hósdagur 9. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 • hósdagur • 9. januar 2003 • 77. árg.
Stóri amerikanski
leverandørurin til
bilídnaðin, Visteon
Corporation, hava
verksmiðjur í fleiri
ymiskum londum í
heiminum, ið m.a.
framleiða billyktir,
aircondition og
multimedia undir-
haldsskipanir til bilar
MULTIMEDIA
Magnus Gunnarsson
Tað nýggjasta innan útgerð
til bilar eru multimedia-
skipanir, har bilførarin hev-
ur eina framkomna naviga-
tiónsskipan at koyra eftir,
meðan tey ferðandi í bilin-
um hava telduspøl, filmar
ella annað undirhald á túr-
inum. Hetta er serliga ætlað
børnum, sum ofta keða seg
á longri túrum. Skíggjar til
tey ferðandi sita undir
loftinum ella á baksíðuni á
nakkapútunum á framsetr-
unum.
Visteon
Corporation
framleiða eisini hita og air-
condition-skipanir, kølarar,
bilradio, fløguspælarar og
nýggjar framkomnar lyktir
til bilar, sum t.d. AFS (Ad-
vanced Front Lightning)
bæði sum Halogen og Xen-
on. Hesar lyktirnar geva
sera gott ljós í náttarmyrkri,
í toku og ringum sýni um
dagin. Visteon Corporation
hava verksmiðjur í fleiri
londum í heiminum við
umleið 80.000 starvsfólk-
um.
Kelda: Motor Magasinet
Hóast vit ikki hoyra
so nógv til Mitsubishi
persónbilarnar her
um okkara leiðir fyri
tíðina, er ein nýggjur
Colt er komin á
japanska marknaðin.
Um eitt ár kemur Colt
til Evropa
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hesin nýggi Mitsubishi
Colt er gjørdur í samstarvi
við Smart, ið hoyrir til
stóru DaimlerChrysler kon-
sernina. DaimlerChrysler
eiga ein stóran part í
Mitsubishi Motor Corp.
Komandi ár kemur Smart
við einum bili, sum er
bygdur yvir sama plattform
sum Colt. Colt er ein hatch-
back við 5 hurðum og rúm-
ligari kabinu, har høgt er til
loftið eins og á flestu nú-
tímans bilum í hesi stødd-
ini. Baksetrið kann flytast
aftur og fram, og stólarygg-
urin kann stillast. Eisini er
baksetrið 5 cm hægri enn
framsetrið. Bilurin fæst við
1,3 og 1,5 litur bensin-
motorum við ávikavist
90 og 98 hk. Tá bil-
urin kemur á evro-
peiska marknaðin
um eitt ár, verður
eisini ein útgáva
við
trimum
hurðum
á
skránni.
Evro-
peiska
og
ja-
panska
útgávan
verða ikki heilt
eins.
Kelda: Bil Magasinet
Mitsubishi Colt – til Evropa um eitt ár
Visteon Corporation - undirhald
til tey ferðandi í bilinum
Hesin Mitsubishi Colt, ið er komin á japanska marknaðin,
kemur til Evropa um eitt ár. Tá verður eisini ein
útgáva við trimum hurðum á skránni.
Evropeiska og japanska útgávan
verða ikki heilt eins.
Visteon undihaldsskipan
undir loftinum. Tá skipanin
ikki verður brúkt, verður
skíggin lagdur saman upp
undir loftið.
Visteon undirhaldsskipan í nakkapútunum
15
14
Nr. 5 - 9. januar 2003
Stillar ikki upp
Lívstíð fyri trælahandil
Nógvir samanstoytir
Gary Glitter útvístur
Rættiliga óvæntað hevur
leiðarin hjá demokratun-
um í amerikanska senat-
inum, Tom Daschle, boð-
að frá, at hann fer ikki at
stilla upp til forsetavalið í
2004.
Seinastu vikurnar hava
fleiri demokratar kunn-
gjørt, at teir ætla at royna
at gerast forsetaevni hjá
flokkinum, og tey flestu
høvdu væntað, at Tom
Daschle fór at taka somu
avgerð. Men í gjár boðaði
hann frá, at hann ætlar
sær at halda fram í senat-
inum og arbeiðinum har.
