága-
tunnilin varð tikin í brúk.
Gongdin higartil hevur
verið sum væntað, siga tey
av
flogvøllinum.
Fólk
koma fyrr og fara seinni
heim aftur í samband við,
at flogførini koma og fara.
Fyrr var soleiðis, at øll
komu í senn. Bæði tey, sum
komu við egnum bili, og so
tann stóri bólkurin, sum
ferðaðist við flogrutuni hjá
Bygdaleiðum.
Nú tunnilin hevur gjørt
tað nógv lættari at ferðast,
eru nógv fleiri, sum hava
valt at koyra við egnum
bili. Mangan eru so eisini
fleiri við ella eftir teimum,
sum fara ella koma við
flogfarinum. So talið av
fólki, sum kemur á flog-
vøllin er vaksið munandi
hesa tíðina, siga tey av
flogvøllinum.
Nú ikki er neyðugt at
laga seg eftir ferðaætlanini
hjá Ternuni, sæst skilliga, at
fólk hava betri tíð. Fleiri
verða sitandi, eftir at tey
eru komin í land av flog-
farinum. Og alt fleiri velja
at koma í góðari tíð fyri at
sleppa undan at standa í
langari bíðirøð til at kekka
inn. Tey vilja heldur nýta
tíðina yvir einum kaffi-
koppi inni á farstøðini.
Men tað hevur verið so-
leiðis nú um høgtíðirnar, at
tað er veri enn so altíð, at
øll, sum hava verið á flog-
vøllinum, hava fingið sess
við borðini.
Nú hava nógv fólk havt
frí og sostatt góða tíð at
koma bæði við og eftir
ferðafólki. Ofta fleiri í
felag eisini. Og tá so eini
tvey flogfør í senn hava
staðið á vøllinum, hevur
verið heilt trongligt, verður
sagt av flogvøllinum.
Eisini hýruvognar
Eitt annað fyrbrigdi, sum í
nógv størri mun enn fyrr er
komið upp nú, er at fólk
fara úr Havn vestur í Vágar
við hýruvogni.
Av bilstøðini Auto í Havn
verður sagt, at har hava tey
merkt týðuligan vøkstur í
túrum vestur í Vágar, síðan
undirsjóvartunnilin
varð
tikin í brúk.
Fyrr hendi tað seg bara,
at onkur fór líka á flog-
vøllin við hýruvogni. Men í
dag er tað als ikki óvanligt,
siga tey. Og heilt bíligt er
tað heldur ikki. Túrurin
kostar úr Havn 526,- krónur
umframt bummgjaldið, so
samlaði kostnaðurin fyri at
leiga ein hýruvogn úr Havn
á flogvøllin verður 714,-
kronur.
Men eisini aðrar tíðir,
enn tá flogførini koma og
fara, leiga fólk hýruvogn
vestur í Vágar, siga tey hjá
Auto. Tað kemur eisini fyri,
at onkur fer vestur eitt van-
ligt kvøld soleiðis mitt í
viku at vitja fólk við hýru-
vogni, siga tey.
Færri við bussi
Eisini tey, sum koyra bussar-
nar á flogleiðini hjá Bygdal-
eiðum, merkja týðuliga eitt
broytt ferðslumynstur.
Ein bussførari, Sosialurin
tosaði við á flogvøllinum
mikudagin, metti, at ferða-
fólkatalið við bussinum
millum flogvøllin og Havn-
ina, mundi vera farið niður
í helvt ella so í mun til tað,
sum var áðrenn undir-
sjóvartunnilin lat upp.
Hendan dagin var buss-
urin næstan tómur, tá hann
fór av flogvøllinum. Seks
fólk vóru við frá flogfarin-
um hjá Maersk Air, sum
komið var úr Kastrup. Tó
skal sigast, at tað vóru bara
17 ferðafólk við flogfarin-
um, og ein annar bussur fór
eisini av flogfvøllinum til
Leirvíkar samstundis, sum
Havnarbussurin fór.
Men hendan gongdin
hevur veruliga verið, síðan
latið varð upp undir Vest-
mannasundi, segði buss-
førarin. Hann metti kortini,
at tað, at nógv fólk hevur
havt frí um jólini og hevur
viljað roynt undirsjóvar-
tunnilin, hevur gjørt, at
munurin hevur verið so
ógvusligur.
Hinvegin hava tað eisini
verið dagar nú um høgtíðir-
nar, at ein bussur ikki hevur
klárað at tikið øll ferða-
fólkini, segði hann.
Sagt verður av avgreiðsl-
uni hjá Flogfelag Føroya á
flogvøllinum, at áðrenn
tunilin lat upp, mundu fleiri
enn 90 prosent av teimum,
sum komu við flogfarinum,
fara av flogvøllinum við
bussi. Men so er ikki í dag.
Róligari ferðsla
Í bygdunum í Vágum, sum
liggja á farleiðini millum
meginøkið og flogvøllin,
siga fólk, at tey merkja eitt
broytt ferðslumynstur, síð-
an undirsjóvartunnilin lat
upp.
Tann til tíðir svakliga
koyringin báðar vegir, er
hildin uppat, og ferðslan
glíður meira róliga gjøg-
num bygdirnar.
Fyrr var tað soleiðis, at
fólk skundaðu sær av Oyr-
argjógv á flogvøllin fyri at
sleppa at kekka inn sum
skjótast. Og ikki minni var
ferðin hinvegin aftur fyri at
sleppa umborð á Ternuna.
Tað gjørdi av og á, at
heldur ivasamar yvirháling-
ar vórðu gjørdar. Eisini
millum hús.
Í dag fara fólk hóvligari
avstað, og sonevndu ferð-
gáarnir, sum settir eru upp,
gera eisini sítt til, at mun-
andi økta ferðslan mekist
nógv minni enn fyrr.
Øðrvísi ferðslumynstur
Hált hevur verið um
dagarnar, og ymsa-
staðni eru bilar farnir
út av vegnum
HÁLKA
Tá
myndamaðurin
hjá
Sosialinum týsdagin kom
koyrandi norður gjøgnum
Hvalvíkina, lá ein lastbilur
á liðini oman móti einum
neysti við havnarlagið í
Hvalvík.
Bilurin var gliðin oman
av vegnum, men hevði ikki
fingið stórvegis sksaða,
skiltist á fólki á staðnum.
Av politistøðini í Havn
varð sagt mikudagin, at har
høvdu tey onga fráboðan
fingið um nakað ferðslu-
óhapp i Hvalvík týsdagin.
ej
Flogleiðin er komin til Havnar. Bara seks ferðafólk vóru við av flogvøllinum. Sum heild er ferðafólkatalið á flogleiðini hjá
Bygdaleiðum minkað við umleið eini helvt
Mynd: Jens Kristian Vang
Fór út av
í hálkuni
Við havnaløgini
hevur verið trongligt
seinastu tíðina, nú
skipini hava ligið
inni. Tey flestu eru
farin útaftur, og
landingarmiðstøðir
og virkir kunnu aftur
brynja seg at taka
ímóti fiski
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Um jóla-og nýggjárshøg-
tíðina lá at kalla allur
okkara
fiskifloti
við
bryggju. Hetta er einki
óvanligt hesa tíðina av
árinum, men steðgurin var
longri enn vanligt. Øll skip,
sum komu í havn eftir, 18.
desember, tá ið Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
lýsti verkfall, vórðu liggj-
andi. Men seint leygar-
kvøldið varð givið leyst
aftur, tá ið nýggjur sáttmáli
varð undirskrivaður millum
reiðarafelagið og felagið
hjá skiparum og naviga-
tørum.
Viðrar væl
Í tí frálíka veðrinum, sum
verið hevur seinastu dagar-
nar, kann væntast, at skip-
ini, sum nú eru farin út
aftur, verða skjót aftur av
fyrsta túri. Vanliga er eisini
góður fiskiskapur eftir, at
flotin hevur ligið - og
hesaferð hevur at kalla allur
fiskiskipaflotin ligið síðan,
18. desember.
Á
Fiskamarknaðinum
kunnu tey nú brynja seg til
at taka ímóti fyrstu lastun-
um, og á virkjunum nærk-
ast tíðin, til tey aftur kunnu
senda boð eftir arbeiðs-
fólkunum.
Rætting
Í
týsdagsblaðnum
stóð grein um rør í
Strandahaga,
sum
vóru gliðin sundur. Í
greinini sigur býar-
verkfrøðingurin
í
Klaksvíkar komm-
unu, at tað var leyst-
liga mett at millum
10 og 15.000 kubikk-
metrar av eyri vóru
fluttir av øllum vatn-
inum. Hetta talið er
tó ikki rætt. Komm-
unan biður okkum
rætta talið til 5.000.
Skipini farin útaftur
- Eg minnist, at
útróðrarbátar úr
Klaksvík lógu og
bíðaðu eftir sild inni
á Skálafjørðinum
undir krígnum. Tá
kostaði sildin einar 6-
8 ferðir so nógv sum
toskurin, sigur áttati-
ára gamli, Hans Jakku
á Gadd á Nesi
SILD
Vilmund Jacobsen
Gamalt er, at mangt um-
broytist á mansins ævi.