Eygleiðarar í Washing-
ton halda, at av teimum,
sum higartil hava boðað
frá, at teir ætla sær at
royna at gerast forsetaevni
hjá demokratunum, eru
tað serliga tríggir, sum
hava møguleika at vinna
uppstillingarvalini. Teir
eru leiðarin hjá demokrat-
unum í umboðsmanna-
tinginum, Dick Gephardt,
og senatorarnir John Ed-
wards og John Kerry.
Fýra
kinesiskir
menn
fingu fyrradagin lívlanga
fongsulsrevsing, eftir at
rætturin hevði dømt teir
sekar í at hava smuglað
vietnamesiskar kvinnur til
Kina og kinesiskar kvinn-
ur til Japan. 38 aðrir menn
fingu millum tvey og
fimtan ára fongsul.
Kinesisku myndugleik-
arnir siga, at frá 1998 til
2000 vórðu umleið 700
kinesiskar kvinnur smugl-
aðar til Japan, har tær
flestu endaðu í skøkju-
húsum. Í sama tíðarskeiði
vórðu nógvar vietnames-
iskar kvinnur smuglaðar
úr Vietnam til skøkjuhús í
Kina. Sagt verður, at
smuglararnir
neyðtóku
nógvar av kvinnunum,
áðrenn tær vórðu seldar
øðrum.
Nógvar
kinesiskar
kvinnur
vilja
fegnar
sleppa av landinum, og
tær rinda javnan upp ímóti
20.000
amerikanskum
dollarum fyri at sleppa við
einum skipi. Sambært
myndugleikunum
enda
nógvar av kvinnunum í
útlendskum skøkjuhúsum.
Ein uppgerð hjá norsku
tryggingarfeløgunum
vísir, at í fjør vóru meiri
enn 500 samanstoytir í
norsku ferðsluni um dag-
in, og at tryggingarfeløg-
ini fingu fráboðan um
meiri enn 600.000 skaðar.
Skaðarnir
kostaðu
tryggingunum 8,3 milli-
ardir krónur, og tað var
fimm prosent meiri enn í
2001. Sambært trygging-
arfeløgunum er hetta alt
ov nógv, og feløgini vísa
samstundis á, at nógv tey
flestu
ferðsluóhappini
stóðust av ósketni.
– Høvdu fólk lært at
seta bilin frá sær, tá tey
drekka, og høvdu fólk
hildið seg innan fyri há-
marksferðina, hevði talið
á deyðum í ferðsluni verið
helvtina minni, enn tað
var í fjør. Tað vil siga, at
150 mannalív kundu ver-
ið spard, siga tryggingar-
feløgini.
Myndugleikarnir í Kam-
bodja siga, at teir tóku
heimskenda tónleikaran
Gary Glitter annan jóla-
dag, og at teir nú hava
gjørt av at vísa honum av
landinum.
Gary Glitter, sum í
1999 fekk treytaleysa
fongsulsrevsing fyri at
hava tikið niður barna-
pornografiskt
tilfar
á
alnótini, rýmdi úr Bret-
land, tá hann slapp úr
fongslinum, og síðani
hevur hann fjalt seg í
Kambodja. Men har hava
fleiri felagsskapir kravt
hann vístan av landinum
orsakað av dóminum í
Bretlandi.
Spurningurin er so,
hvagar Gary Glitter skal
fara. Bretsku myndug-
leikarnir hava boðað frá,
at hann sleppur ikki hag-
ar, og á Kuba hava mynd-
ugleikarnir givið somu
boð.
Stjórin í altjóða
kjarnorkustovninum
IAEA sigur, at arbeið-
ið hjá vápnaeftirlits-
monnunum í Irak
kann fara at taka
fleiri mánaðir.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Mohamed El Baradei, sum
er stjóri í altjóða kjarnorku-
stovninum IAEA, segði í
gjár, at tað kann fara at taka
nakrar mánaðir at fullføra
arbeiðið, sum vápnaeftir-
litsmenninir hjá ST gera í
Irak.
Sambært seinastu sam-
tyktini hjá ST-trygdarráðn-
um skulu vápnaeftirlits-
menninir lata ráðnum eina
frágreiðing tann 27. januar,
men talan verður ikki um
eina endaliga frágreiðing,
sigur El Baradei.
– Eg havi seinastu vikur-
nar sagt, at altjóða samfel-
agið noyðist at bera yvir
við okkum, tí hetta arbeiðið
tekur tíð. Kunnu vit av-
vápna Irak við eftirliti og
kanningum og á tann hátt
sleppa undan kríggi, haldi
eg, at tað hevði verið tann
besta loysnin, segði IAEA-
stjórin í gjár.