Hetta kann ikki minst sigast
um sildina, sum í mong ár
er farin fyri spottprís, tí
eingin skoytir um hana,
hvørki til agns ella mat-
framleiðslu.
Men tað var tann tíð, tá ið
sildin var "gylta gullið",
sum allir vildu hava hendur
á, og tað var eisini tann tíð,
tá ið tað loysti seg at seta
sildagørn.
Í Sosialinum í gjár høvdu
vit samrøðu við Joen-Jacob
Johannesen í Søldarfirði,
sum hevur roynt eftir sild á
Skálafjørðinum í mong ár.
Hann eigur bátin, Katrin,
og seinastu vikuna undan
jólum, tá ið Havsbrún í
Fuglafirði tók ímóti fiski,
fingu teir heili 100 tons av
sild við nót á Skálafjørð-
inum.
Aftur hesa vikuna hevur
nógv sild verið at fingið, og
mánadagin fingu teir tvær
ferðir uppí bátin, eini 30
tons tilsamans.
Sildin fer øll til Fugla-
fjarðar til ídnað, og prísurin
er 1 kr. fyri kg.
Nógv dýrari enn
toskurin
Teir gomlu hava ilt við at
skilja, at einki verður gjørt
við sildina í Føroyum, tí vit
keypa jú hópin av sild í
gløsum og spannum úr
útlandinum - og tá er einki
til hindurs fyri at geva nógv
fyri hana.
Tað eru tey, sum siga, at
føroyska sildin er ikki nóg
góð. Er hon ikki ov rak, so
er hon ov feit.
Áttatiára gamli, Hans
Jakku á Gadd á Nesi, er ein
teirra, sum undrast á, hví
føroyingar einki gera burtur
úr sildini í dag.
- Eg minnist í 1951; tá
kostaði toskurin 55 oyru/
kg., hýsan 35, longan 17 og
brosman 16 oyru/kg., men
hetta sama árið fekst tú ikki
sild bíligari enn 3 kr. fyri
kilo.
Hann
minnist
eisini,
hvussu høgt í metum sildin
var undir krígnum.
- Tað var ikki óvanligt, at
útróðrarbátar úr Klaksvík
lógu her fram við landinum
og bíðaðu eftir, at bátarnir
høvdu drigið gørnini, so
teir kundu fáa agn og
sleppa til útróðrar. Eg
minnist, at klaksvíksbátar-
nir kundu lata heilt uppí
eina krónu fyri hvørja
sildina, teir keyptu, sigur
hann.
Hans Jakku vísir á, at tá
var sildin avgerandi fyri,
um bátarnir kundu sleppa
til útróðrar ella ikki, tí at
kalla einki annað agn var at
fáa.
- Onkur stakk sær nakrar
fliður ella fiskaði sær nak-
rar gággur, men sildin var
avgerandi fyri útróðurin,
leggur hann aftrat.
Nógv sildaarbeiði
Hans Jakku minnist sjálv-
sagt eisini tíðina, tá ið
skipini royndu eftir sild
norðanfyri og løgdu hana
uppá land í Føroyum.
- Ein av teimum stóru
keyparunum her um okkara
leiðir var D.P. Højgaard. Eg
minnist, at teir ein dagin í
1946 ella 1947 keyptu ikki
færri enn 300 tunnur av sild
frá bátum, sum royndu við
gørnum. So, her vóru nógv-
ir bátar, sum fiskaðu sild,
og nógv sildaarbeiði var
uppi á landi í sildatíðini.
Hans Jakku heldur, at
meginparturin av sildini,
sum skipini fiskaðu, fór til
Danmarkar og til Svøríkís.
Tað var ikki fyrr enn seinni,
sigur hann, at føroyingar
fóru fiska sild við skipum
og eisini fóru at selja til
Ruslands.
- Hjá okkum gomlu, sum
minnast týdningin av sild-
ini og tað arbeiði, hon legði
eftir seg, er ilt at skilja, at
eingin skal fáa nakað
burtur úr sildini í dag, sigur
Hans Jakku á Gadd.
Nógv er broytt, síðan útróðrarmenn lógu
og bíðaðu eftir sild inni á Skálafjørðinum
- Hjá okkum gomlu, sum minnast týdningin av sildini og tað arbeiði, hon legði eftir seg, er ilt at
skilja, at eingin skal fáa nakað burtur úr sildini í dag, sigur áttatiára gamli, Hans Jakku á Gadd
Mynd: Vilmund Jacobsen
Veðrið er gott, og væntandi
verður fiskiskapurin eisini
góður, nú at kalla eingi skip
hava verið úti síðan, 18.
desember.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
13
12