Hann tók uppaftur, at enn
hava eftirlitsmenninir hjá
ST ikki funnið nøkur ólóg-
lig vápn í Irak, og teir eru
heldur ikki komnir fram á
nakað, sum prógvar, at ir-
akar hava sagt ósatt um sína
vápnagoymslu
og
sín
vápnaídnað. Men hann við-
merkti, at enn er nógv eftir
at kanna, áðrenn tað ber til
at gera nakra niðurstøðu.
Kann taka fleiri mánaðir
at leita eftir vápnum í Irak
Nýggja Norrøna
verður ikki einasta
nýggja ferðamanna-
ferjan, sum fer at
sigla upp á Bergen og
hanstholm í summar.
SAMFERÐSLA
Árni Joensen:
Norrøna verður ikki tann
einasta nýggja ferðamanna-
ferjan, sum verður reglulig-
ur gestur í havnunum í
Hanstholm og Bergen í
summar.
Norska reiðaríið Fjord
Line hevur keypt eina
ferðamannaferju, sum skal
setast inn í siglingina mill-
um Bergen og Danmark.
Hon tekur 1500 ferðafólk
og 600 bilar. Ferjan er
keypt úr Avstralia og verður
sett inn í siglingina millum
Bergen og Hanstholm í
apríl.
Enn hevur ferjan ikki
fingið navn, og tey, sum
halda seg hava eitt hugskot
um eitt hóskandi navn,
kunnu fáa 10.000 krónur og
sleppa við á fyrstu ferðina,
vinna tey navnakappingina,
sum reiðaríið hevur út-
skrivað.
Ikki einans nýggj Norrøna
Bretar eru ørkyml-
aðir, eftir at løgreglan
hevur funnið tað
drepandi eitrið ricin í
einari íbúð í London.
Seks menn úr Norð-
urafrika eru tiknir.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Tað var seinnapartin týs-
dagin, at bretska løgreglan
kunngjørdi, at hon hevði
lagt hald á tað drepandi
eitrið ricin í einari íbúð har
norðuri í London, og at
seks menn úr Algeria vóru
handtiknir.
Menninir hava síðani
verið til avhoyringar, tí løg-
reglan vil hava at vita, um
eitrið í íbúðini er tað ein-
asta, sum menninir høvdu,
ella um talan kann vera um
eitur
aðrastaðni
eisini.
Samstundis hevur løgregl-
an hert eftirlitið við tí mus-
limska umhvørvinum í
London.
Myndugleikarnir
meta
tilburðin so álvarssaman, at
heilsumyndugleikarnir
hava biðið læknar, sjúkra-
hús og onnur halda eygað
við, um fólk fáa sjúkueyð-
kenni, sum kunnu standast
av ricin. Løgreglan hevur
styrkt vaktarhaldið í undir-
grundarbreytini, tí tað hev-
ur fyrr ljóðað, at yvirgangs-
menn hava havt ætlanir um
at skipa fyri atgerðum har.
Fleiri milliónir fólk nýta
undirgrundarbreytirnar
í
London hvønn einasta dag.
Ricin er sera vandamikið
evni, og læknavísindin hev-
ur einki mótevni ímóti eitr-
inum.
Evnið
gjørdist
heimskent, tí tað varð
brúkt, tá tann útlagni bulg-
arin Georgi Markov varð
myrdur í London í 1978.
Hann varð stungin við ein-
um regnskjóli, og tað vísti
seg, at ricin var í sjálvum
spíssinum á regnskjólinum.
Svenski
yvirgangsser-
frøðingurin Magnus Ran-
storp segði í gjár, at hann
hevur sæð tilfar um ricin í
skjølum hjá al-Qaeda, men
enn hevur bretska løgreglan
ikki sagt nakað um, hvørt
teir tiknu menninir úr Alg-
eria hava samband við al-
Qaeda ella ikki.
Eiturávaring í Bretlandi
Tað drepandi eitrið í London
varð funnið, beint eftir at
bretska stjórnin hevur
kunngjørt, at fleiri hermenn
skulu til Persaflógvan, og at
flogberin HMS "Ark Royal",
sum sæst á myndini, eisini
fer tann vegin.
C
M
Y
K
14